Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-10-13, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 1956síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN BRØDRALAG FRÆLSI JAVNADUR Skadagerdir afturhaldsins Tað er fyrst aftaná, ein sær tey brekini og mistekini. Ongatíð hevur afturhaldið gjørt slíka skaðagerð, sum tå ið teir gingu ímóti uppskotið javnaðarmanna: >Arbeiði til oll á sjógvi og landi«, ið varð sett fram longu í 1944. Mistakið verður tví- falt so gjølla lyst, um vit taka ís- lendska uppskotið um hetta sama evnið. Hetta uppskot kom árið eftir og er út í odd og egg tað sama sum uppskot javnaðarmanna. Høvudståttarnir í hesum uppskoti vóru: 1) Byggjan av 25 nýmótans trol- arum og har um framt ein hóp av størri og smærri, nýmótans fiskifør- um. , 2) Byggjan av isvirkjum, kulda- goymslum, flaka- og hermetikkvirkj- um, net- og togvirkjum o.s.fr. 3) Stovnan av 7 dyrkiliðum í samband við umskipan av landbún- aðinum. Hesi dyrkilið skuldu ferðast landið runt og gera alt hóskuligt og nýtuligt dyrkilendi til kulturbeiti. 4) Umskipan av skúlaskapinum, soleiðis at vit altid høvdu tað neyð- uga fólkatilfarið í samband við endurnýggjaninar og endurreising- arnar av vinnulívinum á sjógvi og landi. Hetta plangkonomiska stór- verk skuldi fremjast eftir eini 5-åra- ætlan. Hetta vildi sjálvandi kosta stór- pening. Í Onglandi áttu vit tá 63 milj. kr. Peningastovnarnir lógu inni við stórpeningi — alt saman pen- ingur, sum undir logtingsábyrgd var tekur um hetta mundið. Aftrat hes- um vóru góð líkindi at fáa stórpen- ing til vegar við frívilligum og lut- vís tvungnum lánum millum manna. Og seinast átti ymiskir løgtingsstovn- ar og -grunnar fleiri milj. kr. Bert ein tåttur av hesum uppskoti vann frama á tingi. Vinnulánsgrunn- urin varð stovnaður. Hetta var eitt stórt framstig, men tó einki at rokna í mun til ta stóru uppgávu, ið loys- ast skuldi. Í staðin fyri at ganga hesa nátt- úrligu leið, í staðin fyri at landið gjørdist harri yvir allari peningaorku samfelagsins og stóð fyri alla skipa- bygging og øllum endurreisingar- arbeidinum, lótu afturhaldsflokkar- nir standa til. Hvør sum vildi kundi keypa skip, litid og einki eftirlit var við nøkrum. Menn bjóðaðu av hvørj- um eðrum 0,s.fr. Úrslitið kenna vit. Hvussu mangur maður er ikki farin á heysin? Einaferð væl still- aðir menn standa á berum, hús, jørd og aðrar fastognir eru farnar fyri lítið og lætt. Sakførarnir, ið annars trívast best í vesælatíðum fólksins, hava havt eina gulltíð, eru vorðnir ovurríkir. Afturstigini hava verið so ovurstór, at tey valla kunnu gerast upp í peningi, armóðin hevur verið dagligur gestur í fiskimanna- og arbeiðaraheimum, mentunnarlig og menningarlig stórvirði eru farin fyri skeytið. | Varð uppskot javnaðarmanna framt, áttu vit í dag eins nýmótans arbeiðstól bæði á sjógv og landi. Landið var spart fyri ødiligar verk- fallsbrestir, fyri ovurstórar skulda- byrðar, eingin fiskimaður var noydd- ur at rýma av landinum, allur óneyð- ugur innfluttningur var steðgaður, miljónavirðir, ið nú fara út av land- inum, komu