leygardagur 21. januar 1956síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Harra
P. S. Sivertsen
Nei, sanniliga dåmar mær litid
hasa greinina, ið »Harmur krist-
in« skrivaði her í blaðnum fyri
einum 14 døgum síðani um gáv-
una, missionerurin á Tvøroyri
sendi einum arbeiðsleysum manni
gamlaársdag. Eg haldi, at ein slík
frásøgn átti ikki at komið fram í
almennum blað, hon skuldi í
minsta lagi ikki komið út um stað-
in, har hendingin fór fram. Meira
havi eg so ikki at siga um hetta.
Men nú kemur ein maður fram
í Dimmalætting við eini grein um
hetta sama evni. Hesin maður
nevnur seg P. S. Sivertsen og er
vist búsitandi í Havn. Grein sína
nevnur hann >Ljót takkarløn<. Og
hann ábreiðslur, ja, tað
kann nokk vera. Hann sigur sum
sína hugsan, at tað er ein góðgerð
hava havt
gevur
i
av missionerinum al
henda arbeidsleysa mann og hans-
ara 7 børn i huga, tå nakad var til
avlops frå hugnaligari samkomu
í meinigheitshúsinum. Og so held-
ur hann, at greinin er so full av
hatri og óndskapi móti missioner-
inum, at tað tykist ikki at vera
nakar »harmur kristin«, ið hevur
skrivað hana.
INú skal eg siga tygum nakað,
harra Sivertsen. Tygum hava ikki
hugsað tygum reiðiliga væl um, tá
tygum skrivaðu greinina.
Høvdu tygum havt gjørt tað, so
høvdu tygum — fyri at taka tað
fyrst — havt skrivað í sama blað,
har ábreiðslan stóð, so tey somu,
sum lisið høvdu greinina, eisini
fingu høvi til at lisið aftursvar
tygara. Sum nú er, hava nøkur
menniskju lisið eina ábreiðslu í
einum blað, og nøkur onnur hava
lisið verju tygara í einum øðrum
blað. Slíkt er ikki væl umhugsað.
Tó vil eg ikki leggja tygum undir
nakra — fyri at brúka tygara
egnu orð — ljóta framferð. Í
besta tilfelli kunnu tygum fáa
nøkur menniskju, ið einans hava
lisið grein tygara, at siga nakað
sum so: Nei, sum hasin Sosialurin
ber seg at! Tí nakað álítandi bílæt
av ti, ið fór fram, fáa tey ikki av
grein tygara.
hasa
>Hvør ber, sum hann roynir.«
Og tygum bera missionerinum væl
— sum rímiligt skuldi verið, eis-
ini. Tað er einki at ivast í, hóast
eg ikki kenni mannin, at mangt
gott er at siga um hann.
Men setið tygum niður og hugs-
ið um, hvussu sárt tað má kennast
einum manni, ið hevur 7 børn og
onga arbeiðsløn hevur fingið í 3.
mánaðar, at har kemur sendiboð
við heilsan og spyr frá missioner-
inum, um hesin maður vil hava
nakað avlop, >sukur og sovorðið<,
frá eini jólatræveitslu. Tygum, tað
er altíð sárt at taka móti olmussu,
og serstakliga tá lítil og eingin
hjálp er í tí, sum givið verður. —
Nei, ringt er at vera fátækur og
tykkin, tað er vist.
Tygum skriva, at tygum leingi
hava ynskt eftir, at tað skuldi ver-
ið størri i
arbeidi i gongd innan
SOSIALURIN
21, JAN. 1956
Skipafelagið Føroyar
Térshavn
1225
ADALFUNDUR
Arbeiðsmannafelagið „Fylking“ heldur aðalfund leygar- |
dagin 28. januar 1956 kl. 19.
Dagsskrá eftir gr. 20 í felagslógini.
NEYNDIN
fyri kirkjuna fyri at hjálpa teim-
um, ið hjálp tørva.
Jamen, vælsignaður maður, far
á gongd og ger nakað, at tað kann
verða til nakað veruligt, hetta
ynski tygara; tí sanniliga krevst
tað. Men tað nyttar einki at sita
hendur í favn og ynskja. Fá gongd
á! Men ansið so eisini eftir, at tað,
ið gjørt verður, veruliga hevur
nakran týdning fyri hann, ið hjálp
hevur fyri neyðini, so hjálpin, tit
veita, ikki einans rívur upp bløð-
andi sár; tí tað er nóg sárt í sær
sjálvum at vera so illa fyrikomin,
at hjálp er pákravd — ikki bara
eitt sindur av avlopi, sum vit ikki
reiðiliga vita, hvat vit skulu gera
við. Tað má jú kennast sárt fyri
hann, tað verður sent til, hvør
hann so er. Honum, sum ikki var
mentur at standa, hjálpið honum
aftur á føtur — bæði andaliga og
verðsliga — tå gera tit eina veru-
liga góðgerð, sum ikki krevur at
nakar kemur fram í bløðunum at
bera í bøtuflaka fyri mann, ið
heldur seg hava hjálpt, soleiðis
sum tygum nú gjørdi sjálvur.
