Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-07-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 1955síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Åh, ga vekk! Av og á kemur ein Asger Møl- ler undan kavi í Feroyatíðindi við smágreinum um allar tær verðsins trupulleikar honum eru fyri á Tvør- oyri, [ sidstu viku segdi hann seg at hava verið á bókasavninum og fingið sær nakrar bøkur heim vid sær at lesa. Fongurin. hann gjørdi, var hesin: 2 cowboy-bøkur og >100 piger forsvundet«, »I10 minutters alibi« og »Berømte elskovs-æven- tyr«. Meir av hesum slagnum átti bókasavnið ikki, og ikki kann hetta sigast at vera stór nøgd av littera- turi fyri slíkan bókelskara — sjálvt um hann lesur hesar bekur einar 2—3 ferðir. Nei, harra Moller, farið tygum ein eru stór bókasovn, ið tær góðu bekur, ið út koma, so har finna tygum nokk meira av »slagsinum«, ið tygum høvdu heim bókasavninum á við tygum av Tveroyri. Fyri at lætta tygum um leitanina, kunnu vit skjóta uppá, at tygum spyrja eftir: Rustpletten pá blækspruttens sugeskive Tangloppens kærlighedsæventyr — Den bukseløse Svendsker í Nyhavn Dødsspringet i Lagkagen Journalisten på livets keglebane — Den fladpandede helleflynder — Sø- ren alene i første A Tommel- fingeren i blækflasken — Det tos- sede gimmerlam Solnedgangs- stemning over Ørnefjæld. — Um so er, at hesar bøkur ikki eru útkomnar enn, so koma tær nokk. — Havið tygum bara tol at bíða. Bókavinur. Billy Graham talar í norska út- varpinum í annað kveld kl. 8, okkara tíð. Mjólkaframleiðarar á Sandoynni eru ógviliga illa negdir við tann prís, teir nú fáa fyri mjólkina. Tað rekkur ikki til meir enn 40 oyr. fyri liturin, nú eingin studningur fæst longur. Í MATPRÁT |! Ad Sitrénsuppa. av vatni, 40 g sagogryn, 2 si- 117, |. trónir, 100 g sukur, 1 eggjareyði og 100 g av kavringum. Vatnið verður kókað, sagogrýnini lat- in útá og kókaði til tey eru heilt klár. Tak suppuna útav og lat útá sitrónleðin og eggjareyðan, ið frammanundan er rørdur upp í sukurid. Borðreið suppuna við kavringum afturvið. E E GOÐ RAD (0 Verður aluminiumsketilin svartur ella illa littadur innan, eru bestu rådini at kóka súra mjólk í honum. Onnur ráðini eru at kóka rabarbur í honum. 8 Øll rekast vit í veitini. Men nøkur líta upp móti stjørnunum. Oscar Wilde. Hans E. Johannesen, lærari, ætt- aður úr Hvannasundi, er settur s m * lærari á Viðareiði. túr til Keypmannahavnar, har ' hava allar ; SOSIALURIN 2, JULI 1955 28, ÅR. | NR. 27 Veitst tú at elsta frumrit, ið funnið er av bíbl- iuni, er ein skriftrulla úr bók Jesejasar, profets. Hon er 2000 ára gomul, og hevur fyri stuttum verið til framsýningar í Svoríki. at heimsins hægsti bygningur, Empire | State Building hevur 102 hæddir, og at | oll hædd hansara — tá er 62 metra høga | masturin til sjónvarpið íroknað — er | 442 m. | at Belgiumenn til heimsframsýningina | í Briixel í 1958 ætla at byggja eitt torn, | 1 verður 635 m hogt. Í neðra verður ! breiddin 100 m, í erva 30 m. at 1! mars í ár hevði Noreg | sosialistiska arbeiðarastjórn í 20 ár. | at við seinasta val í Sovjetstatinum * Azerbaidan luttóku 99,99 '', av veljar- Í unum. Kommunistaflokkurin fekk 99,86 9, av atkvoðunum. at 30 pst. av ti arbeiðandi fólkinum í USA eru kvinnur. havt at indiski kongressflokkurin — flokkur Nehrus hevur sagt frå, at hann i framtíðini verður at rokna sum sosia- listaflokkur. aldurin. | at bókligur lærdómur leingir um livi- at í Danmark doyggja 1600 um árið av magakreft — åvikavist 900 menn og | 700 kvinnur. at virðið av øllum teim heidurstekin- unum, ið verjumálaráðharri Sovjets, Zukov, marskalkur, ber á bringu síni, er meira enn 1 milj. kr. at tað ongatíð hevur verið so lítið arbeiðsloysi í Danmark sum nú undir javnaðarstjórnini. at tey í Gøtu kommunu gjalda millum 450 og 500 kr. árliga uppá húsið til viðlíkahald av vegum. at í sjóreglunum eru 32 greinir. at ein telefonsamtala til Íslands — 3 minuttir — kostar kr. 27. Boðgjald 4,50 kr. at tað í Foroyum eru 19 læknaembæti. at tað er so nógvur munur á kulda og hita í Føroyum, at tå ið teir í vetur hava mált 7 kuldustig í Havn, hava teir um somu tíð mált 11 kuldastig í Norð- oyum. Úr Hvannasundi Seinasta sunnudag vóru Havnar- menn á útferð á Viðareiði. Á ferð úti í haganum rakti Mikkjal Helms- dal, løgtingsverkfr. og Martin Holm, lærari, við grind. Tað var skjótt nakrir smábátar komu til hana, men ikki fyrrenn Rókur kom af- trat tók hon dik á seg líka á Hvannasund. 