leygardagur 6. oktober 1956síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
so skuldi 1. apríl verið flaggdagur.
Um henda spurning kann sjálvandi
vera deildar hugsanir og verða tjakast
aftur og fram; men tå søguliga verður
hugsað um okkara tjóðarmerki, so
skuldi ein trúð, at tað ikki skuldi verið
nakað at ivast í, at tann dagurin, sum
flaggið á fyrsta sinni sá dagsins ljós,
skuldi verið tann sjálvskrivaði —
nevniliga 22. juni,
Uttan iva hevur okkara håttvirda
ting mistikið seg í stórum, tå tað
hevur sett 25. apríl sum fastan flagg-
dag.
D. J. Sorensen.
MILLUM UNGFÓLK
Ein filmstjørna bað Sankta Pætur lova
sær at kaga inn i Paradís. St. Pætur
mutlaði, at teir filmir, hon spældi við í,
vóru so vordnir, at hann av rottum átti
at sagt nei, men paradís skuldi hon fáa
at síggja.
— Men vit fara yvir um eina 90 m.
langa brúgv, segði St. Pætur, og undir
henni er helviti. Oll sum ganga við synd-
úgum tonkum detta útav og kunnu íkki
bjargast.
Filmstjørnan var ikki bangin, og St.
Pætur lat hana ganga undan. Sjálvur gekk
hann tætt í hølunum á henni. Tað gekk
væl hjá filmstjørnuni — men St. Pætur
datt oman.
Hin 15 ára gamla Helen Hayro nær-
indis Wisconsin í Amerika er vígd til
hin 64 åra gamla pensionerada læraran,
Casimir Orzechowski, ið hevur undirvist
henni, og áðrenn hana, pápa hennara.
Vígslan fór fram kl. 7 á morgni, so eingin
skuldi vita av tí, men oll bygdin motti
upp, blaðmenn í hópatali. Næstan allir
klassakammiratarnir vóru til staðar.
Brúðgómurin segði blaðmonnunum frá,
at hann fekk ástartokka í hesi vælbygdu
gentuni við hestahala, tá hann sá hana
arbeiða á mark hansara. Hon skuldi henta
bønir fyri at vinna sær lummapengar til
frítíðina.
Aftaná vígsluna setti brúðgómurin fram
eina oltunnu í garðinum, so einhvor kundi
fáa sær, sum hann sjálvur vildi. Parið
hugsaði einki um hveitibreyðsdagarnar,
tí brúðurin skuldi aftur í millumskúlan.
Hann, ið ongantíð hevur verið giftur,
sigur: Hví skal tað ikki ganga, eg eri
ov gamal at arbeiða og hon ov ung. Vit
verða lukkulig, tí vit hava einki arbeiði,
ið kann valda okkum sorgir.
Veitst tú?
at ein týskari hevur heimsrekordina í
motorsykling. Ferðin var 313 km, um
tíman.
70 milj. fólk ferdadust við flogførum
í fjør.
av 5000 innføddum, sum livdu á oynni
Tasmaniu í 1815, vóru bert 16 eftir
45 ár seinni. Hin seinasti — ein kvinna
doyði í 1877.
fasanin kann flúgva 96 km. um tíman,
villdunnan 88, dúgvan 87 og krákan 76.
meðalsvenskarin drekkur 8 koppar av
kaffi um dagin. Í 30 ár verður hetta
90.000 koppar, ella ''„ tons av kaffi.
í Argentina hevur ein bóndi 30.000
kýr, 40.000 seyðir og 3000 hestar.
hjarta slær 3 milliardir ferðir hjá manni
við miðal livialdri. Hevur hann stórri
arbeiði, slær tað I milliard ferðir oftari.
at
at
at
at
at
at
sum segði: Kona
So var tað Janus,
mín ikki slatrar. hon
bara byrjar slatrið.
gongur runt og
Heimastýrislógin
III.
Sjålvstyrisspurningurin er loyst-
ur yvir fyri dønum.
Allur tjóðveldis-
monnum móti donum fyri at vera
ágangurin hjá
trælkandi í stjórnarspurninginum er tí
eitt stórt falsum og mannminkandi
fyri rættar menn,
Ein kann eina stutta tíð villa og fáa
fólk at trúgva Osannindum, Men tað
ber ikki til í longdini. Mannaættin
hevur higartil havt tað reinføri í sær,
at tey eftirfylgjandi ættarliðini hava
kravt — og verða óivað við at krevja
— at 'bara tann snøggi sannleikin, hin
reini veruleikin, skal koma fram uttan
mun til menn og personlig ynski, tå ið
søgan skal verda skrivad.
