leygardagur 1. oktober 1955síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
“
pvc EN :
Pól Øster
verid
sóknarstýrisskrivstovustjóri
á Tvøroyri 20 ár.
Í dag, 1. oktober, hevur harra
Pól Øster verið skrivstovustjóri i
Froðbiar sóknar kommuni í 20 ár,
og henda hansara merkisdag vilja
óivað mong bera bonum lukku-
ynskir og tekk fyri farna tíð, ikki
minnst teir skiftandi sóknarstýris-
limir; tí"hóast sítt, serliga í teim-
um ringu tíðum á Tveroyri vóru,
undan veraldarstríðnum ótakksama
starv, tá skatturin var 20% og alt
gekk við berum transportum, og
sjáldan oyra kom í kassan, hevur
hann, skilamaður og lagaligur sum
hann er, dugdi at skapa sær nógv-
ar vinur, tí ongantíð hevur hann
gjørt mannamum, men verið eins
móti lágum og høgum, Hartil hev-
ur hann havt sína hugsans dirvi,
sagt vini sum fígginda, beint í
eyguni, tá hann hevur hildið vera
skeivt atborið; tað kunnu sóknar-
stýrislimirnir prógva gjøgnum tey
farnu árini.
Hóast Pól viðhvert, kann tykj-
ast honum, sum ikki kennir hann,
at vera heldur harðlyntur, so er
hann í roynd og veru beint tvert-
urímóti: lagaligur og beinasamur
við tí besta hjartalagi, og ongan-
tíð man hann hava nokta manni
bon, tá ið heitt hevur verið á
hann, tå hann hevur verið førur
til tess.
Av lyndi og evnum, er hann
sum skaptur til sítt virki, og hans-
ara rokniskapur er, sum eg havi
spurt kenan grannskoðara um,
altíð mynsturverdur; sum skrivari
hevur hann eitt sjáldsamt hegni,
og hundraðtals fólkum hevur hann
við sínum penni rætt eina hjálp-
andi hond; hansara brøv og frá-
greiðingar eru skrivaðar á einum
so mergjaðum og livandi føroysk-
um máli, at okkara juristar og al-
mennu stovnar við teirra knasturra,
sum gamlar hjallsleikindar ríkjandi
»kancellistili« áttu at ogna sær
sum fyrimynd. Hóast nógv upp-
tikin av sínum starvi, er Pól Øster
eingin »fakidiotur« men fylgir væl
við ollum, og er ein maður við
víðum sjænarringi.
Faðir Pól Østers er hin kendi
Johan á Gerðum, sonur Pól í
Eystrum úr Porkeri og Elsu av
Gerðum í Froðbæ. Jóhan doyði á
miðjum aldri.
Móðir hansara, Katrina á Gerð-
um, livir enn, og hóast síni 83 ár,
er hon, ið ber sín aldur merkiliga
væl, ferm, blíð og skemtingarsom,
sum eitt ungt fólk. Hon er ættað
úr Hovi, dóttur Jaspur á Brekku
og hina enn tiltiknu Trinu í Mei-
lendi, ið var heintað kring alla
oynna sum lækni, bæði til fólk og
fæ. — Hon greddi sjúklingar, ið
læknarnir ikki vóru førir at veita
heilsubót, Kendasta dømi er Erikk-
ur í Øravik, sum langar tíðir drógst
við svullir á aðrari hondini.
Jørgensen lækni, royndi alt sítt
læknakynstur úrslitaleyst. Erikkur
versnaði, og tá ið hann helt at
hetta drógst ov leingi, sendi hann
SOSIALURIN
1, OKT. 1955
bod eftir Trinu; hon var sum altid
til fals at veita hjålp, og eftir
stuttari tíð var Erikkur arbeiðs-
førur aftur.
Aftaná hetta bragd serliga, hevði
Jørgensen ilt eyga á Trinu í Mei-
lendi og eyknevndi hana háðandi
fyri professarin í Hovi, men tað
varð henni eitt heiðursnavn millum
manna. A okkara døgum hava
læknarnir noyst at tikið við ráðum
og heilsubøtandi urtaløgi, sum teir
vanvirdu áður og fingu mangar
sjúkugreðandi kvinnur og menn
sektaðar fyri at nýta. Eisini í hes-
um føri prógvaðist at góð eru
gomul ráð.
Ungur av árum fór Pól Øster á
Føroya háskúla og tað hevur sett
sítt merki á hann, tjóðskaparliga
og málsliga. Mær er sagt, at Sím-
un av Skarði tók til hansara sum
tann fyri føroyskum og fornnorrøn-
um máli mest hugaða og næmasta
unglingi, hann hevði havt undir
hondum til tann dag.
