leygardagur 16. apríl 1955síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lutaseðilin í happadráttinum — 2. dráttur — seinasti søludagur leygar-
dagin 16.
Harubræv nr. 3. |
Mariumessa á vári —55.
Góði Mortan!
Nei, íkki hevði eg trúð, at tú var eitt
sovorðið bartrog, at tú ætlaði tær at
narra meg, bara tí tú hevði hoyrt um
nakrar norskar floksur, ið koma skuldu
til landið. Langomma mín segði altíð,
at tað, id gekk í brókum, tað var einki
at líta á. Eg hevði kortini hildið, at
betur hald var í tær, tú, sum hevur fingið
so góða gentu, sum eg jú eri; og so
ætlaði tú kortini at narra meg, beistið
títt. Tað skal eg minnast tær við illum,
og hjartans glað eri eg nú yvir, at eg
var so knopp at gera tað til einkis.
Nei, tú, íkki eru teir norsku komnir
enn. Men nú munnu teir fara at verða
skjótir. Sum eg gleði meg!
Tað er eitt ræðuligt tvætl, hasin kanin-
hanin hevur fylt teg við: Hoyrt so
skaft! Skera oyruni av seyðinum fyri at
kenna hann frá haruni! Tú kann ætla, at
teir marka seyðin har á Reyninum eins
og teir gera aðrastaðni, fyri at hvor skal
fáa sítt. Hetta gera teir, tí hin reyða
málingin er ov dýr at klína uppá hvorja
seyðagron.
So, tú trúði, at
tað var ein vøkur
norsk harujente, sum sat niðri við
Porkerisvatn, og so var tað bara ein
kaninfressus. — Tað hevði tú gott av,
títt ótrúgva bartrog. Verð vísur í, at eg
skal skunda mær at trúlova meg við
einum norskum harugutt, tað fyrsta, teir
koma á land her, Statt tá og glød.
Tín eks-jente
Harulina.
EIN HT
HUGSKOT É
om
Hansen kann ikki vera heilt normalur,
yldi Petersen og snerkti eyguni saman
aftanfyri glareygnni. Harvid meinti Peter-
sen, at Hansen ikki bar seg at, sum
Petersen gjørdi. Spurningurin er so, um
Petersen er normalur, og hvussu skulu
vit greiða tað? Spyrja vit Hansen, vil
hann venda hitt hvíta í eygunum út
eftir og bedýra okkum, at Petersen er
steinørur. — Her er tað ofta torfort hjá
eini gentu at verða gift, tá hon eigur
eitt barn; men á einstøkum av Suður-
havsoyggjunum hava genturnar eitt ogi-
ligt stríð við at fáa eitt barn áðrenn
hjúnarbandið, tí annars kunnu tær ikki
giftast. Kemur ótti á eina kvinnu í 40
ára aldrinum fyri at verða gomul, er
tað normalt, er tað ein maður, er tað
ónormalt. Heldur ein fátækur maður av
at ganga fyri einki, er tað ónormalt, er
hann ovurríkur, er tað normalt. Nógva-
staði ganga kvinnurnar við barminum
berum, her er tað ónormalt, uttan so tað
er til veitslubrúk, tá er tað normalt. Men
sum maðurin segði, tað ger einki, um
fólk halda ein vera oran, bara ein heldur
sjálvur, at tað eru hini, sum eru ør.
Meiralutin sigur, at tað normala er at
gera, sum vit gera, men minnilutin kann
stakka upp dungar av prógvum fyri, at
meiralutin er steinorur. — At uppfata
seg sjálvan sum mát fyri tí normala
vildi verið ónormalt, men hóast alt verður
tað hildið fyri at vera tað normala.
Ein góð samvitska er betur enn tvey
vitni. Hon bræðir burtur sorg tína, eins
og sólin bræðir ísin. Hon er ein brunn-
ur, tá ið tú ert tystur, ein stavur, tá ið
tú ert við at detta, ein hevdapúta á
deyðastrá.
We
Ein eldri kvinna helt við flogskiparin
í flogfarinum, at hon vónaði at hann
vildi seta tey oll á jørðina í øllum
góðum.
„Alt, eg kann siga tygum, fria"! svar-
aði flogskiparin, „er at higartil hevur
eingin verið eftir heruppi“.
KALKSALPETER
18? o
Største lager —
A.S Valdemar Liitzen,
Thorshavn.
TELEFON
P-F.
Hovuðsskrivstova :
1020
SUPERFOSFAT (grannuleret)
50% KALI
AMONSULFATSALPETER
NITROPHOSKA
billigste priser
mod kontant betaling.
FOROYA BANKI
(Stovnadur 1906)
TELEFON
Suduroyar deild:
1020
TORSHAVN TRONGISVÅGI
Tlf. 1350 Tlf, 32
Renta av innskoti vid uppsøgn uppå 3 månadar 4 pst. p. a.
