Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-06-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 1955síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. YVIRLÝSING Einki er skeivari enn tað, at eg skal hava verið við til at heitt á ríkisstýrið at senda eykapoliti til Føroyar vegna læknastríðið. Við tað sama eg frætti, at menn bóru tey ósonnu tíðindi út millum manna, at eg skuldi hava verið við til at krevja danskt politi til Fer- oyar at leggja uppí læknastríðið í Klakksvík, avsannaði eg tað í »Berlingske Tidende«. Eingin av teimum, ið vóru á statsministarans fundi við flokks- formonnunum tann 21. april 1955, tå id løgmadurin kravdi politihjålp frå Danmark at fremja futaforrætn- ingina til útsetan av lækna Halvor- sen, hevur við einum orði mótmælt hesi avsannan míni — sjálvandi. Í talu míni á ríkisdegi, meðan státsministarin og donsku flokks- formenninir vóru hjástaddir og lut- takandi í orðadráttinum, avsannaði eg somu ósannindi uttan at nakar rættaði avsannan mótmælti ella mína. Havi altíð verið ímóti at blanda danska ríkisstýrið inn í læknamálið ella onnur lokal føroysk trætumál. Á fundinum, sum státsministari Hedtoft helt í mei 1954, har løg- maðurin, fólkatingsmaður Poulsen, umboðsmenn fyri læknarnar o. fl. vóru til steðis, mælti eg harðliga landsstýrinum frá at blanda danskt politi í trætuna í Klakksvík. Tá var eingin fútaforrættning byrjað og eydnaðist tað tá at fáa menn at halda undan at seta fram eitt avgjørt krav um at fáa eyka- politistar til Føroyar. Henda måtstøda min er almanna kunnug eins og tað, at eg i hvørj- ari syftu, har tað hevur verið høvi til tess, havi roynt at loyst trætuna á friðarligan hátt. Og mótstoða mín kom eisini hvassliga til orða yvir fyri legmanninum á fundinum tann 21. apríl á státsministarans rúmi í fólkatinginum, har ið eg legði høvudsskuldina fyri, at lækna- stríðið var komið út í hetta óferi, á landsstýrið og landsstýrisflokk- arnar, og frálegði eg mær alt ann- svar fyri tað, ið hent var, og sum ein hevði alla grund at bera ótta fyri vildi koma at henda. Eg frítók eisini ríkisstýrið fyri annsvar við tað, at tað bara gjørdi tað ið tað var noytt til av landsstýrinum. „Jeg tager det politiske ansvar«, svaraði og undirstrikaði løgmadurin. At eg ikki heldur enn nakar annar kundi »benægte fakta«, tað fakta, at ríkisstýrið H. C. Hansen var bundið av ríkisstýrisins Eriks Eriksens og ríkisstýrisins Hedtofts lyftum at veita landsstýrinum politi- hjálp, tá ið tað setti fram avgjørt ynski um tað, er eyðvitað. Eg noktaði heldur ikki, mátti, tá ið spurningurin varð relst- men ur um tað, ásannað at tá ið fúta- | longu var avgjørd, forrættningin tå ið hevði fingið bindandi lyfti frá fleiri landsstýrið frammanundan ríkisstýrum um politihjålp, v) biðið hana, tá Jands- varð um SOSIALURIN verid vid i nakrari åheitan å rik- isstyrid um politihjálp. Tvorturímóti setti eg å landsstyrid fyri, at tad latið stríðið komið inn á grunnbrot og undirgongu. Men eg havi á hin bógvin viðgingið, at ríkisstýrið H. C. Hansen gjørdi einans tað, ið tað var bundið at gera, kortini haldandi sær til sjálvt hevdi styrid helt fast vid at krevja ta lovaðu politihjålpina, so kundi einki ríkisstýri bera seg undan. Men, undirstrikaði eg, ábyrgdin var so sum sagt ikki ríkisstýrisins, men eina og bara landsstýrisins. Eg havi so statt sjálvandi ikki