leygardagur 25. februar 1956síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AR
Bókasavnsleikurin
lokin.
Háttvirdi partamaður! Tað gleddi
meg at lesa hasa megnargrein tína
í seinasta nummar av blað okkara,
harí tú so rámandi rysti alla ta
eitursprændu óhumskuna av tær og
partamanni okkara, Pæturi, sum
tær illavorðnu tungur hava roynt
at goyst gor og gall yvir viðvíkj-
andi Froðbiar sóknar bókasavni,
har tær vita, at javnaðarmenn sita
við ræðið. Oll, sum hava lisið tað,
sum hevur verið skrivað um bóka-
savnið í Froðbiar sókn, hava uttan
iva ógvast við, at soleiðis skal
verða framfarið á einum bókasavni
og at peningur skattaborgaranna
skal verða soleiðis viðfarin — og
tá serstakliga av einum sosialist-
iskum stýri. Hvussu mangar ferðir
varð ikki háðandi tveitt við hes-
um orðum: Socialismens højborg í
Tverá.
So ein og hver, sum dugir at
fata nakað, hevur dugað at skilt
tað, at ikki bert hevur verið roynt
at kasta við eitrandi bløkum eftir
bókasavninum — men serstakliga
politisk blok eftir sóknarstýrisfor-
manninum. Øll henda mikla gølan
hevur verið matur fyri javnaðar-
flokksins herðu mótstoðumenn.
Tað skal tí verða sagt, nú hesin
leikur er lokin, og teir miklu av-
rekskappar standa so skammiliga
eftir við tap í hendi — so naknir
og úrlatnir, at skammilig mátti
gerðin verið. Hesin leikur hevur
verið teimum, ið vildi tykkum at
bana, til munandi mannminkan, og
tykkum til miklan sigur og sóma.
Tað gleddi meg mikið, at tú nú
legði út í vaðið og so opinlýst
segði frá, hvussu øvutar tit róku
øvundarmenn tykkara aftur í havið.
D. J. Sørensen,
42 tíma arbeiðsvika
Norska sosialistastjórnin hevur í
Stórtinginum lagt fram uppskot
um at stytta arbeiðstíðina, soleiðis
at ein arbeiðari hereftir ikki kem-
ur at arbeiða í 48 tímar um vik-
una sum nú, men bert í 42 tímar,
— sjálvandi við somu vikulon sum
frammanundan. Áralangar kann-
ingar hava til fulnar prógvað, at
hetta letur seg væl gera uttan at
nerva framleiðsluna á nakran hátt.
Henda arbeiðstíð-stytting er eisini
í umbúna í Danmark. Í Ameriku
arbeiða menn bert 5 dagar um
vikuna í nógvum ídnaðargreinum,
og har er í umbúna at taka ein
dag burtur av aftrat, soleiðis at
arbeiðsvikan einans verður 4 dag-
ar. Nútímansgerðin av framleiðsl-
uni ger hetta neyðugt í mongum
forum. Mannahondin er íkki for
fyri at avríkað nóg mikið í mun
tíl maskinurnar um hugsan skal
vera um sanna kapping á markn-
aðinum.
HH ———iiww
- men so var einki øl eftir,
og vit vóru um at doyggja av tosta.
Hin: Ja, men var einki vatn har nær-
hendis.
Vatn! Ájú, har var ríkiligt av |
vatni; men júst í hesi løtuni var eingin
sum ætlaði at vaska sær,
Føroya listafelag hevði fund i
gjårkvøldid á skrivstovu L. Litzens.
Í kvold kl. 8 hevur Skótalið
Sigmund Brestirssonar kveldskemt-
an í Sjónleikarhúsinum.
Tvørå Boltfelag hevur eykaaðal-
fund í húsum Fylkings í kvold.
Í kvold kl. 19.30 hevur fólka-
flokksdeildin í Sudurstreymoy á.s-
aðalfund í Losjuni.
Í morgin kl. 15.30 verður minn-
ingarsamkoma í Sjónleikarhúsinum.
Tað eru 75 ár síðani Janus |
Djurhuus, skald, varð borin í heim.
Í morgin kl. 3 s. p. hevur
Arbeiðsmannafelag aðal-
Dagsskråin er:
såttmålin
Havnar
fund í Losjuni.
Framløga av roknskapi,
og lógarbroytan.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
hevur fund í annaðkveld kl. 8 í
Losjuni. — Kaffiborð. Sí lýsing í |
blaðnum.
Felagið Varðin hevur ársaðalfund
mikudagin í næstu viku í Lands-
neystinum.
Týsdagin 28. februar hevur For-
oya Ferðamannafelag ársaðalfund
á Ferðamannastovuni.
Ikki við vápnum.
Hósdagin segði indiski president-
urin Nehru, at India vildi ikki nýta
vápn fyri at fáa landokið Goa frá
Portugal. Men ætlanin man kortini
India skal fáa hetta lítla
hava rátt
nøkur
vera at
oki, ið Portugalsmenn
yvir á indisku strondini í
árhundrað.
