Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-01-21, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. januar 1956síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

; NKU VA OA —— Ge SOSIALURIN BRØDRALAG FRÆLSI Úr tinginum Radioútvarp. JAVNAÐUR Th. M. Strøm Nøkur minnis-orð. Nú er hann farin frá okkum, Landsstýrismaður Edv. Mitens, Í Tummas Mikal, 80 ára gamal. ið hevur kannað útvarpsmálið bæði í Íslandi og í Danmark, legði málið fram á tingi og mælti til, at tingid samtykti uppskot hansara ella nakað líknandi, Mitens helt, at hetta útvarp ikki kom at kosta landskassanum munandi pening. Tr. Samuelsen áskoðan, at tað útvarp, sum her var talan um, ikki hevði tann kapacitet, at tað kom at gera ta nyttu, sum ein mátti krevja av eini útvarpsstøð, kom valla at hoyrast um allar Føroyar, og helt seg ikki kunna styðja uppskotið, sum tað fyrilá her. var av fleirri Erlendur Patursson segði seg vera væl nøgdan við uppskotið frá Mitens og mælti tingmonnum til at bera skjótt at, so málið kundi gerast liðugt frá tinginum í hesi tingsetunl. J. Fr. Øregaard helt, at vidgerd- in av tingmålum før fram i skeiv- ari raðfylgju. Hópur av smámál- u mvarð viðgjørdur nú, meðan tey stóru málini steðgaðu til seinast. Tey skip, sum menn roknaðu við, vildu verða keypt ella bygd, nú lánistovnurin var vorðin ein veru- leiki, eru ikki komin, og tey, sum sáttmáli er gjørdur um, muna ikki meira enn at halda viðlíka tað, sum er, og tað er nógv ov lítið. Spurningurin er tí, hvat ætlar ting- ið at gera her? Er peningurin ov lítil, má meiri skaffast. Útvarpið vil ivaleyst gleða mong; men skip- ini gleða fleiri. Eydnaðist tað at fáa útvarp sett á stovn nú, helt Øregaard, so átti nevndin at um- hugsa, um ikki leiðslan átti at verða løgd undir serliga útvarps- nevnd í staðin fyri, sum skotið upp, undir landsstýrið. El“verk á Sandi. J.P. Davidsen, sum hevur lagt málið fram á ting, greiddi frá, hvussu málið lá fyri og mælti til, at studningur varð veittur eins og av tinginum samtykt, tá Marchall- pengarnir vóru til viðgerðar. — Hann helt, at tingið nú kanska var ført fyri at veita størri studning, enn tá samtykt, serliga til tær bygdir, sum ikki fingu lut í ti bíligu vatnorkuni, sum ein stórur partur av Føroyum kom undir. Eisini bað talarin um, at tingið tók ábyrgd fyri tí láni, sum neyð- ugt bleiv at taka fyri at loysa málið. Håkun Djurhuus segði seg ikki vera føran fyri at geva aðrar upp- lýsningar í málinum, enn teir, Hann varð føddur mikkjals- messudag 1875 og doyði 13. jan. z i år. Hetta er ein langur arbeiðsdag- | Og Tummas Hann ur, tað má sigast. Mikal spardi seg ongatid. var bæði íðin og nærlagdur í dag- liga yrki sínum, og hartil hevði hann altíð stundir til at virka fyri arbeiðaran og arbeiðararørsluni. Hann var sonur Óla við Mylná. Tey vóru fimm systkin, tvær systr- ar og triggir brøður. Brodurnir Olaus og Dánjal Johan vóru Strøm. Tummas Mikal var skipa- og håsasmidur, Kom å bedingina sum lærudrongur og arbeiddi har meginpartin av livi sinum sum arbeidsformadur, og var ein til- tikin hegnismadur i starvi sinum og hartil idin, Tá bedingin varð gjørd á Skála, varð hann sendur hagar at stíla fyri timburarbeidinum. Har ar- beiddi hann saman við Askham, ið stílaði fyri jarnsmíðinum, og har komu teir at kennast og gjørd- ust vinir fyri lívið. Eina tíð var hann so bedingsmeistari har; men so fór hann aftur til Tvøroyrar — hansara stóri tokki til heimbygd- ina dró hann heimaftur. Mong hús standa á Tvøroyri í dag, sum Tummas Mikal saman við brøðrum sínum hevur bygt um kvøldini, aftaná at dagsverkið var gjørt á skipasmiðjuni. Hansåra partur lá ongastaðni eftir, og gott seiggi var í. Var lítið at gera á bedingini um summarið, so fór hann við skipi at fiska. Eftir krígs- lok fór Th. M. Strøm til Íslands — 70 ára gamalur — at arbeiða og kanna arbeiðhættir har uppi. Tummas Mikal var ein av odda- monnunum og undangongumonn- unum innanfyri føroysku arbeið- ararørsluna. Hann var við til at stovna hitt fyrsta føroyska arbeiðs- mannafelagið, Fylking á Tvør- oyri, og hann sat í stjórn felagsins í