Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-10-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 1955síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- KLAKKSVÍK Í DAG | Bátur við 4 smádreingjum hveoldist. Mánadagin seinrapartin fóru 4 dreingir í 12—14 ára aldrinum at flota bát á Borðoyarvík. Tað var væl av brimi. Sum teir róðu fram- við landi breyt uttanfyri. var staddur har nærhendis So stórt var brotið, endanum. Allir dreingirnir komu undir bátin. bjargaði tveimum av dreingjunum. Hinar at báturin hvøldist eftir Ein dyrgingarbátur, ið báðar bjargaði Karl, sonur Símun Andreasen, keypm. Hann var staddur á landi, leyp á bláman beinan vegin sum óhappi hendi, fekk fatur á hesum báðum og svam aftur á land. Hetta má sigast at vera eitt sjáldan heppið bragd av einum 15 ára gomlum unglingi. Marinari fastsettur. Mánadagin hevði ein av mann- ingini á Rolf Krake tikið spritt av eini kumpass umborð og drukkið seg fullan. Tá id hann hetta hevdi gjørt, slapp hann sær til rýmingar, men politiið var í hølunum á hon- um. áðrenn hann var sloppin lang- vegis. Úrslitið var, at hann slapp at sita 40 dagar í Tinganesi. Rættarfundirnir. Longu á fyrsta rættarfundi varð avgjørt, at teir, ið tiknir verða skulu til grundlógaravhoyringar fyri læstum hurðum. Á rættarfundi mikudagin mótmælti verjarin, Birk, hesum avhoyringarhátti. Ógvisligar søgur gingu í bygdini um teir, ið fastsettir vóru, tessvegna var tað bæði rímiligt og av stórum týdn- ingi, at almenningurin fekk at vita, hvat ið fór fram undir avhoyring- unum, og hvat hesir vóru sekir í. Dómarin helt onga orsøk vera til at broyta ta nýttu mannagongdina. Fugloy innkomin við 270 tn. og Carlton við 412 og 3t. av agnsild. Ein ógviliga stór mannfjøld var stodd á kajuni sunnukvøldid, tá ið N. J. Rasmussen, prestur, fór stað við Trondhjem. Karl Andrea- sen, form. kirkjuliðráðsins, helt reðu fyri prestinum, presturin takkaði og heilsaði mannamúgvuni í stuttari rødu. av og Klakksvikar skúli heldur heystfri månadag, tysdag mikudag i komandi viku. og Hvør skal betala? Tad eru ymiskar hugsanir um, hvort okkara samfelag verður skipað á einum rettum og uppbyggiligum grundarlagi. Hesa hugsan eru flokkarnir og blød teirra ógvuliga hørd hver ímóti ødrum um, og hvor flokkur heldur seg hava rætt. Hetta kann alt vera gott nokk, men øll duga at síggja tað, at okkara samfelag verður stýrt á einum so Osunnum og niðurbrót- andi sjónarmiði, tí tann vegin, ið tað gongur, er alt nærri og nærri gravarbakkanum — tó okkara ráð- anda menn halda tað standa sera væl til. Sitandi stýri hevur skjótt sitid í 5 ár við landsins róður, undantik- in er tó tann eini landsstýrismað- urin, og tað eigur alt annað enn tekk og rós fyri sítt stýrislag. Eitt av blødunum sum mangan hevur stórar verjurødur um sitandi lands- stýri, vísir seg nú at hava skift ham og ásannar at okkara sam- felagshjól mala alt annað enn væl. Nú er tað so, at tað verður sagt við vissu at Feroyar skulu fáa sjålvstøduga radiostød, sum sjálvandi kostar okkara samfelag nógvan pening, og hesum finnst Føroyat. ógvuliga harðliga at í oddagrein síni fyri 24. sept., sum hon nevnir »Hvør skal betala?