Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-06-04, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 1955síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN == BRØDRALAG FRÆLSI Hver legði bumbuna undir tinghúsið? 24. mai sigur Dagblaðið, at vit kunnu siga politinum, hver tað var, ið royndi at spreingja tinghúsið í luftina á sinni. Nei, tað kunnu vit ikki siga, tí vit vita tað ikki. Vit hava sammett blaðsins skriv- ing nú við ta tíðina, tá tað oysti frá grunni fyri at øsa fólk upp móti ti fólkavalda Foroya løgtingi. Hava teir gloymt hetta, so skuldu blaðstjórarnir sett seg at lisið blaðið frá bardagatíðini og árunum beint aftaná hana. Teir vildu óivað spurt seg sjálvan, um tað veruliga ber til at broyta hugsunarhátt so full- komuliga, sum teir hava gjørt. So seta teir okkum tveir spurn- ingar. Hin fyrra hava vit longu svarað til. Hin seinni er nakað av- bronglaður. Hann er framsettur so- leiðis at fólk skal fáa ta fatan, at vit hava lagt Dagblaðið undir at hava staðið aftanfyri royndina at spreingja tinghúsið í luftina. Til spurning 2 er at siga, at vit hava sagt, at blaðsins ábyrgdar- leysa skriving bar åvøkstur. Og vit skulu geva eitt lítið domi um, hvat vit hugsa við hesum: Í sept. 1945 rýmdi fólkaflokk- urin av tingi — allir 12 menn. Eftir sótu 13 menn. Fólkaflokkurin, stuðlaður av Dagblaðnum, kravdi, at hesir menn fóru heim og lótu útskriva nýval. Teir rumblaðu dúg- liga við fundum og kravgongum og ikki sort av a Men einki bar til hjá teimum. 11. sept. stóð blaðgrein á str i. síðu um hesi viðurskifti. Henda grein endar við hesum orðum: . Og teir 13 skulu ansa sær at „teir ikki fora Føroyingar inn å ta gøtu, at teir verda noyddir at fremja sini krøv vid handa- makt“. Seks dagar aftaná hesi føgru orð brast bumban undir tinghúsinum ! 21. sept. vísti Dagblaðið á, at Dimmalætting og Krossur — og fåtin vitstu gott skil á, hvat ætl- anin hevði verið við hesi spreing- ing. Og nú sigur blaðið, at So- sialurin kann siga politinum frá, hvor tað var, ið vildi spreingja tinghúsið í luftina. So hava vit givið Dagblaðnum tað svar, tað biður um, og eru til reiðar at hitta tað, hvar tað so ynskir at hitta okkum. JAVNAÐUR FØROYA BARNAHEIM Barnaheimið hin = prýðiligi byggningurin í Havn — varð vígt miðvikudagin og varð samstundis tikið til nýtslu. Hetta er eitt 1927 byrjaði frk. Nicolina gaard ókravd og einsamøll lítið barnaheim í Rytuvík. Men heimið varð brátt flutt til Vestmanna. Tá Nicolina giftist, hennara, Simonsen, missionerur, upp í arbeiðið; og hjúnini hava síðan í felag staðið fyri heiminum. Men ekið var ov lítið, og hava tey stríðst fyri og nú at enda fingið í lag at fáa eitt stórt og tíðarhósk- andi barnaheim bygt í Havn. Til byggjan av heiminum er peningurin fingin soleiðis til vegar: Lán frá Bikuben og statinum 490. 000 kr., Red Barnet hevur latið 100.000 kr., legting kommunur og Reyði Krossur hava latið slakar stórt framstig. Í Høj- eitt kom maður Ur Suðuroy. Í Vági er nógv fiskaarbeiði; fleiri skip eru komin heim undan Íslandi og hava tey fiska frá 300 til 400 skpd. Í Porkeri er nakað av vegarbeiði, teir fáast við at breiðka vegin millum Porkeri og Vág. Hvítusunnuaftan vóru tveir bátar úti og royndu eftir fiski og fisk- aðu teir um 19 centnar á bát; annars hava teir roynt lítið eftir fiski, av tí at veðurlíkindini hava ikki verið til tað. Úr Porkeri eru fleiri menn við íslendskum trol- arum. 2. hvítusunnudag kom Ham- ranes aftur umdan Íslandi, hon hevði fiskað ca. 650 skpd. Í Hvalba er nógv arbeiði nú eisini er byrjað at breidka kola- vegin. Onkur smábátur hevur roynt eftir fiski í fjøorðinum ella úti fyri Hvannhaga og hevur tað vignast væl — tað hevur víst seg at verða væl av fiski har um leið. Nú líður væl yvirhøvur við at seta eplir niður. Tað kann kanska hugsast at vera seint ikki at verða liðugur enn við alt váringararbeiði, men tað er nú soleiðis, at ikki