leygardagur 28. januar 1956síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
|
p
=
|
SOSIALURIN
FRÆLSI
Ur tinginum |
Havn å Sandi.
/. P. Davidsen upplysti at hann
fyri nøkrum árum síðani hevdi
verið á einum fundi har oll sókn-
arstýrini á Sandoynni vóru við, og
at har var semja um at havnin
skuldi gerast á Sandi. Seinri varð
málið kannað av verkfrødingi Ant.
Djurhuus, og tær kanningar lógu í
landsstýrinum. Eisini varð málið
kanna av verkfrødingi Knudsen, so
tað sum Sands kommuna nú bad
um var, at arbeidi måtti vera
byrja. Peningurin var jú jåttadur í
síni tíð, og teir stóru havnaplan-
írnir vóru nú við at vera úti.
Erlendur Patursson helt at dýrt
fór at vera at gera havn á Sandi
og vísti á hvat verkfroðingur Harry
Fonsdal hevði skriva i 1947. Anth.
Djurhuus metti 1951 eina havn á
Sandi at koma at kosta 1.300.000
og helt hann at henda havn kom
at gera lítla nyttu, men ein fram-
burður bleiv tað kortini.
Poul Petersen helt at tað nú
var blivið ein mótasak at taka væl
undir eitthvørt uppskot, men ikki
bar tó til at gera sammeting við
tey góðu kyrruplássini. Í kyrrupláss-
unum betalir havnin sjálv kommun-
unnar part, men á Sandi skulu
skattaborgararnir gjalda. Tað sum
í 1951 var mett til 1,3 mill. er
nógv hægri í dag og hann helt seg
ikki kunna ganga við til at leggja
3/, mill. á sandingar, tí einki fyri-
lá hvørvitt staturin vildi vera við.
Davidsen segði seg vera fullviss-
an um, at um legtingi játtaði helvt-
ina vildi staturin ivaleyst gjalda
helvtina av kommununnar parti.
Málið varð beint í figgjarnevndina.
Skreiðing.
Fleiri skaðar eru hendir av
skreiðing og av, at børn heingja
seg uppí bilarnar í hálkuni. Í
lýsing í blaðnum í dag ger politi-
meistarin kunnugt, hvar loyvt er
at skreiða í Havnini, og verður tað
álagt børnum (og vaksnum, sjálv-
sagt) ikki at skreiða aðrastaðni í
Havnini, enn her verður givið
loyvi til. Hetta lovið er gjørt sum
ein roynd og er bert galdandi fyri-
bils. Sjálvsagt megu børn og ung-
dómurin fáa loyvi at skreiða
einhvørs staðni; men tað ber ikki
til, at skreitt verður um allan býin
sum best ber til, tað er alt ov
hættisligt — fyrst og fremst fyri
tey sjálvi, ið skreiða men eisini
fyri øll onnur.
Tað hevur stóran týdning fyri
JAVNAÐUR
íbúgvararnar sum heild, at tey ið
skreiða, halda seg á teim økj-
unum, sum lýsingin loyvir teim-
um, og tað ræður um, at foreldur
innprenta børnunum einans at
skreiða á hesum økjum, og fram
um alt annað, at børnini leggja av
hin ræðuliga ósið at heingja seg
uppí bilarnar.
= SKAÐAR
Í hesum kavanum eru hendir
skaðar av skreiðing, bæði í Havn
og suðuri í Vági. Børn eru komin
undir bilar og hava fingið mein,
ið kanska koma at merkja tey fyri
lívið.
Slíkir skaðar henda alt ov ofta
í okkara lítla samfelag, og teir
kundu kanska verið færri, um
børnini vóru meira ansin og hoyri-
lig, so ikki varð skreitt aðra staðni
enn har, id ikki var vandi fyri
hond, ið hvussu er hvat bilum við-
víkur.
