leygardagur 23. apríl 1955síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
BRØDRALAG
FRÆLSI
JAVNADUR
GN
DNA I
NR. 17.
LEYGARDAG
23, APRIL 1955
28. ÅRG.
Landsstyrid beitir danskar
politimenn å Klakksvikingar!
Hósdagin royndu myndugleikarnir við
eini fogedforretning' at seta Halvor-
sen út av Klakksvikar sjúkrahúsi. -
Henda roynd miseydnadist.
Semingsroynd må nu fåast i lag
beinan vegin!
Hósdagin fóru — sum eldur í
krúti — tey tíðindi um alt Før-
oyaland, at læknar og politi var
farið norð til Klakksvíkar.
Vit royndu alt fyri eitt at fregn-
ast eftir, hvat í hesum var, og
ringdu fyrst á politistødina — men
hon svaraði ikki. So ringdu vit til
landsstýrið, men har kundu vit
ongan annan hitta uttan Tr. Sa-
muelsen, sakførara, og hann segði
seg eingi tíðindi at vita úr Klakks-
vík.
Trongt var at sleppa igjøgnum
við eini telefonsamreðu til Klakks-
víkar; men um 4-tíðina fingu vit
samband við Einar Waag og bóðu
hann siga okkum, hvat hent var í
Klakksvík. Illa hoyrdist; men hann
greiddi nakað soleiðis frá:
Í morgun var eg staddur í Havn
og kom ikki norður higar fyrrenn
við Pride, so eg kann ikki siga
tykkum annað, enn tað eg havi
hoyrt her norðuri:
Um 7.30 tíðina kom Tjaldur.
Fyri fyrstu ferð floytaði tað ikki.
Tað legði at landi, og 3 menn fóru
inn í ein bil. Teir vóru: Dahl,
yvirlækni, Mitens, landsstýrismaður,
og politimeistarin. Dahl fór niðan
á sjúkrahúsið meðan hinir báðir
fóru at húsum Halvorsens.
Halvorsen var staddur úti í bý-
num í læknagrindum. Dahl lat seg
í hvítan kittul, og fór innar hag-
ar, ið einir 18—20 fólk frá býnum
sótu og bíðaðu eftir at hitta Hal-
vorsen. Hann segði teimum, at
hann fyribils heyði átíkið sær
læknastarvið har á sjúkrahúsinum.
Men tey flestu fóru, tí tey løgdu
ikki í at hitta annan lækna enn
Halvorsen. Ein drongur, ið hevði
skorið seg nakað illa í hondina,
varð tilbundin av Dahl, yvirlækna.
Síðan komu einir 4 menn inn og
bóðu hann fara av sjúkrahúsinum.
Og hann fór. Hvat har annars
hevur verið tosað veit eg íkki. Ein
fråsøgnin, eg havi hoyrt, sigur, at
teir lótu hann úr hinum hvíta
kitlinum og í hansara egna jakka.
Mikið fólk var samankomið, og
politimeistarin og Mitens kundu,
sum mær er frásagt, ikki koma at
húsum Halvorsens. Fóru teir tí,
saman við yvirlækna Dahl til
gongu yvir á Kósina, har Tjaldur
lá. Bil fingu teir ongan. Mikil
mannamúgva gekk aftaná teimum.
Teir fóru umborð í skipið, og fólkið
á landi loysti endarnar, so skipið
varð leyst — onkur sigur, at end-
arnir vórðu kvettir; men tað mundi
ikki vera.
So kom Thorshavn. Hann legði
at kaiuni. Umborð á honum var
Poulsen, kommunulækni í Tórs-
havn. Hann var spurdur, hverji
erindi, hann hevði. Jú, hann var
komin at hjálpa yvirlækna Dahl í
starvi hansara. Tað varð sagt hon-
um, at Dahl mundi onga hjálp-
ina hava fyri neyðini, tí hann var
farin umborð aftur á Tjaldur.
Thorshavn legði so frá bryggjuni
og yvir móti Tjaldrinum; men
ikki fór dr. Poulsen har umborð.
Thorshavn fór við honum til Havnar.
So legði Tjaldur út av Klakks-
vík og á Fuglafjørd við síni dýru
last.
Hetta var frágreiðing Einars. Vit
søgdu honnm, at vit høvdu hoyrt,
at politimeistarin var vorðin meidd-
ur: men hann segði, at tað var
hann als ikki. Hann skuldi hava
roynt at farið upp um ein sement-
garð, tí hann ikki kundi koma
igjøgnum mannamúgvuna, og har
var hann vist blivin skevaður eitt
sindur í andlitið av eini grein.
Danskir politistar koma
sunnukvøldid?