sakar, um tað kemur nakað væl út í juni tá ið sett verður niður í sand, tí tað er tíverri ofta til skaða at seta ovmikið tíðliga niður í sand av tí at tað altíð kann væntast sandrok — slíkt hendi t. d. í fjør. 2. hvitusunnukvøld varð grind dripin í Vági, um 170 hvalir løgdu beinini. Aftur dagin eftir vórðu 80 hvalir dripnir og blivu tað soleiðis 250 hvalir sum komu til skiftis. Um hvítusunnuna var boltfelagið »Royn« úr Hvalba og leikaði bolt- dyst móti V. B., og endaði dyst- 0 til »Royn«, urin við 1— 75.000 kr. Hertil kemur so inn- savnaður peningur. Tilsamans verð- ur hetta gott 750.000 kr. Byggningurin kostar um 700.000 kr. Jógvan Joensen, lærari við Klakks- víkar millum- og realskúla fyllir 50 ár mánadagin 13. — Um somu tíð hevur hann rekt lærara- starvið í 25 ár m.a. í Ánunum og Árnafirði, Mikladali og Trellanesi, 2 ár í Vík, 7 ár suðuri í Vági og nú seinast 11 ár í Klakksvík. juni. Viðingar Í hava fingið væl av lomviga í snerru hesar seinastu dagarnar. Tá ið hjúnini Halvorsen komu til Aalborg fingu tey á kajuni har eitt blómutyssi, ið kostaði 100 kr., frá Klakksvíkingum. Tá ið Halvorsen fór úr Klakks- vík vóru 1100 fólk umborð á Trondhjem at síga honum farvæl, eins og at ynskja honum vælaftur- komnan tá flokjan endiliga er greidd. Nordoyastevnan ið vanliga plag- ar at verða hildin bæði leygardag og sunnudag verður í ár bert hildin sunnudag — i Tore. FOLKAFLOKKURIN OG FÓLKATINGIÐ Dagblaðið hevur fingið so ilt av, at P. M. Dam hevur rikið upp landsstýrisins neydarsligu stødu á fólkatingi. Fyri teimum er lands- stýrið uttan lýti og púra ókreinkju- ligt, og eftir skrivingarlagi blaðsins at døma, so er stoða tess til lands- stýrið tann, at »hvad fatter gør, er altid rigtigt!< Nei, slíkur maður, sum finnist at Føroya landsstýri, má ikki koma á Danating — tað er avgjørt, so må fólkaflokkurin heldur ofra ein mann at lata velja inn á fólka- tingið ! Ger stutt av í telefonini, tað økir orðsins makt. Jú minni verður tvætlað, tess meira verður sagt. Meðan stongd fyri ferðslu. spreingingin Torshavn, tann 1. 3 ÁVARING | Tað verður við hesum gjørt almanna kunnugt, | av gróti fer fram við Havnargetu beint norðan fyri »Skansan«. fer fram juni 1955, NR. 23. LEYGARDAG 4, JUNI 1955 28. ÅRG. | Halvorsen og Lægeforeningen. Í »Berl. Tid.« skrivar fyrrverandi hægstarættspresidentur Troel G. Jørgensen: Det er meget fortjenstfuldt, at »Berl. Tid.« har draget Overvold- giftsrettens Kendelse af Januar 1949 i Lægeforeningens Sag mod læge Halvorsen frem for Dagens Lys. Saa vidt vides, er det Hal- vorsens vægring ved at betale Sa- gens Omkostninger, 601 Kr. 50 Ø., der er Grundlaget for hans Eks- klusion, der atter er Grundlaget for den aarelange Affære, der nu har antaget krampagtige Former. Taaler nu denne Kendelse af saa mange Overlæger Dagens Lys? Det forekommer mig afgjort ikke, sær- lig Punkt 2 om Waffen SS synes mig uhyre svagt. Det Bidrag, der fra dansk Side kan ydes til at gyde Olie paa Bølgerne, er da nærliggende. Lægeforeningen maa »efter samtlige Omstændigheder og den hengaaende lange Tid« ophæve Eksklusionen og se, om det Medi- kament ikke hjælper. NorBoyastevnan verdur hildin i Klakksvik i morgin. fer av Havnini norður í morgin kl. 8. Hevði hetta góð- veðrið hildið sær, kundi tað farið at verið ein heilt væleydnað steyna. Úr Suðuroy væntast ikki bátar til kappróðurin; men úr Havn fara 10-mannafarid og ein gentubátur. Lorvíkingar luttaka við einum 10- mannafari, og sjálvsagt rógva Klakksvíkingar við sínum bátum. B. 36 skal spæla móti K. Í. Hondboltsdystir verða millum kvinnur úr Vestmanna og Klakks- vík. Smiril Månadagin væntast Neuwied at verða fullfermt og sigla úr Føroy- ingahavnini. Steinhøft væntast at verða fulflfermt út móti miðjum mánaðinum. Sigmundur byrjar sunnudags- ferðir sínar í Sundalagið og Skála- fjørdin í morgin. = at spreinging vil Havnargeta til tíðir verða Havnarnevndin.