leygardagur 21. juli 1956síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
BRØDRALAG
FRÆLSI
ÍSLAND
við snarferð eftir
Skrivari íslendska javnaðarflokk-
sins, Gylfi Gíslason, ið er profess-
ari í fíggjarmálum vid lærda hå-
skúlan í Reykjavík, sigur um
hetta evnið:
Fyri at finna orsøkirnar til ta
núverandi figgjarstøduna mugu
vit leita heilt aftur til 1940. Pris-
irnir á fiskavorum ruku tá upp í
fantastiskar hæddir og hetta hevði
ávirkan á alt príslagið. Inntøk-
urnar í býunum fóru eisini mun-
andi upp, tá ið Onglendingar settu
arbeiðir í gongd, og skjótt kravdi
landbúnaðurin part í teim hækk-
andi inntøkunum. Teir av stjórn-
arvaldinum ásettu landbúnaðar-
prísir, ið dyrtidarvidgjørdir vórðu
eina ferð um árið, vórðu nú settir
nógv upp.
Í 1940 komu allar lønir undir
dýrtíðarviðgerð. Príshækkanin á
landbåinadarvørum gjørdi at alt
gekk uppeftir, og ein sterk lønar-
og prísskrúa var harvið sett í
gongd. Í 1943 kom eitt sindur av
fastleika í við at áseta, at land-
búnaðarprísirnir skuldu dýrtíðar-
vidgerast í samsvarandi lønar-
broytingum hjá faklærdum og
ófaklærdum arbeiðarum. Fyri
aðru ferð varð krónan niðurskriv-
að í 1950.
Hitt veruliga pristalid, t. v. s.
prísirnir á vanligum neyðsynjar-
verum, er hækkað 6—7 ferðir og
lønirnar 13 ferðir í mun til 1939.
Húsaleigan er hækkað upp aftur
meir. Lenirnar eru næstan tví-
faldaðar síðan bardagan, hvat er
rættuliga vandamikid. Uppspar-
ingin er gingin nidur å bakka i
mun til tær ógviliga stóru iløg-
urnar. Fyri hin vanliga mannin er
einki hent í ognarviðurskiftunum ;
tað eru tey múgvandi, ið farin eru
við vinninginum.
Tað er roknað út, at í 1955
skuldi ein arbeiða 7 pst. minni í
Reykjavík enn í Oslo fyri at vinna
nóg mikið til pristalsvørurnar, t.
v. s. tær vanligu håshaldsvør-
urnar.
Sosialforsorgin í Íslandi fer vid
11 pst. av tjédarinntøkuni. Hetta
er umleið tað sama sum í hinum
Norðanlondum. Aftrat hesum er
nýliga komin arbeiðsloysisstudn-
ingur.
Sum eitt úrslit av arbeiði fyri
Amerikumenn vann Ísland í fjør
220 milj. kr. ella 15—16 pst. av
allari valutainntøkuni. Tað ar-
,
beida umleid 2000 fslendingar å
Keflavikar flogvølli, og har eru
lonirnar høgar. Vanlukkan er, at
flogvølluri nhevur drigid nógv
JAVNADUR
inflasjónarvegnum
fleiri arbeiðarar til sín, enn ar-
beidsmarknadurin kann umvera,
nú so stórar peninganøgdir verða
settar í nýggj virki. Hevuðsvinnur
Íslands, fiskivinnan og landbún-
adurin, tvørra nógva arbeiðskraft.
Hartil hevur arbeiðið fyri Ameri-
kumenn gjørt sitt til hina óvanligu
hækkingina av arbeidslønini i Ís-
landi.
Foroya
Ídnaðarfelag
Til frama fyri foroyska fram-
leiðslu er stovnað felag, ið nevnist
Foroya Ídnaðarfelag. Í nevnd eru
valdir:
G. Isfeld, form., Andr. Restorff
næstform. og Kj. Mohr. Skrivari
felagsins er Petur Håberg.
Teir id åhuga hava fyri at
stimbra feroyska framleiðslu,
eiga at gerast limir felagsins.
Grindarensl
Týsdagin doyði grind suðuri í
Vági. Um 200 komu til skiftis.
Hósdagin doyði grind í Havn.
Merktir vóru gott 200. Sama dag
vóru boð gjørd av grind fyri
Fámjin; men hendan grindin
slapp.
Um grindadrápið í Havn er at
siga, at mong hava drápini verið
ljót her; men hetta ber tó prísin av
ollum ljótum. Slíkt skilaloysi og
martýrilsi hevur aldri áður verið
sæð. N
Tveir eru kostirnir í at velja:
Antin má fólkið læra at drepa
grind, ella má forbod setast móti
at reka grind á Havnina. Tað
tykist, sum menn yvirhevur einki
skil hava á at drepa grind og at
teir als ikki vilja lurta eftir grinda
formonnunum. Kanska hevði tað
hjálpt nakað, um formenn nýttu
róparar, so teir ið hvussu er
hoyrdust væl.
