Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-06-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 1955síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sum eldur í turt ... (Framh. av 1. s.) sent tíðindi til blaðið um semjuna í læknatrætuni, og blaðið skuldi hava prentað hesi tíðindi ein dag ov tíðliga. Hetta vóru grov ósannindi! Karbech Mouritsen bað blaðið avsanna hesi tíðindi, og hann beyð sær til at vísa Dagblaðsins monn- um Social-Demokraten fyri 10. og 11. mai, so teir sjálvir kundu síggja, at teir høvdu mistikið seg. — Men, nei! Teir tykjast einki at leggja í slíkt. Enn hevur eingin rættleiðing staðið í Dagblaðnum, hóast K. Mouritsen tvær ferðir hevur kravt teir eftir eini slíkari. Dagbl. gongur sínar gomlu kendu getur: Sleingir grovastu ósannindi út millum manna og letur tey síðan standa við makt, uttan við einum einasta orði at gera lesarum sínum vart við, at teir hava »mistikid« seg. »Eg skal tiga sum steinurin«, tykist at vera ein setningur, er komin at sita reidiliga fastur í Dagblaðs-heilunum. Og hetta eru menninir, ið spyrja garnarnar úr sær. Hetta var so hin fyrri parturin. Annar partur byrjar við, at vit í sama blað, sum Dagblaðnum verður gjørt vart við óálítandi skriving sína, vísa á hvussu harð- liga Dagblaðið fór fram í kríggs- árunum og teim fyrstu árunum aftaná bardagatíðina. Tað er stutt- ligt at sammeta tey blødini við ta nú í ávísum málum so spekta og pínliga lóglýdna Dagblaðið. Vit vístu á gsingaskriving blað- sins í teirri tíðini. Vit vístu eisini á, at blaðið ella í minsta lagi oddamenn teirra — boðaði frá, at tað var óneyðugt og at ongnm nýttist at halda og akta landsins lógir. Vit søgdu, at øsingarskriv- ingin var øgilig, og at hon vónandi ongatíð aftur fór at finna sín líka í føroyskari blaðskriving. Vit neyndu eisini, at henda øsingarskriving heyði borið åvøkstur millum fólk. Vit nevndu nøkur dømir um hend- ingar, sum vit ikki ivast i, hava sín uppruna í hesi blaðskriving blaðsins, m. a. at beinleiðis roynd- ir vóru gjørdar at spreingja land- sins ting í luftina. Tá gnísti Dagblaðið sum stungin grísur. Tað var íkki við eirindum teir løgdu á okkum: Sig tað eina- ferð aftrat! Sig tað so greitt, at tað ikki kann misskiljast, at Dagbl. stóð aftanfyri spreingingina! Svara uppá spurning eitt — og serstak- liga uppá spurning tvey, og vit skulu skoða okkum sum til dokt- araferð at fara niðan til dómaran at melda tykkum! Vit kunnu so lívaktiga síggja fyri okkum blað- stjórarnar báðar veipa við ermum sum tá tú hálar í sprellimonnum so sum og benum, bandið á sintir, sum teir nú vóru: Teir vitstu púra einki um nakra kendu einki til esing. Teir als fundir ella hóttanir. Ja, teir kendu | snøgt sagt ikki til enn at tair allar dagar hava verið teir skærastu einglar. Og so teir við nýggjum byrja nakað annað, ' SOSIALURIN NR. 24 11, JUNI 1955 skuldsetingum, so neistarnir rúka frá penninum, t. d. tveita teir okk- um fyri at hava øst upp fólk til at nýta vápn, og um teir skuldu skuldsett nakran, so hevði tað verið hinar tríggjar flokkarnar (fyri spreingingina) einans fyri á tann hátt at skaða teir (fólkaflokkin). Hetta eru menninir, ið tosa um at stevna nøkrum — menn, sum búgva í glashúsi, og sum vilja grýta grót eftir oðrum! Man hatta vera tær beru lótir, ella eru menn- inir steinørir? Jú, stevnid tit bara, og væl gagnist tykkum. Stuttligt kann vera at draga nøk- ur orð fram ur sama Dagbladi, sum henda ovursinta blaðgreinin stendur í. Tey standa í eini aðrari grein, men tey siga sína søgu eins væl kortini og eru góð til sam- metingar og kunnu væl setast upp sum svar uppá tann spurning, sum Dagblaðið tráar eftir at fáa greidd- an. og tey eru hesi: >,., Og hjá einum lítlum fólki sum Feroyingum er tjóð- arerpni sum turt gras, ið lítið skal til at festa í<. Vónandi var Dagblaðið ikki greitt yvir, at so var, tá tað á sinni skrivaðu hesi orðini: >... Og teir 13 skulu ansa sær at teir ikki fora Føroyingar inn á ta gøtu, at teir verða noyddir at fremja síni krøv við handamakt«, Tí var blaðið greitt yvir tað tá (6 dagar áðrenn bumban brast). so hevur tað, fyri at nýta blaðsins síðstu orð í áðurneyndu grein, ydrigið tað fram, sum kann festa í turt gras<. Svimjuhylurin í Havn Nú verður endiliga farið undir at gera svimjuhylin í Havn. Ar- beiðið er givið byggifelagnum Lam- hauge á Waagstein, ið hevdi lægsta boðið, slakar 90.000 kr. Inn vóru komin 8 boð, ið lógu frá 90.000 upp í 126.000. Føroya Fiskimannafelag 10. juni 