Og so til síðst sláa tygum eftir
manninum, ið greinina skrivar, og
spyrja hann, hví hann ikki segði
nøkur kristilig orð við hin arbeiðs-
leysa, sum longdist eftir at hoyra
tey, tá hann nú kortini var staddur
inni hjá honum, >heldur enn at
koma við ljótum álopi á missio-
nerin fyri tað góða, hann vildi
sýna hesum fólkum við at senda
teimum nakað av mati.«
Ég veit ikki, um maðurin gjørdi
tað; men tygum, harra Sivertsen,
hvaðani vita tygum, at hann ikki
gjørdi tað? Og vita tygum í heila
tikið, hvat hann vildi manninum?
Hví skriva tygum soleiðis?
Nei, tygum, eg haldi ikki, at
handan greinin átti at verið komin
í hetta blaðið. Men eg kann siga
lygum, at eg haldi, at tygara grein
átti enn minni at verið skrivað,
tíansheldur prentað.
Javnaðarmaður í Havn.
Setið lýsing tygara
SOSIALIN
Le [ff fg fg ff ff ff ff ff ff ff O»f» <<» of Pc | ff [ff [ÉÉÉÉÉ[[|[|[É|[|]|f|A|A]||É||ÅPZ2- Én
TØKK
nokk vid tí. Tá ið hesin sami
Møller einki fekk burtur úr tí at
loypa á Dam viðvíkjandi bóka-
savninum, so ger hann ikki vand-
ari enn so, at hann í Dimmalætt-
ing nr. 104 ger álop á H. A. Djur-
huus viðvíkjandi Føroya søgu. Nú
tekur Dagbl. ikki undir við A. M.
| sum í bókasavnsgøluni; men tvørt-
|
i onkur a
|
|
Okkara hjartans tøkk til tykkum |
oll, ið sýndu okkum samkenslu nú
kæri maður, faðir og abbi okkara
TH. M. STRØM,
Trongisvågi
fór heim. Ein serlig tøkk til tykk-
um, id pyntaðu kirkjuna.
p. t. Sandavågi, 20.—1. — 56.
Hanna Strøm,
børn og barnabørn.
Dagbladid firtid
Fyri ikki so langari tid sidani
var tað ein Dani, nevndur Asger
Møller, kennari á Tvøroyri, sum
gav seg í hernað móti bókasavn-
inum og formanninum P. M. Dam
Tað var ikki við mýkindum, hann
royndi at skuldseta starvsbróður
sín fyri bæði líkt og ólíkt, og sjálv-
andi var slíkt føði fyri Dams mót-
støðumenn, bæði á Tvroyri og
aðrastaðni um landið. Besta prógv
fyri ti er, at ikki himpradist Dag-
blaðið leingi, til tað legði uppí,
og tað royndi at krúna Møller
ósannleikans skriving um bóka-
savnið á Tvøroyri.
Men hví vendir ikki Dagbl. sær
nú til hr. Møller eins og hini
bløðini eisini áttu at gjørt, og spyr
hann, hvat hann fekk burturúr
allari virðismiklu skriving síni, og
um ikki kennarar, eins og Møller
er, hava verið á bókasavninum,
sama onkur bókavørður hevur
verið har, og teir fingu púra einki
burtur úr tí, ið Møller hevði fram-
ført fyrst í Føroyatíðindi og síðani
í Dimmalætting.
Tá harra Møller hevur fingið
seg til at skriva slíkt, má ein hava
loyvi til at trúgva, at hann hevur
gjørt tað uttan at vera vitandi um
nakrar bøkur á bókasavninum,
men einans hevur gjørt tað av
persónpolitiskum grundum — og
møguliga eisini eftir óálítandi tíð-
indum á plássinum. Men nú mátti
Føroyatíðindi og Dagblaðið og
hini bløðini vitað okkurt nýtt frá
flakavirkinum á Tvøroyri, har
Dam ikki er formaður.
Men til alla lukku var tað ikki
ur ímóti vísur hetta seg at vera
komið blaðnum ógviliga illa við,
soleiðis at tað ongatíð vildi havt
styðjað Møller í sínari cowboy-
skriving. Men Dagbl. skal tó hava
rætt í tí, at mætari menn enn A. M,
skulu stíga í fótaspor H. A. Djur-
huusar og P. M. Dams.
Væl dámar Dagblaðnum, tá ið
tað teirra mótstøðumenn, ið
traðkað verður á, og sum oftast
er
roynir tað at sleppa sær upp í
leikin. Men so skjótt sum tað er
Dagblaðsmonnunum,
sum talað verður at, so nístur tað
Dj.
sum stungin grísur.
Føroya
Fólkaháskúli.
Summarskeið fyri gentur byrjar
á háskúlanum 1. mai.
Tær, sum ætla sær á skúlan,
kunna søkja sær studning frå Lands-
styrinum. Bønarbræv um studning
eigur at vera Landsstýrinum i
hendi áðrenn 16. mars, og sam-
stundis eigur innskrivingarseðil at
vera sendur skúlanum.
Umsóknarbloð, innskrivingarsedl-
ar eins og allar upplýsingar fáast
við at venda sær til skúlans.
Komið fjølmentar.
Føroya Fólkaháskúli, 14. januar
1956.
Marius Johannesen,
fyristoðumaður.
g den
nemmest mulige pasninge
skal De vælge
Hess-O-Matic.
Den fås nv
i flere størrelser,
og den pynter í Vem
FAN
[rss] [ss] fress)
VALDEMAR LUTZEN
Telf, 1020 Thorshavn
SÆSONEN
|
eee,
——————