Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-05-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mai 1955síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eitt silvurbrúdleyp . . . (Framh. av 1. s.) Hvussu tey eru samankomin vita vit ikki, men hesu bæði ungu og lívsfúsu ungmenni giftust 29.—S5. 1930. Rasmussen prestur hevur verið prestur í orðsins rætta týdningi, hann hevur sera góðar gávur sum talari og uppaftur hin vegin — hann kennir øll síni sóknarbern og meir aftrat, veit at navngeva tey øll, ja, kennir enntá børnini av fólkaslagnum og er so statt hirði í orðsins rætta týdningi. Hann hevur havt nógv álitisstorv, t. d. kom hann 1.4.—32 í skúlaneyndina aft- aná Lind, prest, og har hevur hann sitid alla tíðina, mest sum formaður. Ongin er ivi um at hann hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri skúlan í Klakksvík. Bygdin er vaksin nógv hesi árini; hann man hava verið við til at sett tey flestu núverðandi lærarafólk við skúlan. Tað kann eisini nevnast at um- framt hevur hann eisini sitid i skulanevndunum bæði fyri Mikla- dals, Húsar og Kunoyar skúla. Í 1930 var prestur við at stovna barnaheimið í Vestmanna og har hevur hann øll árini sidan sitid í nevndini — sum form. í 20 ár. Tann 1.1.—35 var prestur við at stovna Færøernes Fortsættelses- Sygekasse, alla tíðina hevur hann sitið í hesi nevnd, frá 1.1.—44 sum næstform. og 1.—1.—44 bleiv prestur blaðstjóri av Fær. Kirke- tidende. Í hansara prestatíð er eisini kirkjan í Árnafirði bygd, og eingin er ivin um, at hann man hava stuðlað til hesa bygging. Hann man óivað hava glett seg saman við Árnfirðingum tá ið kirkjan 10.10. —1937 varð vígd. Í 1941 vóru bæði tvey við at stovnað K. F. U. M. og K. her í Klakksvík. Umframt sítt kall hevur hann eisini rekt kallið eystanfyri Múlan, meðan prestaskifti hevur verið har: og ikki eru tað minni enn 5 presta- skiftir, ið hava verið í hansara tíð. Prestur er tað er ikki ov nógv sagt — ógvuliga væl dámdur maður. Tað hevur ikki verið so lætt at vera prestur í eini bygd, har stór brødrameinigheit er, men hann, við sínum sera fólkaligu gávum, hevur dugað avbera væl at umgingist hesa sekt, og mong av teim eru eisini komin at halda av honum. Prestur hevur verið tænari í orðsins rætta týdningi, hann hevur altíð verið villigur til kirkjuligar handlingar — hann hevur ongatíð umborið seg við at sagt veg havi ikki tíð í dag, steðga til sunnu- dagin«, nei, gerandis sum heilagt, morgun ella kveld, uttan mun hevur hann staðið til reiðar í sín- um embæti. Og í heiminum! Hvat følir ein seg væl at stakka inn á gólvi hjá honum, har er hann hús- bóndi við lít, skemtingasamur og prátríkur, ella frúan við kaffimunn- inum, jú, so sanniliga er har hugni, har kennir ein seg ikki til >ovurs<. Politiskt hevur prestur altíð verið eisini eftir tað sjálvstýrismaður ; SOSIA NR. 22 klovningur kom í. Prestafrúan er sum sagt lærarinna, og her í Klakksvík, sum barnatalið er óvan- liga nógv ekt hesi 23 ár tey hava verið her, hevur tað borið so á at stundum hevur ein vikarur tverrað ; hevur ein so heitt á hana, hevur hon altíð verið til dystin fús; hegni og handalagið hevur ikki tvorrað: hon er av bestu lærar- innum; nógvir eru teir næmingar, ið minnast prestafrúuna við gleði. Tá ið tey bæði nú 29. í hesum, 1. hvítusunnudag kunna halda silvurbrúdleyp verða tey ikki heima her í Klakksvík, men í Rytuvík, foðibygd silvurbrúðrina. Hetta kemur av at prestafrúan hesu seinni árini ikki hevur havt so góða heilsu og at læknin ráddi henni til at halda frið. Tað er ikki at ivast í, at tað verða mong kirkjufólk — og ikki kirkjufólk, sum koma at minnast tey henda dag. Vit, sum hava skrivað hesar fátæku reglur hava ta bon til Gud, at hann má leiða og styrkja tykkum bæði longur fram á leiðina ímillum okkum. Hjartaliga tillukku við degnum! Fleiri vinir. —— 10 ára gamal smádrongur á Viðareiði omandottin og deyður. Seinasta mánadag vóru Viðingar eftir havhestaeggum. Sum vanligt vóru smádreingirnir og hugdu at meðan sigið varð; men djarvir og fermir sum smådreingir ofta eru, ið vanir eru við brattlendi, royndu teir eisini at fáa hendur á nøkrum eggum, har gongt var. 4 smádreing- ir vóru farnir í Bjarnaskor — so- leiðis nevnist staðið nakað Skipafelagið Foroyar TELEFON Tórshavn GRÓT OG SKERVUR Øl, ið vilja keypa skerv kommunukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðs- manni fyri kommununa. 