Men sjálvsagt kann fólk fáa
mein av skreiðing, sjálvt um tey
ikki renna seg beint á ein bil. —
Miðvikudagin breyt ein ungur
Havnarmaður beinið. Hann hevði
staðið á skí úti í haganum. Ein
annar ungur maður breyt sær
skøvningin.
Hetta eru tó ikki allir teir skað-
ar, ið hendir eru í hesum kav-
anum; frætt er frá fleiri øðrum
skaðatilburðum, sjálvt um teir
ikki allir eru so týðandi.
Úr Hvalba.
Í seinastu viku vóru tveir sókn-
arstýrislimir í Havn og samrádd-
ust við landsstýrið um at fáa
pening til framhald av byggjan av
teirri bryggju, ið varð byrjað at
gera í 1947, og sum ikki er so
mikið útbygd enn, at miðal stór
skip kunnu liggja trygg við hana
og ferma, T. d. eitt so lítið skip
sum Smiril liggur heilt illa við,
uttan so er, at tað er gott og væl
hálvfløddur sjógvur. Og nú skriva
vit 1956. Men okkara sóknarstýr-
islimir komu aftur sum av torv-
heiðum. Landsstýrið hevði allar
umberingar — og ikki var annað
væntandi, tí tað vóru Hvalbingar.
Eisini sigast okkara umbods-
menn at hava havt ta nógv umtal-
aðu tunel á orði, sum skal gera
tað møguligt at fáa samband við
Tvøroyri, men eisini tað var líka
so ógjørligt, sum at flyta Hvalba
norður til Hattarvíkar. Men Hval-
bingar hava eisini fyri langt síð-
ani gjørt sær tað greitt, at ikki
fæst eitt einasta oyra til nakað
slag her í bygdini, so leingi sum
hetta landsstýri situr. Tað skal tó
í hesum tíðindabrævi viðmerkjast,
ST ———
| skipingarhavn,
BRØDRALAG
NR. 4 |
LEYGARDAGIN
28. JANUAR 1956
29. ÁRG.
Studningsveitan, fiskaprisur
og radiostød.
Vil Sosialurin gera so væl at
hýsa mær hesum:
Væl kann tað vera, at vit van-
ligu fiskimenn ikki hava skilt væl
reglugerðina fyri studningsveitan
til heimaróður; men eitt er vist, at
fiskimenn eru vónsviknir av tí við-
bótargaldan, ið til. heimaútróður
verður útgoldin í hesum døgum.
Viðbótin gav lyfti um so og so
mong oyru í studningi, antin fisk-
urin skuldi vera avhøvdaður ella
ikki, tað minnist meg einki standa
í reglugerðini um. Hvat landsstýr-
ið skilir við rundan fisk, so letur
tað til, at rundur fiskur ikki skal
hava høvd.
Rundur fiskur merkir millum
fiskimenn at hann ikki er flaktur!
Óflaktur fiskur, annaðhvørt hann
hevur høvd og rygg ella bert rygg,
merkir rundan fisk. Ofta verður
sagt millum fiskimenn: vit lata
bøllugt, hetta verður sagt, um so
høvdið er á.
Bøllutur fiskur, má eg hugsa
mær, er tað sama sum rundur
fiskur; tað er bert tað, at hann er
ikki flaktur, og tí er hann í rund-
um sniðri, og um tú sker høvdið
av honum, er hann líka rundur
fyri tað.
Landsstýrið skal ikki hava ótøkk
frá mær, tá teir hugsaðu um okk-
um útróðramenn við eini prísvið-
bót; men teir høgu harrar skuldu
bart havt latið lýsingina av reglu-
gerðini verið púra týðuliga og
greiða og latið okkum vitað, at tá
t. d. plássið lá yvir 10 km frá av-
var viðbótin 5
oyru kg fyri fisk avhøvdaðan latin
við ryggi, so vildu vit betur skilt,
hvat vit kundu væntað okkum í
årsliti av prísviðbótini.
