Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-06-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 1955síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4. JUNI i955 SOSIALURIN SOSIALURIN Utgevari: FØROYA JAVNADARFLOKKUR Bladstj.: Villi Sørensen. Box 76. PRENTSMIDJAN Å HEYGSBREYT | TELF. 1820 , SJALVSTYRI Mangur er farin at ivast i, um vit yvirhøvur eru førir fyri at stýra landinum sjålvir. — Ikki so logið, men vit mugu eisini minn- ast til, hverjir ið hava stýrt, síðan sjálvstýri okkara varð skrásett. Tað hava sambandið og fólkaflokkurin og teir hava ikki skil á at stýra sær sjálvum, enn minni ein- um landi. Teir hava yvirtikið ein hóp av ymiskum málum, ið vit sostatt skuldu borið allan kostnaðin av, men nú er nærum ikki mál av hesum yvirtokum eftir, ið teir ikki hava biðið Danskin um at hjálpt sær við at gjalda. Slíkt eru ikki skilamenn ! Og eitt nú læknamálið. Kann minni skil hugsast? Hver maður veit, at vit lættliga kundu havt greitt hetta mál sjálv- ir. Men har var eingin vilji, einki skil og einki framskygni. Einræðis- menninir í Tinganesi vildu bert trælka Norðoyingar. Tá ið teir sóu, at hetta bar ikki til, logdust teir einaferð enn á knæ fyri Dansk- inum og bóðu teir beita vápnað politi eftir sínum egnu landsmonn- um, sínum egnu bygdamonnum, sínum egnu veljarum. Eitt hava hesir menn prógvað fyri ollum heiminum: Teir eru ikki menn fyri at handfara og gjøgnum- føra nakað sjálvstýri í Føroyum. Teir eru hjálparleysir. Teir hava gjørt sær sjálvum fyri skommum yvir fyri øllum Feroyingum og okkum til skammar fyri øllum heiminum: at vit sum veljarar ikki skulu hava skil á at velja menn á ting, ið eru uppgávuna vaksnir. Teir hava gjørt at øll virðing er farin fyri landsstýrinum, ið av røttum skuldi verið heidurliga ritað við gyltum stavum í hverjum mannabarmi. Mikið er farið í sor, men lat okkum vóna at naggatódnin ikki er so stór, at vit heilt missa and- litið. Hitt fasta grundarlagið, fólkið, er tíbetur ikki rutt burtur. , LI . Utbjóðing. Stadionnevndin ynskir tilboð uppá gerð av svimjingarhyli í Gundadali í Tórshavn sambært treytum og tekningum, sum fáast til láns á skrivstovu landsverkfrødingsins móti 50 kr. í veðgjaldi. Boðini skulu vera inni mikudagin 8. juni kl. 17.00. Tórshavn, tann 27. mai 1955. Stadionnevndin. seinast Ein himnarépandi munur —. Vit hava borgarligt styri her å landi. Tað hava so mong lond havt bæði undan okkum og eisini nú á døgum. Eitt nú Ísland, Ong- land, Vesturtýskaland og onnur. Øll byggja tey á hitt kapitalistiska stýrislagið, tað er felags fyri øll; men okkara stýri líkist burtur úr. Tað tykist bert at hava eitt enda- mál: At verja stórmannin. Óneyð- ugt at nevma domi, tey eru so mong, og allir Feroyingar kenna tey. Felags fyri oll borgarlig stýri eru kreppur, øgiligir kreppuágangir, ið ofta hótta við at taka samfelagið av fótum. Nú má eingin hugsa sum so, at í einum sosialistiskt stýrdum landi koma ongar kreppur. Jú, tær eru ofta á veg, og viðhvort eru tær ramur veruleiki. Men sosialisma í veruleika er so vorðin, at hon av sær sjálvari byrgir fyri kreppum. Hon virkar eins og ein tryggjandi toppur i kreppuholinum. Koma kreppurnar raka tær ikki so bonskliga, og harav verða fylgjurnar ikki so álvarsligar. Undir borgarligum stýri raka kreppurnar harðast hina arbeiðandi fjøldina, sum aloftast í rúgvuvís verður ríkin út í vinnuloysi — vinnuloysi, ið altíð er at hóma í kjalarvatni teirra borgarligu. Teir nýta navnliga at reka fólk út í ar- beiðsloysi, fyri at steðga