Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-09-24, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 1955síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

; NR. 37. | LEYGARDAGIN ; | 24. SEPTEMBER 1955 FRÆLSI JAVNAÐUR Bókadagur 1. oktober? Vanliga hevur hin føroyski bóka- dagurin verið hildin fyrsta leygar- dag í oktober, ; Nú liggur tað soleiðis at handl- arnir steingja kl. 14 leygardag — eisini bókasglurnar. Skal hetta verða so komandi leygardag, so verður tað ein dyggur smeitur fyri hin føroyska bókadagin, tí tað ið selt verður ein slíkan dag, man helst verða selt seinnapartin. Vit skjóta uppá, at békasølur- nar hava opið allan komandi leygardag til kl. 7 á kveldi. Er hetta ikki gjørligt, so må bóka- dagurin verða fluttur til ein annan dag. Og so minna vit á, at hver ein- asti Føroyingur eigur at keypa í Wandy Tworek- konsertin í Sjónleikarhúsinum Síðsta leygarkvøld hevði Wandy Tworek konsert fyri fullum húsi, og at hesin kendi meistarin í vio- linspæli fór at gera kveldið til eitt upplivilsi fyri okkum vitstu vit frammanundan. Her var við hug- takandi kynstri framførd álvar- samari ting av J. Sebastian Bach, Johannes Brahms, Cesar Franck, Niccolo Paganini og kátari ting av Fini Henripues, J. Gade, K. A. Riisager. Sum skráin var løgd er einki at ivast í, at øll, ið tilstaðar vóru, køn og 6køn í musikk, fingu eitt stórt upplivilsi burtur úr — soleiðis sum tað skifti millum gaman og álvara. Tað er gleðiligt at vit her upp ímillum kunnu fáa høvi til at hoyra tað allarbesta. Og vit eiga at vera dansk-føroyska mentunargrunninum takksom fyri, at hann fekk hesa vitjunarferð Wandy Tworeks i lag. Havnar býráð. Hóskveldið hevði Havnar byråd fund. Ikki vóru nógv stórmálini fyri. V. Tórsheim fekk eina neysta- grund. J. P. av Reyni sekti um keyp av leigutreð síni. Samtykt var at viðmæla keypið við ymsum treytum viðv. sterkstreymslinjum. Samtykt varð at tingast við olju- sølufeløgini um ymsar spurningar viðv. leigumåli av grundøki í Ála- keri. Ýmsar umsóknir um grund- stykkir vórðu vidgjørdar. Heilsunevndin hevur heitt á bý- ráðið um at fáa gjørt eina kloak »å Myruni« — tað er uttanfyri hús Sverri Jorgensens. Annars var frásagt at byrjað er ábót á Oyggjarvegin. — Vegurin frá Sanatoriinum og nakað oman móti Havnini verður asfalteraður. minsta lagi eina feroyska bók á bókadegnum — harvið styðjar hann føroyska mentun. Sildaveiðan. Norðfarið er innkomið við 707 tn. Verðan er innkomin við 520 tn. Vilhelmina siglur inn við 460 tn. og Galathea við 430 tn. Tulipan-ærin er afturkomin. Í vár skrivaði onkur her í blað- num um hina neyðars tulipan- ærina, ið ferðaðist um alla Havn- ina fyri at leita sær eftir fødini, hvar hon kundi finnast — og serliga var tað urtagarðarnar tað gekk út yvir. Hann hevði dyggi- liga af teim monnum, ið hendan seyðin áttu, og hann helt vist eis- ini, at politiið mátti tikið sær av — ikki ærnum, jåst — men teim monnum, ið áttu tær. Men har hendi vist einki. Og nú er tulipan-ærin afturkom- in til Havnar. Hon hevur gingið á fjøllunum í summar og notið lívið saman við lambi sínum. Syrgin gongur hon nú og slenk- ar um traðirnar og helst er hon longu farin at kaga inn í urta- garðarnar í myrkrinum. Lambið gongur undir liðini á henni. Hon tykist so syrgin, eygu hennara líta so droymandi. Nú nærkast tann tíðin, tá teir vanliga taka lambið frá henni. Hon kennir á sær, at vandi er fyri hond. Og hetta neyðardýrið skal nú — í hundrað tali — fara undir ein vetur og eitt vár. Tað skal noyð- ast at leita sær fødina hvar sum helst, fyrst og fremst í urtagerð- unum hjá fremmanda fólki. Kann einki verða gjørt við teir menn, ið halda seyð á slíkan hátt? Tað er lag á manni at gabba av feitiseyði og góðum lombum, tá tey hava ókeypis atgongu til allar urtagarðarnar í býnum! Urtagarðsmaður. Feðingardagar. Mánadagin, 26. sept., Johan Poulsen, Strendur, 65 