Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-05-12, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 1956síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN FRÆLSI JAVNADUR Ein brennandi bygdaspurningur Flest allar føroyskar bygdir eru ógviliga illa fyri, hvat samkomu- húsi viðvíkur. Eina vána dansi- stova hevur ikki stórvegis virði, hon loysir ikki samkomuspurn- ingin. Hetta húsatrotið er ein størri meinbogi enn mangur hugsar. — Líkindi fyri menningararbeiði stirna, = ungmannafelagsarbeiðið dettur niður fyri, mentunnarlík- indini fána burtur í einki. Koma prædikumenn ella politikkarar til býggjar, er einki hóskandi høli, skal grannastevna haldast, ella eitthvørt áhugamál almenningsins leggjast fram, dettur hetta ofta niður fyri av hesi somu orsøk. — Føroyski dansurin hvørvur o. s. fr. So vist sum vit vilja rópa okkum eitt mentað fólk, er her ein ovurstórur spurningur, ið fyrst og fremst má loysast, og er hesin spurningurin so vorðin, at hvørt skilafólk, hvørt sóknarstýri og fremstu myndugleikar landsins mugu stíga upp í leikin. Fyrr verður einki av nøkrum. Hvør bygd má hava sítt sam- komuhús, og eitt samkomuhús, ið tænir flest endamálum. Slík hús megu vera nýtilig til fundarhøli, fimleikarhøll, dansihøll, sjónleik- arhús o. s. fr. Almikið verður spart við at hava so nógv sum gjørligt undir somu lon. Men her krevst samhugi frå øllum síðum og pørtum, tær fjar- støddu áskoðanir mugu her renna saman í eina heild. Kommunur og løgting mugu leggja upp í leikin, Leiðaraskeið Ítróttasambandið helt leiðara- skeið í Havn seinasta vikuskifti. 15 luttóku av bygd, og sunnudagin mundu 60 luttakarar vera. Fyri- støðumenn skeiðsins vóru Martin Holm, Jógvan Johansen, Ólavur Breiðá, Petur Simonsen, John R. Bjartalíð, Ludvík Petersen og Mannbjørn Mortensen. Endað var við kaffiborði, har Marjus Johan- nesen las upp. Aftaná varð tikið saman. Eystaneftir Nógvur fiskur í seinastuni. — Fyrru tíðina mest á djúpum vatni, nú á grynnri vatni. Mest verður veitt við Bjarnaoynna. Eystanfyri eru Dráttur, Venus, Rankin, Trónd ur í Gøtu, Nýpuberg og Havborg- in. Havborgin inni í Honningsvág næstseinasta hósdag við 125 t. — Umborð á Varðberg kom maður til skaða í hini vikuni. Hann varð fluttur inn til Bátsfjørðin. sýna stórsinni og vælvild. Eitt krypulshús er verri enn einki, og ikki er væntandi, at slíkt bygdar- hús verður reist og fullfíggjað av einstaklingum. Húsið skal vera miðdepulin í bygdini, miðdepulin til mentan og menning. Tað má vera ein heilagur táttur í javnaðarstevnuni at ganga á odda her, tí vissuliga er hetta ein treytin og ein grundstuðulin, tá ið samfelag okkara verður at um- skipast til fólkaheimið Føroyar. Tíðindabræv Miðvágur, 7. mai. Her í bygdini hevur í dag verið framsýning av hondarbeiðum, ið kvinnur hava gjørt á vevskeidinum hjá Valborg Joensen. Eg var til hesa framsýning, og tað má eg siga, at har vóru løgd úr hondum bæði stór og vælgjørd arbeiði. Jú, tað kann av sonnum sigast, at hin føroyska kvinnan enn er før fyri virka bæði nógv og vakurt. Lat meg nevna nakað av øllum tí, ið her varð sýnt fram: Gardinum, eitt stykki uppá 12 metrar, kjólar stórir og smáir sofakoddar, teppur og ymisk sløg av handklæðum og viskistykkjum, kota- og buksu- vaðmal, og mangt annað, ið fólk, ið har var komið saman, tók til bæði fyri vakurleika og dygd. Nógv fólk úr Miðvági og eisini nakað úr øðrum bygdum var kom- ið at síggja framsýningina. Skeið- ið ella skúlin hevur verið frá 3. januar til 1. mai, so ikki kann annað sigast, enn at Valborg Jo- ensen hevur eitt sert hegni at læra frá sær, so væl sum her er komið burtur úr hesa stuttu tíð. Hon eigur rós og stóra tøkk uppiborna fyri hetta væleydnaða arbeiði, og tað er at vóna, at hon aftur at vetri byrjar skúlan aftur, til