Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-07-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 1955síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tubbakseinkarselan. Tað eru fleiri ár farin um bak, síðan løgtingid viðtók at seta á stovn tubbakseinkarsølu. Lands- stýrinum varð latið upp í hendi at gera tær neyðugu fyrireiking- arnar. Men enn rekist einki fyri nøkrum úrsliti av hesi legtings- samtykt. Er tað so, at landsstýrið aktar heildsølumenninar heldur enn hitt fólkavalda legtingið? Um so er fæst valla eitt betri prógv fyri, hvers tænari landsstýrið er, og hvors erindi landsstýrismenninir rekja! Hetta er bert eitt av teim mongu dømunum um, hvussu lítið hesir menn virða vilja fólksins. Fasta árslon. At arbeiðarar hava fingið fasta árslon, hevur higartil verið ókent. Føst årsløn vil í hesum føri siga, at arbeiðarar, ið áður hava verið timaløntir, nú fáa løn fyri alt árið — eisini um teir verða riknir út í arbeiðsloysi ella av ødrum orsøk- um missa arbeiðstíð. Fyrstir at fáa fasta árslen vóru amerikanskir bilarbeiðarar — fyrst arbeiðararnir á Ford-verksmiðjun- um og seinni eisini teir 360.000 arbeiðararnir á General-Motors. Stálarbeiðarafelagið, ið hevur 1,2 milj. limir og sum hevur barst fyri fastari árslon síðan 1937, roknar við at vinna á mál longu komandi ár. Eiga vit at avoyða smábygdirnar? Tað er ikki bert í Føroyum at landbúnaðurin er eitt problem. Vit hava stórar trupulleikar, trupulleik- ar, ið gera órealistiskar politikk- arar ráðvillar, so at alt einans verður at ganga niður á bakka. Landbúnaðurin er nú vorðin bert ein viðfáningur. Tað skulu í dag eini 4 fólk til í landbúnaðin- um fyri at framleiða tað sama sum eitt í oðrum meira fullkomn- um ídnaðargreinum. Hann gevur okkum mat — tað er neyðugt — men ikki meira enn so, at hin størra partin (t. v. s. verur, ið vit sjålvir kunnu framleida) må fiski- vinnan vinna okkum gjaldoyra fyri til innfluttnings år ødrum londum. Føroyar er einki bunadarland. Å ymiskum økjum, halda einstakir tað vildi loyst seg at innflutt alt og samstundis steðga okkara egnu framleiðslu av somu verum. — At byggja búnaðarrekt á tað arbeiðs- megi, ið er tek í einari familju, vil aldri koma at loysa seg fyri sam- felagið. Og so finna vit í Føroyum einki demi, har t. d. ein bónda- garður verður rationelt drivin. Úrslitið er hareftir. Bygdirnar verða avfólkaðar, ungdómur rýmir frá jørd fedranna. Onkur vil halda hetta vera beint samfel- agsliga; tí á henda hátt verða sam- felagsgóðarnir at rokka út til fleiri íbúgvar kostnaði. Okk- ara tíð dregur fólkið at stórbygd- gongur landbúnaðinum eisini við minni unum ímóti. og SOSIALURIN 9, JULI 1955 NR. 28 Vit mugu vardveita landbunadin sum hin nåtturliga aðalvinnuvegin í småbygdunum. Vit mugu gera smábrúkini meira lønandi. Vit mugu lætta um atkomuna til sosialar og mentunnarligar góðar og opna vind- eyguni út til hin stóra heimin. Vit mugu byggja vegir og gera sam- ferslulikindini tidarhoskandi. Vit mugu syrgja fyri, at tað í flest møguligum bygdum verða aðrar framíhjá vinnulívsgreinir at rekja — sjálvt um hetta verður so smá- vegis, at tað í vissum forum verð- ur samfelagnum til útreiðslu, Búnaðarspurningurin er ikki størri enn so, at hann kann