vinnulívinum til góðar o.s.fr. Arbeiði til oll á sjógvi og landi« vildi hava skapað hvorjum einstak- um samfelagsborgara nýggj og betri livilíkindi, tí arbeiðandi fólkinum betri arbeiðs- og inntøkulikindi, ung- dóminum betri lestrar- og menning- arlíkindi, teim gomlu, teim avlamnu, teim sjúku, ja, ollum teim treingj- andi sosialt rættvísi. So nógv stóð og fall við hesi landsumfatandi, stórfingnu, planø- konomisku endurreisingar- og endur- nyggingarskipan av okkara samfel- agi, hesi skipan, id Íslendingar gjørdu til sína, men sum okkara afturhalds- flokkar jardløgdu. Tí eru vit í dag vinnuliga, sosi- alt, menningar- og mentunnarliga langt aftari enn hini Norðanlondini. Til Feroya fólk Vit vilja hervið heita á Feroya fólk um at geva eina peningagávu til keyp av einum røntgent6li til landssjúkrahúsið. Politiloyvi til hesa landsinnsavning er givið frá 15. okt. til 5. nov. 1956. Røntgenvidgerd av sjúkum verður serliga nýtt fyri ymsar kreftsjúkur, viðhvert sum einasta viðgerð, men helst áðrenn og serliga aftaná skur- viðgerð. Í ollum slíkum forum mugu sjúklingar nú sendast av landinum. Eisini fyri vissar blóðsjúkur og kvinnusjúkur er stórur tørvur á at kunna geva rontgenviðgerð, eins og ikki fáar húðsjúkur, sum í mong ár kunnu pína hin sjúka, munandi og vidhvørt heilt skjótt batna ella lekj- ast við rentgen. Ikki allir slíkir sjúk- lingar halda seg til at fara burtur og fáa tí onga hjálp. Men umframt er ein nøgd av sjúk- um og brekum, serliga slitgikt í lið- um og vøddum, sjúkur, sum geva pínu og níva sjúklingin illa, men sum kortini ikki koma lívinum i vanda, og sum hin sjúki tí aftrar seg fyri at fara langa leið við at søkja sær heilsubót, tí tað ikki al- tíð er lætt at fara leingi burtur frá heiminum. Tað kostar pening og tíð. Í heilt nógvum av hesum forum kunnu nakrar fáar røntgenvidgerdir munandi lætta um pínuna fyri langa tíð, so hin sjúki verður púra arbeiðs- førur aftur. Tí hevði tað í allar mátar verið ein stórur fyrimunur at fingið eitt røntgent6l. Nógv av teimum, sum nú noyðast av landinum, kundu fingið viðgerð her, men serliga heyði hin nógv størri parturin, sum nú eingi líkindi hevur til at fáa hjálp, uttan stórvegis stríð kunnað fingið munandi hjálp fyri nógv brek. Vii vóna, at væl verður tikid móti teimum, sum koma í húsini við hes- um listum, um tað bert er ein lítil gáva, ið latin verður so ger alt mun, og um ikki nóg mikið fæst í fyrstu syftu so er hetta ein góð byrjan, og so verða nokk vegir til at koma á mál. Tórshavn, tsnn 11. sept. 1956. Kvinnufelagið. Til hesa innsavnan tekur Sosial- urin ímóti peningi. Send hann til box 76, Tórshavn. Tað er ein royndur lutur, at aftur- 14ldid ikki torir at halda áfram við trælkingarpolitikki teirri breiðu fjøldini av fólkinum, sum sínum mótvegis frálíður. Eitt domi um hetta eru tey mongu javnaðarmálini, ið teir blankt 1ava avvíst ta fyrstu tíðina, tey hava verið frammi, men sum teir seinni hava kent seg noyddar til at fremja. At tað í framtíðini vil ganga á sama hátt, er eingin ivi um, og tí kunnu jvnaðarmenn altíð kenna seg fullvísar i at sigra at