at kanna og meta, um tann av teimum ymsu ståtsministarunum lovaða politihjálp hvíldi á rottum og haldbarum forútsettningum, tá ið til stykkið kom. Stovnaðarfundur. Ídnaðar- og handverkarafeløg stovna landsfelagsskap til frama fyri foroyskan ídnað og føroyskt handverk við tí endamáli at stimbra føroyska vinnu uppi á landi og føroyska framleiðslu. Áhugaðar ídnaðarfyritokur á bygd kunnu gerast limir við skrivliga at venda sær til G. Isfeld, Tórshavn, innan 10 dagar frá í dag. Post box 70. tlf. 2003 og 1834. Fundur verður í høli K.F.U.M.s leygarkvoldið tann 18. juni kl. 8. Fundarskrá: 1. Val av stjórn. 2. Ýmist. Torshavn, 7. juni 1955. Ta 3 N KONSERTFERD KONGALIGU KAPELMUSIKARANNA Koncert verdur Í Havn mánadagin 13. juni (sjónleikarhúsið). « Vestmanna mikudagin 15. juni. | | « Klakksvík fríggjadagin 17. juni. | | « Fuglafirði leygardagin 18. juni. | | | «Havn mánadagin 20. juni (sjónleikarhúsið). Í « Tvøroyri tysdagin 21. juni, | « Vågi mikudagin 22. juni. | « Havn friggjadagin 24. juni (kirkjukoncert saman við | | Havnar sangfelag). | | Biletsøla í Havn: Ferðamannafelagið. Á bygdunum: við inngongdina | | DANSK-FÆRØSK KULTURFOND | | | | I GROT OG SKERVUR Øl, ið vilja keypa skerv ella gråt, eiga at venda sær til kommunukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum lími av vegneyndini ella einum umboðs- manni fyri kommununa. FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA LE ET eee TEIR NOGV EFTIRSPURDU SAMANSETTU El- og kol- komfýrarnir ERU NÚ AF: UR AT FÁA HJÁ P-F. MARIA POULSEN & CO. Tórshavn Tlf. 2900— 2001 11. JUNI 1955 Og tå ið tað ikki visti seg at vera tilfelli, varð einki av at senda politiskipið til Klakksvíkar, soleiðis sum landsstýrið kravdi. Tað skal ikki loynast, at eg legði allar árar í sjógv fyri at forða politiskipinum at gera ólukk- ur um seg, so tað kom til blóð- úthellingar. Eg eri glaður yvir, at tað eydn- aðist, og at tað eydnaðist at fáa frið í lag júst á tí grundarlagi, sum eg saman við ødrum hevdi barst fyri. Sogan og Feroya fólk fer so at dema, hver ið tænti fólki og landi betri: Vit, sum bardust fyri at fáa frið i náðum og forða politiskip- inum at leggjast á Klakksvík ella landsstýrið og tey, ið hildu við tí, og sum uttan mun til, hvat ið hendi, kravdu politiskipið í »ak- tion« móti Klakksvík? Á Tvøroyri, tann 3.--6. — 55. P. M. Dam. Loyvi mær samstundis við hesum at siga frá, at søgan, ið hevur gingið runt í blødunum, um at H. C. Hansen, státsministari, skal hava sett á meg fyri støðu mina í Klakks- víkarmálinum, er ósonn úr enda í enda. Hin sami. Tórshavnar kommunuskúli. Ársroyndin við Tórshavnar kom- munuskúla fer soleiðis fram: Hin skr. royndin verður: 16., 17. og 18. juni. Hin m. royndin byrjar mána- dagin hin 20. juni og heldur fram teir fylgj. dagarnar. Foreldur ella verjar og annars oll, ið hava áhuga fyri skúlans arbeiði, eru vælkomin at lurta eftir. Tórshavn, hin 7. juni 1955. Z. Sørensen. Grindalistin. Tad verdur her gjørt kunnigt, at grindalistin fyri 1955 liggur frammi á býráðsskrivstovuni frá 9. juni til og við 18. juni í ár, hvønn yrka- dag frá kl. 11—13 og 15—16, leygardag tó bert frá kl. 11—13. Fólk verða biðin um at kanna eftir, um partarnir eru í lagi. Býráðsskrivstovan. mm Keypið LITFAGRA - MÁLING tá fáa tygum eina og pengarnir verða í góða veru. landinum. TELEFON: 1834 (heima; 2003). Haldið Sosialin!