1955. Føroya Fiskimannafelag hev- ur í dag sent hýrusøkjandi so- ljóðandi bræv: Av og å hendir tad, at Foroya Fiskimannafelag verður biðið um at útvega fólk bæði til før- oysk og útlendsk skip, og eisini hendir tað, at fiskimenn siga felagsskrivstovuni frá, at teir ynskja tjans. Tað er táttur í felagsstarv- inum at fáa samband millum hýrusøkjandi og hýrubjóðandi. Hýrusøkjandi verða skrivaðir á lista við viðmerking um, hvat slag av tjansi ynskist, og túið so slíkur tjansur er í boði, verður sagt frá til teirra, sum standa fremst á listanum, Fyri at hetta starv skal eydn- i ast, er tad umrådandi, at listin yvir hýrusøkjandi er álítandi. Tað kann koma ógvuliga tvørt fyri at lova manni tjans, sum ikki er álítandi, og eisini er tað hættisligt at lova skipi manning, sum ikki er til. Menn, sum søkja tjans gjøgn- um Fiskimannafelagid og imed- an fáa tjans aðrar vegir, eiga at boða felagsskrivstovuni frá, so teir kunnu verða stroknir av listanum. Í løtuni er støðan tann, at bæði føroysk skip, grønlandsút- róðrarbátar og norsk línuskip sóknast eftir fólki, men eingi íslendsk skip ella enskir trol- arar. Vit hava nogv nøvn å lista okkara yvir hýrusøkjandi, men flestir ynskja íslendskar tjansir, sum vit ikki hava, og aðrir eru farnir, uttan at vit vita av. Hetta bræv verður tí sent til allar hýrusøkjandi, og teir, sum ynskja tjans við føroyskum skipum (helst 30- tonsarum til Íslands við snøri), ella útróður í Grønlandi, ella við norskum línubátum til Grønlands, ella við norskum kópafangarum, verða bidnir um at siga felags- skrivstovuni frá. Eisini teir, sum framvegis ynskja at standa sum hýrusøkj- andi til aðrar veiðihættir ella onnur skip, verða bidnir um at siga frá, so teir kunnu verða skrivaðir á nýggjan lista; med- an teir, sum ikki svara, verða stroknir av listanum, tí roknað verður við, at teir hava fingið tjans ella ikki leggja í nú at standa sum hýrusøkjandi. Eftirspurningurin eftir for oyskum fiskimonnum er í ár so stórur, at ikki er rætt, at nakar skal ganga í vinnuloysi. Boðið felagsskrivstovuni frá, og vit vilja gera okkara besta til tess at menn fáa tjansir, sum teir ynskja, og skip manning, sum tørvur er á. Við felagsheilsan FØROYA FISKIMANNAFELAG Nordoyastevnan Longu leygardagin stevndu teir fyrstu Norðoyastevnugestirnir til ! Klakksvíkar. Veðrið var frálíkt alla | tíðina. Leygarkvøldid vóru kram- búðirnar hildnar opnar longri enn fr Torgið í Vági var skrytt | við ljósum í ymiskum litum. Dansað varð til midnått í báðum dansihøll- unum. Sunnumorgunin komu bátar ymsastaðni frå, m. a. kom Smirij úr Havnini; men annars mundu vera færri gestir enn vanligt. Kl. 13.30 byrjaði kappróðurin: Av 10-mannaførunum vann Havn- arbåturin, Klakksvikingur var nr. 2 og Lorvíkingar nr. 3. Sílið úr Havn vann av Klakks- viksgentum. Dreingjaróðurin vunnu Tveroyra- dreingir móti Klakksvíkingum. K. Í. og B. 36. K. Í. vann við 3—0. Í hondbolti vunnu Klakks- víksgentur Vestmannagentur. KI. 15 gingu skúlabernini skrúð- gongu. Á Torginum í Vagi spældi Havnar og Kl, Hornorkestur, gentu- kór úr Fuglafirði sang, og Herluf Berthelsen, lærari úr Fuglafirði helt roðu. | 1 Klakksvík her. Sjúrðarberg kom úr Grenlandi týskveldi fullfermdur. J. Patursson fór avstað aftur til Grønlands mána- kveldið. Yviraftur til Íslands eru hesi skip farin í vikuni: Carlton, Fimm Systrar, Esther og Streymoy. Norskir línubátar láta væl at fiskiskapi undir Føroyum í løtuni. Ein teirra 30 tons til staddar var á Klakksvík í seinastu viku á veg heim. Hann var fullfermdur, hevði fyriuttan rud fingið 10 tons av Eisini enskir trolarar lata Oført at fiskiskapinum undir Fer- oyum. »Georg Robb«, ein av teim- um vanligu Aberdeentrolarunum var á Klakkvík sunnudagin. Teir høvdu roynt vestan fyri Mikines í 4 dagar, og høvdu 450 kassar av góðari hýsu. Landslæknin hevur verið norðan- fyri og koppsett. Mánadagin vóru Ríkisumboðs- maðurin og landslæknin her. Ør- indi teirra vóru at fyrireika umvæl- ingar av sjúkrahúsinum. Nýtt lærarastarv er lýst leyst við Klakksvíkar skúla. H. B. kemur norður her sunnu- dagin við 3 liðum at leika lands- kappingardyst móti K. Í. Grunningur er farin at veiða agnsild. Djóraframsýningar. Tað verður hervið gjørt kunnugt, at djóraframsýningar í 1955 verða í Streymoyar- og Vága sýslum. Bygdir, ið vilja hava Feroya Búnaðarfelag áðrenn 28. sýning, biðjast venda sær skrivliga til funi. Sýningarnevndin. PRENTSMIÐJAN TORSHAVN AVRIKAR ALT PRENTINGARARBEIDI TELF Å HEYGSBREYT 1820