Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-11-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. november 1955síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN BRØDRALAG FRÆLSI JAVNADUR Rumbuls-lepin flygur húsa millum! einum 14 døgum síðani eg grein í hesum blaði um adressuna, ið tjóðveldismenn í hesum døgum sjabba millum hús um alt Feroya land. Grein mín var einans ein lýsing av, hvussu eg sá uppá hendan spurning. Eg hevði tó væntað, at onkur annar hevði trivið um end- an og skrivað nakrar reglur um sama málið her í blaðnum; men so varð ikki. Eg fari tí sjálvur at taka aftur í aftur. Eg síggi, at Føroyatidindi skriv- ar, at javnaðarflokkurin og tjóð- veldisflokkurin krevja nýval. Hesum orðum loftar 14. Sept. við báðum hondum og nýtur tað sær sjálvum til stuðuls fyri adressana — eisini nevnd: Fólkakravið. Tað er ein stórur munur á at krevja nýval og so at skriva undir fólkakrav Erlends. Eg havi enn ikki sæð hesa adressu; men eg veit, at hon er ætlað sum fyrsta stigið til rumbul og øsing og einki annað. Tað er so sanniliga ikki val, hesir menn vilja hava. Ta der ein hópav nøvnum, hann vil hava, sum hann kann standa og veiggja við í hond- ini, tå hann fer undir at øsa og øsa og aftur øsa fólk upp: Hygg! So og so nógv túsund krevja lands- stýrið frå og nýtt val til løgtingid. Meginparturin av fólkinum (ella næstan) krevur hetta. Men hva: ger landsstýrið? — Og so koma teir almennu fundirnir við krav- gongum o. t., og best fyri øsingina hevði tað sjálvsagt verið, um ein líkinda streika hevði fingist í lag samstundis. Mær kunnugt er tað løgtingid, ið skal áseta, nær val skal verða, og ikki landsstýrið. Sostatt hevur Erlendur einans, um hann veruliga vil hava val, at leggja ynski sítt inn fyri tingið. Hetta er beinasti vegurin, og tað skuldi ligið væl fyri, tí sjálvur er hann tingmaður. Men Erlendur vil ikki hava væl. IO hvussu er, er tað ikki tað, ið fremst liggur hjá honum, tí so gekk hann ikki hendan vegin. Nei, rumbul og øsing — tað er alt. Vit hava áður sæð her á landi, hvussu lætt fólk hevur við at tveita navn sítt uppá adressur, ið hildnar verða undir nøsina á teim. Allir minnast vit adressurumbul fólka- flokksins á sinni. Tey flestu halda væl sum so, at tað ger hverki til ella frá, um tey skriva uppá — onnur halda tað vera alt umráðandi at fáa navn sítt uppá — tað er ist við tí. Men hvar um Fyri skrivaði nú so y alt er, so er eitt vist, og tað er, at fólk, sum í bláoygda tankaloysi sínum skrivar uppá hesar skeytar, hevur eftirsíðan onga ávirkan á, hvussu nøvn teirra verða nýtt av felagsskapinum Erlendi & Co. At Klakksvíkarmálið er eitt av høvudsmålunum undir krøvum tjóð- veldisflokksins um nýval til løg- tingið, er ein beinleiðis háðan móti Feroya fólki. Trýr Erlendur, at | Føroyingar eru so byttir, at teir ikki eru greidir yvir ta lorkutu stødu, flokkur hansara hevur tikid á tingi í hesum máli. Læknatrætan hevði langt síðan verið loyst Klakks- víkingum til vildar, um eingin tjóð- veldismaður hevði havt sitið á Føroya løgtingi; men flokkurin hevur einans nýtt hetta mál fyri at skapa rumbul í og einki annað. Einaferð enn vi. eg mæla ellum javnaðarmonnum og fólki yvirhev- ur til ik ki at skriva undir »félka- krav« Erlends! Javnaðarmaður í Havn. Hevur Erlendur funnið byrsumannin? Fríggjakveldið í farnu vikuni varð skotið móti sýslumannshús- unum á Tveroyri — eini fýra skot. Um hetta er ein morðroynd, ella um tað bara er onkur, er tað kortini í báðum forum. Ikki hevur politiið funnið byrsu- mannin enn. Men so er tað gott, at onkur vil hjálpa pølitinum og lætta ar- beiði teirra; tí tað fer ikki at bera til, at skotið skal verða inn í hús sum verða vil, uttan at teir, ið hetta gera, verða revsadir fyri tað. Nú kemur Erlendur Patursson ið hevur tikið sær slíkt fyri sum dagdvelju, er ilt at siga; men líka óhugnaligt fram í blaði sínum og sigur seg at vita, at ein tingmaður fyrr hev- ur vent byrsumúlan móti løg- mannsins húsum á Tvøroyri. Og eftir ollum at døma sipar hann til, at sami madur ma: vera sekur í hesum síðsta skotriði eisini. Tað skal vera ein av teim tingmonnum, ið stendur aftanfyri landsstýrið, heldur hann seg vita. Erlendur plagar at vera so kvikur at rópa: Fram við nøvn- unum, tá okkurt