enda. Víst er stødan ógvi- iiga myrk í dag, nú teir 3 afturhalds- flokkarnir — tjóðveldisflokkurin — eru so sterkir á tingi, men teir tora ikki at halda sambands- fólka- og aftur í longdini, sjálvt um teir t. d. lønarliga hava framt grovar brotsgerð ir móti fiskimonnum og harvið ollum fiskimannafamiljum í landinum. Men sjálvt ikki hetta eigur at taka sigurs- vónina frá monnum, kvinnum og børn um, ið so skammiliga verða svikin av teimum, ið latin er vælferð fólksins eisini smámannsins upp í hendi, tí tað er veruleiki: at longu við byrjan av seinasta heims- bardaga kravdu javnaðarmenn. al allir fiskimenn skuldu hava 700 kr. í minstulon, at afturhaldsflokkarnir eisini gingu við 500 kr. og uppaftur seinni 500 kr., men at teir. sambands- fólka- og tjóðveldisflokkurin fyri 2 árum NR. 41. LEYGARDAGIN 13. OKTOBER 1956 29. ÁRG. | síðan framdu ta skammiligu brots- gerð móti fiskimonnum, at teir á pappírinum — minkaðu hana nið- ur í 650 kr., hvat ið veruliga keypi- virði er 552,50 kr. at henda sama skammiliga sorgarsoga afturhaldsins endurtók seg í sam- band við prísviðbótina. at afturhaldið í áravís strembaði ímóti ellis- og avlamisrentuni, men at enda noyddust at taka undir vid javnadarmonnum og fremja målid, tó í nógv kryplaðum líki, at afturhaldið bardist sum úlvur á | skog ímóti, at allir arbeiðarar skuldu fáa 1- oyra fyri hvert prís- | talsstig, men at teir i 1943 gingu | við til at fremja hetta mál. at afturhaldid aftur nú hevur tikið hetta rættvísa framstig aftur frá arbeiðarunum, soleiðis at keypi- virði í timalønini, ið nú er 3.71 kr., veruliga ikki er meira enn 3.18 kr. at afturhaldið í 1914 feldi uppskot javnaðarmanna um eina fullkomna endurnýggjan av fiskiflotanum við m. a. 25 nýggjum trolarum. at afturhaldid nú — nógv ov seint, sjálvandi hevur fingið eyguni upp fyri, at teir við at fella hetta uppskot. óku fyrsta stigið til rama undirgang landsins, sum vit tó sluppu undan við, at Danir tóku um endan. at teir við at steðga teimum undir javnaðarleiðslun løgdu vega- og havnaætlanum hava forðað almikl- um framburði her á landi. at teir við avtøkuni av landshandlinum hava gjort tað vitleysa nógv dýrt hjá tí breiðu fjøldini at liva her á landi. Hvat er sosiaiisma? Vit lata svenska forsætisráðharran Tage Erlander svara: — Eitt nýtt samfelag veksur fram. Einki arbeidsloysi, sosialur tryggleiki og meira hækkandi livilíkindi enn nakrantíð áður, er serkenni sosialism- unnar. Vit byggja fleiri sethús, skúlar. sjúkrahús, vit lata meira til tey gomlu, sjuku og avlammu, og vit útbyggja vinnulívið skjótari enn nakrantíð áður. Hin einstaka menniskjan hevur fingið stórri frælsi til at skapa sær eina tilveru eftir egnum ynski. Rætt- urin hjá hinum einstaka til at hava eitt orð at siga í ollum samfelagsviður- skiftum og í arbeiðslívinum er sterri enn nakrantíð áður. Hesa mannagongd koma vit ongan- tíð inn á so leingi umboðsmenn aftur- haldsins, kapitalismunnar samband fólkaflokkur. tjóðveldi, ella hvat nú allir handgingu menn stórmannsins og peningaveldisins finna upp á at nevna seg sita við ræðinum á Føroya løg- tingi.