krepp- unum. Eitt amnað vanliga nýtt kreppuvápn hjá teimum borgarligu stýrunum er at stjala breyðið úr musninum á fólki. Hetta gera teir við at skerja keypikraftina í ti hart vunna peninginum hjá tí ar- beiðandi fólkinum. Vit hava demi her um bæði hesi tiltøkini heima hjå okkum sjålvum. Vit hava havt øgiligar kreppu- ågangir, sidan teir borgarligu flokk- arnir, sambandið og fólkaflokkurin, tóku við ræðnum. Upp í 60 pst. av tí arbeiðandi fólkinum hevur gingið í vinnuloysi, og í fyrstu at- leguni skerdu teir t. d. keypikraft- ina í 6000 kr. við 900 kr. Seinri hava so allir teir borgar- ligu flokkarnir sambandið, fólka- flokkurin og tjóðveldisflokkurin við teirri seinasti tolllógini skert keypi- kraftina við í minsta lagi somu peningahædd. So illa er vorðið, men vit halda at fólk gevur sær ov lítið gætur um hetta, tí at slíkir flokkar áttu beinan vegin at verið feldir upp á slík svikabrogd, tí svikabrogd eru hetta. Eingin ar- beiðari ella fiskimaður fær nakran- tíð eitt einasta oyra aftur av ti, id teir á henda hátt hava rænt burtur av hansara hart vunnu inntøku. Vildi tað verið annarleiðis undir einum sosialistiskum stýri? Eitthvort sosialistiskt stýri vil í kraft av ti førda sosialistiska poli- | " tikkinum hava byrgt fyri krepp- | (STIGA UM unum ella eisini tí versta kreppu- áganginum. Men kreppurnar kunnu tó koma. Í Danmark hava vit sosialistiska stjórn, men av tí at hon er minni- lutastjórn, hevur tað ikki til fulnar eydnast henni at føra slíkan poli- tikk, at kreppurnar kunnu haldast burtur. Í vár var mikil kreppa á veg. Byrgt varð fyri henni við at skerja keypikraftina í peningi fólksins rættiliga munandi. Ná, vilt tú siga, so eru teir einki mætari enn okk- ara heimligu afturhaldsflokkar. Tað eru teir nú kortini. Her heima er skerjanin av keypi- kraftini mistur peningur fyri ævigt og alla. Annarleiðis í Danmark. Fyri tann mista peningin fáa tey arbeið- andi obligatiónir. Hesum obliga- tiónunum kunnu arbeidararnir koma aftur við seinri og fáa tær inn- loystar. Teir missa einki, einki NR. 23 hjá okkum; teir fáa peningin aftur tá ið gjaldoyrisstoðan úteftir aftur er batnað. Men hvussu nógvir arbeiðarar og fiskimenn hava fingið eitt oyra av teimum 2700 kr., ið teir nú hava mist síðan 1951, tá ið aftur- haldsflokkarnir stóðu so ráðleysir, at teir ikki vistu sær annað enn at taka pengar frá fátækum ar- beiðarum og fiskimonnum fyri at gjalda teirra egna og partamanna humbuks-politikk? Nei, lat okkum nu fylkjast og kollvelta hetta styrislagid vid rubb og stubb og sidan byrja å nyggjum og sunnum grundarlagið: tí sosia- listiska. Hin sosialistiski politikkurin er FOLKSINS politikkur, ti er hann hin einasti sum á øllum økjum kann verja, tryggja og hevja hina stóru fjøldina, ið treingir til betri verður tikið frá teimum, sum her | kor. Sundalagið— Skálafjorður. SUNNUDAG „SIGMUNDUR“ 12/6 — 26/6 — 10/7 — 24/7 — 7/8 || 5/6 — 19/6 — 3/7 — 17/7 — 31/7 — 21/8 —4/9: | 14/8 — 28/8 — 11/9: KI. 8 | KI. 8 Tórshavn | Tórshavn Toftir Kollafjørð Strendir Hvalvík Oyri Oyri kl. 10.30 kl. 10 Hvalvík || Strendur Kollafjørd | Toftir kl. 11.30 | kl. 11.30 Tórshavn | Tórshavn KI. 16 | KI. 16 Tórshavn |} Tórshavn Kollafjørð || Toftir Hvalvík | Strendur Oyri || Oyri kl. 18 | kl. 18.30 Strendur | Hvalvík Toftir | Kollafjørð kl. 19.20 |} kl. 19.30 Tórshavn | Tórshavn A-S THORSHAVNS MÆLKEFORSYNING & MARGARINEFABRIK El- og kol- ERU NÚ AFTUR AT FÁA HJÁ P-F. MARIA POULSEN & CO. Tórshavn TEIR NÓGV EFTIRSPURDU SAMANSETTU komfýrarnir Tlf. 2000 — 2001