Síðani fór hann uttanlanda, lærdi
til byggjumeistara, men fekk bert
stundir til at byggja fá, men stak-
vekur hús, áðrenn hann, raktur av
sjúku, mátti leggja alt frá sær í
fleiri ár.
Tað var tí at hann sum tá var
heilsuveikur, søkti og fekk starvið,
sum hann situr við enn.
Við hesum orðum beri eg tær
Pól Øster, tøkk fyri alt í farnari
tíð og ynski tær framhaldandi hegni
í tínum starvi og langa framtíð og
góða. Og hetta ynski veit eg, at
tey flestu her í sóknini taka undir
við — um ikki oll, tí Gud náði
hann, ið ongan øvundsmann eigur:
Viti og verk goyma mannsins navn
og verða hans minnisvarði,
skjótt verður gloymt hans minni,
sum bert
er á steini í kirkjugarði.
Gamal vinmaður.
Skattafláanin.
Í Dimmalætting nr. 73 eru ym-
isk brøv, har í millum annað eitt
nevnt „Postur og skattur«, undir-
skrivað »skattaborgari«. Tað sum
hesin skattaborgari byrjar við, er
tað, at hann heldur seg fáa postin
alt ov seint avgreiddan í boxina,
og at hetta mangan kemur av tí,
at starvsfólkið á posthúsinum ikki
leggur í at arbeiða yvirtíð, orsakað
av at yvirtidarløn teirra oll fer út
aftur í skattum. Hesin sami skatta-
borgari andar grein sína við hesum
orðum: »At eru vit komin so
langt út í skattafláan eisini her á
landi, at tað fer at bera av«. —
Hann spyr id einki veit. Men man
tó hesin sami »skattaborgari« ikki
fylgja betur við landsins viður-
skiftum enn hann letur sær í brævi
sínum til Dimmal. Er ikki hesin
skattaborgari sjálvur atvoldin til
allan tann skatta- og tollfláa, sum
mergsýgur hvert kykn í hesum
landi.
Oll tey sum eru við at seta
landsstýrisflokkarnar inn á ting ferð
eftir ferð, eru atvoldin til alt tað
skilaleysa, sum fer fram á hesum
landi og megu finna seg í tí, so
leingi tey ikki vilja seta menn til
róðrið sum kunnu leggja øll viður-
skiftir landsins á annan bógv.
Hesin »skattaborgari« skal bara
gera sær tað klárt, at enn eru vit
ikki komin í hæddina við tí vit-
leysa skatta- og tollfláanum, sum
tey seinastu árini hevur floymt
yvir landsins íbúgvar.
Tað er neyvan at taka seg aftur
í tí, at fjøldin av veljarunum sum
velja landsstýr:sflokkarnar gera tað
mest av stuttskygni og ikki tí tey
vilja tað soleiðis.
Ikki batar at gremja seg, hvorki
yvir eitt ella annað sum fer fram
í hesum kavrotna og skilaleysa
samfelagi, tí ell hava vit hovi til
at fáa tað oðrvísi — bert vit vilja.
Tað eru bert fáir mánaðir síðan
vit høvdu val, og tå var høvi hjá
hverjum einstakum veljara at seta
teir menn inn á ting sum kunna
leggja alt soleiðis til rættis, at
hver einasti íbúgvari, uttan gremj-
an og stúran, kann liva eitt sorg-
frítt lív. — Tað er ikki bert hesin
»skattaborgarin« í Dimmu, sum er
ótilfriðs, nei, tað pinist fjøldin av
landsins íbúgvum av.
D. J. Sørensen.
Fødingardagar. Í dag fyllur Else-
beth Olsen, i Grønlandi, Térshavn
65 dag. — Í morgin fyllur
Jacobine Joensen í Vági, Klakksvík
71 ár, Thomine Aagard, Vestmanna,
og Nicolina Højgaard, Rituvik, fylla
70 ár, og Dania Kunoy, Kunoy, 50 ár.
Mánadagin fylla Poul Joensen, Mikla-
dali, 81 og Kaj Dam, Klakksvík,
45 ár. Týsdagin fylla Jana Højgaard
Rytuvík 78, og Olaf Olsen, Klakks-
vík, 75 ár. Mikudagin Johan Sa-
muelsen, Klakksvík, 65 ár. Fríggja-
dagin fyllur Amelius Hansen, Svínoy,
55 ár.
Bókakassarnir hjá Foroya Lands-
bókasavni verða nú sendir út á
bygdirnar. Tey, ið vilja hava bóka-
kassa til láns í vetur, eiga tí longu
nú at siga frá til Landsbókasavnið
í Havn. Bókakassarnir eru so fáir,
at vanliga verður bert latin ein
kassi við o. u. 40 bókum til hverja
bygdina. Hann, ið hevur bókakass-
an undir hondum, skal hava fyllt
21 ár. Við uppslegum ella á annan
hátt eigur hann at siga frá, at hann
hevur bókakassa, so øll kunnu fáa
høvi til at lesa bøkurnar.
reglur, um hvussu útlánið skal fara
fram, fylgja við hverjum kassa. —
Eisini eiga teir lærarar, ið vilja hava
skúlabókakassa, at siga Landsbóka-
savninum frá nú.
