leygardagur 31. mars 1956síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
BRØDRALAG
FRÆLSI
PÅSKIR
fgjår var Langi friggjadagur.
Tå doydi Hann å Krossinum fyri
okkum. Ti, so elskadi Gud okkum
menniskju, at: Hann gav Einkar-
son sín, fyri at hvør tann, sum trýr
á Hann, ikki skal glatast men fáa
eitt ævigt lív.
Menniskjuni kunnu vera hástór.
Tey kunnu seta seg sjálvi fram
um øll onnur í fáfongdari sjálv-
virðing og áliti á sjálvan seg. Tey
kunnu halda seg sjálvi bera ein
yvir allar, og meta ongan ella ið
hvussu er fá sum sín líka,
Men tá tey so koma at standa
yvir fyri hesum orðum: Jesus
doyði, fyri at tú kundi verða
bjargaður, ja, tá duga tey ikki at
skilja, at Jesus varð krossfestur
fyri hvønn einstakan okkara. Tá
kennir hvør einstakur okkara seg
so virðislítlan, at hann dugir ikki
at fata, at Guð skuldi geva Son sín
upp í mannahendur at líða svára
pínu og deyða, fyri at bjarga mær,
fyri at bjarga tær, so tú og eg
skulu vinna hitt æviga lívið. Tá
halda vit okkum hvør sær vera so
vesæl og virðileys og syndafull,
at vit duga so illa at fáa hetta at
bera til: Hann læt Son sín doyggja
fyri at bjarga mær. — Hetta er
so ófatuligt fyri mannavitið. Hetta
er ein so stór náðigáva, at vit hava
so ilt við at fat atað og trúgva tí:
— Fyri ein slíkan sum meg?!
hugsa vit. Nei, nú er hitt hástóra
horvið, nú kenna vit okkum so
óverdug, at vit fáa hetta ikki at
bera til.
Men vit megu trúgva hesum!
Einans trúgvin á Hann kann
bjarga okkum undan deyðans
døpru nátt og leiða okkum inn til
hitt æviga lívið.
Uttan trúgv er eingin bjarging.
Tann, ið ikki trýr, at Jesus við
deyða sínum legði syndir okkara
á seg — tinar og mínar —, fyri at
vit kundu verða bjargað, hann
kann ikki vefða bjargaður; tí
hetta er einasta bjargingarleiðin!
Jesus doyði á Krossinum fyri
mannaættina alla.
Men Hann vann av deyðanum.
Hann reis upp av deyða á triðja
degi og fór heim til Faðir sín at
útbúgva okkum pláss í Faðirhús-
inum. — Pláss fyri hvørjum av
okkum, ið trýr á Hann.
Hann doyði á Krossinum fyri
at bjarga úr syndadíkinum — ikki
bara tær allari
mannaættini— henni, ið livdi tå,
henni ið livir nú, og henni, sum
verður at liva hereftir. Og vit
báðir, tú og eg, vit hava sama rætt-
in sum øll onnur menniskju at
vinna hitt æviga lívið, Tað krevst
av okkum, at vit skulu
og mær, men
einans
JAVNAÐUR
trúgva á Hann. Í trúgv á Hann
verður tú bjargaður. Í trúgv
á Hann verði eg bjargaður. Tú
og eg, vit eru hvør sær ein einari,
eitt individ av mannaættini.
Hann doyði fyri at bjarga allari
mannaættini, Men Hann krevur
ikki eina kollektiva trúgv av allari
mannaættini. Nei, tú og eg, hvør
okkara má svara fyri seg. Hvør
okkara má trúgva á Hann, um tú
skal fáa hitt æviga lívið, um eg
skal fáa hitt æviga lívið.
Hann doyði á Krossinum fyri
at lætti syndabyrðina av herðum
okkara. Hann reis upp av deyða
og fór heim til Faðir Sín, har
Hann stendur og breiðir út arm-
ar Sínar móti okkum:
Komið til Mín!
Ongan trolara til Fuglfirðingar!
Landsstýrið noktar Fuglafjarðar kommunu at lána pening
til at keypa trolara fyri.
Fuglfirðingar hava tilboð uppá
ein stóran trolara úr Onglandi. —
Sóknarstýrið var í Havn mikudag-
in til samráðingar um hetta keyp
við landsstýrið. Báturin, teir vilja
keypa, av somu stødd sum Fiska-
nes; men hann hevur motor, so
hann lastar heldur meira enn
hann, Báturin er um 5 ára gamal-
ur, og hann kostar umleið 41/5
milj. kr.
Hetta eru stórir pengar. Aksiu-
peningurin, sum teknaður er í
Fuglafirði, liggur um 200.000 kr.
Har uppi í eru arbeiðsmanna-
felagið og handverkarafelagið í
bygdini við umleið 50.000 kr. —
Sóknarstýrið søkir landsstýrið um
loyvi at lána 300.000 kr. at seta
í fyritøkuna.
Síðan vænta teir at kunnu lána
50 % av keypipeninginum frá
realkreditstovninum, lán og
studning uppá 25 % frá lands-
kassanum.
og
Seinastu tíðindi
í hesum máli eru tey, at lands-
stýrið hevur sýtt Fuglafirðar sókn-
arstýri at taka lán fyri at seta
Sostatt
man henda roynd helst fara at
detta niður fyri.
Hetta er stórt spell, tí
pening í trolarakeypið.
