Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-11-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. november 1956síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

J. H. Danbjørg 60 ár Friggjadagin 9. november J. H. Danbjørg, lærari í Porkeri, 60 år. Um Danbjørgs livssøgu er so nógv at siga, og kann tað vera vert at nema við nakað av tí, íð honum er viðfarist, nú hann fyllir síni seksti. Tað skal við tað fyrsta sigast, at at Danbjørg er sonur til hin tiltikna Daniel Danielsen, ella kanska best kendur sum Dånjal í Ungagardi; hann (Dånjal) var lærari i Porkeri og Hovi, og lærdi hann eisini skip- arar, og er tað mangur góður kend- ur skipari, ið hevur fingið sín kunn- leika undir hansara hond í Porkeri; men tíverri doyði hann heilt ungur burtur, bert 44 ára gamal, meðan bernini vóru heilt smá. J. H. Dan- bjørg misti soleiðis pápan, tå hann var 7 ára gamal. Tessvegna foddist sosialisman í hansara barnasål; ti hann fekk tíðliga at síggja, hvat tað vildi siga at vera faðirleysur. Danbjørg tók læraraprógv í 1917, berrt 20 ára gamal, og sama árið byrjaði hann sum lærari í Sumbiar sókn og síðan í Eysturoy í Nes sókn inntil hann í 1920 tók við lærara- starvinum í foðibygd síni, har hann kom at halda skúla saman við móð- ur síni, sum røktadi annað lærara- embæti. Slíkt man vera ógvuliga sjáldsamt, at móðir og sonur hava hildið skúla saman. 1924-25 var hann næmingur á Askov háskúla í Danmerk. Í 1925 tók hann við sum formaður fyri Porkeris sókn og var formaður í 10 ár; og kom tá tíverri sjúka at níva heim hansara, og førdi hon tað við sær, at hann misti fyrru konu sína, einans 28 ára gomul, og bað hann sær frá sum formaður, men var tó sóknarstýrislimur mong ár aftaná. Meðan Danbjørg var formaður, varð ymist gjørt, sum til dømis ein lendingarbrúgv, ið tå var tørvur á, við tað at mangir stórír instal- leringar vóru komnir til bygdina. Eisini varð akvegur úr Vági og til Hovs gjørdur í hansara formanns- tíð. Í 1936 kom hann á fyrsta sinni inn á Foroya legting, og var í trý ár legtingsformaður og seinni skriv- ari løgtingsins í fýra ár. Í 1947 var hann eisini kosin at vera formaður Suðuroya Fiskimannafelags, og hev- ur hann sum tann ídni og holli slitmannatænari, hann hevur verið, røktad hetta ábyrgdarstarv eins og oll onnur, ið honum hava verið latin upp í hendur, við miklum ídni og trúfesti, inntil sjúkan nakað síðan kom at níva hann so illa, at hann mátti biðja seg undan sum formaður fyri S. F. Tað er ikki bert orð, ið siga tað, at Danbjørg er høgt virdur millum manna, oll ålitisstørv, hann hevur havt hendur rekja fyri almenningin prógva tað til“ fullnar, onnur storv, ið ikki tykist vera neyðugt men hesi um at umframt nógv at síga frá her. Ikki at undrast yvir, at J. H. Danbjørg nú situr sjúkur og niðurbrotin av nervum og vørum tílíkum sjúkum, orsakað av ollum teim størvum hann hevur | | Í i Í | ! | havt um hendur at baksast vid fyri at tæna teirri fátæku fjøldini sum best. At Danbjørg ikki hevur spart seg, sidan hann fekk høvi at verda tæn- ari fólksins, er besta prógvið tað, at hann nú, bert seksti ára gamal, situr nervasprongdur, og soleiðis av- skorin frá at gera tað góða, ið