leygardagur 21. apríl 1956síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Gávurnar
vóru fleiri enn so
Her í blaðnum varð sagt frá,
hvussu >gávumildur< Erl. Paturs-
son hevði verið móti okkum fiski-
monnum. Men tit gloymdu at
nevna, hvat vit máttu gjalda fyri
at tapa verkfallið í 1954, fyri 2
mistar Suðurlandstúrar, fyri bót-
ina, fyri tær 150 kr., vit mistu av
minstulønini, fyri prísviðbótina,
ið útróðramenn mistu o. s. fr. Til
at taka alt hetta frá okkum hava
vit fastløntar men við góðari løn,
og sjálvandi skulu teir hava eyka-
løn fyri hesar bjarnatænasturnar
móti okkum. Limagjaldid varð
hækkað við 10 kr. Fyrr betaltu vit
20 kr. fyri at vinna eitt sindur
aftrat, nú skulu vit gjalda 30 kr.
fyri at missa alt aftur.
Hesar gerðir tóku okkara leið-
arum fleiri mánaðir at fremja. Vit
lógu í vinnuloysi, men leiðararnir
fine hvør sínar 40 kr.
fjøruti krónur — um dagin. Í mun
til teirra arbeiði hesi seinastu 3
árini, eru hetta nógv hægst løntu
menn í landinum.
Vestmenningur.
30 pst. betri livikor
Sosialistiski forsætisráðharri
Fraklands, Mollets, hevur boðað
frá, at hann ætlar at hækka livi-
líkindini hjá franska fólkinum 30
pst. tey komandi 5 árini. Fyri at
røkka hesum máli er neyðugt at
hækka ídnaðarframleiðsluna 35
pst., landbúnaðarframleiðsluna
20 pst. og at by ggja 300.000 set-
hús á hvørjum ári. Nógvastaðni í
Fraklandi eru livilíkindini út av
lagi ring í løtuni.
Ringfelagsfundur sosialistanna
í Keypmannahavn
z
Í seinastu halgu helt danski
javnaðarflokurin ringfelagsfund í
Keypmannahavn „har høvuðsevnið
til umrøðu var politiska og fak-
liga stødan aftaná verkfallið.
Fundurin samtykti einmælt álitis-
váttan til stjórnina og tingbólk
javnaðarflokksins. Samstundis
varð boð sent til øll javnaðarfeløg-
ini í landinum um at kalla saman
til fundar og taka til viðgerðar
allar politiskar og fakligar spurn-
ingar í samband við seinastu
hendingarnar.
Fiskaprísirnir
Mikil hevur ónøgdin verið við
fiskaprisunum, Hetta hevur verið
framhildið í hesum blaði, og tað
var tann tíð, tá ið 14. sept. dundi
við hesum máli. Øll minnast skriv-
ingina móti Brockie „hesum ræðu-
liga »eydræninginum« yvir i Grøn
landi. Henda skriving endadi vid
at Brockie ikki vildi keypa meira
fisk har yviri. Úrslitið varð, at
prisurin reyk år 1 kr. nidur i
millum 80—90 oyru kg., og har
til er vert at minnast ta óvanliga
bíligu vørurnar frá Brockie. At
Erlendur Patursson eigur sín av-
gjørt fulla lut í hesum ovurstóra
|
SOSIA
NR. 16
21, APRIL 1956
LURIN
29, ÁR.
missi fiskimanna, er eingin ivi
um.
Vit kundu eisini lættliga nevnt
fiskaprísir her heima, men teir
kenna aðrir betur enn eg.
Sjálvur situr harra Pattinsson í
prisåsetingarnevndini fyri saltfisk
so líkindi til framhaldandi skriv-
ing um hetta evni skuldu verið tey
allra bestu, men hví steintegir
maðurin nú um fiskaprísir? Valla
man samvitskan vera hin besta.
Fiskimaður.
Bulganin og Kruchev
fóru sunnudagin úr Kalingrad
(fyrr Kønigsberg) umborð á
krússara til Onglands, hagar teir
komu til Porthsmuth og so víðari
til London á 10 daga vitjunnar-
ferð.
Sveríki miðar
móti 40 tímum
z
Í síni tid setti tåverandi sosial-
málaráðharri Strøng nevnd við ti
endamáli at kanna og gera upp-
skot til 40 tíma arbeideviku.
Fyrsta stigid verdur tikid i heyst,
tå ið sasiafistiska stjórnin leggur
fram eindiligt uppskot til 45 tíma
arbeidsviku. Nevndin verður
halda áfram við arbeiðinum og
seta fram uppskot um tey stig, ið
neyðug eru, hagar til 40 tíma vik-
an er veruleiki.
Styttan av arbeiðstíðini var eitt
mál, ið danska arbeiðarafjøldin
hevði sett sær undir seinasta verk-
falli, men sum ongan frama vann,
ti arheiðarastjórnim er í minniluta.
Kirkjubasarur
Kirkjan í Haldórsvík verður í
vetur 100 ár og er tað ætlanin til
100 áradagin at mála hana, leggja
inn el-ljós og hita og fáa nytt
orgul.
Fyri at kunna fremja hetta er
farið undir at gera til ein basar,
ið, um loyvið verður givið, verður
havdur 15. juli í ár. Er tað onkur,
sum hevur hug at geva eina gávu
— veri hon stór ella lítil, so eru
tey vælkomin at vera við at styðja
hetta verk og geva kirkjuni eina
føðingardagsgávu.
Gávur kunnu sendast til ein av
undirritaðu:
Alice Fossadal. Andrea Davidsen.
Astrid Joensen. Mikolina Joensen.
Dortea Matras, Haldórsvík.
Dora Thomassen, Langasandur.