í Fugla-
firði er lítið arbeiði, og ein slík
fyritøka vildi verið ein góður
stuðul fyri plássið, Menn rokna
vid, at 0. u. 85 % av Fuglfirðing-
um eru arbeiðsleysir. Kommunan
eigur ognir til eitt virði av o. u.
2 milj. kr., so ikki nýttist lands-
stýrinum at borið ótta fyri at kom-
ið at hingið uppá nakrar útreiðsl-
ur, um illa vildi til.
Eisini í fyrraárið royndu Fugl-
firðingar at keypa trolara. Eisini
tá fall keypið niðurfyri, tí lands-
stýrið ikki vildi loyva kommununi
at taka lán. Ta ferðina var keypið
kortini ikki komið so nær undir
land sum hesa ferð.
Uttan arbeiðarastjórnina vildu donsku
arbeiðararnir ivaleyst longu havt tapt
verkfallið mikla.
Allastaðni, har ikki sosialist-
arnir hava stjórnarvaldið, eru
arbeiðararnir í teirri støðu, at
líkindini til bøtan av teirra lønar-
og arbeiðsviðurskiftum annað-
hvørt eru skerd ella eisini hvíla á
einum ógvuliga veikum grundar-
lagi.
Tað er væl eingin ivi um, at
donsku arbeiðararnir longu høvdu
havt tapt, um ikki javnaðarmenn
— arbeiðaraflokkurin, beinleiðis
sprottin av fakleløgunum — ikki
høvdu havt stjórnarvaldið.
Javnaðarstjórnin er beirt ein
minnilutastjórn og má tessvegna
styðja seg til annan flokk, hvørja
ferð, teir skulu fremja eitt mál.
Um ikki, kann skjótt
standa fyri falli, Tað vilja donsku
arbeiðararnir ikki. Í somu løtu
sum afturhaldsflokkarnir — kon-
stjórnin
Í
|
servativir og vinstra — koma til
ræðið, verða í hundraðtúsundir
arbeiðarar riknir út í arbeiðsloysi.
Meira arbeiðsloysi, minni verður
keypikraftin hjá fólki, lættari
verður at bøta upp á valuta-
støðuna.
Besti stuðul javnaðarmanna —
teir radikalu — eru komnir fram
við uppskotinum um at seta tvungn
an gerðarrætt og harvið fáa enda
á verkfailinum. Javnaðarstjórnin
vil ikki ganga við til hetta, og fak-
kortanei bæði til
tvungnan og sjálvbodnan gerða-
feløgini siga
dóm.
Støðan er
javnaðarstjórnin,
, rå
álvarsom. Rýkut
eru arbeiðar-
arnir prísgivnir, og tapið er teim-
um fullvíst, men arbeiðarastjórnin
Tað er lætt at
skilja. at støðan er hættislig,
er í minniluta.
NR. 13.
LEYGARDAGIN
31. MARS 1956
29. ÅRG.
arbeidararnir standa sterkt fylktir.
Rykur teirra egna stjórn, ja, so
eru kortini teirra egnu fakfeløg
eltir — fakfeløgini við teirra
800.000 limum. Tora afturhalds-
flokkarnir at fella stjórnina og
síðan fara í hernað móti fak-
feløgunum? Ein hevur loyvi at
halda, at tað neyvan verður aftur-
haldsflokkunum gjørligt at vinna
sigur á hini máttmiklu sosialist-
isku arbeiðararørsluni. Vónandi
verður afturhaldið á hesum sinni
fyri einum slíkum bakbresti, at
tað aldri fær høvdið fyri seg aftur.
Islendska stjórnin
fráfarin.
Týsdagin reyk íslendska stjórn-
in. Væntað varð, at hon før at
halda, hagar til Danakongur hevði
vitjað Ísland, men hetta varð ikki.
Tað vóru Sjálvstæðisflokkurin og
Framsóknarflokkurin (bónda-
flokkurin), ið høvdu hvør sínar
3 ráðharrar i stjórnini. Henda
stjórnin hevði sitid síðan 1. sept.
1953. Ósemja var um ameri-
konsku herverjuna av landinum.
Framsóknarflokkurin vil hava
Amerikumenn burtur. Sjálvstæðis-
flokkurin er ímóti. Í hesi vikuni
var hetta mál til atkvøðugreiðslu á
altingi, og varð tað samtykt, tí
bæði javnaðarmenn og kommunist
ar vilja hava Amerikumenn út av
landinum. Íslendingar ynskja kort
ini at vera innanfyri Atlantssátt-
málan.
Brunaskaðin
í Sandavági
Sunnumorgunin brunnu í grund
í Sandavági eini handilshús, 3 set-
hús, eitt pakkhús og úthús. 8 bygg-
ingar stóðu í ljósum loga ísenn,
áðrenn tað eydnaðist at slokkja.
Skaðin verður mettur til einar
200.000 kr. Bert handilshúsini vóru
tryggjað.
Hvussu eldurin er íbirtur, er ikki
gott at siga. Politiið hevur grun um,
at hann er ásettur av uttanveltaðum
manni.
Dómurin
Við landsrættardómin, ið domdur
var síðsta leygardag, vórðu Viggo
Joensen, Hans Jacob Justesen, Hans
Andr. Johannesen og Dorius Joen-
sen fríkendir.
9 av teimum ákærdu fingu sama
dómin sum við undirrættin.
Viggo Elfin Joensen
fingu hver: sínar 60 daga fongsul.
Poulsen 60 og Elias Eltor
Kjeld og
Esmar
Í 30 daga heftið.