Hann rósti annars Onglendingum
fyri, at teir ætladu at geva Gull-
strondini í Afriku sjálvstýri næsta ár.
ÚR HVALBA
Nú er skattaálíkningin liðug, og
tann álíknaði skatturin er í ár
184.270 kr. í móti 165.000 í 1955
Størstu útreiðslurnar eru vegir
og lendingar 60.218.
Fíggjarætlanin er uppi á kr. 237.
418. Hon vísir seg tíverri at verða
stødugt vaksandi her í sóknini, tó
lítið sæst eftir av einum og ødrum.
Tíðindamaður.
FÆRØSK MARGARINE
FÆRØSKT PRODUKT
Vita No |
VITAMINISERET
Den fås nv
i flere størrelser,
og den pynter Í stuer
VALDEMAR LUTZEN
Telf. 1020 Thorshavn.
Fyri
menn og dreingir
troyggjur, buksur
manchettskjurtur i
Undirklædir,
kakhiskjurtur,
ymiskum litum, slips, húgvur (caps)
hosur í nógvum litum og góðskum,
sportshosur, leðurbeltir, arbeiðs-
buksur og troyggjur o. m. a., alt
til såmuligar prisir.
Firma D. J. WILHELM
Vågi. Telefon 6.
Aðalfundur í Varðanum
verður mikudagin 29. febr.
kl. 8 í bátahellini.
Dagsskrá:
Frágreiðing.
Roknskapur.
Nevndarval.
Ymist. Nevndin.
FINT PRODUKT
FØROYA BANKI
Tórshavn
bert opin fyri bankayrki kl. 10—12
vegna 50-ára minningarhaldið
Hygg her!
Nýliga heimkomnar verur, mo-
dernaðar blondegardinur í ymisk-
um mynstrum, damuundirtoy, undir-
kjólar í silki og nylon, troyggjur
og buksur í silki og interlock,
sokkar fyri damur og born í ym-
iskum sløgum, barnaundirtoy ullint
og silki. Kjólatoy, ullint,“ silki og
bumull, alt til lægstu prísir.
Firma D. J. WILHELM
Vági. Telefon 6.
Udryddelse af fyr
(husbukke og træorm).
I sommeren 1956 vil der blive
iværksat behandling med giftgas
(CYANBRINTE) og speciel gift-
vædske (CUPRAN SUPER X) til
udryddelse af træskadedyr i beboel-
seshuse på Færøerne.
Prisen for en gasbehandling af
et almindeligt 1-familiehus vil blive
ca. 500 kr. Ved behandlingen, som
varer ca. 4 døgn, bliver huset til-
dækket med pressenninger og bebo-
erne må evakueres.
Ved angreb af mindre omfang
vil der eventuelt kunne anvendes
sprøjtebehandling med giftvædske
til priser fra 200 til 400 kr.
En forudsætning for gasbehand-
lingernes gennemførelse er, at et
tilstrækkeligt antal husejere viser
sig interesserede. Behandlingerne
vil blive udført af bekæmpelses-
firmaet TERMITCO A/S, Køben-
havn, der har mange års erfaring
i udryddelse af træskadedyr, og
bl. a. har udført behandlinger for
kirkeministeriet, toldvæsenet, zoolo-
gisk museum m. fl., samt i udlandet.
Interesserede bedes henvende sig
til H. C. Hansen, Tverå, inden
udgangen af marts.
om=| KVINNAN |==
Speygisild er ikki nakad, id skal
evnast til í síðstu lotu. Hon skal fyrst
vatnast út í timavis, so hon ikki longur
smakkar av sild, síðan skal hon turkast,
helst hanga til turkingar, og sidan leggjast
við skræðuni uppeftir á flåa skál. Edikk-
urin skal vera sterkur og setur og so
nógv skal latast í ílatið, at sildaflokin!
eru reiðiliga undir. Eitt sindur av olju
verður latið útá fyri at gera sildina
blanka og bleyta.
Feska ger er best at goyma soleiðis:
Gerin verður trýst niður á botnin á
einum koppi, sum verður vendur við,
settur niður á eina skál, hvar id í er so
mikið av vatni, at eingin luft sleppnr í
koppin ella úr honum.
Hin vituga kvinnan venjur mann sin,
áðrenn hon giftist við honum. Aftaná
er tað ov seint.
Vísdómsorð.
Tygum vilja fasthalda, at tygum ikki
vóru harri yvir tygum sjálvum, tá ið tað
hendi?
— Ja, harra dómari, kona mín var við.
Taðer eitt vána gildi, har einki brotnar,
helt konan, tá ið maður hennara hevði
brotið hálsin,
Ég revsi konu mína einans við góðum
orðum, segði maðurin — hann blakaði
bibliuna í høvdid á henni.
Tað gjalda vit klokkaranum fyri, segði
maðurin, tá hann varð spurdur, hví hann
ikki sang í kirkjuni.
Góður útróður. Bátur av Viðar-
eiði veiddi 1500 pund við sneri.