« Tað er gudsbarnið, ið batnar. Tað er ógvuliga gott at eisini Feroyat. kann verða komið mikið fram, at tað kann síggja hvussu vitleyst okkara samfelag verður hagreitt. Sum áður fram- hildið her í blaðnum ber tað sjálv- ikki heilt so andi væl til hjá einum favn; men um landsstýrið tekur sær nakað fyri, so er tað so heilt burtur úr vón og viti, sum nú t.d. rúsdrekkalógin og radiosteðin o. a. t. av líknandi slag sum nú ikki er so hart neyðugt at oyðsla tíð og pening burtur til í einum so niður undir komnum samfelag sum okk- ara. — Hvat verður gjørt av hes- um góðu harrum fyri at stuðla landsins vinnu mest møguligt ið skal uppihalda okkara neyðstadda samfelag. Fyrst tá innlogukeldur okkara eru gjørdar so ríkar sum gjørligt — tå fyrst hava vit ráð at hugsa um at útbyggja okkum mentunarliga — og ikki fyrr. Sum Feroyat. sigur, har skattur og tollur er størsta innløgukeldan, har má okkurt verða galið. Før- oyatíðindi kemur sum ketta upp úr hevdatrogið, tí tað veit fullvæl at sitandi stýri ongantíð hevur havt nakran sum helst áhuga fyri at nøra mest møguligt um inn- tøkukeldur landsins tað hevur bert havt eitt fyri eyga at díkja fólkið undir í tollum og skattum — og tað í dýrum dómi. Møguliga kann landsstýrið halda tað standa væl til so leingi tað ikki er blivið so galið, at hver einasti íbúgvari landsins noyðist at súgva sínar egnu fingrar. Eitt tað grefligasta domi um, hvussu lítið ið gjørt verður fyri at stuðla ein av landsins mest týðandi táttum — fiskivinnuni — er tað, at okk- ara sjófarandi fólk noyðist at leita sær burtur til okkara grannalond fyri at kunna uppihalda og húski sínum. Slíkt er ein so stór skomm fyri okkara stýri, at tað nærsagt óbetulig skomm. sær er ein landsstyri at sita heilt hendur í | Hóast alt hetta, so verður tað kortini hildið standa væl til, men tíbetur er tað tó onkur, sum dug- ur at síggja brekini og skeivleikan í stýrislagnum. Okkara landsstýris- menn royna at ferðast víða um knøttin fyri at umboða okkum vinnuliga, mentunnarliga og á ein hvønn annan hátt men hvat verður burtur úr øllum hesum miklu ferðum uttan bert ein peningaoyðan, sum neyðars fátæka og neyðstadda slitmannafjøld noyð- ist at gjalda aftur í dýrum dómi. Oddagreinin í Foroyat. er skila- góð, og er tað ógvuliga stuttligt at síggja at Føroyat. vil vidganga samfelagsins missrøktu viðurskiftir so væl. Men tá ið Feroyat. sigur, at tað ikki nyttar at leggja skuld- ina yvir á løgting og landsstýrið, so haldi eg at tað roynir at krúpa sær uttanum verunleikan tí hvor skal hava skuldina fyri sam- felagsins misrekt — uttan logting og landsstýrið — og tá helst lands- stýrið. »Alle ville Herrer være, men ingen vil paa Sækken bære«. Tað er ikki bert at troðka seg fram at teimum feitastu og týdn- ingarmestu landsins, og so tá ið ástendur onga ábyrgd hava av nøkrum. Nei, slikt fer ikki at bera til. Sum Herluf Trolle segdi å vid vinmann sin, professarin Hem- sessum sinni mingsen: »Hvi bera vit gullketur og eiga jarðagóðs og vilja vera hægri enn aðrir. Vilja vit hava tað seta, megu vit eisini taka við tí beiska«. Tað fer ti ikki at bera til at skjóta skuldina uppá einstaklingin fyri misrekt samfelagsins, men teir menn, ið hava troðka seg fram til hesar feitu sessir megu taka ábyrgd- ina —- og ábyrgdin er teirra. D. J. Sørensen. Tey hålsfevnast. Sum mangan fyrr sagt hava Dimmal. og Dagbl. altíð hug at hålsfevnast, tå ið onkur beista- gerðin er, sum skal fremjast. So rerandi sameint sum nú er sjáldan at síggja Dimmal, og Dagbl. vera, ja, tey nærsagt skriva við sama tóna, so ein væl kundi trúð