Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-08-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 1955síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20. AUG. i955 SOSIALURIN Útgevari : FØROYA JAVNADARFLOKKUR Blaðstj.: Villi Sorensen. Box 76. PRENTSMIÐJAN Á HEYGSBREYT TELF. 1820 Fólkið eigur landið Soleiðis málbar 14. september seg nú um dagarnar. Í hesum føri meinti blaðið, at tað vóru Føroy- ingar og ikki útlendingar ið áttu landið og í samband við ognar- rættin tilkom tí ræðið eisini okk- um. Væl er tað! Í hesum døgum hevur verið nógv skrivað og talað um yvirtøku av kongsjørdini. Tað kundi tí verið áhugavert at kanna, hvussu vorðið er við fólksins ognarrætti til landið — til hina føroysku jørdina. Mestiparturin av føroysku jørd- ini er kongsjørd, sum av konglig- ari nådi, fyri hundradum av årum sidan vard fest burtur til nakrar einstaklingar og sidan hevur jørdin fylgt ættini. Elsti sonur hevur tíkið eftir pápan uttan mun til, hvat ódugnavætti hann hevur verið. — Jørdin er veruliga stersta virði landsins, men bóndastarvi er ein- asta starv, ein kann koma til, utt- an tað verður spurt eftir duguleika- kvalifikationum. Teir, ið av kong- ligari nådi verda »føddir« til tess, kunnu vanrøkja jørdina sum teim- um lystir fyri lítið og lætt — einar 15 kr. fÁri mørkina. Eingin kann reka teir úr sessinum. Ein annar partur av jørdini er hin sokallaða løgtingsjørdin, ið løgtingið hevur fest burtur undir nærum somu treytum sum kongs- jørðina. Tá ið nú talað verður um at yvirtaka kongsjørdina, verða veru- liga ongar broytingar. Fyri Feroya fólk í ellum forum fyri tey ognarleysu, og tað eru tey flestu — hendir bert tað einkisigandi, at tað sum einaferð nevndist kongs- jør nú verður nevnt løgtingsjørd. Hava likindini verið fráskila góð at vanrøkt kongsjørdina eru tey einki aftari at vanrøkja løgtings- jørdina. Ein tridji parturin er ognarjørdin. Henda jørd er veruliga ogn hjå einstaklingum. Teir eiga hana og kunnu handfara hana sum teir vilja. At hetta er hitt størsta órættvísi av øllum ér sjálvandi hverjum hugsandi mannsbarni greitt. Øll skulu vit eiga landið — ikki nakr- ir einstaklingar. Søgan um ognar- jørðina er eitt dapurt og syrgiligt kapittul í okkara jarðasogu. Aftan- fyri teigar og gyllin goyma seg ræðuligleikar: Armóð, neyð, vesæl- dømi, drykkjuskapur, peningaør- skapur, svik, stuldur og rán. Nógv- ir av hesum blóðteigunum og blóð- SOSIALURIN gyllunum eru himmalrópandi dømi um trælking og trældóm fólksins. Fiskimenn, arbeiðarar, ognarleys og mong við teimum hava sanni- liga ikki ov mikið av gagni og gleði av landi okkara. Hygg tær tvær miljónirnar ið árliga fara fyri Molly-mjólk, tey hundraðatúsundi ið fara fyri egg, kjøt og aðrar landbúnaðarvørur, — Allan henda peningin -— hesa fremmandu valut- aina mugu okkara fiskimenn sveitta fyri á fjarløgdum fiskileid- um. Men heldur lata okkara ráð- andi menn peningin flóta út av landinum enn at fáa eitt heilt annað lag á og veita landbúnaðin- um tann pening, ið honum tørvar fyri at koma á hædd við krøv fólksins og landsins. Lat ekkum vóna, at tann dag- urin ikki er so langt burtur, tá ið vit kunnu siga at fólkið eigur landið: men við vissu vita vit, at teir, sum í dag ráða fyri borgum og við teimum ætlandi eisini bónda- synir úr Kirkjubø, aldri vilja ganga við til at avtaka okkara samfelags- drepandi landbúnaðarskipan av í dag. Sláið ring um eina sosialistiska landbúnaðarskipan — tá fyrstan kunnu vit siga: Fólkið eigur landið! Ognarleysur. Halló, Klakksvík her! Fugloy fór á sildaveiðu sunnu- náttina. Richard Jacobsen er skip- ari. Carlton, ið hevur verið í Ís- landi skal eisini at veiða sild. P/f. J. J. Jacobsen, ið eigur hesi skip, hevur selt 1200 tn. Sema felag er í ferð við at byggja nýggja kulda- goymslu. Viðoy, ið roynir eystan- fyri hevði fyri hálvu aðru viku síðan 65 tons. P/f. Kjølbro letur í hesum døg- um innrættad frystihús í gamla fiskahjallaranum á Stongunum. Kemur at kunna goyma 120 tons. Sama felag letur byggja stóra, ný- mótans manufakturkrambúð á Bis- kupstoð. Kajøkid á Kósini (Kjølbro) er vorðið tvífaldað á stødd. 