Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-05-28, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mai 1955síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI Politiavhoyringarnar Hóskveldið vitjaðu vit inn til kriminalpolitiið í Klakksvík og spurdu teir um tíðindi frá avhoyr- ingunum. Teir søgdu alt ganga av- bera væl; fólk mettu væl upp og trupulleikar vóru eingir. Ikki kundu vit fáa nøvnini á teimum ið av- hoyrd vóru. Tó hava vit fingið at vita at Richard Jacobsen var fyrsti maður ið metti. Avhoyring hansara tók 7!/„ tíma. Aðrir, ið hava verið til avhoyringar eru t. d. sóknar- stýrislimir Viggo Joensen og Óla Jacob Jacobsen; Fischer Heinesen skuldi til avhoyringar í gjár. — Í Klakksvík hava tey tíðindi gingið, at politistarnir hava reikað um bygdina og spurt småbørn um pápi teirra hevur byrsu. Vit spurdu um hetta var rætt, og svaraðu teir okkum: „Det har ikke noget med sand- heden at gøre. Vi bruger ikke Gestapo-metoder men afhører kun ansvarsbevidste mennesker«. Eisini spurdu vit teir um tað var rætt, at tey flestu av teimum, ið avhoyrd vóru vóru 5 prosent- arar »nej« svaraðu teir yden langt overvejende del er fra de 95 pet.“ Teir kundu einki siga um hvussu leingi hesar avhoyringar koma at halda á, tí hvønn dag komu nýggj nøvn fram, og teir hava skyldu til at avhoyra oll tey, ið teir fáa upp- givin. Í hesum viðfangið er vert at minna á, at 5 prosentar spæla »stikkararolluna« av grimd — teir ———VWIWIJYW———"aii—WWWWWVOT'— Útferð. Føroya Ferðamannafelag boðar frá, at tað ger útferð við Tjaldur 2. hvítusunnukvold — vest- urum ella norðureftir, sum líkindini eru til. Túrurin er ætlaður at taka einar 4 tímar. Teir konservativu Onglendingar valdu hósdagin til parlamentið — undirhúsið. — Teir konservatjvu vunnu, sum menn høvdu væntað — stóran sigur. Tá blaðið fór til prentingar vóru langt frá øll valúrslitini komin. Á miðdegi var stoðan tann, at teir konservativu hevdu fingið valdar 258, arbeiðaraflokkurin 202 og teir liberalu 3. Teir konservativu 1955 broyttar soleiðis: 10,00. Við do. pr. tíma: kr. 50 oyr. pr. kolli; yvir 100 kg: prosentir eru galdandi. Vit skulu hervið siga frá, at vegna JAVNAÐUR Klakksvík uppgeva frá hond. Varið tykkum fyri teimum. Avhoyringarnar = byrja hvenn morgun kl. 9,30 og halda áfram langt út á kveldið. Politiið sigur okkum, at teir meir enn fegnir um hópur av Klakksvíking- um komu at geva frágreiðingar uttan at boð vórðu send eftir teimum. vóru Er DE HET BRØDRALAG Góður fiskiskapur í Grønlandi Tað frættist stødugt frå góðum fiskiskapi í Grønlandi, Eisini Norðmenn lata væl at. Teir siga seg at hava fingið meira fisk í ár enn somu tíð í fjor. Úr Aalesund fara fyrsta dagin fleiri skip til Grenlands at fiska kalva. Eitt silvurbrúdleyp Hvítusunnudag kunnu hjånini N. J. Rasmussen, prestur og frú í Klakksvík halda silvurbrúdleyp. Prestur og prestafrúan, sum tey vanliga verða nevnd her í bygdini, eru javngomul; bæði fodd í 1906. Prestur er føddur 24.—1. 1906 í Suðurjútlandi, bóndasonur; tey vóru 10 systkin, 7 brødrir og 3 systrar. Frú Rasmussen er fødd 27.—7. 1906 í Rytuvík, dóttur til skipseigara D. P. Højgaard; eisini M——————I"—————ii————ø3'Ú'i vunnu! høvdu tá vunnið 20 manns, meðan arbeiðaraflokkurin hevði mist 17. Prosentvísa framgongdin hjá teim konservativu var 1,9 og afturgongd arbeiðaraflokksins 2,5. Menn hildu ígjár seinnapartin, at teir konservativu koma at sita við einum meirluta uppá 60—70 ting- limum. | | vaksandi útreiðslur, verða takstirnir fyri bilkoyring frá og við 1. juni Timakoyring: 12,00. Kollikoyring: 60 oyr. Jttan vippu: pr. tima kr. upp til 100 kg: Somu úrtíðar- pr. kolli. Nevnd Bildeildarinnar. 