er á ferð. — Nú er tann stundin komin til handa, at rópt eigur at verða á Erlend: Fram við navninum! Hver er byrsumaðurin á Tvøroyri? Hvor er sekur í „terrorinum mikla“? HI. legnin — og illviljin. Hin mikla tøgnin og hin mikli óvilji, ið sambandsmenn, fólka- flokksmenn (Th. Petersen undan- tikin) og tjóðveldismenn vístu Norð- oyingum longu á fyrsta sinni, teir royndu teirra hjálp, kom eisini at gerast ein dapur sorgarleikur. ið Norðoyingar segdu, bóðu um og ynsktu varð kveistrað til viks — við hvert opinlýst og við hvert við øllum hugsandi snildum og svikum. Snildisliga sniðgongdin og duldarmiklu svikagerðirnar kundi ikki annað enn menna og styrkja fylking Norðoyinga, ið beinan veg- in vóru greiðir yvir, at teir høvdu landsins myndugleikar ímóti sær, og henda mótstoða varð øll løgd til rættis í løgtinginum og sett í verk av landsstýrinum. Tað merki- liga og óhugnaliga tíðartekinið var at tað stæðs ikki á hjá sambands- monnum, tjóðveldismonnum og fólkaflokksmonnum at finna hvønn annan, tá ið tað ráddi um at reka burtur og brádrepa ell ynski frá Nordoyingum og annars allar roynd- Alt, | ir, ið gjørdar vórði fyri á lóglig- an, friðaligan og sámuligan hátt at loysa læknamálið eftir vilja fólks- ins — á annan hátt kundi tað jú ikki loysast. Hví høvdu hesir flokkar so lætt við at finna hvenn annan? Teir siga seg ikki vera samdar í mongum, men tó fara vit at halda, at teir veruliga ikki eru so langt frá hverjum ødrum. Ættar- bond eru sterk, og ættarbondini millum hesar flokkarnar eru sanni- liga einki undantak, hvat styrki viðvíkjur. Tey eru ikki knýtt við ringari tilfari enn kopari, silvuri og gulli — peningi. At verja pen- ingavaldið og harvið stórmannin, at halda við líka einum so stórum gloppi sum gjørligt millum ymisku stættirnar í samfelagnum, er aðaltátturin í ollum teirra polit- iska verki. Eitt mugu vit minnast: tá ið tað ræður um at verja peu- ingavaldið og ekja um stættarmun- in, tá eru allir í sama báti, sjálvt um gekkaskortarnir eru ymiskir og ílíkir. Ein kann siga sum so, at lækna- teir NR. 46. LEYGARDAGIN 26. NOVEMBER 1955 28. ÁRG. Er tað so sannleiksliga veikt? Við at lesa Føroyatidindi nr. 43. verður ein varðugur við ein lítlan stubba nevndur »Ungmannarørslan á Tvøroyri«. Í hesum sama stubba verður sagt frá, at tað fyrr hevur verið framhildið at stovnað ung- mannafelag, men tó ópolitiskt, og skjótir vóru javnaðarmenn at stovnað politiskt ungmannafelag. Hetta er ósatt. Ungir javnaðar- menn á Tvøroyri høvdu longu í huga at stovna eitt sosialistiskt ungmannafelag, áðrenn Føroyat. nakrantíð hevdi umrett hetta sama eynið, og varð tað sostatt stovnað 31. okt. Meinar Feroyat. at hava so stóra makt, at tað skal seta bann fyri slíkt — so mistekur tað seg stórliga. Hverki Feroyat. ella nakar skal billa sær inn, at tey skulu fáa tað gleði, at tann sosialistiska rørslan skal maktast burtur, hverki á Tveroyri ella nakra aðra staðni kring landið. Men hon skal tvorturímóti stimbr- ast og sigra — sosialisman hitt heitasta av øllum. D. S. målid hevdi einki vid peningavaldid at gera, men heldur var ein sosi- alur spurningur. Tað kann megu- liga vera mikið rætt í tí, men hes- ir menn høvdu varhugan av, at um tað nú eydnaðist fjøldini at fáa sín vilja igjøgnum í hesum máli, ja, hvussu lætt kundi tað tá ikki henda, at fjøldin eisini fekk eyguni upp fyri, at tað eisini ber til at vinna á peningavaldinum bert ein stendur saman í sterkari fylking. Tað var hetta hesir flokk- ar rædúust. — Tí máttu teir fáa sprongt hana og forðað fyri, at ynski og krev hennara vórðu framd. Tað eru mangir leikir í longum talvi, og vit fingu at síggja og royna, hvussu snildisliga teir leikaðu, ja, mangt og margt, ið teir hava útint í hesum máli, vildu fólk flest nevnt skálkabregd, um tað var talan um óvitar, men tað er nú einaferð landsins kosnu menn, so neyðugt er at brúka vakrari orðafelli, sjålvt í orðgongu móti hesi egiligu »korruptién« — hesum óhugnaliga saman- og dup- ultspæli millum hesar menn og hesar flokkar. Aðalvápn hesa flokka og bleð teirra er at kalla á fávitskuna í fólkinum. — Sum eitrandi ormar ringja teir seg um fólkasálina og fólkahugsanina. Tað ræður um at krypla hana. Hin sunna fólkahugs- við andstygd venda sær Framh. á 4. s. anin vil