loysast, bert vit fáa eina tíðarhóskandi búnaðar- skipan og eina planøkonomiska skipan, hvareftir vit kunnu saman- tvinna alt okkara vinnulív soleiðis, at hvor táttur verður at fáa tað, ið honum tørvar fyri at hann na- tionaløkonomiskt eitt inn- tøkulið í heildini. Jú meira alsíðugt eitt samfelag er, í vinnulívi og búseting, stórdrift og smådrift, í náttúru og livihåtti, tess ríkari er tað um ikki í verum, so í teirri samlaðu góðun- um, ið útgera livilikindini. verður Kvinnurnar leika hondbolt Fyrsta lid K. I.s spældi týsdagin móti Neistanum í Havn. Tað danska liðið vann leikin við 6—4. Hesin leikur varð sera væl leikaður. Hann man hava verið tann mætasti, vit hava sæð her á landi. Í Vestmanna hava hesar donsku kvinnurnar leikað 2 dystir, og tær vunnu teir báðar: 13—6 og 9—2. Í gjár leikaðu tær vesturi í Vág- um. Ætlandi fara tær til Suð- uroyar í dag. , Fundurin í Centralforeningen. Á fundi, ið hildin varð í Cen- tralforeningen for sygekasser paa Færgerne hósdagin, kom í ljósmála, at Klakksvíkar sjúkrakassi ikki var útfarin úr felagsskapinum, og at hin nýstovnaði sjúkrakassin har norðuri ikki var innkomin. Sagt varð kortini, at hann væl kundi koma inn, tá einki er til hindurs fyri, at báðir kunnu vera limir. Isfiskasølur. Poppy 281 ks. 2634 stpd., Havsøki 306 ks. 750 stpd., Kurberg 352 kits 1863 stpd. Ein gorrhålsur. Mangt kemur fram undan einum vali — tå eru gorrhålsar iklæddir ymiskan búna og lova veljarum sínum gull og grønar skógir og siga 80 og so, háðandi um aðrar. Ein av teim grovastu gorrarum, frammi í val sum hava verið lødun- um upp undir nevndur Djóni í Geil. Djóni »Tingakrossi« — ein, — er Hesin sami greinir í skrivaði langar teig upp og teig 28, ÁR. niður, og prálaði av hvussu dygd- argóð hansara flokksstevnuskrá var og um alt tað, sum nú stóð fyri at uppbyggja aftaná valið. Serliga var tað ein grein sum hann skrivaði í »Tingakrossi« nevnd „Eitt álitisval<. Henda grein varð ætlað at sermerkja hann og flokk hansara til fullnar — og sanniliga hevnr hon eisini gjørt tað prógvað, at teir bert vórðu gorr- hálsar við lít. Tann, sum las hesa grein hans- ara, harí hann gabbaði um líkt og ólíkt, vildi neyvan droymt um tað, at hesin mæti gabbarin, so brátt hann stakk høvdid inn um tinghús- gáttina, skuldi hvørva sum døggin fyri sól og havna i fólkaflokks- sambandinum. Alt tað, sum hann frammanundan valinum hevði skrólað um, var bert ein viðfán- ingur, berar létir og einki annað. Tað einasta, sum hendi aftaná alt tað gabbaríið, sum fór fram undan valinum var tað, at sjálvstýrisflokkurin klovnaði og blað tess fór undir heilt ella undir veingjaskjól Dagblaðsins, tí júst tað margháttliga hendi at annað sjálv- styrisvalevni havnadi í føvningi fólkaflokkssambandsins, og varð hetta uttan iva eitt satt vónbrot fyri sjálvstýrisveljararnar. — Hver kundi tonkt sær til, at eitt slíkt geipandi valevni sum Djóni, sum fordømdi alla skrivstovu- og pap- pirsøking, sum bleiv nørt um her å landi, kåmadist burtur, og rann saman júst við teimum flokkum, sum hava verið orsekin til alla ta vitleysu skrivstovu- og pappirsøk- ing, sum er farin fram á hesum landi tey seinastu árini. Hóast alt geip og lorkutu fram- ferð aftaná valið — rópti hesin sami út til