leygardagur 8. oktober 1955síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Einki arbeiði.
— Verkfall Klakksvíkar arbeiðs-
mannafelags vardi bert 24 tímar;
men framvegis er mestiparturin av
arbeiðsfólkinum í verkfalli. Fiska-
dampari hevur verið á Klakksvík
eftir fiski. So lítið var av arbeiðs-
fólki, at sjálvt skrivstovustjórar
máttu luttaka í lossingini. Fram-
vegis er alt óvist, nær fólk fer
aftur til arbeiðis.
Formaðurin reyk.
Tá ið Klakksvíkar hondverkara-
felag hevði fund og gjørdi av at
gera verkfall, segði formaðurin,
Hans Nielsen frá, at hann ikki sá
seg føran fyri at leiða felagið, sum
umsteðurnar vóru. Fráfaring hans-
ara varð einmælt samtykt.
Fólk taka til rýmingar.
Sóknarstýrið boðaði frá í fjarriti
til statsministaran, at neyðugt fór
at verða at flyta burtur fólk, so-
leiðis sum umsteðurnar væru í
Klakksvík. Nakað av fólki, m. a.
skúlaborn eru farin. Tað er altíð
óhugnaligt at vita, at menn verða
settir fastir, Hetta hevur serstakliga
skakað manga kvinnu. lkki er
stuttligt hjá næstingum at fáa al-
brynjaðar politimenn við hundi inn
á dyrnar; hesir spara ikki at leita
í hvert skot í um teir
ikki beinan vegin fáa fatur á hon-
um, ið handtakast skal.
húsinum,
Hvussu mangir.
[It er at siga, hvussu mangir, ið
verða settir fastir í Klakksvík. Sagt
hevur verið 40 í tali, men ætlandi
eru tó ikki meira enn 20 uppi á
»svarta listanum« fyribils. Avhoyr-
ingarnar kunnu ivaleyst koma at
broyta hesa støðuna.
Mogens Birck.
Teir, ið fastsettir eru, hava fingið
Mogens Birck, løgfrøding, til verjara.
Hann hevur kannað umsteðurnar
umborð á Rolf Krake og sigur. at
upphaldsrúmini hjá teimum fastsettu
eru vánalig, men tó frægari enn
fangatyppini í Tinganesi.
Fara teir?
Tíðindi um, at sýslumaðurin og
politisturin í Klakksvík skulu hava
sagt seg úr starvinum, hava flogið
um bygdina. Hvat er í hesum, vita
vit ikki, men øllum kunnugt er
sýslumaðurin her settur sum sýslu-
maður í Fuglafirði. Politisturin er
almennur tænastumaður og má gera
sína skyldu. Hetta vita og skilja
fólk.
Alt friðarligt.
Her hevur alt verið friðarligt hesa
vikuna. Demonstrasjónir ella nakað
tílíkt hava íkki farið fram, men tað
er ollum lætt skiljandi, at ein vissur
óhugni hevur hvílt yvir bygdini. —
50 peolitistar og eitt óhugnaligt
»salatfat« við »uniformeradum«
monnum og politihundum eru eingi
dåmlig tekin.
KLAKKSVÍK Í DAG
Klakksvíkarpresturin N. J. Ras-
mussen, id fer avstað við Thrond-
hjem, verður innsettur í dómkirkjuna
í Haderslev 18. oktober av Noack
biskuppi.
Í seinasta blað varð sagt, at
Jógyan Olsen, Rytuvík, fylti 15.
okt. Hetta skuldi vera 11. november.
Í morgin verða vígd í Klakksvík
Martha Clementsen, Havn, og Páll
Østerø, Trøllanes.
Fyrispurningur.
Vegna trætna um, hvørvitt Fis-
cher Heinesen i sjúkrahússtýrinum í
atkvøddi fyri at seta 2 nyggjar
læknar i Klakksvik, loyva vit okk-
um at spyrja blaðið, hvussu av-
gerðin fall á hesum fundi.
PM og J. I.
Svar: Sambart gerðabók sjúkra-
hússtýrisins var samtyktin um at
seta teir báðar nýggju læknarnar
einmælt. T. v. s., at eisini Fischer
Heinesen greiddu atkvoðu fyri set-
anini.
Blaðstj.
Til avhoyringar
Sum aðrastaðni í blaðnum sagt
frá, vórðu fleiri ósek fólk sligin
niður av politistunum hitt viðgitna
leygarkvøldid. Potitimeistarin, poli-
tiið og nú serstakliga kriminalpoli-
tiið hevur havt fatur av fleiri av
hesum fyri at biðja um umbering
fyri hesi mistøk, vissum
forum hava verið ógvuliga álvar-
som.
sum í
Blaðmenninir.
Tá ið Parkeston var í Førnyum,
var ein rúgva av donskum blad-
monnum við. Samstundis vóru eis-
ini fleiri aðrir blaðmenn, millum
annað enskir og norskir. Eisini
hesu ferð eru einstakir av teim
somu blaðmonnunum við, m. a.
Tage Jensen fra Ritzaus Bureau,
Balslev Jorgensen fyri donsk og
ensk blød, tveir Norðmenn o. s. fr.
FRÁ VIGVØLLINUM. Ein sokalladur
5-prosentari var komin oman á havnar-
plássið í Klakksvík, tá ið ein politimadur
kom og bað hann sleppa sær burtur.
Men eftirsum hann var „fimmari“ helt
hann væl til standa, smílandi nærri at
politimanninum og segði:
— Jég er femmer.
Men tå id hesin trumfurin einki nytt-
aði og politimadurin reiggjaði kúlvin,
spældi hann næsta trumfin:
Holdt! Jeg er ogsá medlem
Fremad (hin nyggi sjúkrakassin).