4 kistur vórðu settar niður í fjør. Í ár verða 2 settar aftrat. Sandbáturin úr Fuglafirði hevur gjørt útfyllingar- arbeiðið. Komandi ár verður ar- beiðið liðugt. P/f. Kjølbro hevur keypt Eystur- høvda og Varvastein. Hin fyrri er á beding, fær nýggjan motor o. a. ábetur. Hin seinri hevur fingið navnið Dragin. Petur Sofus Eliasen er bátsformaður. Teir ovari vegirnir bædi å Stong- og úti í Klakksvík skulu Somuleiðis skulu gomul vegstrekki stoypast av nýggjum, men rættilig gongd á arbeiðið kemur neyvan fyrr enn komandi unum leingjast. ár. Terrin hevur verið frálíkur og hoyggingin gingið væl. Til sunnu- ; dagin høvdu bert 2 regndagar verið síðan seinast í mai. # PRENTSMIÐJAN Á HEYGSBREYT TORSHAVN AVRIKAR ALT PRENTINGARARBEIDI TELF. 1820 FÆRØSK MARGARINE Vita No I VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT Åvaring og leidbeining viðv. havhestaungum Í ár verður bannið móti at taka havhestaungar eins og í fjør ikki sett í gildi. Men tað er enn ógvuliga umráðandi fyri at gera smittuvandan so lítlan sum gjer- ligt, at teir, sum halda seg til at taka havhest, gjølla fylgja hes- um ráðum: 1) Teir, ið sláa havhest, eiga at vera í oljuklæðum og at tvága hesi og oll klædnaplogg, teir hava verið í, væl, tá veiðan er av. 2) Ongantíð at sum eru rak, og sum sita og han- taka úngar, ga á sjónum. Eru tílíkir av óvart tiknir, tá eiga teir beinan vegin at verða blakaðir avstað aftur. 3) Tá fuglurin verður hand- farin (undir veiðini, skoldingini og aðrari viðgerð), eigur at verða ansað væl eftir minst meguligt at dálka seg út í spýggju og skar- ni og altíð at tvága hendurnar væl, áðrenn farið verður at sær, festa sær í o. s. fr. Aftaná at hendurnar eru tvignar, skal verða mælt til at skola tær í hesum: 5 kloramintablettir ella 1 súpuskeið av kloraminpulvuri (fæst á apo- tekum) loyst upp í einum litri av | vatni. 4) Ongantíð at bera fuglin heim til hús, fyrr enn hann er saltaður, gerðina fara fram í neystum ella ødrum húsi burtur frá sethúsum. 5) Ongantíð at royta fuglin, men altíð at skolda hann leið 3 minuttir í kókandi vatni) og síðani strúka fjødurina burt- men at lata alla við- (um- urav. 6) At koyra fjaðrar tað mest smittandi) veingir, bein Få o. s. fr. á sjógv, helst á streyma- (sum eru sjógv, ella at grava tað væl nið- ur. 7) Haldið oll konufólk og bern — kvinnur, sum eru við barn burt- ur frá fugli og fjaðrum. 8) Tey, at tey hava fingið sjúkuna, óviðkomandi, og serliga sum fáa illtanka um, eiga Í beinan vegin at venda sær til egnan lækna. LANDSLÆKNIN, 12. august 1955. H. D. Joensen. Tórshavn, fáa | | NR. 32 FINT PRODUKT Islandstíðindi. Smáligt hevur gingið við fiski- skapinum í Íslandi í summar. — Veðurlagið hevur verið ringt og lítil og eingin fiskur verið at fingið. Ein fiskimaður, ið nýliga er komin undan Íslandi segði okkum at hetta var ringasti túrur, ið hann hevði gjørt. Týsdagin kom Streymoy og mikudagin Garlton heim undan Ís- landi. Tær hava útímóti 350 skpd. hver, somuleiðis er Grundick komin. Ølmålid. Fyrst í april mánaði í ár legði Hákun Djurhuus uppskot fram á ting um at loyvt skuldi verða at selja øl og vín, id ikki vóru sterk- ari enn 23%. Væntandi var at málið fór at koma til viðgerðar í Olavsøkutingsetuni, men einki hoyr- dist aftur frá Hákuni. Áður hava eisini bryggjarfini Føroya Bjór í Klakksvík og Restorff í Havn biðið tingið um loyvi at bryggja sterkt øl, men tå spurdist einki burturúr hesum málið. Hetta sama uppskot var aftur sett fram í hesu tingsetu. Tað fór í serstaka nevnd, men kom ongantíð til viðgerðar á tingi. Málið hevur elvt stríð í blødunum, serstakliga fráhaldsfólk hava tikid harðliga til orða, tá ið mælt hev- ur verið til at broyta núgaldandi rúsdrekkalóg, hvers lógargreinir eru so háttaðar, at tær hava gjørt alt annað enn framt edrúiligheit millum fólk okkara. 5 Føroya Fólkaháskúli. Vetrarskeið fyri dreingir byrjar Umsókn um studning I. oktober. eigur at vera Landsstýrinum í hendi áðrenn 16. september. Roynt verður at fáa hækkað næminga- studningin munandi. Umsóknarblað eins og skrá skúl- ans fáast við skrivliga at venda sær til fyristødumannin. Einans teir, sum ætla at búgva á skúlanum, kunnu vænta at fáa studning. Marius Johannesen Fyristoðumaður