150 hvalir mettu menn hana til; men bert 18 løgdu beinini í Hvannasundi og Norð- depli. Onkur Klakksvíkarbátur skeyt trýggjar aftaná at grindin varð givin upp til skutils. Grindin varð býtt sundur millum drápsmenninar. HIPLINGAR Í onkrum av bloðunum stóð nú um dagarnar at hiplingar vóru sæddir úti í Hesti. Eisini varð sagt, at í Feroyum átti bara eitt par — í Viðoynni. Til tess er at siga, at í Viðoynni hava átt tvinni por nú í mong ár. Eftir øllum at døma eru nú tvinni per farin at eiga aftrat. Sostatt eiga nú fýra por í Viðoynni millum lomvigarnar. Einstøk av Havnarfólkunum, ið vóru á útferð við Róki seinasta sunnudag fingu at síggja hipling- arnar. — sen, Seinast ið frættist hevdi Nakkur 150 skpd. Hann er f fslandi. Hovuðsskrivstova : TÓRSHAYN Tlf. 1350 leygardag - P-F. FOROYA BANKI (Stovnaður 1906) Renta av innskoti við uppsøgn uppá 3 mánaðar 4 pst. p. a. Bankin er opin 10—12 og 14—16 Suðuroyar deild opin kl. 10—12 og 13—15 Foroya Bjór ØL- og MINIRALVA TNSVIRKI Suduroyar deild : TRONGISVÅGI Tlf. 32 Leygardag 10—12 10—12 og 13—14 Føroya Pilsnar Ekta Maltøl. PRENTSMIDJAN Å HEYGSBREYT TORSHAVN AVRIKAR ALT PRENTINGARARBEIDI TELF. 1820 EINAR WAAG, Klakksvík — MÁLTRÁÐUR 4 Citrón sodavatn Appelsin limonada Hindber limonada Jørdber limonada Vanillie limonada Åppolinaris Hundaóskil. Herfyri hevði Havnarmaður grein í blaðuum um hundaóskilið í Hnvn. Lat tað verða sagt beinanvegin, at hetta óskilið ikki er mætari á bygd. Í flestum førum er tað soleiðis her á landi, at allir hundar ganga leysir. Hetta er bannað við lóg. Nógvastaðni er tað soleiðis, at ein ikki fær gingið fyri hundum. Hesu glúbsku ódjórini eru allastaðni. Smá- børn tora ikki at ganga eftir alfar- um vegi: eldri fólk heldur ikki; sleppa tey frá at verða hundbitin verða tey hunddálkað. Olevnadurin av hesum ódjórunum er so ræðu- ligur, at tað hvørki er friður fyri teimum á nátt ella degi. Lat okkum koma hesum hundaóskilinum til lívs. Samfelagsliga hava vit ikki ráð til at halda annað enn seyðahund- ar. Strangligasta bann má verða sett fyri, at hundar ikki undir nøkrum umstødum — t. v. s. hvorki leysir ella í tjóðri — mega hava loyvi at vísa seg á almennari getu og vegi. Fyri at koma hundapláguni til lívs, eiga allir hundar uttan seyð- hundar at brandskattast. Hunda- skatturin eigur verða hækkaður, so- leiðis at gjald fyri ein hund verður 300 kr. árliga, fyri tveir hundar 500 kr. Hetta gjald er ikki ov hegt sett, tá ið vit hugsa um, hvussu ofta tað hendur, at t. d. bilførarar við fullum bili av ferðafólkum króka seg undan at koyra hesi ýlandi ódjórini yvir, heldur enn at hugsa um mannalívini, ið teir hava í hondum. Lat okkum tí koma hesum hunda- óskilinum til livs skjótast gjørligt. Barnavinur. Føroya Fiskimannafelag sigur okkum frá: Allir teir menn, sum eru klárir at fara til Íslands við Heklu mána- dagin, fáa pláss við bátum til rek- net, eisini einstakir til ringnót, 2 stýrimenn og 2 motorpassarar. Molly-kúgvin. Heimafólkið minkar í hverjum. Bygdirnar avoyðast. Eingin fæst at hoyggja, eingin at mjólka o. s. fr. Molly-kúgvin niðri á Lollandi fitn- ar í hverjum. Hon kostar okkum 2 mill. kr. árliga. Somu peninga- negd tørvar okkara egna land- búnaði fyri at vit kunnu verða sjálvbjargnir við flest allar land- búnaðarverur. Men hvat hendir? Einki. Eisini teir, ið rekja land- búnaðin ríða á hungursmarkinum. Fáa vit ikki eina sosialistiska land- búnaðarskipan fyri allar Feroyar, eru allar bygdirnar í Feroyum deydsdømdar. Lat afturhaldsmenn- inar og ivaleyst nógvar jarðadrott- ar verða Obønhoyrligar, men veru- leikanum sleppa teir ikki uttanum. Fólki og landi skylda vit alt. Tað er tíð at vakna til dyst! Seinasta týsdag endaði provtøk- an hjá 3. flokki í læraraskúlanum. Eftir hava tá teir 18 næmingarnir bert eitt ár til liðugt er. Eitt timalærarastarv í Klakksvík og eitt kennarastarv á Eiði eru lýst leys til umsóknar.