at hesi bæði blød vórðu skrivaði av sama penni. Men so væl sótu tey ikki um sátt, tá ið kongsjørdin skuldi yvir- takast og somuleiðis tá ið silda- sølusåttmålin til Sovjet miseydn- aðist — men nú? Dimmal. og Dagbl., ið hava verið styggasta andstoða Norðoyinga, royna tó av øllum kreftum at villleiða fólk og kasta skarn í eyguni á teimum við at siga tað, at tað eru hinir flokk- arnir, fyrst javnaðarflokkurin og síðani tjóðveldisflokkurin, sum hava skuldina fyri henda bardaga, sum nú fer fram millum landsmenn, og teir sjálvir eru hvítir einglar. Men ikki skulu tey leggja í at trúgva, at fólk hevur fylgt so lítið við tí, sum er farið fram í hesum máli, at tey fáa tey at trúgva tí, at landsstýrið og tess láturverjur eru heilt óskyldug í ollum tí, sum fram er farið í hesum máli nei, slíkt nyttar púra einki at bl.,u við at møsna um og treskja niður i fólk. Hvussu nógv ið gongur á Dagbl. og Dimmal. í hesum døg- um er besta prógvi fyri, at Diml. sendi út eykablað hósd. 29. sept, og somuleiðis Dagl, í hålvari stodd hósd. 6. í h., heyði sostatt ikki umber at bíða til fríggjadagin — alt av politiskari trong. At lóg og rættur er og verða í einum hverjum landi, stend- ur ivaleyst ollum Feroyingum greitt, men tað er neyvan „lóg og rættur«, sum Dimmal. og Dagbl, liggur fremst av øllum at heyja til skýggja; men tað man ivaleyst vera okkurt annað, sum er teimum dyrabarari enn teirra »logarpræ- dika«, tí ikki at ivast í tí, at tað eru allir Foroyingar líka so lóg- lýdnir sum blaðstjórarnir á Diml. og Dagblaðnum. má Tað nyttar púra einki at harm- ast yvir tað sum fram er farið í hesum seinastu døgum, og skjóta skuldina á Per og Pól, ti kann hava meira skuld í stríði, enn nettup teir, tíðina hava roynt av ollum hvørjari syftu at mótstrítt Norðoyingum, og borið tað so- leiðis í band, at Norðoyingar skuldu koma í minniluta, hvussu tað so víkti og vendi alt fyri at trysta sín vilja igjøgnum, so- leiðis at Norðoyingar skuldu tapa sítt sameinta fólkaynski. Hetta er tað ið verður rópt fyri eingin hesum alla alvi sum at líða lóg og rætt. Landsstýrið og tess flokkar skulu bara gera sær tað greitt, at -tann ófriður, sum læknamálið hevur elvt av sær, verður neyvan at ganga nøkrum Feroyingi aftur av minni, so leingi sum hesir klettar halda, og ikki er hetta teimum til nakran heiður og sóma, hverki á ein ella annan hátt. Tað man heldur ikki vera nakað loynimål, at øll eru meira og minni uppskakaði av hesum óhugna liga stríði, ið vísir seg at verða Ogjørligt at loysa á tann hátt, at báðir partar kunna koma aftur til sættis. Og man ikki landsstýrið og tess flokkar hava mist hald sítt í nógvum av sínum veljarum, av ti sum fram er farið síðan seinasta val? Hetta er neyvan at ivast í — og heldur ikki so legið. Eitt tað besta prógv fyri hesum er tað, at mætastu Dagblads - menninir eru farnir at vamlast vid tad og siga tað frå sær — og ynskja tað at hekkenfelt til. Ja, einki uttan harðar ábreiðslur eigur landsstýrið og tess flokkar fyri tað, sum í hesum ári er farið fram millum Danir og Feroyingar — og serliga tað sum í seinastu døgum er hent. Danir eiga ikki stóra skuld fyri nakað av hesum, sum nú fer fram, tí so væl sum tað pínir mangt føroyskt hjarta, so pínir hetta eisini sáran mangan Dana. Nei, vit skulu bert siga sum hin kendi Normaðurin segði: »Tilbake sitter landsstyret med skammens. D. J. Surenses,