A. Højlund, Kvívík.
P. Petersen, Hvalvík.
TØKK
Fyri synda vælvild frå fólki í
Vági og víða hvar í Føroyum, tå
„Vágs boltfelag« heyði basar tann
17. og 18. februar í ár, takka vit
hjartaliga.
Vágs boltfelag.
Sum vindurin —
Herfyri var gøla í Aarhus. Tað
var ein kvinna, ið ikki slapp til
arbeiðis, tí hon ikki vildi gerast
limur í felagnum fyri handils- og
skrivstovufólk. Afturhaldsflokkar-
nir, vinstra og konservativir, herj-
aðu beinan vegin á fakfeløgini og
javnaðarmenn, eins og teir gjørdu
tað undir læknamálinum. Í fólka-
tinginum komu teir fram við upp-
skoti um lóg, ið bannaði »orga-
nisanisationstvang«. = Javnadar-
bløðini siga m. a. í sínum svari til
aftarhaldsflokkar:sar:
— Var tað hugsandi at kunna
sett ein lækna á einum hospitali,
sum ikki var limur av Alm, dansk
Lægeforening? Tað kundi tað ikki
Klakksvíkar-stríðið byrjaði jú við,
at læknafelagið noktaði at góð-
kenna Halvorsen, tí hann ikki var
limur av felagnum. Tað skal við-
gangast, at eisini hesum máli tóku
mótmælisflokkarnir sær av við
miklum kærleika. Men teir vendu
væl at merkja kanónurnar móti
stjórnini, ikki móti læknafelag-
num.
38 milj. ølfløskur
Danska arbeiðararørslan eigur
hitt kenda »Bryggeriet Stjernen«.
Seinasta år seldu teir 38 milj.
fløskur av øli og 16,2 milj. fl. av
sodavatni o. tl. Selt vard fyri 26
milj. kr. Utgoldnar vórðu 6,3 milj.
kr. i arbeiðsløn til tey 5—6000
arbeiðsfólkini. Sum lesnaðhjálp
til 146 ungfólk vórðu lætnar 86
túsund kr.
Til sammetingar kann nevnast,
at tilsamans munnu bæði tey før-
oysku bryggjaríini selja einar 2
milj. fløskur av øli og miniral-
vatni.
24 pst. fleiri verkføll
Í Ameriku vóru 24 pst. fleiri
verkføll í 1955 enn árið framm-
anundan. 28 milj. arbeiðsdagar
fóru fyri einki. 2.750.000 arbeið-
arar vóru upp í hesum verkføllum.
Hetta er 80 pst. meira enn í 1954.
Síðan heimsbardagin endaði, hev-
ur tað bert 2 ár verið færri verk-
føll. Hetta er kortini eitt sera
náttúrligt »vælsignilsi«, ið kapi-
. talistheimurin hevur at bjóða sin-
á
j um mannabørnum.
a=| KVINNAN js
Å veg. Framtidin vil ikki bert —
sambært ensk bløð — lata okkum fara
til songar í pastell-litaðum seingjartoyi
men nú skulu teir sprøklutu litirnir
gerast meira romantiskir. Løk við
broderaðum blómum, summarfuglum
og innsettum blondum og koddar við
flæsum, blondum og plisse-viftum er
longu frammi á enska marknaðiinum.
Á sama hátt við løkum og dýnuvorum
av nylon, Prísurin fyri eitt lak í Ong-
ar
at krúpa í eina nylonsong ikki eitt
kuldagos?
| landi er 75 kr. — Gevur hugsanin um
Blaðið »Helse« heldur, at best er at
lata 3—4 tíma rvera ímillum hvørja
máltíð. Harfyri skal ein íkki eta 5—6
høvuðsmáltíðir. Heldur bert 3 og so
smærri máltíðir inn ímillum. Maturin
skal vera heldur soltin, ov saltur og ov
mikið kryddraður matur er skaðiligur.
Sterkir drykkir skaða virksemi mag-
ans, tað sama ger tubbak. Einki er
skaðiligari enn at roykja fyri svongd.
Apríl mánaði.
25. apríl er flaggdagur, hetta er Mariu-
messa. Dýri biðidagur er 27.
Mánadagin 23. apríl er 1 ár farið,
síðan Parkeston við teimum 130 politi-
monnunum kom á Havnina í samband
band við hina av landsstýrinum og
hjálparmonnum ætlaðu herferðina móti
Klakksvíkini.
*x
Maðurin bannaði yvir kuldan og tramp-
aði í vegin: —Nei, kæru vinir, ein skuldi
bú á eiuari óbygdari oyggj í Suðurhav-
inum, og so skuldi ein havt ein góðan
hvílustól, túsund kassar av øli og eina
gorillu. —
— Men hvat í verðini skalt tú brúka
gorilluna til?
— Tað er sjálvsagt. Ein gorilla er
so handasterk, og hon hevur fýra hendur.
Hon skal trekkja ølid upp.
Jóhann Ellendersen úr Hvalba
er frá 1. apríl at rokna settur sum
lærari í Fuglafirði.
Kvøldskemtan
fråhaldsmanna í losjuni seinasta
sunnudag varð uppaftur framførd
midvikukvøld og hóskveold fyri full-
settum húsi.
Har var ymist havt til skemtun-
ar. — Hin lítli skemtileikurin >Ein
hættislig roynd«, sum M. Mohr
hevur umsett, var reidiliga væl leik-
aður. — Sangurin var frálíkur.
Latum okkum fåa fleiri slikar
góðar skemtanir.
illig varme,
00 og kon
varme og den
nemmest mulige
skal De vælge
Hess- O-Matic.
Den fås nv lse
re størrelser,
hed pynter í blvem
stant
pasninge
VALDEMAR LUTZEN
Telf, 1020 Thorshavn,