6 breðrir og tey vóru 10 systkin, 4 systrar. Tey eiga 2 dreingir og eina gentu. Rasmussen, prestur, fekk tíðliga hug til bókina. 22.—1. — 1929 tók hann Gud- froðisprógv, tað vil siga 2 dagar áðrenn hann fylti 23 ár. Hann man hava verið yngsti prestlærdi maður í Danmark. Sama árið 31.—5. — 1929 kom hann til Havnar at vera prestur. Har var hann so til 1.—4. — 32; tå kom hann til okkara og hevur sostatt sitið her sum prestur í gott og væl 23 ár. Petra Hejgaard er sum áður sagt úr Rytuvík, hon er lærarinna, tók prógv 1926 bert 20 ára gomul — eisini ung lærarinna. (Framh. á 4. s.) Klakksvíkar sjúkrakassi hevur nú, aftaná at læknastríðið er lid- ugt, meldað seg inn aftur í Cen- tralfelagið. Hver legði bumbuna | undir tinghúsið? Hetta evni verður umrøtt í næsta blað. Ein partur av vørum tilfari fekk haldur íkki pláss í hesum blað og má eisini bíða til næstu | | viku. SOSIALURIN lógargrein i NR. 22. LEYGARDAG 28. MAI 1955 | 28. ÁRG. Klaksvíkarskipini Í Grønlandi eru Sjúrðarberg og J. Patursson, ið høvdu 200 tons hver um seinasta vikuskifti, Viðoy, ið fór 17. apríl og Polarfarið, ið fór í seinastu viku. Hesi eru øll við troli. Við sneri og línu eru Skálanes, Liljan, Atlantsfarið og Polarstjornan. Íslandsskipini : Carlton 250 skpd. og Fimm syst- rar nærum fullfermd komu fríggja- náttina, Gudrun hevur landað 300 skpd., Ester og Sigurfarid åvikavist 380 og 390 skpd. Hesi eru farin aftur til Íslands. Í Íslandi eru annars Streymoy, Nakkur, Pálls- drangur, Háenni og Barið. Fugloy fer í dag. Hamranes 40 skpd. mikudagin, Fuglberg 50 skpd. týs- dagin og 12 skpd. mikudagin vid neti. Grundick sunnudagin 441 skpd., ætlar at royna hesa vikuna út. sama dag Boðasteinur 70 skpd. Flestu skipini eru á Norðlandinum, einstok kastaðu á Eysturlandinum á heimferð, men fingu einki. Til „Dagblaðið“. Dagblaðið vil vera við, at eg skal hava ligid uppi á loftinum í tinghúsinum og lurta, meðan apo- tekarin í Havn hevði loyndarfund við tingmonnum um Halvorsen, lækna. Hetta og annars alt tað, ið Dag- blaðið skrivar í hesum viðfangi er ósatt. Henda dag, sum Dagblaðið sip- ar til, kom eg norðan úr Klakks- vík og ætlaði mær inn á áhoyrara- pallin í tinghúsinum, tí fundur var lýstur. Har var stongt. Eg fór ti inn gjøgnum niðaru dyrnar, har eg spurdi ein FÓLKAFLOKKSMANN um eingin fundur varð. Hann segði mær at loyndarfundur skuldi vera um Halvorsen. Eg vitjaði upp á loftið í flokksrúm javnaðar- manna. Har sótu Øregaard og eg og prátaðu eina letu. Tvær ferðir kom Frederik Hansen upp á loftið við boðum frá D. P. Danielsen, løgtingsformanni og bað meg fara út, tí fundurin kundi ikki setast se leingi óviðkomandi vóru stødd í tinghúsinum. Seinri ferð fór eg, men eg gav mær tó góðar stundir, tí eg vitsti, at hesin fundur vildi verða ólógliga settur. Vidurskiftini eru navnliga tey, at loyndarfundur kann ikki haldast, uttan formaðurin fyrst á opnum fundi hevur biðið loyvi til hetta. Hesa tingskipanini fylgdi tingið um formaðurin ikki. einum ikki Eg var lýðin móti lóglýdnum tingformanni, rýmdi og lurtaði sostatt ikki eftir hesum loyndarfundinum um Halvorsen, ið hesin nevndi fólkaflokksmaðurin segði mær frá. Villi Sørensen.