gagns og gleði fyri bæði eldri og yngri kvinnur her í bygdini. Eplini eru nú komin í jørðina; og her er nógv niðursett. Her eru menn, ið hava sett niður útvið 10 tunnur niður. Tað vanliga er korti 3—4 tunnur uppá húsið hjá teim, sum hava jørð. Arbeiði er lítið. Talan hevur verið um, at kai-arbeiðið skuldi byrja um 20. apríl; men enn eru eingin tekin til, at vit skulu víðka um kaiøkið, so fleiri skip skulu kunna fáa pláss at arbeiða sam- stundis. Ofta er plásstrot við bryggjuna, so tað er mikið um- ráðandi, at nakað verður gjørt, og tað skjótast. Trolararnir Nýpuberg og Varð- berg royna báðir eystanfyri. Tað BRØDRALAG sigst, at Vardberg hevur fingid 160 tons. Báðir skulu teir landa í Esbjerg, og onnur skip eru ikki her, so fiskaarbeidi verður einki av, og tað er ikki gott fyri heima- fólkið. Tíðindamaður Jógvan Elias Thomsen Mikudagin kom hin nýkeypti trolarin hjá Sandavágsmonnum, Jegvan Elias Thomsen á Havnina. Hetta er prýðiligt far. Ein av størstu trolarum okkara. Tað er óført, at ein bygd sum Sandavágur hevur verið før fyri at keypa slíkt far. Báturin hevur kostað teimum um 414 milj. kr. — Hann gjørdi skjóti av og ér nú á veg til Grønlands.. Blaðið ynskir Sandavágsmonn- um góða eydnu við hesum fari. — Tað eru hugdjarvir menn, ið hætta sær undir eina slíka fyritøku, og teir eiga øll góðynski uppiborin. Boltleikir Hósdagin leikaði Vágs boltfel- ag móti H. B. í Havn. Teir leikaðu við 2. liðum — dreingjalidid og fyrsta lið. Hetta var í kappingini um Føroyameistaraskapin, Leik- irnir vóru heldur vánaliga leik- aðir — ein hevði væntað meira av V. B. aftaná, at teir vunnu B 36 suðuri í Vági fyri einum 14 døg- um síðani. Dreingjalið H. B.s vann 4—0, og 1. lið H. B.s 6—2. 1. lið V.B.s hevði kortini nakr- ar heilt góðar spælarar, og her skal fyrst og fremst takast til høgra vong, annan bakkin og mál- mannin. Tað er einki at ivast í, at hetta lið, so kvikir og snúðiligir teir eru, kann gerast eitt av okkara bestu, um teir kunnu læra seg at spæla betur saman. — NR. 19. LEYGARDAGIN 12. MAI 1956 29. ÅRG. Vegna sjúku er aðalfundurin í Norrena Felag- num útsettur til leygardagin tann 26. h. m. kl. 20 á sama stað og við somu skrá, sum áður lýst. Nevndin. Studenta- og preliminerskeiðið Upptøkuroynd til preliminer- skeiðið verður fríggjadagin t. 11 og leygardagin t, 12. juni. Næm- ingarnir skulu møta í Studenta- skúlanum báðar dagarnar kl. 8 og hava skriviamboð við. Tey, sum ynskja at luttaka, mugu melda seg seinast hósdagin t. 24. mai og hava dópsseðil (navnaseðil) við. Bygdabørn, sum ynskja tað, kunnu verða roynd í heimbygd síni, um ein lærari á plássinum vil taka sær av tí. Innmelding og dópsseðil verður at senda gjøgnum hann. Tey, sum ynskja at verða upp- tikin á studentaskeiðið, mugu melda seg innan 1 juli. Tó kann hetta eisini gerast teir síðstu dag- arnar, áðrenn skúlin byrjar aftur t. 20. august, um pláss tá verður. Th. Nygaard. Túsund kr. at vinna 1000 kr. bjóða vit tí kvinnu ella manni, sum kann vísa á, at tjóð- veldismenn á tingi eina einasttu ferð av fullum huga og mann- sterkir til fullnaðar hava verið við til at styðja ella sett fram eitt ein- asta uppskot, ið til fullnaðar gekk Norðoyingum á møti í samband við læknamálið. Íslendski trolarin >Austfirðingur< kom á Havnina ígjár. Hann skal lata ketilin reinska her. Samstundis fær hin føroyska manningin fri. SJÓNLEIKARHÚSIÐ TANTAN Sjónleikur í 3. pørtum verður framførdur midvikukvøldid 19/- kl. 8, hóskveldið 17/5 kl. 8 og friggjakvøldid !*/; kl. 8. Atgongumerki á kr. 3,50 til øll kvøldini fáast í Sjónleikar- húsinum hvønn dag frá miðvikudegi kl. 12—1 og ein tíma undan hverjari sýning. Mánakveldið !4/; og tyskvøldid 15/; verður leikað fyri børn- um. Atgongumerki á 1 kr. við inngongdina, | Telf. 1231 Brandon Thomas: st