Einki hjålpti, tí tá fekk hann gassan
millum herðarnar, so við halanum millum
beinini og 5-sporaði til hús.
af
Almennu stovnarnir halda opið:
Kommunuskrivstovan, tlf. 2. 9—1,30 og
3-5.
Sysluskrivstovan tlf. 49. 9—12 og 2—5,
leygardagin 9 -2.
Politistødin tlf. 255 10-12, 2—1o sp.
Posthúsið tlf. 8.9 - I og 3 - 5, leygardag
9…—2.
Arbeidsmannafelagid tlf. 90. Opid frå
5-8 mikudag.
Handverkarafelagid
6-8 hósdag.
Arbeidskvinnufelagid tlf. 218, opið frå
6 -8 hvørt kvald
tif. 129, opið frå
GROT OG SKERVUR
Oll, id vilja keypa skerv ella gråt, eiga at venda sær til
kommunukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða
heimtað.
Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðs-
manni fyri kommununa.
FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA
Nordoya sparikassi tlf. 43. 11—12, 2—4,
leygardag 11-2.
Læknarnir tlf. 5 & 77. Vitalutíð 9—11
ella eftir avtalu.
Læknakassin opin 6—8 tyskvøld.
Persónkoyring.
Hjørlef Waag Høgnesen tlf. 75.
Aksel Jacobsen tlf. 75.
Jens Jacobsen tlf. 141.
Ejlev Joensen tlf. 288.
Sjålvt
læknamålid —.
Um sjálvt læknamálið segði
Viggo Kampmann, fíggjarmálaráð-
harri:
— Framvegis verður arbeitt við
at loysa læknamálið sambart sem-
ingina frå 9. mai í vár. Í letuni
verður arbeitt við at finna E. Ru-
bek Nielsen eitt stary, ið samsvar-
ar starvinum við Klakksvíkar sjúk-
rahús.
Best og fullkomnast vildið málið
verið loyst, um Halvorsen fekk
greitt síni viðurskifti við lækna-
felagið, men í semingini er gjørdur
tann møguleiki, at hann kann set-
ast uttanum læknafelagið sum
sjúkrahúslækni við ongari sjúkra-
kassapraksis.
Hákun segði —
Á læknamálsfundi úti í Grev
segði landsstyrismadurin Håkun
Djurhuus:
— Ringasta land i heiminum at
styra er Føroyar, ti vit onga makt
eiga aftanfyri stjórnarvaldið,
Men nú mátti verið ófort at
sitið á stjórnarpallinum, nú kanón-
múlarnar peika í andlit veljaranna.
Fødingardagar.
Í dag fylla: Anna Thomassen,
Viðareiði, 85, Ellen Heinesen, Viðar-
eiði, 79, og Valdemar Liitzen, Tórs-
havn, 77 ár. Í morgin fylla: Sanna
Reinert, Kalbak, 80, og Elisabeth
Olsen, Klakksvík, 73 ár. Týsdagin
11. oktober fyllur Poul Vitalis,
Klakksvík, 70 ár.
Grind á Skálafirði? Í gjár
frættist, at grind var á Skálafirði.
Teir baksaðu við at fáa hetta inn
Skålabotni, Men
frættu, varð sagt, at einki
bólkurin vildi
út aftur av fjørdinum
síðst vit
bar til
troðka seg
og
var sagt, at tað vóru einans spring-
móti
alt
so
arar.
|
]
Tjóðveldisflokkurin
hevur sent hetta
telegram:
Til ríkisstjórnir Bretlands,
Noregs og Íslands.
Ríkisstjórn Danmarkar hevur
sent til Feroya herskipið Rolf
Krake, sum síðan |. oktober við
herstyrki síni hevur styðjað og
tikið lut í politiatgerð móti borg-
arum í Føroyum.
Eftir åskodan okkara er henda
uppílegging brot á tjóðar- og
menniskjarættindum Feroya fólks.
Av tí at ríkisstjórn Danmarkar
higar til hevur ikki fingist til at
stødga hesum hernaðarligu atgerð-
um, biðja vit Feroya fólks vegna
håttvirdu ríkissttórn... at venda
sær tíl ríkisstjórn Danmarkar við
tilmæli um, at hon stødgar fyrr-
nevndu atgerdum.
Fyri føroyska tjóðveldisflokkin
Hanus við Høgadalså.
Verkfeløgini
mótmæla.
Aftaná tær álvarsomu hending-
arnar í Klakksvík seinasta leygar-
kvold tóku verkmannafelogini í
bygdini til mótmælis.
Arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnu-
felagið lýstu 24 tíma verkfall frá
midnátt sunnukveldið, og týsdagin
lýsti handverkarafelagið verkfall.
Arbeiðsmanna- og kvinnufelagið
sendi mótmælisfjarrit til statsmin-
istaran, tá teir ivaleyst einki álit
hava havt á landsstýrinum.
Sama kveldi sendi sóknarstýrið
statsministaranum fjarrit, har teir
boðaðu frá, at teir hevdu í hyggju
at senda burtur bern og kvinnur.
Somuleiðis mældu teir til, at Rolf
Krake fór av Klakksvík sum
skjótast.
Fuglamangið í Norðoyum
Tað var ikki við eirindum, sum
fuglurin legðist á Klakksvíkina. Har
flóta á víkini bæði lundi og skarvur,
og terna og kráka hanga saman
sum ertur og hálmur. — Júsa!
I gjár
kom ókunnugmaður inn á prent-
smiðjuna. Hann helt såttliga: »Ja,
nú eru medisinprísirnir so hogir, at
teir eru farnir at byggja eina hædd
omanå apotekið.<