leygardagur 18. februar 1956síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SRS SO
Se
Pe ÉÉ[[|[UUEUO—
SOSIALURIN
FRÆLSI
JAVNADUR
Studningur til útróðramenn
Løgin um studning til útróðra- |
menn hevur verid til vidgerdar å
tingi.
Fíggjarnevndin, ið hevur havt
hana til umhugsunnar, legði nú
ein dagin fram støðu sína.
— Allir fíggjarneyndarlimirnir
uttan P. M. Dam fyri javnaðar-
flokkin vórðu vorðnir samdir um
at broyta hana soleiðis, at hon
bara skuldi galda fyri opnar bátar
og ikki sum í fjør fyri øll før, ið
dríva útróður við Føroyar.
Øregaard, Dam o. fl. vóru ímóti
hesum afturstigi fyri fiskimenn og
løgdu fram fylgjandi broytingar-
uppskot:
1. fS 1 verður »2 oyru« broytt
til »5 oyru«.
2. fS 1 gongur orðið »opnum«
Út.<
Við framløguni av hesum broyt-
ingaruppskoti helt Øregaard fyri:
Studningslógin hevur virkað
ógreið. Tað er heldur ikki so løg-
ið, tí hon varð gjørd í skundi í
Meg og okkum javnaðarmonn-
um undrar støðuna hjá tingmonn-
um yvirfyri fiskimonnum, ið reka
útróður við Føroyar.
Tað skuldi verið so sjálvfylgju-
ligt, at útróðraménninir vórðu
stuðlaðir. Teir áttu ikki at verðið
gloymdir, tá ið studningsmálini til
fiskivinnuna vóru viðgjørd. Men
tað er sum fiskimenn ongar tals-
menn hava í hinu mflokkunum á
tingi. Men eg havi ongatíð havt
álit á tingmonum, tá ið talan hev-
ur verið um fiskimenn. Nú, tå ið
uppskot liggur frammi um at veita
útróðrarmanninum bara 5 oyru
uppá kg, er stemningurin dapur
og »dyster« — tað er sum toran
skal sláa niður.
Tað var mikið stríð, tá ið javn-
aðarmenn komu fram við upp-
skotinum um minstuløn til fiski-
menn. Okkara krav var ikki framt
til fullna. Men nakað varð vunnið
at enda. 800 kr. vóru vit komnir
upp í. Men so hendir tað merki-
liga, at fiskimannafelagsforsprák-
ararnir koma sjálvir við uppskoti
um at lækka minstulønina niður
í 650 kr. Hetta bakkastið hevur
kostað fiskimanninum nógv
hundrað túsund!
Tað er ófatuligt, at stórur orða-
dráttur skal standast um at veita
fiskimanninum 1 oyra uppá pund-
id — 21/4 oyra, skilji eg, at menn
ikki vilja hoyra talan um. Men
samstundis eru menn dystinfúsir
at veita reiðarunum 50 oyru kg
fyri stóran Suðurlandsfisk.
Verður hetta beskedna uppskot-
ið framt, siga mótstøðumenninir,
Í
|
|
|
útróðr
verður talan um astronomisk tøl.
Men at veita fleiri hundrað túsund
í studningi til hundraðtúsundtals-
menninar, halda teir einki vera at
tala um......
Er nakað tarið í tingmonnum,
vilja teir atkvøðu fyri
okkara broytingaruppskoti.«
Langur orðadráttur varð spunn-
in millum Øregaard, Davidsen og
P. M. Dam 6drumegin og Iversen,
Hanus við Høgadalsá og A. Djur-
huus hinumegin.
Men úrslitið varð tað, at broyt-
ingaruppskotið um at veita øllum
studning fall við tað, at
bara 8 greiddu atkvøðu fyri tí.
greiða
Ymist
Frodbiar javnadarfelag og hitt
sosialistiska ungmannafelagið á
Tvøroyri hildu føstulávintsveitslu
leygarkvøldið 11. í. h. Um 250
luttóku. Veitslan var sera góð við
sterkum sosialistiskum hýri.
Um 50 menn arbeiða í kola-
náminum í Rangabotni. Úrtøkan
er nú reiðiliga góð, ríður um góða
dagløn fyri mannin. Hon hevur
leingi ligið væl undir.
Útróðurin í Suðuroy e rgóður.
Flakavirkið á Tvøroyri er í
trupulleikum. Talan er um sølu til
danskt felag.
N. J. Mortensen á Tvøroyri og
Dahl á Gørðum í Vági skulu
keypa hvør sín trolara av teimum
4 týsku, ið hava verið í útboði.
D. Niclasen í Seyrvági og Poul
Hansen í Havn skulu hava hinar
báðar.
Realkreditstovnurin og lands-
stýrið søgdu, áðrenn hálvttalað
varð orðið, ja til umsók um lán til
hesar menn.
Vestmenningar hava keypt trol-
ara á somu stødd sum Fiskanes.
Eisini teir hava fingið lánlyfti frá
realkreditstovninum og studnings-
lyfti frá landsstýrinum.
Erlendur Patursson er aftur-
komin úr Noregi. Hann hevur
samráðst, siga menn, um manna-
gongdina, ið nýtt skal verða fyri
at taka Føroyar,
Arbeiðsloysis-
studningur
Hungur er hart sverð; men í
øllum framkomnum londum, ser-
stakliga Nordanlondum (Føroyar
sjålvandi undantiknar) ve.dur al-
mikið gjørt fyri tey arbeiðsleysu.