Bankin er opin 10—12 og 14—16 — Leygardag
Suduroyar deild opin kl.
leygardag - -
10—12 og 13—15
10—12 og 13—14
10—12
Kemiskar reinsimaskinur.
Ein ungur madur kann fåa eitt sett
eitt klædningareinsari,
kann fåa tólini uppá
komandi
kemiskar
avbetaling ella eisini
gjaldast við partabrovum í fyritokuni.
Áhugaði kunna senda tilboð og fyrispurningar til
POSTBOX 175 Í HAVN
reinsimaskinur
fyri uttan nakra sum helst útbetaling. Við-
kunna
til
tey
GRÓT OG SKERVUR
eiga at venda sær til
Øll,
kommunukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst,
heimtað.
Bilstjórar verða ámintir,
ið vilja keypa skerv ella gråt,
áðrenn tey verða
at teir ikki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðs-
manni fyri kommununa.
FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA
Skipafelagið Foroyar
TELEFON 1225
Tórshavn
FÆRØSK MARGARINE
Vita No I
FÆRØSKT PRODUKT
VITAMINISERET
FINT PRODUKT
— Vissid tygum sedilin til bådar teir størstu dråttirnar.
TR
KUNSTGØDNING
+
=
MATPRÁT
|
il
Mánadagsbuddingur.
1 stóran tallerk av kjøtrestum, 1 Í av
eplaflísum, 4 kókaðar gularøtur, 6 kók-
aðar purrur, !/, I av briinari sós, 2 ssk.
tomat surre.
Kjøtid, eplaflísarnar og tað kókaða
grønmetid verður lagt í lødum í ein
smurdan form. Tomatpurreið verður lagt
omaná. Síðan verður sósin helt oman-
yvir alt. Verður steikt í heitum ovni 3
korter.
Folsk skjøldvørpusuppa,
50 g smør, 50 g mjøl, 1'/, 1 kókheitt
vatn, 4 kraftterningar, 8 småar fiskaboll-
ar, 1 ssk finskorna persillu.
Brúnka smørid og mjølid saman, tó
íkki við ov nógvum hita. Tynn við heita
vatninum, lat suppuna kóka einar 8—10
min. Tak útav og lat teir morlaðu, upp-
loystu kraftterningarnar og bollanar útá.
Smakka suppuna til og sáa persilluna í,
og set suppuna á borðið kókandi heita.
Ein breyðflís við osti uppi á smakkar
frálíka væl aftur við.
Til umhugsunar.
Tað verður ofta sagt, at tað er eingin
meining í, at ein arbeiðari skal hava
somu løn sum ein professari.
Vit hugsa okkum 10 múrarar og 10
professarar. Teir 10 múrararnir byggja
hús til 10 familjur, ið hava verið nærum
húsvillar í 5 ár. lo familjur hava veru-
liga mist alla gleði og allar góðar við
tilveruni í 5 ár, tí tær hava búð so illa.
5 ár, ið ongatíð koma aftur.
So hava vit teir 10 professararnar. 3
av teimum hava brúkt eitt langt lív til
at studera sambindingarorð í keltiskum,
4 takast við tíðarfesting av einum bar-
daga, ið fór fram fyri einum 1000 árum
síðan, og hinir 3 takast við at kanna eitt
útdeytt hummaraslag í einum havi, sum
nú er turt land. Tað er sjálvandi heldur
nógv avgjørt við hesi uppstillingini; men
hetta fyri at vísa, at átrokandi uppgávur
fyri at ganga teim smáu menniskjansligu
lukkukrevum á meti ta einu ferð, tey
liva, eru neyðugari enn kunnleikin til
mangt annað, ið er mikið virðisfull vitan.
150.000 kvinnur í Danmark eru í fak-
felogum. Kvindeligt arbejderfor
bund er størsta kvinnufelag við 38.0007
limum. Nøkur dømi um kvinnnligar og
mannligar limir í ymsum felogum. —
Aftara talið eru kvinnurnar:
Tekstilarbejderforbundet 9 tús., 16 tús.
Skrædderforbundet 4,3 tús., 18 ftús.,
Handels & kontorfunktionærforbundet
22 tús., 35 tús., Dansk tømrerforbund
12 tús., 0, Dansk arbejdsmandsforbund
250 tús., 645, Snedkerforbundet 13 tús.,
100, Dansk elektrikerlorbund 7 tús., 1,
Dansk skibstømrerforbund 1,6 tús., 1
Timbursmid,
Tað er altíð best at lata fak-
útdannaðar meistarar útfora ar-
beiðið tí tað verður best og
bíligast.
Ég átakið mær at gera fyrsta
flokks trappusmíð gamlar
trappur kunnu eisini >moderni-
serast<.
Annars alt annað timbursmíð.
Snúgvið tygum til
JÁKUP FUGLØ
timburmeistara Klakksvík.