Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-08-20, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 1955síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN BRØDRALAG FRÆLSI JAVNADUR HALVORSEN TIL AVHOYRINGAR i 5 MINUTTIR 22.anda juli véru teir bådir Klakksvikarlæknarnir Halvorsen og Marner Simonsen til avhoyringar í Keypmannahavn. Sum áhoyrarar vóru nakrir Nordingar m. a. Fischer Heinesen. — Halvorsen gjørdi skjótt av, spurdi um hann var klagadur fyri nakað. Dómarin segði nei, hvareftir Halvorsen segði seg einki hava at gera har og rýmdi úr rættarhollini. Marner Simonsen greiddi frá ymiskum. M. a. helt hann seg verða nóg so illa víðfarnan einaferð Viggo Joensen o. a. høvdu tosað við hann um viðurskifti í samband við læknamålid. Rasmussen til Haderslev. Feroyska útvarpið segði frá sunnudagin, at hin nógv avhildni presturin N. J. Rasmussen, ið hev- ur verið prestur í Klakksvík í meira enn 20 ár, hevdi fingið starv í Haderslev. Hann var einsamallur umsekjari. Kirkjuliðið er týskt, men Rasmussen er í síni tíð feddur í Týsklandi og er fullkønur í týskum máli. 21. jan. 1956 verður Ras- mussen 56 ár. Saman at halda Ikki eydnaðist tað mótmælis- flokkunum at fella tað biksvarta afturhaldið nú teir seinast settu fram misálitisváttan. — Breðralag afturhaldsmanna er sterkari og dyggari enn á nøkrum sinni áður, hóast Dimmalætting einaferð um vikuna kemur við einum rama- skríggi um at fella landsstýrið fyri ógerðir tess; men illa roynast Dimmalættingarmenn, tá ið ástend- ur. Øll teirra skriving er botnfølsk og hevur einki vid veruleikan at gera. Men hetta orkulitla lands- stýrið mátti kortini lagt frá sær, tí sum teir gomlu segdu: Tá ið ein er móður, setur ein leypin frá sær. Hús Hvalvíkar prests Tá ið Nordstreymoyar presta- gjald fór í tvíningar var neyðugt at fáa til vegar hús til nýggja prestin, ið skuldi seta búgv í Hval- vík, Hús vórðu keypt fyri 30.000 kr, Seinni hava hesi hús fingið elljós, maskinnátthús o. a., so kostnaður- in nú er umleið 36.000 kr. Sóknarbernini o. 9. åhugadi hava nú goldið stóran part av kostnað- inum. Umleið 7000 kr. komu inn vid innsavning, aðrar 7000 við burturluting og nú seinast umleið 14.000 kr. við basar. —————iiii—"Wiiie——e politistur í Jaspur Leivsgarð, ígjár Klakksvík, doyði knappliga av keilabløding. Hann var um 57 ár. HØGGUSLOKKURIN Á hverjum ári fyrst í august mánaði leitar høgguslokkurin inn móti landi og inn á ymiskar firðir. Eina mest man leita inn á Árna- fjørd. Árið í ár hevur í so máta ikki verið nakað undantak, og Árnfirðingar hava veitt eina mongd. Høgguslokkurin verður seldur til agns, og væl fæst fyri hann. tøkan hjá veiðumonnunum kemur javnan upp í einar 3000 kr., so hetta er vorðið sum innløga hjá heimamonnum. Nýggjur skúli. Barnatalið í Klakksvík veksur í stórum. Tíðum er tí neyðugt at økja um skulahølini. Komandi ár verdur farid undir at byggja ein nýggjan skúla. Hesin verður at stødast millum hin sokallaða „nýggja skúlan“ og fimleikarhellina, ið stendur ikki langt omanfyri. Slíkt eingin minnist. Viðareiði sunnudagin. Slíkur terri hevur ikki verið hetta mannaminnið. Síðan seinastu vik- una í mei er ikki regndropin kom- in av himni, loftið hevur ongatíð veóið skýggjað og bert tvær nætur hevur kennst til dogg. Hitin hevur verið óvanligur. Við hvort hevur togast upp ímóti 30 hitastigum. — Væl gongur við hoyggingini, men grasið er lítið. — Herfyri hava smábátar fingið heilt væl av smá- fiski og ikki sort av kalva. Lundaárið var av telmum ringastu, har fekkst einki. — Til