Og tå id nå stjórnarsoga føroying-
anna verdur skrivad av okkara eftir-
monnum. verður —høvudstrådurin
hesin:
1. Upprunaliga, tå ið norðmenn
nomu Ind í Føroyum og fyrstu tíðina
aftaná, vóru tað oyggja- ella oyggja-
lagshovdingar, ið ráddu óheftir av
ollum útlendskum.
Tá var fólkið fátt í tali og livdi av
ti, ið vaks og nørdist á landi, og ti, ið
fekst við árabátum,
2. So brovyttist stjórnarlagið við. at
Sigmundur Brestissonur hjålpti norsk
um kongi at taka yvirvaldid i Før-
oyum.
Í hesum skili gingu nógv árhundrað
3. So vórðu Noreg og Danmark
kastað saman í eitt ríki. og Føroyar
fyledu vid Noregi.
Tá ið so Noregi loysti seg frá Dan-
mork í 1811. vórðu Foroyar verðandi
undir Danmorkini.
I. Um áramótið 1800—1906 spratt
fram ein tjóðskaparrersla í Foroyum.
Hovuðsoddamaðurin fyri hesi rørslu
kom at verða Jóannes bóndi Paturs-
sonur.
Henda rørsla kravdi onga loysing
talur
tvorlurímóli, = samanber
Jóannesar bónda á danska ríkisdegi.
5. So komu javnadarmenn upp í
leikin við uppskotinum um vina- og
frælsisbrævið dana og foroyinga
millum ella við heimastýrislaógar upp-
skotinum. Tey stjóðskapar- og frælsis-
krov. ið av sjálvstýrinum vórðu sett
sum mið og mál, eru í vina- og fræls-
isbrævinum ella heimastýrislógini ríki-
liga uppfylt.
Hin tjóðskaparligi og stjórnarligi
spurningurin dana og foroyinga
millum er í heimastýrislógini loystur
á ein nógv friari og rúmligari hátt,
enn Jóannes bóndi og hansara menn
nakrantíð undan seinasta heimsbar-
daga hovdu droymt um.
Henda søguliga sannleika og veru-
leika
reingja.
kann eingin tjóðveldismaður
Allar royndir tjóðveldismanna at
siga annað eru og verða bara mann-
minkandi fyri teir.
bóndi sjålvstyrismenn
Jóannes og
vildu,
at foroyskt mál skuld
fullar
ESSUM og
i vinna
sømdir, fullan rætt á ollum
í ollum før her á landi.
Tað er
rælsari og
um
vunnið i heimastyrislogini,
rúmligari enn sjålvstyris-
menn høvdu hugs
|
Vit hava fingið skrásett serligt for-
oyskt flagg, og foroyskt er sum sagt
í sjálvari heimastýrislógini sett sum
høvudsmål í ollum viðurskiftum her á
landi.
Tað stendur 100 pst. til foroyingar
sjálvar at rekja, mýkja og nýta málið
í ollum forum her á landi, sum teir
sjålvir vilja og eru menn fyri.
Danir eiga ikki minsta rættin at
sýta og forða føroyskum máli at vera
høvudsmål alla staðni i Føroyum.
Tá id tjóðveldismenn siga annað, er
tað ein illavorðin og mannminkandi
villa.
Sjálvstýrið kravdi eitt avmarkað
figgjarligt sjálvstýri.
Í heimastýrislógini hava føroyingar
fingið eitt óavmarkað figgjarligt
sjålvstyri,
Danir kunnu als ikki skerja føroy-
ingar i hesum føri.
ið
skulu hava felags peningaligt virði við
Einasta, bundið er, er, at vit
danir — og so er givið okkara peningi
tað ómetaliga virðismikla, at hin dnski
nationalbankin tryggjar = okkara
peningrvirði.
Vit hava á heimastýrisskipanini fing
ið ta ævintýrligu góðu skipan, at vit
kunnu óskert nýta alla valuta, ið vit
vinna sjálvir, og haraftrat frá natio-
nalbankanum fáa tað uppískoyti av
fremmndari valuta, ið okkum tørvar,
men sum vit ikki sjålvir kunnu fåa til
vega.