Eftir ti, danska útvarpið veit at
siga frá, hevur Feroya landsstýri
heitt á ríkisstýrið og bíðið tað um
hjálp í læknamálinum. Ríkisstýrið
hevur havt fund saman við for-
monnunum fyri allar
flokkar á ríkisdegi. Har var ein-
mælt samtykt at um Feroya lands-
stýri bað um »øget politihjælp«,
so skuldi henda verða veitt teimum.
Landsstýrið hevur biðið um hesa
hjálp, og ríkisstýrið hevur játtað
hana eftir samráðingum við løg-
mann Djurhuus, ið staddur var í
Keypmannahavn — sum tað sigst
á veg til París og Rom. —
Síðan er frætt, at í gjáramorg-
unin kl. 6 løgdu politistarnir —
gott 100 manns í tali út av
Esbjergar havn á veg til Føroyar
við »Parkeston«, ið DFDS eigur.
Løgmadur er við í ferðini. Eisini
eru danskir blaðmenn við.
Her er so skjótt atborið, at
|
pílagrímsferð legmannsins eftir øll-
politiskar i um at døma helst man hava verið
lótir. Okkurt man hava verið fyri-
reikað í hesum máli, áðrenn ferðina
til Klakksvíkar í gjár,
Landsstýrið skjýtur seg undir, at
tað hevur fingið álagt Feroya
logtingi at fáa læknatrætuna i
Klakksvík loysta, og at tað tí hev-
ur biðið ríkisstýrið um politihjálp.
Tað heldur seg tí standa á sama
stoði, sum hin maðurin, ið á sinni
segði: »Eg vaski mínar hendur<.
Men so er ikki! I - alla
tíðina, læknatrætan hevur vart —
hevur landsstýrið havt henda mynd-
ugleika. At tað hevur fingið sínar
egnu partamenn í tinginum til at
gjørt eina slíka samtykt, tað tekur
Framhald á 4 síðu
av
I 2 ár
Hvar fer bilskatturin?
Havnin kann ikki fáa eitt oyra av øllnm hesum peningi
Øllum er kunnugt, hvussu út av | fingið eitt einasta oyra av
øllum lagi vánaligir teir føroysku hesum peningi
So kann tað næstan
hvar í landinum
vegirnir eru.
gera tað sama,
ein enn ferðast.
Hvussu ber hetta til?
Bilskatturin skal verða nýttur til
veg-åbøtur. Men hvussu verður
hann nú tað?
Í Havn eru vegirnir í slíkum
standi, at tað beinanvegin er ein
stór skomm. Bilarnir kunnu ikki
hava langa livitid undir slíkum
viðurskiftum, tað er sjálvsagt; men
kortini verða teir dýktir undir í
innfluttningsgjaldi, bilskatti — og
nú til síðst hitt ræðuliga høga
bensingjaldið 20 oyr. pr. litur
til landskassan.
Í Havn verður goldið um 50.000
kr. í bílskatti. Hetta skuldi tå
gjørt ein góðan mun til viðlíkahald
av akvegum her, um peningurin
hevði verið nýttur til tað endamál,
ið fólk yvirhevur halda, hann eig-
ur at fara til. Eftir reglunum eigur
hann at verða býttur út millum
kommunurnar eftir teirra kilometra-
tali av akvegi.
Tann parturin, ið Havnar
vildi fingið av hesum peningi,
vildi, í mun til tað tal, id Havnin
hevur av bilum, íkki verið stórt;
men ein góðan mun heyði hann
kortini gjørt, um hann kom til |
sættis.
Men Havnar kommuna
hevur nú í mong år ikki
byur |
| gjøldum —
Hvar fer hesin peningur?
Jú, tað er so vísiliga lagt til
rættis, at peningurin einans skal
fara til vegirnar millum bygda —
trafikkvegirnar, sum teir nevnast.
Tað vil siga, at Havnar kommuna
einans kann fáa tilskot til viðlíka-
hald av vegastubbunum, ið liggja
út á Sandá og niðan á Hoydalsá
— og so Oyggjarvegin. Men —
Havnar býur hevur ikki
rætt til nakað tilskot til
åbøtan av akvegi;
ti ikki fyrr enn ábótin er so stór,
at hon fer upp um 21 kr. pr.
høvd um árið, kann nøkur kom-
muna fåa tilskot.
Vegirnir eru nógvir í Havn;
men so gott sum allir liggja teir
innanfyri begarðarnar og verða tí
ikki taldir við millum teirra, ið
rætt hava til tilskøt.
Tað vil siga:
50.000 kr. í bilskatti árliga, stórt
innfluttningsgjald, og 20 oyru í toll
á hvønn litur av bensin, teir brenna,
fyri at halda samferðsluvegirnar í
standi úti um landið; men íkki
rætt til eitt oyra av hesum grove
ið
tað eru tey kor,
boðin verða vognmonnunum í Havn
í dag.