umreðu er at útbyggja frægastu fossamegina til ravmagns, men hon verður við sámuligum kostnaði kortini ikki at rekka longur enn til ljós. Sjómarkið. Vit hittu útróðramann og spurdu hann, hvat honum dámdi nýggja sjómarkið, eins og hvat hann helt um støðu flokkanna til henda spurning: — Við nýggja sjómarkinum var jú einki vunnið og hartil hava vit bundið okkum til, at einki skal henda tey komandi 10 árini. Vit, ið rógva út við stórum bátum koma aldri at fáa nakað gagn av hesum. Eg skilji ikki teir menn, ið hetta hava gjørt. Uppskotini frå tfóðveldis- og javnaðarmonnum um veruliga uppsegnini gav okkum KKKK———niiøøðvøølø Fiskanøgd og seluúrslit í Bretlandi í juli 1955 Juli 6. Poppy, bátaf. Aberdeen 281 cwt £ 2.671— 4— 3 « 7. Havsøki Aberdeen 306 cwt « 750— 3— 6 « 7. Kúrberg Grimsby 352 kit < 1.862—12— 6 « 13. Dragasund, båtaf. Grimsby 310 kit < 2926—15— 0 « 18. Rélant Aberdeen 150 cwt « 624—12— 6 « 19. Hoyvik Grimsby 307 kit « 717—18— 6 « 20. Poppy, båtaf. Grimsby 378 kit « 3.625—13— 0 « 23. Kúrberg Grimsby 199 kit < 1.060— 5— 6 < 23. Dragasund, bátaf. Aberdeen 119 cwt « 751—14— 5 « 26. Hoyvik Grimsby 67 kit « 517—19— 0 856 cwt 1.613 kit £ 15.508—18— 2 LL juli 1955: 145.910,3 ke — kr. 299.942,29 juli 1954: 116.827,3 kg — kr. 236.663,10 juli 1953: 158.585,0 kg — kr. 187.549,57 | TELEFON 1878, har | — Skrivstovutid kl. 9—12 og nærri KE SANS FÆRØERNES | | REALKREDITINSTITUT | byrjar nú virki sitt og hevur skrivstovu Tinghúsveg nr. 2 | | frágreiðingar kunnu fåast. 16. 14 Leygardag kl. 9—14. NR NR. 32. HÓSDAGIN 20. AUGUST 1955 28. ÁRG. Ein ber onga vissu um nakað. uppsøgn loysir ikki málið. Vit mugu hava eina fasta stødu og miða ímóti einum vissum og hald- góðum endamáli. Seinasta upp- skotið frá javnaðarmonnum um at fylgja Íslendingum, var avgjørt hitt nógv besta. Har vóru málini greid- | liga uppsett, og vit kunnu altíð kenna okkum fullvísar í, at Ís- lendingar verða at taka hørd tek og gera stór stig í hesum máli. Sum umstoðurnar vóru og eru, haldi eg einki annað vera at gera, uttan at fylkjast um uppskot javn- aðarmanna, ið inniber teir størstu møguleikar og er hitt mest vid- gongda. Tað eigur tí at verða fram aftur borið við fyrstu atløgu. Nýtt Fossáverk Norðdepli. Norðdepli og Hvannasund hava báðar motorravmagnsverk — men meira enn til ljós. Norðanfyri bygdina Norðdepli rennur Fossá, ið verður hildin at vera líka stór sum áin í Strandar- dali, ið gevur vatn til vatnrav- magnsverk Klakksvíkar. — Ólavur Rasmussen, úr Havn, sum nýliga hevur sett upp turbinu til vatn- verkið í Haraldssundi hevur kannað Fossá, heldur at áin, ið hevur eitt hall uppá 190 metrar, sjålvt í hes- um ovurturkinum nú hon er uppá tað allramimsta, gevur 35 hk. So skjótt sum hitt peningaliga grund- arlagið er fingið til vegar, og tær neyðugu fyrireikingarnar eru gjerd- ar verður farið undir útbyggjanina. Hildið verður, at óneyðugt er at gera nakran brunn. orkan er ikki Ditlev Olsen, lærari í Lorvík, hevur tikið prógv á Statens Insti- tut for Talelidende autoriseraður talilærari. Hetta er so fyrsti Feroyingur, sum hevur lært at undirvísa fólki sum hevur eitthvert talibrek. sum lækna- Petur Højgaard Simonsen hev- ur å Danmarks Højskole for Le- gemsøvelser tikið prógv sum ítrótta- lærari. Foðingardagar. Ígjár 19. aug. Olaf Halvorsen, lækni, 42 ár. 21. aug.: Laura Poulsen, Kirkju, 73. 22. aug.: Johanne Jensine Jacobsen. Kunoy, 50. 23, aug.: Malene Joensen, Klakksvík, 80. | Fuglberg var inni um vikuskiftid | | við 110 tn. Atlantsfarid og Svinoy eru farin ÉN | í sild