leygardagur 19. november 1955síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
BRØDRALAG
FRÆLSI
Kravgonga
i Havn.
Um 10-tidina hósdagin komu 8
fiskifor úr Klakksvík til Havnar
við ca. 200 monnum. Flestir vóru
úr Klakksvík, men nakað av fólk-
inum var vðrum plássum í
Norðuroyum og úr Lorvík.
Í Havn varð gitt, at teir vóru
komnir fyri at forða fyri, at Fisch.
Heinesen varð sendur av landinum
við Tjaldur.
Menninir vóru ógviliga
og álvarsamir. Spurdi ein teir um
erindi teirra, fekk ein einans eitt
svar: Viðurskiftini í Klakksvík eru
ótolandi; tey megu lagast soleiðis,
at arbeiðsfriður má fáast aftur á
plássinum.
Ein 5-mannanevnd við Jógvan á
Dul sum orðforara hevdi samrødu
vid løgmann. Ordførarin setti fram
ynski um, at herskipid og donsku
politistarnir skuldu fara ur Klakks-
vík, og at landsstýrið vidgjørdi
semjuna av 9, mai soleiðis, at lik-
indi gjørdust fyri at fåa Halvorsen
aftur.
Løgmadur svaradi, at hann skuldi
»yvirveja« åheitan teirra.
ur
tigandi
JAVNADUR
Síðani fór nevndin til ríkisum-
boðsmannin. Her varð sama ynski
sett fram.
Ríkisumboðsm. svaraði, at eisini
hann ynskti eftir, at Holger Dan-
ske og politistarnir kundu fara sum
skjótast, men tað fór ikki at bera
til, fyrr enn friðarligari varð vorðið
í Klakksvík. Svarað honum varð,
at tað mátti borið til at havt før-
oyskt politi har, og at ófriðurin
eina mest at tað vóru
danskir politistar, ið har vóru;
men hertil svaraði ríkisumboðs-
maðurin, at hetta kundi ikki fáast
í lag í bræði, tí Føroyar áttu so
fáar veruligar politistar.
stóð av,
Til spurningin um semjuna av
9. mai segði ríkisumboðsmaðurin,
at tað var so, at ikki var alt gjørt,
ið henda semja ásetti; men tað, ið
eftir var, lá ikki innanfyri virkis-
øki hansara. Hann lovadi kortini
at seta krøv nevndarinnar fram å
teim stødum, tey åttu at setast
fram.
Kl. 6 å kvøldi sigldu båtarnir
av aftur Havnini. Sidiligari
mannamúgva enn hendan hevur
valla áður gingið á Havnar getum.
Hvor er sekur
í „terrorinum mikla“?
Aftursvar til Dagblaðið, ið leggur navngivnar menn undir at vera
sekar í miklum brotsgerðum í samband við læknamálið.
Dagblaðið (rættari Hákun Djur-
huus) sigur bart út, at P. M. Dam
og undirritaði eru sekir í ollum tí,
sum fram er farið undir lækna-
málinum. Hesir báðir eru ikki bert
upphavsmenninir, men teir bein-
leiðis leiðararnir av »Terrorinum
mikla« i Klakksvik.
P. M. Dam er sjúkur og lagdur
undir knívin niðri í Danmark.
Hann fær ikki svarað; men eg
fari at loyva mær at svara fyri
okkum báðar og orð fyri orð
venda øllum hesum grova og freka
ósannindavavstrinum aftur, avdúka
oll tey miklu svik landsstýris- og
legtingsmanna í hesum máli.
Aftaná so bønliga at hava biðið
um og fingið herskip og politi til
landið — og ikki minst nú, tá ið
teir hava klagað og fingið øgiligan
dóm yvir menn, eru teir vorðnir
ræddir, leypa frá ábyrgdini, og
ússaligir royna teir at bjarga skinn-
inum við smádreingjasnildum:
»G60a mamma, tað var ikki eg,
men dreingirnir, ið koyrdu meg«…
Hetta ber tó ikki til. Sannleika-
num og veruleikanum reingja teir
ikki. Níðingsgerðir hava verið
gjørdar móti Norðoyingum, níð-
ingsgerðirnar hava borið ávekst,
men níðingsverkið kann og skal
ikki tigast burtur. Allraminst kann
tað tigast burtur við at koma við
ómannsligum briksli móti sakleys-
um monnum; ti vit hava hildið og
vilja framvegis halda fast um, at
teir einastu seku í at læknamálið
ikki fyri langari tíð síðan er loyst
er landsstýrið, styðjað av sam-
bandinum, fólkaflokkinum og tjóð-
veldisflokkinum.
Hetta kann prógvast — og prógv-
ini tróta ikki.
Nakað upphav til læknamálið
kunnu vit ikki vera. Umborð á
læknabátinum >Medicus< hoyrdi eg
á fyrsta sinni neynt um hetta mál.
Tað var læknin Simonseu, ið
nevndi nakað um, at nakrir »ørir«
menn høvdu sett eina adressu i
gongd f Klakksvik. Hetta var fyrst
i januar månadi 1953. Eg gav mær
einki far um hetta adressur er
jú dagligur kostur hjá okkum Før-
oyingum.
Hvat við
erdamálið
adressuni var, fekk eg fyrst at
kenna hin 10. mars 1955, tá ið
75 Klakksvíkingar til
veruliga
steyndu
Havnar og g.eiúdu tingmonnum frá |
ynskjum Norðoyinga í hesum máli.
At hetta vóru moralsk og menn-
iskjanslig rættvísisynski mátti hvort
hugsandi menniskja ásanna.
