Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-10-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 1955síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eykablað SOSIALURIN S. okt, Kirkjulidini heilsa presti sinum Å skilnadarstund Rasmussens prests vil kirkju- liðið í Klakkvik frambera honum sína hjartans tøkk fyri tey ár, Gud unti honum at starvast okkara millum. Slok 24 ár eri farin, síðan Rasmussen kom tl okkara, og mangt er broytt í hesi ár; men sama gleðiboðskap hevur hann boðað ár eftir ár. Altíð var boðskapurin merktur av kærleika, veking og trúfesti. Hann hevur sostatt staðið sum ein sannur Harrans tænari altíð fúsur til verka, bæði í gleði og sorg. Prestagerning sín hevur hann røkt so væl, at ringt verður at fáa mann í mans stað. Sum menn- iskja finst valla ein slíkur maður sum Rasmussen, altid lika við øll, stór og smá. Okkara ynski er nú tygum fara frá okkum, at hin altvaldandi Gud má styrkja tygum, konu tygara og børn og geva tykkum nógv góð arbeiðsár í tí kalli, tygum fara til á heimlandi tygara, so tygum verða til signing fyri tað kirkjulið, tygum koma til eins væl og tygum hava verið fyri okkara. Til síðst heilsa vit tygum, harra Rasmussen, frú og børnum við tí gamla foroyska orðinum: Jesus fylgi tykknm. Klakksvík, á mikkjalsmessu 1955. Fyri kirkjuliðið Karl Andreassen, Nú Rasmussen prestur fer frá okkum, loyva vit okkum her at bera honum fram tøkk okkara fyri tey ár, hann arbeiddi her okkara millum. Um hann kann verða sagt, at hann var ein orðsins tænari í rottum týdningi, og hevði fingið tey evni og tær gávur, sum skuldu til fyri at bera fram orðið. Meinigheitsráðið og við tí allir íbúgvar í Árna- firði, takka honum fyri trúfastan gerning tey ár, hann arbeiddi her: íkki bert sum prestur, men eisini sum menniskja: blídligur og fryntligur við oll, sum hann kom á tal við, yngri sum eldri. Saknur verður í tygum. Men, sum orðatakið sígur: maður kemur í manns stað. Latum okkum vóna tað; men vekkult verður her at fáa eins góðan mann aftur. Vit ynskja tygum og tí nýggja staði, har tit nú konu tygara mangar góðar dagar á taka bústað, og ynskja, at Harrans signing má fylgja tykkum. Enn einaferð takk. Árnafjorð, 29. sept. 1955. Meinigheitsráðið. Kirkjuliðið í Mikladals sókn vil á henda hátt siga okkara kæra presti, N. J. Rasmussen, nú skilnaðarstundin er komin, stóra tekk fyri ta longu tíð, hann dvaldist her hjá okkum. Somuleiðis ynskja vit honum alt gott í hansara framtíðar stað. Hjartaliga verðið tygum, Rasmussen, kona og born, heilsað við ynskjum um, at Gud má vælsigna tykkum nu og í allari framtíð. Í ávikum góður, altíð fróur, hugar væl; ikki tað grettir, setti ongan eftir. Kirkjuliðsráðið í Mikladali. Okkara bestu kvoðu senda vit tygum á skilnað- arstundini. Mætur maður hevur verið! Prestur av Guðs náði, vinsælur við oll, stór og smá, innan og uttan kirkjudyr. Vit ynskja, at tygum, kona tygara og børn mega fáa eina eydnuríka framtíð við Guds signing. bæði Guds friður og signing á skilnarstund Kunoyar kirkjulið sendir. Í minni okkara verði tú, so leingi Kunoyggin stendur. Kunoy, 30. sept. 1955. Kirkjuliðráðið. Eina hjartans tokk veita vit tær, N. J. Rasmussen presti, fyri ta tíð, tú hevur verið her, og fyri ta hjartaligheit og bróðursinni, tú hevur víst móti okkum bæði í sorg og gleði. Fyri meinigheitina. Meinigheitráðsins vegna Johs. Fr. Joensen, Húsar. Blaðstjóri: Villi Sorensen Prentsmiðjan á Heygsbreyt, Tórshavn