Øll tala tjóðveldismanna um punds-
oyðing og valutaskerjing frá danskari
hálvu yvir fyri foroyingum er so statt
hin ljótasta reingjan av sannleikanum.
Við tú
fíggjarmálum,
skipa
okkum tl harrar yvir teimum júst
óskerda lóggávuvaldi í
vit hava, kunnu vit
figgjarvidurskiftini og gera
sum vit eru menn til.
At føroyingar sjálvir eru so kon-
servativir, at teir velja og seta menn
at stjórna, ið hava kryplað og skert
landsins fíggjarvald og avreitt tað til
innlendskar og útlendskar privat-
spekutantar, kunnu vit ikki skuldseta
okkara heimastýrislóg ella danir fyri.
Men tjóðveldismenn gera tað kort-
ini, sær sjålvum til mikla mann-
inkan.m.
(Framhald.)
(Næsti táttur verður heimastýris-
lógin og okkara vinnulív).
Klakksvík í dag
Framhald.
Konfirmantarnir eru:
Andre Guttesen, Sofus Hansen.
Jóhannes Jóhannessen, Ólavur Gaard
Thomsen, Marius Olsen, Vilhelm E.
Johannesen, Hans Eli Hansen, Tórur
Andreassen, Grímur Lassen, allir úr
Klakksvík. Anfinnur Djurhuus, Kun-
Oy, Mikladalur,
Elmar Zachariassen, Hattarvík, Jóna
Johansen, Tørbjørg Hansen, Elin
Brekku, Jóhanna Baldvinsson, Ama-
lia Joensen, Anna E. Olsen, Jonhild
Poulsen, Albina Samuelsen, Hervor
Jóhann Gilerfoss,
Lassen, Beth Andersen, Bergfríð E-
liassen, Elsebeth Fugla Jacobsen,
Súsanna Joensen, Jonhild Joensen,
Kristin Poulsen, allar úr Klakksvík.
Jonna Johannessen, Kunoy, Jóna
rom KISTE EA MEE AO ———
A DST NIUE ETT TOLOTIVESK 2
Nem ———— —— —UnN——…— «| [| ||[||[[||—|—|—|— TE —— Vi Dine SND US NLESEET: (TOP
Østerø, Mikladalur, Gertrud Daniel-
sen, Syðradalur.
Konfirmasjónin, ið verður við
Busch presti, fer fram kl. 11 í morgin
f.p. Kollekt til frama fyri kirkjuna.
Altarsgangur kl. 5 s.p.
Smáligt til fisk í Grønlandi. Sjúrð-
arberg hevði 70 tons seinast ið frætt-
ist, Jóannes P. er væntandi heim í
komandi viku.
Polarstjørnan hevur verið inni við
540 tunnum. Lillian 740, Fugloy
430. Sigurfarið kom fullfermt hós-
dagin.
Eystnes kom við 13 tonsum av
agnsild leygardagin. Í hesi vikuni
komu Grunningur við 22!/, og Draga-
sund við 21!/, tonsum.
Ein minni sending av saltfiski
verður avskipað til Italiu í komandi
viku.
Kvøldskulin byrjar 8. okt.
Á KEM 4
Ein vertshúshaldari hevði trupul-
leikar við einum fullum manni. Tað
eydnaðist at fáa hann út. Eina lotu
seinri var hann inni aftur og mátti
beinst út. Enn fleiri ferðir kom hann
aftur. At enda tveitti verturin hann út
á gotuna. Tá hann reisti seg, helt hann
fyri:
— S-s-sigi mær, gamli vinur, hvussu
mongum vertshåsum eru tygum vert-
ur á?
Lítil maður fylgdi stórari gentu
heim. Á vegnum spurdi hann: Kann
eg kyssa teg? Gentan játtaði hesum,
og tey fóru inn í eina smiðju. Longur
frammi á vegnum spurdi hann aftur:
Kann eg kyssa teg eina ferð aftrat?
Gentan segði nei. Tá læt á honum:
— So er tað til onga nyttu, eg gangi
og sleipi henda stigan við mær.
VALDEMAR LÚTZEN
Telf, 1020 Thorshavn.