mong ár (skrivari). Slíkur álit- ismaður var hann, at hann varð valdur at umboða felagið í teim samráðingum, tað hevði uttanfyri staðin, t. d. í Keyp- mannahavn. Eitt kvøldið aftaná ein fund í Fylking var tað, at hann saman við 4 øðrum monnum stovnadi Froðbiar sóknar javnaðarfelag, ið gjørdist størsta og sterkasta javn- Havn og í Davidsen hevði givið, men segði at peningurin var tøkur til hetta endamál. góður politiskur talari og spardi seg heldur ikki á ti økinum, men ferðaðist um alla oynna at halda aðarfelag í Føroyum. Hann var politiskar fundir. Tað skyldast fyri ein stóran part hansara ídni, at Suðuroyin varð nevnd »Hin 2 1 reyða borgin<. Í dag er onkur bygd, sum hevur sosialistiskan meiriluta, sum fyrr ikki meir enn vildi hýsa Tummas Mikal, tí hann Hann religiøsur maður, og var í kirkj- var javnaðarmaður. var uni, tá tað var klúgvandi fyri veð- ur, og langan vegin hevði hann at | ganga. Hann plagdi at taka til, at sosialisma og kristindómur hósk- | aðu væl saman. - Eitt valskeid sat hann å tingi, valdur inn á lista manna. Hetta var áðrenn javnað- arflokkurin var stovnaður. Longu í fyrstu røðu síni á løgtingi segði hann, at hann var javnaðarmaður og talsmaður arbeiðaranna. Th. M. Strøm var ein karakter- fastur maður og reinlinjaður sosi- sjálvstýris- alistur, Hann virkaði nógv innanfyri sjúkrakassarørsluna og var í stjórn sjúkrakassans frá 1909 til hann segði seg frá „nú stutt áðrenn hann doyði. Hann sjúkrakassan á Tvøroyri á síðsta aðalfundi Centralforeningens, 80 ára gamalur, og varð hann mikið umboðaði fagnaður har. Ja, umdangongumaður var hann sum fáur. Hann var fyrsti maður, ið valdur varð á lista arbeiðs- manna í sóknarstýrið í Froðbiar sókn. Tá var opið val, so tað hevur helst ikki verið so lætt hjá honum í teirri tíðini at staðið í andglett- inum. Th. M. Strøm, ein undangongu- maður innanfyri arbeiðararørsl- una, og ein stór persónligheit, er farin, og vit vilja minnast hann við takksemi. Tórshavn, 19. jan. 1956, Mouritsen. Poul K. mer NR. 3. LEYGARDAGIN 21. JANUAR 1956 29, ÅRG. Felags skúla Miðvág og Sandavág eru komin ásamt um at byggja felagsskúla inni á Nesi. Hesin skúli skal hava pláss til 300 børn. Lamhauge & Waagstein gera tekningina. Málið er lagt inn á ting og verður avgjørt í hesi tingsetuni. Vágarnar liggja í svartasta myrkri. Fólkið hevur hesar sein- astu dagarnar havt væl av útreiðsl- um av at keypa lampur og lampu- gløs, og dúgliga verður knarrað SEV-verkið, ið svíkur á hvørjum ári, tá ið á stendur. inn á Tidindamadur. Flaggid hjå Håkuni Mær varð ein dagin hyggjandi niður í eitt blað, tað var Dagblað- ið — eg hvørki haldi ella plagi at lesa hetta blað — men har sá eg, at kona Hákun svarar uppá spurn- ing, ið er settur til hansara í øðr- um blað. Ja, hví ikki tað, so segði maðurin á sinni: manden og konen er eet — hann var farin á val og hevdi konuna við sær, tað var áðrenn kvinnan fekk valrætt. Ja, hon letist, sum tað var hon, ið hevur gloymt at taka flaggið niður, men tikið nakað toy av snórinum í staðin fyri. Var hon ikki stødd í Havn hendan dag? og er har nakar snórur? Eg bara spyrji. Ég var ein av teimum nógvu, ið sóu hetta hátt virda merkið hanga har og sleingjast, og varð eg eisini spurd hendan morg- un, tá eg kom til arbeiðis, hvør ið mundi vera deyður, tí flaggið hjá Hákuni var í hálvari stong (ella eitt vet niðari); men eg visti so onki um nakran, ið deyður var, men helt fyri, at tað kundi væl ikki hava hingið uppi síðan í gjár, tá N. N. fór til gravar, og svarað varð: So ringt kann tað tó ikki vera, landsstýrismaðurin sjálvur? Men dagurin gekk, og flaggið hekk! So veit eg onki meira um Mlaggsøgu Hákuns ella Hjørdísar. Hákun sóu vit spáka í Klakksvík- ar gøtum, men konu hansara sóu vit einki til og heldur einki toy á nøkrum snóri, | Mannsiigari hevði tað verið at hvat annað kunnu vit vænta av slíkum manni Hákun er ikki Klakksvíkingur, og eg vóni, at eingin Norðoyingur vil vera við at seta ein slíkan mann inn aftur á ting, antin vit fáa val svara sjálvur; men nú ella seinni. Fad man flaggsøgan hava gjørt gott. Klakksvíkar kvinna.