Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-11-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. november 1956síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 4 tn SOSIALURIN - KLAKKSVIK i DAG Eldur í Viðareiðis skúla. Tá id kynt varð upp í Vidareidis skúla í gjáramorgunin, hendi tað óhapp, at ein 10-liturs petroleumsdunkur eksploderaði. Eldurin festi beinanvegin í klæðini hjå Ellu Michaelsen, id var einsamøll til stað- ar. Hóast hon stóð í ljósum loga, eydn- aðist tað henni at sleppa út og tveita seg í eina á nærindis. Tá vórn mestsum oll klæðini og hárið brend burtur av henni. Somuleiðis fekk hon álvarslig brunasár á andlit, armar og bein. Hon varð skjótast gjørligt flutt á Klakksvíkar sjúkrahús. Tað eydnaðist reiðiliga skjótt at slokkja eldin, og íkki varð stórvegis brunaskaði. Sjónleikarkvinnan Ellen Malberg las Tað verður av og á skrivað um post- sigling, eisini hvat postsiglingini í Norð- oyum viðvíkur, men ov lítið sæst ofta eftir hesi skriving, Norðoyar eru í dag tann parturin av landinum, sum á einhvonn hátt má met- asi fyri at vera hin ringast útbygdi. Ég skal her bert nevna postsiglingina norð- anfyri Múlan. Fyrst skal tó verða gjort greitt, at tann siging, vit hava havt, veruliga hevur verið ein ålitissigling. Farið hevur verið lítið og í dag sera ótíðarhóskandi, men trúliga hevur verið siglt, og tað er sanniliga íkai lítið, ið manningin hevur lagt at sær gjøgnum tíðina. Í dag skal hetta sama far, ið byrjaði siglingina fyri 50 árum síðan, rokja somu leiðir. Íbúgvaratalið norðanfyri man vera um eini 1000 fólk, útfluttningnrin hiðani til Klaksvíkina og aðrastaðni er vaksin í stórum, fluttningurin til bygdirnar upp aftur storri, og ferðafólkafluttningurin kann væl ikki sammetast. Men hóast hesar veruleikar rekist einki fyri einum nýggjum fari, einki fyri fleiri siglingar- døgum, ið vildu hjálpt ómetuliga nógv uppá vansarnar. Og bert fyri at taka mjólkina. Tað man ikki vera smávegis nøgdir, id kundu verið seldar frá bygd- unum, men sum annaðhvert ikki verða sendar ella eisini ikki eru søluvøra, tå tær koma fram — alt saman orsakað av, at sambandið er ov ringt. Her er torvur á at fáa eina broyting í lag, og ikki dugi eg aunað at skilja, enn at hetta má vera ein skylda hjå samfelagnum. Er okkara samfelag so privatkapitalistiskt, at tað ikki vil rætta hondina frá líðini, tá so nógv leikar á hjá so mongum, hvers lív og lagna er so nær knýtt at einum fullfíggjaðum postsambandi, ja, so er ongantíð ovskjótt at skilja okkum av við tað. Norðoyingur | og sang í tekniska skúlanum bæði hós- kvøldid og fríggjakvoldið. Ígjár las og sang hon fyri næmingunum í millum- og realskúlanum og teim elstu klassunum úr fólkaskúlanum. Í kvold kl. 8 verður bókadagssamkoma í Atlants bio við røduhaldi, upplestri, kappingum, bókasolu o. ø. Foðingardagar. 12. nov. Else- beth Jacobsen, Kirkju, 93 ár. 14. nov. Ole Fr. Johansen, Vágs- heyg, 73. 16. nov. Samuel Jacob Jacobsen, Búðunum, 70 og Henry Wolles, Gerðareiði, 55 ár. Reykjavík, 25/10— 56. Havi fylgt við í tjakinnm um gudstænasturnar, sum A. Sloan hevur havt yvir Reykjavíkar útvarp. Og sjálvt um eg aldri havi verið hugaður fyri »babtismuni« kann eg ikki annað siga enn at vera væl nøgdur við tað, id sent varð. Klárt og greitt, uttan at nema teir stríðs- spurningar, sum eru við kirkju okkara. Í hvert fall tá eg havi lurtað. Er tað so galið, at ein av okkara stóru monnum innanfyri kirkjuna kann hava hjálpt til at steðga hesari sending? Og er nakað útvarpað aftaná Skáiholthátíðina ? Her haldi eg, at onkur hevur misnýtt sína uppgávu. Sjómanna- stova hevur jú verið í Reykjavík í mong ár. Hví hava teir ikki hugsa so langt sjálvir? Bara leika óðir, nú hinir