Um sjálvan raksturin er einki
annað at siga, enn at hann var
hampuliga góður; men drápið —
skomm!
AÐ verður her gjørt kunnigt, at
minnisvarðin eftir teim sjólætnu í
,
bardagaårunum 1939—45 verður av-
dúkaður í Tórshavn sunnudagin tann
22. juli 1956, kl. 17.
MINNISVARÐANEYNDIN
KUNNGERÐ
Orsakað av turki kemur nú so lítið drekkivatn í vatnbrunnarnar,
at vandi er fyri stórum vatntroti.
Tað verður ti her gjørt kunnigt, at
býráðið fyri at spara um vatnið letur vatnbrunnarnar steingja frá kl. 8
um kveldi til kl. 7 á morgni.
Annars verður, so leingi vatntrot er, roynt at regulera vatnið
soleiðis, at hvor byarpartur fær vatn 1—2 tímar hvenn dag.
Samstundis verður heitt á allar borgarar um at spara mest megu-
ligt um vatnið og ikki lata kranar standa og renna til onga nyttu. Um
nakar verður varur við kranar, leiðingar o. a., ið leka, eigur hann
beinan vegin at siga býráðsskrivstovuni frá.
Tórshavn, tann 17. juli 1956.
Tórshavnar byråd.
8500 tons skulu avskipast.
Nå i heyst — tidarskeidid
august—desember skulu avskip-
ast 8.500 tons av saltfiski. Aw
hesusm fara 4.500 tons til Italiu,
1.500 til Grikkalands og 2.500
tons til Danmarkar,
Foðingardagar
92
23
eit) a
juli verður Johan Hans
Simonsen. Barnaheimið Tórshavn
05,
Lamhauge, Rituvik, 80 ár.
og 24. juli Joen Magnus
—.
NR. 29.
LEYGARDAGIN
21. JULI 1956
29. ÁRG.
Tað er veruleiki:
z
at mjølprisirnir eru farnir upp i
18 oyru kg upp (i heilsølu)
sidan avtøkuna av Landshandl-
inum.
at samstundis er minstaløn fiski-
manna minkad vid 150 kr. um
mánaðin.
at orsøkin til, at føroysk skip
liggja og mong eru ómannað er
henda sama skerjan av minstu-
lønini.
at oll prísviðbót er tikin frå út-
róðramonnum.
at allar hesar ræduligu misgerðir
hava tjóðveldis-, sambands- og
fólkaflokksmenn verið so rer-
andi samdir um at fremja.
Minnisstubbar
Hákun setti tað sjálvur í Dagblaðið.
Tað stóð við risahogum stavum, at nú
høvdu nakrir gavstrikkar í handils-
ólevnaíi gjørt tollsvik fyri hundrad-
tåsundir krónur. Hann lovadi, at alt
skuldi fram; almenningurin skuldi fåa
alt at vita; teir skuldu fyri rættin og
har fáa dóm.
Ein rúgva av handilsmonnum høvdu
verið uppi i hesum svikaleikinum;
men málið varð tagt burtur, almenn-
ingurin fekk einki at vita, eingin kom
fyri = rættin; Dagblaðið steintagdi,
Hákun steintagdi.
Minnis meg rætt, vóru tollsvikar-
arnir eini 60 í tali. Einaferð í úrtíð
komu nøvnini á tveimum fram, tveim-
um neyðars Danskarum,
Hví komu nøvnini á Føroyingunum
ikki fram?
Vóru kanska nevn har uppi í, sum
máttu dyljast fyri einhvønn pris —
ella hvat? X.
Minnisvarðin
Í morgin kl. 5 s. p. fer fram
vígslan av minnisvarðanum yvir
teim Feroyingum, ið sjólótust í bar-
dagaárunum. — Prósturin heldur
hevuðsreðuna. Annars verður felags-
sangur og hornblástur.
Nógv hevur verið talað og skrivað
um henda varða og tað pláss, valt
varð at seta hann á, men so
mikið er vist: hann er eitt listarverk
og prýðiligur, har hann stendur;
men navnapláturnar eru ikki væl-
gjørt arbeiði.
Tað er einki at ivast í, at stór
mannfjøld kemur saman á planta-
hesa håtidarløtu í morgin.
Ungur maður
við nakað av kunnleika til skriv-
stovuarbeiði kann fáa pláss bein-
an Hondskrivað umsókn
hjálagt viðmæli og próvtoku-skjal
vegin.
verður at senda
Foroya Gjaldstovu.