Men á hesum fundi fekk ein
eisini at ásanna, hvussu fólksins
kosnu menn tóku ímóti og hverja
vælvild teir vísti hesum sámuligu
og menniskjansligu ynskjum. Tað
vildi verið ein vána sosialistur, ið
ikki beinan vegin gekk hesum sosi-
rættvísisynski á meti. Tí tóku
Einar Waag og Danbjerg
Framhald á 4.s.
ala
eisini
Fischer —
ein sorgarleikur
Fischer Heinesen er dømdur —
hesin maðurin, ið ikki hevur gjørt
eitt vet meira enn hver einasti
Klakksvíkingur í læknamálinum —
fekk ikki minni enn 18 mánaða
fongsul. Fischer var maðurin, ið
fram um allar hvar tað enn
galt — sum álvarsliga ráddi monn-
um frá at gera nakað, ið var ólóg-
ligt. Vit skuldu vinna í lækna-
stríðnum, men tað skuldi alt vera
ypaa lovens grund<.
M. a. er hann demdur fyri at
hava verið leiðari hin 27. sept. tá
ið sjúkrahússtýrisfundurin var lok-
in skuldi Fischer aftur á vanliga
arbeiðspláss sítt, men á havnapláss-
inum metti honum mannfjeld, ið
fregnaði hann, hvat fram var farið
á hesum fundi. Ikki ollum dåmdi
hetta úrslit, men Fischer bað fólkið,
ið har var statt, so bønliga um at
halda frið og lova monnunum av
stað aftur í ollum góðum. Hetta
endurtók hann ferð eftir ferð og
gjørdi, hvat hann kundi fyri at
fólkið skuldi fara, áður enn hinir
komu.
Sjálvt um hetta ikki batti, tók
Fischer orð síni uppaftur út gjøgn-
um vindeygað á politistødini aftaná
at hann hevði lisið gerdabékina.
Eisini hesa ferð royndi hann heit-
hjartaður at fáa fólkið at fara, og
sjålvt um tað heldur ikki hjålpti
hesa ferð, kom hann út á trapp-
una, har hann álvarsliga og í væl-
valdum orðum fyri triðji ferð tók
hesa somu áheitan uppaftur.
Eingin kann tí koma og siga og
enn minni døma mannin fyri, at
hann ikki av øllum alvi royndi at
gera, hvat hann kundi fyri at frið-
ur var og at hesir menn sluppu av
stað aftur. Ég vil tí fasthalda, at
eingin maður er so ósekur í hend-
ingunum 27.
Heinesen.
Ein av teimum,
sept. sum Fischer
ið vitnaði móti
Fischer, var apotekarin Thor-
lander. Ég havi lítið at siga
um henda mann, men. eg kann
ið politist-
minnast ta ferðina, tá
arnir komu norður higar eltir
|
NR. 45.
LEYGARDAG IN
19. NOVEMBER 1955
28. ÅRG.
|
møblunum hjá Rubek Nielsen, tå
gekk hesin maður norðuri á Stang-
arbrúnni og bað fólk um »at give
dem lakk — altso nevan á k
Um hetta var fyri at stuðla
Klakksvíkingar ella fyri at fáa teir
í felluna, vitstu vit ikki tá, men
nú hava vit fingið prógv fyri tí.
Lat okkum tí fáa henda øsingar-
mannin av landinum sum skjótast.
Klakksvíkingur.
Sáttmálatingingar
millum fiskimannafeløgini og reið-
arafelagið fara fram í hesum deg-
um. Fiskimannafeløgini hava sagt
sáttmálarnar upp, tí at studnings-
lógin viðvíkjandi fiskaprisi fer úr
gildi 31. des. í ár. Sama er við
teirri minstuløn, legtingið hevur
bundið seg til at lata.
Samráðingar hava verið í 3 dag-
ar: men ígjárkveldið var púra einki
úrslit,
Umvegis frættist, at uppskot frå
Suðuroyar fiskimannaf. um hækkan
av kokkalønini ikki varð illa mót-
tikið av reiðarunum.
Tveir bankar fyri
Norðuroyar.
15. november byrjaðu ikki minni
enn tveir peningastovnar virki sítt
í Klakksvík. Tað eru Sjóvinnubank-
in og Feroya Banki, ið hava fingið
sær deildir har á plássinum. Deild
Sjóvinnubankans nevnist Norðoya
Banki, meðan hin bankin nevnist
Feroya Banki, Norðoya deild, hes-
in banki verður fyribils stjórnaður
av Pauli Gaard Hansen úr Havn,
meðan Rasmus Olsen er fyribils-
stjóri Norðoyar bankans.
På given foranledning skal jeg
herved henlede opmærksomheden pá,
at i henhold til statsministeriets
bekendtgørelse af 4. maj 1954 om
indkaldelse af færøske pengesedler
har de i henhold til midlertidige
bestemmelser for Færøerne om sed-
delomløb m. v. af 18. december
1940 og senere midlertidige bestem-
melser udstedte pengesedler — de
såkaldte engelsk-trykte sedler —,
ophørt at have gyldighed i omsæt-
ningen med udgangen af kalender-
året 1954.
Sådanne sedler kan dog fortsat
indløses af rigsombudsmanden på
Færøerne og Danmarks National-
bank indtil udgangen af kalender-
året 1955.
N. Elkær-Hansen.
Eitt óskil er farið at vinda upp
tá teir
stóru bilarnir metast, tá drena teir
á seg í Havnini. Tað er,
uppá gongubreytina fyri ikki at tarn-
ast. Av hesum mundi staðist fólka-
skaði mikudagin.