eru byrjaðir, er ikki rætt. Nú síggi eg, at ætlanin er at fáa høli til egnu føroyska sjómanna- stovu. Tað er bara gott, men hví altíð drála so leingi? Hetta er vist 4. árið, ið Feroyingar sigla út her- frá í hundraðatali, og verður kann vera tað seinasta eisini, um nú Keflavík verður heilt niðurlagt. Hvat saknur tað er, ikki at hava føroyska siomannastovu her, kann bert hann siga, ið hevur siglt út herfrá sjálvur, — ongastaðni haldi eg hetta vera neyðugari enn í Reykj- avík. Tó eri eg ógvuliga takksamur fyri tað arbeiðið sjómannatrúboðin Møller-Petersen gjørdi í vár, hóast Skipafelagið Foroyar TELEFON 1225 Torshavn hesi dagsskrá : Frásegn. Roknskapur. Nevndarval. — UN Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur ársaðalfund mikudagin hin 21. november kl. 7 s. p. í losjuni við Broytan av sáttmálanum fyri skiparar og stýri- menn á trolarum á saltfiskaveiðu. 5. Ymiskt. Tórshavn, hin 3. november 1956. Nevndin. umsteðurnar ikki vóru av teim bestu viðvíkjandi holi og ødrum. Men annarleiðis hevði tað sæd út í dag, um slóðbrótarin og grund- leggjarin av føroysku sjómanns- missjónini í Føroyum hevdi staðið á odda. Hvat arbeið gjørdi hann ikki í Íslandi og í Feroyingahavn- ini og ikki at gloyma sjómanns- heimið í Havn. Og lesið tokkina, nú nýbyggning- urin varð vígdur. Ikki nevndur við einum orði. Tó gavst hann ikki — tað var Guðs ríkis sek honum lá fremst í huga. Sjómannsheimið í Klakksvík er besta dømid. Hóast mótstøðu og skemdargreinir í dag- bloðum frá trúgvandi monnum, ið siga seg at stríðast fyri somu sak. Mátin, útvarpið er stoðgað uppá, sær óhugnaliga fløktur út, men vónandi kemur tað fram, um Fer- oyingur er atvoldin, so fólk íkki altíð noyðist at illgita áðrenn frá- greiðing verður givin. Feroyavinur. VT TAKKA HJARTALIGA ollum teimum, sum á ymsan hátt heiðraðu okkum á silvurarúd- leypsdegi okkara. Sandur, 2/1í —56. Greta og Jósvan Petersen, keypm. á »Eldhusi«. GRÓT OG SKERVUR Øl, ið vilja keypa skerv ella gråt, eiga at venda sær til | kommunukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða åmintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðs- manni fyri kommununa. FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA FODERSTOFFER | Foderblanding, maie: Byg, malet wiajs, knust Majs. Hønsefoder »Rekord«, Kyllingefoder, hel Byg, hel Hvede, Hvedeklid, hel Havre, hel Dari. P.F VALDEMAR LUTZEN TELEFON 1020 — 4 LINIER 13. NOVEMBER i956 Ur Suduroy Í seinastu viku vóru Sandviking- ar onkran dág úti fyri vestan, og fekk ein bátur 21 sentnar. Hetta visti, at ikki varð sørt av fiski fyri vestan, bert veðrið hevdi verið. Eis- ini royndu Hvalbingar eftir fiski fyri eystan, og fingu 2 menn 600 od. á báti. Í seinastu viku var Skarvasteinur í Vestmanna við eini kolalast, og bar tað so illa til, tá ið hann skuldi fara frá bryggjuni, at millumaksilin brotnaði, og varð hann sostatt sleip- aður suður á Tveroyri við Ternuni. Hetta er tíverri aðru ferð, at hann er úti fyri slíkum 6happi í ár. Væntu- liga verður hann tó liðugur í vikuni; og síðani er ætlanin at seta nýggj- an og sterkari motor í Skarvastein ; hetta kostar stóran pening, møguliga fæst ein lagalig hjálp frå tí almenna — tað skuldi ikki verið so legið, um so var, tí onkuntíð skuldu Hvalbingar kunnað væntað sær eina hjálpandi hond. Kol er nógv umbiðið, og hava Hvalbingar stravi við at høgga til skipini — frá hakkarínum og líka í skipslastirnar — tað gevur eisini besta úrslitið. men Tíðindamaður. STØRSTE LAGER BILLIGSTE PRISER Føroya keypmenn! Vid hesum skal vera sagt frå, at VA L O-kuponirnar hava gildi til 1. desember 1956. Gerid so væl at boda kundum tykkara frå. PRENTSMIDJAN Á HEYGSBREYT TORSHAVN AVRIKAR ALT PRENTINGARARBEIDI TELF 1820