hugur hansara tráar eftir — at hjálpa teirri fátæku fjøldini, ið livur á lívs- ins skuggasiðu. Tað er eitt orð, ið sigur: »Ein profetur er ikki í mikl- um virði í síni fødibygd«, Hesi orð hóska ikki væl til Danbjørg, tí fáur man vera meira virdur enn Dan- bjørg í síni fødibygd, Porkeri. Besta prógvið um tað, eru oll tey mongu ár, hann varð valdur sum sóknar- stýrisformaður, og ikki minni virð- ing og álit hava hansara bygdamenn víst honum við hvert løgtingsval — teir hava víst honum ein slíkan heiður — at hann var kletturin, ið teir við fullum treysti kundu rista kross fyri annaðhvert tað so var til sóknarstýrisval ella til løgtings- val, tí ongan heitari talsmann áttu teir at verja teirra áhugamál, enn fåtækara vinin, Danbjørg. Um Danbjørg er ikki bert tad at siga, at hann er heithjartadur, nærlagdur, vinsælur og viljasterkur; men hann er eisini sera vitugur og bjartskygdur i øllum ti, hann hevur handfarid gjøgnum tidina. Hr. Dan- bjørg er ikki bert væl umtóktur heima i Porkeri, men vida hvar hann er kendur. Sum ådur nevnt, hevur ein slik sjúka herjað Dan- bjørg seinastu tidina, at hann hevur verið avskorin frá luttøku í almenn- um arbeiði og fekk hann soleiðis ikki høvi til at luttaka í næstsein- astu løgtingssetu, og kendu hansara partamenn miklan sakn í honum, tí í tí politiska flokksarbeiðinum á tingi hovdu teir í honum átt ein dyggan stuðul. Ja, hetta kann eg loyva mær at frambera, tí sjálvur Dam segði yvir fyri mær, at ein slíkur maður sum Danbjørg var saknur í á tingi, tí hann hevði so sjáldsamar gávur til at handfara tey ymisku málini. Danbjørg verður ikki bert saknaður millum sínar staldbrødur á tingi; men allastaðni, har hann leggur frá sær — har hansara sessur kemur at standa tómur, .og verður eisini ringt at fáa mann at sessast aftur í sessi hansara. Danbjørg hevur verið eldhugadur javnaðarmaður, líka frá ungum árum, og lagt alla sína orku til land og fólk, øins og hann hevur verið javnaðarflokkinum og blað tess ein hin dyggasti stuðul. Tær greinir, hann hevur skrivað, eru ikki fáar í tali, og ikki hava tær heldur verið innihaldsleysar, men væl undir- bygdar frá byrjan við tí rætta innihaldinum, ið sømir einum Ikki minst innan fyri blað okkara er hansara til enda sosialistiskum slóðara. tvíeggjaði pennur saknaður nógv, og vit eru nógv, ið ynskja og vóna | aftur má fáa heilsuna til okkum át hann at virka millum við teim góðu gávum, hann frá sínum skap- ara hevur fingið. Eg kann tí við vissu siga, at tað eru mong, ið fara at frambera hon- um bestu heilsur og kveður á hans- ara seksti ára degi, og sæla lukku fyri tíðina frameftir. Gævið landið hevði havt fostrað fleiri slíkar synir. Til lukku við teimum seksti. D. J. Sorensen. Burturluting háskúlans. Við burturlutingina til frama fyri Foroya Fólkaháskúla hava hesi nummer vunnið: Nr. Bólkur A: 3807 3788 3206 eitt fýramannafar ein grindareiðskap eitt lamb úr Kvívík Bólkur B: ein borðabát eitt kaffistell seks silvurkaffiskeidir ein broderadan kaffiduk eitt lamb ur Hattarvik eitt sleppingarlamb ur Svinoy eitt lamb av Velbastað 1569 501 736 4016 614 1620 535 Bólkur C: eitt fototól ein valorovn eitt dupult stálvask ein ferðaseðil við (innanoyggja) eitt tons av enskum koli eitt sleppingarlamb úr Svínoy eitt sleppingarlamb úr Botni í Funningi 4373 3643 3102 1001 »Tjaldri« 1490 1750 4884 Bólkur D: ein pol. grindareiðskapur eitt barometur ein ferðaseðil við »Tjaldri« (innanoyggja) ein dupult kókipláta eitt sleppingarlamb úr Funn- ingslíð eitt lamb úr Vestmanna eitt lamb úr Kollafirði 2146 2106 3542 1855 3354 2596 2540 Bólkur E: plátuspælari divan mynd úr Klakksvík ein klædningur nr. 52 ein dúkur ein mynst. troyggja t. for. búna eitt lamb úr Gásadali eitt lamb úr Bo ein ein ein 4322 4261 2807 3270 394 326 275 4089 Lutirnir fáast við at venda sær til háskúlan áðrenn hálvan de- sember. Slakar 50.000 kr. komu inn við basarin fyri háskúlan. Eisenhower kosin Eisenhower varð afturvaldur til president fyri U.S.A. Í kongressini hendi eingin broyting: har situr re- flokkurin framvegis í publikanski minnitali. Landsretssagfører B. Husted-Andersen Kontor: »Richshuset«, Raadhuspladsen, 16 I! København V. Tlgr.-adr í Austroko - Tlf, Mi 788 & 3770 Einaferð var herróp fólkaflokks- »Endamål okkara er at úr ellum manna: reka sambandið burtur ålitissessum her á landic. Um hjúnarbandið millum sam- bandið og fólkaflokkin segði harra Bláhamar á »Gævi at tað aldri slitnaði aftur.< sinni: Og so var tað danski háskúla- stjórin Bjerre, sum í danska útvarp- inum nevndi tjóðveldisflokkin fyri »det socialistiske lesrivelses- parti«. — Ein løgin sosialistiskur flokkur, tå ein hugsar um bardaga teirra fyri at fåa Landshandilin, fólksins egna handil, avtiknan. Nú nýggi skúlin í Havn er tíkin í brúk, verður ætlandi stigið til at fáa í lag skúlakek tikið fult og heilt. Hetta hevur sjálvsagt alstóran týdning fyri tær ungu genturnar, ið búgva seg skulu til góðar hús- og matmeður; men ein eigur ikki at gloyma dreingirnar. Eisini teir mugu hava hovi til at fáa sín lærdóm og sína nyttu av skúlakokinum. Eisini hjá teimum er ofta neyðugt og nyttugt at hava eina hylling á mat- gerð — ikki minst hjá teimum, ið skulu umborð í skipini sum kokkar. Lat okkum tí gera tað til fasta reglu, at so við og við, sum skúl- ar okkara fáa skulakøk, skulu eis- ini dreingilnir koma at njóta gott av hesi lærugrein. Tað vil verða heimunum og okkara sjómonnum til almikið gagn. Røntgen Innsavnan kvinnufelagsins til røntgen- tól endaði mánadagin. Blaðið hevur fingið sendandi frá J. M, 20 kr., P. 10 kr. og SMMS 20 kr. Við teimum áður innkomnu 81 kr. eru nú tilsamans innkomnar 131 kr.,ið sendar eru kassameistara kvinnu- felagsins. Lønjavningar- grunnur Skipsfiskimanna vidbot fyri 1956. Umsóknarbleð til lønjavningar verða flýggjað út hjá sýslumonn- unum (í Mykinesi og Skúvoy hjá kommunustýrinum) og á skrivstov- uni í Tórshavn (telf. 2143). Tað verður minnt á, at umsókn- irnar eiga at vera innkomnar áðr- enn í. mars 1957 og avrokning- arnar fyri 1956 eiga at fylgja við. Halda menn seg eiga viðbót og hava ikki fingið avrokningar, eiga teir kortini at senda umsóknina inn áðrenn 1. mars og senda av- rokningarnar tá teir fáa tær og ikki seinni enn 1. januar 1958, tí annars fella umsóknirnar burtur eftir 3. $ í reglugerðini. Umsóknir ið koma aftaná 1. mars 1957 verða ikki vidgjørdar. NEYNDIN