Setið lýsing tygara
SOSIALIN
Nærri |
HUGSKOT
ST one
Kvinnur eru »hysteriskar«. Ikki so?
Tá ið vit taka hetta orðið upp Á tunguna,
hugsa vit um kvinnur. Slíkt eru menn
ongatíð! Tað er hetta við kvinnunnar
fjølbroytta verumåta, ið vit hugsa um.
Tær ýla og smíla, loypa til skýggja og
detta niður aftur, elska og hata heilt
annarleiðis lívliga enn hitt spaklynta,
sterka kallkynið. Tað kenna vit! Nervalív
kvinnunnar er ikki so stødufast sum
mansins .. nei! Men tað tápuliga er, at
undir seinasta heimsbardaga vísti tað
seg, at nógv færri kvinnur enn menn
fullu saman av nervatrýsti. Allastaðni í
heiminum, har kanningar eru gjørdar,
vísa hagtølini, at tríggjar ferðir fleiri
menn enn kvinnur taka seg sjálvar av
dogum. 4—5 ferðir fleiri menn enn kvinn-
ur eru sjúkir av magasári, ið læknarnir
halda — fyri ein part — kemur av ring-
um nervum. Umleið 33 pst. fleiri menn
enn kvinnur doyggja av nervasjukum.
Tað eru fleiri menn enn kvinnur á sinnis-
sjúkrahúsum — so halda vit uppat —
annars knasa vit sjålvt stoðið undir teirri
elligomlu hugsanini um, hvert av kyn-
unum, ið er mest »hysteriskt« og so
gerast mannfólkini heilt >hysterisk“.
a=| KVINNAN |---
Altjóða húsmeðraynski.
Ensk kvinna hevur í einum húsmeðra-
blað sett fram hetta altjóða hismødra-
ynski:
„Viðhvort leingist mær eftir at fara
út um morgunin uttan at reiða seng-
urnar upp — uttan at turka dust
— meðan maturin „kókar yvir> í pott-
unum — køkan spakuliga kolast í
ovninum.
Mær leingist ikki eftir Meðalhavinum
ella Sveits — bert eftir einsemi —
einum ókendum stað, har eg kundi
havt varhugan av jarnbreyt og ferða-
dusti. Slíkar eru einsemishugsanir
mínar — og bert hugsanin um hesa
útferðina er eins og balsam fyri nerv-
ar mínar.
Einki av børnunum kemur at spyrja
meg, um tað skal í gummistyvlar —
og so einki brýggja seg um ráð mini,
Eingin kemur at gremja seg um,
at eitt av systkjunum hevur sligið tað
minsta og sakleysasta av systkina-
flokkinum. Eg sleppi frá at hoyra hitt
ævinliga „men, oll hini fáa tað.“
Ínu
E rr
Entienne Rey segdi: Tå id madur
kedir seg, eigur hann at fåa ein upp-
strammara. Kedir kvinna seg, eigur at
verða hildið í teymarnar á henni.
BARNATEIGURIN
Tit minnast all í vár, tá ið allur heim-
urin talaði um Klakksvik. Um hetta
mundið skrivaði ein skúlanæmingur í
Norðoyum henda stíl, ið nevndist „Radio“:
— Vi har et radio hjemme hos os,
om morgenen lytter jeg efter barnetimen
og den plejer altid at være god, og så
klokken 13 kommer vejrmeldingerne og
så pressen, og den fortæller om læge-
striden i Klakksvig, og en søndag mor-
gen hørte jeg radioavisen snakke om
lægestriden i Klaksvig, indsejlingen
var spærret med en gammel trawler,
som hedder Barmur og en anden, som
hedder Svinebjarne, og så fortalte den
om andre ulykker, som var hændt i
forskellige lande, og radioen har en
stor betydning for hele verden,
So gera vit eitt spæl. Upp á eitt tjúkt
papp teknar tú 16 rútar — 4 tvørturum
og 4 niðurettir — og setur nr. á hvonn
rútin. So gert tú 15 papplepar av somu
stødd sum hver rúturin, og merkir eisini
teir vid tølum. Legg pappfrsleparnar sum
best ber til útyvir rútarnar (ikki eftir
nummari). Nú skalt tú fáa teir leysu
leparnar at liggja soleiðis, nr. á teimum
svarar til nr. á pappskivuni. Sum ti
sært, kannst tú flyta ein hverja ferð —
ein av teimum, ið liggur næstur tí tóma
rúminum. Roynið tykkum nú.