28, MAI 1955 LURIN Sum hundur um heitan greyt. Dagblaðið kastaði eftir mær, at eg hevdi sent tíðindi um semjuna í Klakksvíkarmálinum til Social-De- mokraten í Keypmannahavn so tíðliga, at blaðið hevði prentað tey longu 10. mai á morgni, hóast tey ikki máttu verða kunngjørd í Dan- mørk fyrrenn kl. 12 og í Føroyum kl. 11, ið — sum allir uttan Dag- blaðið vita, er sama tíðin. Eg vísti á, at hetta ikki var beint, tí semjan var ikki komin í blaðið fyrrenn 11. mai. Eg beyð mær til at vísa teimum tað svart uppá hvítt, um teir annars løgdu í at bera lesarum sínum álítandi tíð- ss ——— [ff/——— indi: men tad var sum at tveita vatn á gås, teir lótust ikki um von. Ikki við einum orði koma teir aftur til sjálvt hevuðsevnið í hesi blaðskriving; men teir mala sum hundur um heitan greyt uttan um hetta við einum hópi av týdn- ingarleysum møsni, sum ikki loysir seg at endurgeva. Er tað Dagblaðsins uppgåva at fóðra lesarar sínar við óálítandi tíðindum, so væl gagnist teimum. | P. Karbech Mouritsen. burtur frá hinum sigmonnunum, ið vóru lidnir og skuldu fara til hús, tá ið 3 av teimum kl. 7 '/, á kveldi komu at siga frá, at hin 10 ára gamli Serin Meinert, sonur ! Bettu og Elias Hansen, var oman- dottin. Hann skuldi klúgva eftir einum eggi, men misti fótafesti, stiklaði fyrst einar 10 favnar oman á bakkatromina og síðan útav. 1225 ella grót, eiga at venda sær til FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA FÆRØSK MARGARINE Vita VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT No Í FINT PRODUKT Bergið har er steyrrætt og út við 200 favnum høgt, so vénir um lív vóru ongar. Beint har, sum hann fór útav, er sjógvur undir men so grunt, at hann ivaleyst er komin í botn. Tætt við er hella. Har, hann fór útav, var ein gjóta. Sigmenninir lótu ein ungling —- Ísak Bjarnaskor — fara niður at vita, um hann møguliga kundi vera steðgaður har, men so var ikki, har var einki at síggja. Bátur fór beinan vegin og Ísak Bjarnaskor settur upp á land á helluni beint niðri undir berginum, har Serin Meinert var farin, Á helluni fann hann báðar gummi- skógvarnar og hosurnar ið Serin Meinert hevur mist í fallinum. Tað var skjótt til Ísakur rakti við líkið av Serin Meinert, ið lá og skolaði í sjáarmálinum í eini urð, ið er har nærhendis, men ikki åføst við helluna. Ikki var so kyrt, at teir kundi fara beinleiðis inn í urðina við bátinum. Teir máttu tí seta menn upp á land á eðrum staði. Hóast skjótt varð atborið og leitað bæði leingi og væl, funnu teir einki. KI. 7 morgunin eftir varð farið av stað aftur. Tá funnu teir líkið beinan vegin. Tað var skolað upp á land aftur í sama stað sum Ísakur hevði sæð tað ligið kveldið fyri. Sum vituligt var tað illa farið. Djúpastu samkenslu okkara við teimum, ið so sáran hava mist. Friður verið yvir minni Serin Meinerts. minnar li HUGSKOT 8 we Hm Se Hanus og Janus hittust. Hanus segði: — Pætur sigur, at tå hevur sagt, at kona min hevur sagt, at... — Tað havi eg ikki sagt! Tvorturímóti! Pætur segði við meg persónliga undir fýra eygum, at tú hevur sagt við konu tina, at eg skal hava sagt, at... — Tað havi eg aldri sagt, og tá aldeilis ikki á tann hátt, sum tú nú kemur her og sigur tað uppá. . — Nú hugsi eg, tú vendir alt upp og niður fyri at bjarga tær, ha? Nei, vinur mín, kona mín lýgur ikki. Tín kona — — Tú lýgur! — Sigur tú, eg ljúgvi? — Ja, tú lýgur! Tú segði, at kona tín hevði sagt, at kona mín hevði sagt, at — — Tú lýgur, tað havi eg aldri sagt! — Nei, nú havi eg aldri —. Segði tú ikki beint nú, at — — Nei, tað veit Gud! Nei, eg segði, at eg hevði sagt, at tú hevur sagt, at kona Pæturs hevur sagt ... — Slatur! Sinnissjúkt slatur!! — Ja, ónt og eitrandi slatur !! Teir taka báðir hendurnar um hevdið: — SLATUR!!! 2! Timbursmíð. Tað er altíð best at lata fak- útdannaðar meistarar útfera ar- beiðið tí tað verður best og bíligast. Ég átakið mær at gera fyrsta flokks trappusmíð gamlar trappur kunnu eisini >moderni- serast<. Annars alt annað timbursmíð. Snúgvið tygum til JÁKUP FUGLØ timburmeistara Klakksvík.