veljarafjøldina úti um landið: »EITT ÅLITISVAL«. Hvar er nú tað álvarsemi sum hevur ligið aftanfyri eitt slíkt útróp um tað, sum varð nevnt fyri »Ålitis- val«? Nei, tann sum rópar upp um »ÅLITISVAL« og síðan fer undir heilt við slíkum flokkum sum sam- bandsflokkinum og fólkaflokkinum — hann er sanniliga ikki búgvin at rópa um ÁLITISVAL — og ætlar sær heldur ikki til at gera nakað uppbyggjandi arbeiði til frama fyri land og fólk. Annað krevst enn slíkt orða- brask. D. J. Sørensen. Mary Margareth er nyliga kom- við 400 skpd. í 3 mán- in undan Íslandi Hon hevur verið aðar. burturi Boðasteinur hevdi fyri 10 døg- um sidani 210 skpd. Nakkur, ið roynir í Íslandi, hevdi 150 skp. fyri 14 døgum síðan. Á fyrstu lundaveiðuferðini fingu Viðingar (2 menn) 1500 í Settorvu. | VIT TAKKA ØLLUM HJARTA- LIGA sum á ymiskan hátt gleddu okkum á hjúnarbandsdegnum. Tórshavn, 7. juli 1955, Sólrun og Niels Juel Joensen. Billy Graham helt kristiligan fund í Ullevold Stadion í Oslo seinasta sunnukveld. Aftaná fundin segdu fleiri hundrað seg umvend. a=| KVINNAN |- Um binding. Um leið 3000 ár eru nú farin um bak, síðan tær fyrstu hosurnar vórðu bundnar. Tey elstu bundnu pløggini eru funnin í arabisku oyðimerkini. Undir útgrevstri hava menn funnið bundin pløgg frá teirri elstu sívilisasjónini í Peru. Hesi domi siga okkum ikki so lítið um ald- urin á hesum kynstri. — Hvat viðvíkur harðfrystum matverum hava húsmeðurnar íkki nógv at velja í; men í Ameriku er annarleidis. Har kunnu håsmødurnar velja ímillum ikki færri enn 1000 ymisk sløg av harðfryst- um matvørum. Er kamburin skitin, er lættast at reinska hann við at leggja hann í vatn við ein- umhverjum syntetiskum vaskievni. Somu viðgerð hava busturnar tíðum fyri neyðini. i MATPRAT || Es Rabarbukøka. 1/, kg rabarbur — 1'/, di sukur — 60 g smør — 60 g mjøl — 4 dl mjólk — 3 egg — 3 ssk sukur --- 3 høgdar mandlur. Reinsa rabarburnar. Sker tær f små- bitar og såa sukrid út yvir tær. Set útá við so miklum hita, at tað dampar úr teim. Síla løgin, ið verður goymdur til suppu ella tílíkt, frá. Bræ smørid, rør mjølid útá — og samstundis mjólkina. Lat sósina kóka nakrar min., tak útav og lat sukrið, eggjareyðarnar og mandl- urnar útá. Tá sósin er vorðin køld, verða teir stívu eggjahvítarnir latnir útá og allur eltingurin verður latin niður yvir rabarburnar. Steik ca. '/, tíma við 225 g hita. Borðreitt við sukri beinanvegin. E— —B | GÓÐ RÅD Viðgerð av grønmeti, ið kókað verður: Vaska, áðrenn sundurskorið verður. Aldri liggja leingi í vatni. — Kókað heilt, um gjørligt, og sundurskorið aftaná kókið. — Kókað í dampi ella minst møguligum fosskókandi vatni. — Ikki kókað, so tað verður moyrt. — Nyt altíð login, ti hann inniheldur mongd av vitaminum. Upphav lívsins er úrslit av kærleika. Lat okkum tí trúgva, at endamálið er eitt lív í kærleika. Sjålvt um 50 milj. menniskju søgdu okkurt tápuligt, so var tað tápuligt kortini. Teir skuldu gera eina nýggja jarnbreyt í Noreg. Á vegnum stóð eitt fjós. — Tíverri verða vit noyddir at leggja breytina beint tvørtur igjøgnum fjós tygara, segði verkfroðingurin við bóndan. — Ja, ja, fara tit at ráða fyri sjálvir, men eg skal minna tykkum á, at eg læsi fjósið um næturnar. Setið lýsing tygara SOSIALIN