mikudagur 5. oktober 1955síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eykablað
Skilnaðarstund
Nú leita tankar til Klakkvikar prestagarð!
og spyrt tú: hví? er svarið:
„Jú, Petra og Rasmussen flyta
til Danmork í fyrsta fari.«
Sum blaðungur maður hann kom her til lands.
Havnarfólki at tæna.
Har hitti hann Petru úr Rytuvík,
tað yndiga sprundið væna.
Í Klakksvík við henni hann setti búgv,
og børnini trý tey fingu.
Her bleiv hansara virkisfelt,
alt meðan árini gingu.
Sum prestur hjá okkum slek 24 ár
Várharra honum unti at sita.
Hvat hann útinti í hesi tíð,
tað skulu tit fáa at vita.
Hann talaði gleðiboðskapin fram
við kraft og miklum veldi.
Altíð merktur av trúfesti
og kærleikans logandi eldi,
Við skírnarfuntin hann doypti mong:
1400 bern í tali:
og konfirmantar 1006
hann fermdi í kirkjusali.
Mangt hjúnarbandið hann samanbant,
433 eydnurík hjún.
Hann vinsælur altíð at meta var
um strætir, gøtur og tún.
SOSIALURIN S. okt. 1955
Á gravarbakka hann syrgin stóð
og hugdi á 900 kistir:;
men samkenslu altíð í barmi
hann hevði við teim, ið mistu.
Ja, ein kundi nevnt so mangt, so mangt,
sum ikki er pláss fyri her.
Sum ferðamaður til aðrar bygdir
hann fór manga ótýdliga ferð.
Í kavaroki um Áarskarð,
til Árnafjarðar hann gekk.
Í brimgangi norður til Mikladal
hann mangan karmin fekk.
Á Fugloy, Svínoy og Viðoynni
hann kennir hvort mannabein.
Á Kallsoy, Kunoy og Borðoynni
hann kennir hvonn garð og stein.
Ja, slíkur er presturin Rasmussen,
hann telist blant mætastu menn.
Verð heilsaður, frægi, sum tænari
og mannavinur í senn.
Nú flytur hann burtur í annað land
og tað gert ikki við.
At sakna teg frægi prestmaður
fer alt Norðuroya kirkjulið.
Eg endi, sum skaldið í forðum kvað,
at >Gud hann varðveiti teg,
konu tina og tíni børn.«
Ja, hetta ynski tær eg.
At enda vit senda tær stóra tokk
á hesari skilnarstund.
Gud gávi, vit metast einaferð oll
við songi á himmalsins grund.
Ein vinur.
—Mmmene8{"OII A — ""—————— GG —i2WOOIKIIWI—
nattúrkrefturnar hava forða, hvat stundum hendir
her á landi.
Tá ið hann fyri stuttum kundi halda silvurbrúd-
leyp. tóku »fleiri vinir« soleiðis til orða um hann
í hesum blaði: »Prestur er tað er ikki ovnógv
sagt ógvuliga væl dámdur maður. Tað hevur
ikki verið so lætt at vera prestur í eini bygd, har
stór brødrameinigheit er, men hann, við sínum sera
fólkaligu gávum hevur dugað avbera væl at um-
gingist hesa meinigheit, og mong av teimum eru
eisini komin at halda av honum. Prestur hevur
verið tænari í orðsins rætta týdningi; hann hevur
altíð verið villigur til kirkjuligar handlingar
hann hevur ongatíð umborið seg við at sagt: „eg
havi ikki tíð í dag, steðga til sunnudagin.< Nei,
gerandis sum heilagt, morgun ella kvold, uttan
mun hevur hann staðið til reiðar í sínum embæti.<
Og í heiminum! Hvat folir ein seg væl at stokka
inn á gólvið hjá honum, har er hann húsbóndi við
lít, skemtingarsamur og prátríkur, ella frúan við
kaffimunninum, jú, so sanniliga er har hugni, har
kennir ein seg ikki til »ovurs«
Tað, sum einamest hevur sermerkt Rasmussen,
eru hansara fråliku eini at minnast aftur tey fólk,
ið hann einaferð hevur hitt. Ikki minst hetta hevur
alt fram hitt mikla fólkayndið, sum hann gjøgnum
árini hevur vunnið millum manna. Rasmussen
hevur verið prestur í orðsins rætta týdningi; hann
hevur sera góðar gávur sum talari, og uppaftur
hin vegin hann kennur ell síni søknarbørn og