år. Tysdagin, 27. sept., Dånial J. Petersen, Klakksvik, 87 år. Mikudagin, 28. sept., Sunneva Zachariasen, Kirkju, 87 år, og Hjordis Hansen, Norðoyri, 50 ár. Hósdagin, 29. sept., O. F. Joen- sen, Klakksvík, 79 ár, Jacob Sam- son, Klakksvík, 50 ár, og Simon Poulsen, Klakksvík, 65 ár. Varð valdur á løgting sum sjálv- BRØDRALAG | 28. ÁRG. Thomas Michal Strom 80 ár mikkjalsmessudag, 29. sept. Mikkjalsmessudag verður Th. M. Strøm, ein av arbeiðaranna holl- astu oddamonnum, 80 år. Tå id ein sær Tummas Mikal, eru 80 ár tað seinasta, ið einum kemur í huga, so merkiliga væl hann ber árini. Og so hevur hann slitið og sleipað meir enn teir flestu. Konu og 13 børn at stríðast fyri geva ikki nógvar ledigar letur. Og tær hevur hann heldur ikki haft. 12 tímar á sleipistoðini og meiri, táið á stóð — og so um kveldini at smíða hús ella at gera annað. Hóast hann átti ongan jarðateig, royndi hann at hava kúgv til tann stóra barnaflokkin, hoyggjaði fyri triðing og keypti hoyggj. Eina ferð seinri fekk hann trød. Hon fødir nú kúnna. Harðir kostir! Men hann tók teir harðu kost- irnar og bognaði ikki undir byrð- ini. Hann var sjálvandi ein av teim- um 5, ið stovnaðu Froðbiar sókn- ar javnaðarfelag sum hann var millum teirra, ið tóku seg saman til eitt arbeiðsmannafelag — tað sterkasta i Føroyum. Ikki bara í fakfelagsskapi, men eisini í arbeiðaranna politisku fylk- ing stóð hann — sum borið við — í andglettinum sum hin sterki og rættsinnadi oddamaðurin, ið | bæði arbeiðarar og arbeiðsgevarar lýddu á við fullari virðing. Sóknarstýrislimur og logtings- maður hevur hann sjálvandi verið. stýrismaður, men longu í fyrstu talu síni gjørdi hann monnum greitt, at hann var sosialistur og fyrst og fremst álitismaður arbeið- aranna — tå var eingiu javnaðar- flokkur íbirtur. »Heilsa mær Mikal | Strøm. Hann er ein av teimum Tummas fåu reinlivadu idealistunum, eg havi kent!« Hesa heilsu sendi ein av hans- ara kammiråtum å tingi honum fyri stuttum. Og hon er beinrakin. Ti betri og hollari idealist hevur hin føroyski arbeidarastætturin ikki ått. Vit takka honum og ynskja honum hjartaliga til lukku — og ynskja honum mong arbeiðsárini enn. (Ein plagar annars í hesum árum at ynskja frið og stilla kveld- setu. Men hugsi ikki, at hann ætlar at leggja frá sær. Nei, tú sært hann enn sum áður við sagini, øksini og høvlinum. Og nú, elsti sonurin legðist sjúkur, hevur hoyggj- ingin hingið á honum). Th. M. Strøm er gudgivin mað- ur, og til myndina av honum hoyr- ir hansara trúfesti móti kirkjuni. Teir sunnudagarnir eru fáir, at hann ikki — í góðum sum ringum veðri — er at síggja kirkjuklædd- ur tann langa veg frá Trongisvági út á Sevmyri. Vit halda okkum vita, at hann, tá ið hann lesur hesi vinarorð, vil siga, at tað er einki at tala um hann og hansara 80 ár, tí lívið er ein gáva frá Honum í erva, og hann vil leggja aftrat, at hon, sum hevur so trúliga staðið við hansara lið og borið ónt og gott, slit og sleip saman við honum, var hin dýrasti gripurin, hann fekk, og sum hann næst Honum, ið gav, hevur mest at takka. Hon er 76. Tey eru óskiljandi og hjúkla sum tey skuldu á skammilin í morgin. Av sonnum lýsandi fyri- mynd í eini tíð, hvar ið skilnaðar- sóttin hevur lagt sína keldu hond á so mangt heimið. Vit snakka um skammilin — tað er ikki long letan til tey skulu á diamantskammilin, Spurningurin er tå, um tey vid barna- og barnabørnum eru farin upp um hundraðtalið. Soleiðis verða Føroyar einaferð fjølmentar. Mangir vinir. Det lyder utroligt men vi sælger varme, reparerede Kapper til 18 Kr. Stortrøjer 18 Kr. Uldne Bukser 8 Kr, Lærreds- bukser 5 Kr. Uldne Lumbertjakker til voksne og til store Drenge kun 8 Kr. Marineblaa Stortrøjer til 14—16 aarige kun 16 Kr. Svære Arbedjdssko m. tykke Saaler 10 Kr. Store Pakker spændende Bø- ger kun 5 Kr. Skriv i Dag. Til- fredshed eller Pengene tilbage. Skotøjslageret, Pandrup St. Jylland.