Ogviliga rak er hendan viðbót;
men betur er hon enn eingin. Var
einki, so vildi bensinprísurin verið
ein nívandi byrða fyri útróðrar-
at hin stóra framleiðslubygdin
Hvalba ikki skal kunna hava ella
fáa frægari havnaviðurskifti, enn
tey, sum eru. Nýggjur stjóri er
settur við R. K. frá 1. febr., og er
tað Høgni Jespersen úr Hvalba;
hann er 6. stjórin, síðani kola-
sølan varð stovnað í 1942. Tríggj-
ar umsóknir vóru innkomnar, hin-
báðar úr Havn og av
Tvoroyri,
Kavin, id ligid hevur nå i fleiri
dagar, er nú so nógvur, at ikki er
møguligt at koyra til kolanámini,
uttan at skumpað verður,
ar vóru
Tíðindamaður.
mannin, ogeisini bensintollurin —
ein ógviliga órættvísur skattur.
Betur er ill hurð fyri gátt enn
eingin, og so er tað við prísvið-
bótini. Landsstýri og løgting eiga
tøkk fyri tað, teir gjørdu her; men
ein onnur søk er óloyst enn í dag,
og tað er fiskaprísurin hjá útróðr-
armanninum í Føroyum.
Fiskaprisurin er ógviliga ójavn-
ur. Eg veit, hann er 40 oyru kg
á summum plássum, og hann er
vist, har hann er hægstur, í minsta
lagi 55 oyru kg á øðrum plássum.
Hetta er 15 oyru kg á mun. So-
statt kostar ein vekt a 100 kg 15
kr. meiri fyri summar útróðrar-
menn enn fyri aðrar.
Tað er sjálvandi, at fiskurin má
vera bíligari innkeyptur á plássi,
har salt frá keypstaðnum má fer-
ast til. og har fiskurin má flytast
frá smáplássi til avskipingarhavn,
fraktin og lossingin er ógviliga
dýrgalt fyri innkeypara á smá-
plássi, og hetta førur við sær, at
útróðrarmaðurin á smáplássinum
fær munandi minni fyri sama ar-
beiði sum útróðramaðurin á stór-
plássinum. Eingin kann siga hand-
ilsmannin illan fyri tað, at hann
má rokna við útreiðslum, ið stand-
ast av at keypa fisk einar 10 km
og meiri frá avskipingarhavnini.
Hvussu stórar hesar útreiðslurnar
eru, er mær ikki heilt greitt; men
skal handilsmaðurin lata t. d. 1
kr. í farmagjald fyri hvønn fiska-
pakka, hann hevur at føra til av-
skipingarhavnina, so eru har í
frakt 2 oyru av hvørjum kg í salt-
fiski, og hartil kemur so lossing
bæði úr og í, og sum áður nevnt
farmagjald og lossing av salti.
Hesar eykaútreiðslur gera tað,
at útróðrarmenn á smáplássunum
altíð fáa skerdan lut, fáa eini 10
til 15 oyru kg minni fiskaprís
í okkara lítla landi; tað er ikki
eggjandi fyri teir menn, ið tann
minsta prísin fáa; men beinleiðis
er tað møguligt, at hetta kann ikki
vera øðrvísi; men eitt er so, sum
kann verða gjørt, um frísinni og
hjartalag er til tess, og tað er, at
okkara løgting og landsstýri skip-
ar so fyri, at viðbótin til hesi pláss
verður sett soleiðis, at tað er ein
javnur prísur fyri fiskin hjá øllum
útróðrarmonnum í okkara Føroya
landi. Hetta er ikki torført at fyri-
mær at bera
Prísásetingar-
skipa, og loyvi eg
uppskot:
nevndin setur ráfiskaprísin
og saltfiskaprísin á, Innkeypari,
ið hevur haft undirskot, skal hava
rætt at sýna roknskap sín fyri
landsstýrinum, sum gevur honum
; Framhald á 4. s.
fram í
eins