Tey skulu ikki kenna seg sum út-
skotin av samfelagnum, sjálvt um
teimum ikki unnist ein arbeiðs-
BROÐRALAG
Em
dagur, og sjálvt um hitt kapita-
listiska arbeiðslagið ikki er ført
fyri, og í mongum forum ikki vil,
veita arbeiði til allar arbeidsførar
hendur. Arbeiðarar í hesum londum
eru arbeiðsloysistryggjaðir. Í Dan-
mark eru umleið 50 pst. av ollum
arbeiðarum tryggjaðir, í Noreg 67
pst. og Svøriki 43 pst. Tryggingar-
peningurin verður goldin av teim-
um tryggjaðu sjálvum, arbeiðsgev-
arunum og tí almenna. Hesi gjøld
falla nakað soleiðis: (Roknað verð-
ur við manni, ið hevur fingið ein-
ar 300 kr. útgoldnar). Av hesum
hevur hin tryggjaði sjálvur goldið
132 kr., arbeiðsgevarin 18 kr. og
hitt almenna slakar 150 kr.
Á henda hátt er tað gjørligt hjá
einum arbeiðsleysum at halda versta
trotinum burtur, soleiðis at kona
og born kunnu liva — um enn við
stórum sparsemi — hóast hin ó-
hugnaliga arbeiðsloysiságangin, ið
|
me ——…
NR. 7.
LEYGARDAGIN
18. FEBRUAR 1956
29. ÅRG.
Beina kós!
Vanligt hevur verið, at »tunnu-
fiskurin til Brasiliu hevur verið
sendur til Noregs, har hann hevur
verið umlastaður í norsk skip, ið
røkja Brasiliusiglingina.
Í hesum døgum verður fyrsta
royndin gjørd at senda fiskin bein-
leiðis úr Feroyum til Brasilju. Tað
er Martin S, ið fara skal yvir við
19000 tunnum. Hann fermur nú í
Suðuroy og væntast at fara úr
Føroyum hósdagin.
er ein av mannaættarinnar størstu
forbannilsum — men ein sjålvsøgd
og fullkomuliga náttúrlig frukt í
hinum kapitalistiska samfelagnum.
Arbeiðsloysið kann ikki rekast
burtur uttan í einum sosialistiskum
samfelag — tað er og verður
6gjørligt.
Havnar Arbeidskvinnufelag 20 år
16. februar vard Havnar Ar-
beidskvinnufelag 20 år.
Fyrsti formadur — um ein kann
taka so til var Tora Poulsen,
men hon sat bert Í år, so varð
Andrea Árting vald. Hon hevur nú
stjórnað felagnum í 19 ár, og var
|
afturvald á aðalfundinum, ið hildin
varð stovningardagin.
20-åra dagurin varð hildin við
aðalfundi og veitslu. Einir 60 limir
vóru samankomnir, og stovnari
felagsins, N. A. Eidesgaard, var
við sum einasta mannfólk.
Úr Suðuroy
Sunnudagin vóru 80 ár, síðan
Fámjins kirkja varð vígd av sóknar-
prestinum Carl Fr. Nielsen, og varð tí
hildin minnisgudstænasta henda dag
Vilhelm, ið
hevði eina sera vakra og hjartagríp-
av sóknarprestinum É,
andi minnisprædiku.
Á Tvøroyri er nógvur fiskur komin
á land í seinastu viku, og keypir N. J.
Mortensen mesta partin av fiskinum.
Flakavirkið er steðgað fyribils at
framleiða fiskafløk. Tað hevur verið í
umbúnað at leiga flakavirkið til danskt
felag; men hesin leigu- (ella sølu-)
sáttmálin er ikki komin í lag enn.
N. J. Mortensen hevur gjørt útlegg i
flakavirkinum uppá kr. 4500,
Veðrið hevur verið sera gott í sein-
astuni, og hevur tí verið roynt dúgliga
eftir fiski frá ymsum bygdum, og tað
hevur eisini víst seg at vera nógvur
fiskur til, T. d. vóru Sandvíkingar úti
i seinastu viku, og fiskaðu teir framúr
væl — um 30 sentnar á bát. Hvalbing-
ar vóru føstulávints sunnudag í Sand-
vík og dansaðu.
Hvalbingar dríva alsamt á kolið, og
verður væl av koli avskipað, tá ið
veðurlíkindi eru til tað. T.d.
630 tons avskipað í seinastu viku.
ikki so
væl fyri koli sum vanligt, og eisini er
vóru
standa tíverri
Kolanåmini
fryktandi fyri, at stedgur kemur í ar-
beidid orsakad av, at eingi props eru
til at halda minunum vid, og nær
nøkur koma aftur, er Hvalbingum
ókunnugt. Tað er landsstýrið, sum
syrgir fyri keypinum, og sum vituligt
er, arbeiðir tað bæði skjótt og væl.
Dj.
Dagligt breyð skatta-
frítt.
Um ein vil fremja vælferð fólks-
ins og ríkidomi samfelagsins eigur
ein ikki at leggja skatt á fram-
leiðsluna av kapitalinum, men tvørt-
urímóti tå ið kapitalurin verður
brúktur, t. v. s. fyrst og fremst
skal luksusbrúkið verða nógv
skattað. Á henda hátt kundi skatt-
urin verið munandi rættvisgjørdur.
Hver familja skuldi tá átt rætt til
at drigið frá tað í sjálvuppgávuni,
ið neyðugt er at liva av, men
sjálvandi má ein her fyrst kanna
eftir støddini á familjuni og hvussu
peningurin verður vunnin. Neyðugt
vildi tá verið at lagt ein hægri
skatt á munin millum hitt skatta-
fría forbrúkið og tað veruligu inn-
tøkuna, men hetta vildi tó í øllum
forum komið øllum teimum smærru
inntøkunum til góðar og verið ein
ovurstórur lætti hjá teirri breiðu
fjøldini.
Í Funningsfirði hava menn fingið
nakað av sild, men smátt slag er.