Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-11-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. november 1956síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Úr Suðuroy Tað sigst um 5 umsøkjarar til vo ) kommunulæknaembætið á Tvøroyri, harav 2 foroyingar og 3 danir; men hetta er tó ikki váttað. Tað er líka mikið við tí, um tað so er ein dani ella ein foroyingur, ið fær embætið, bert tað eydnast at fáa ein líka so dugnaligan lækna aftur, sum tann ið fór, Eisini má tað liggja teimum greitt ið hava tað avgerandi orðið í hesum týdningarmikla máli, at ikki ber til at seta ein lækna í hetta embæti, uttan ein. ið raskur er at ferðast yvir fjøll. Mánadagin í hesi vikuni kemur is- lendskur trolari á Tvøroyri eftir manning, 17 av Tvøroyri og 2 úr Hvalba. Ja, soleidis noydast okkara sjógarpar at fara burtur í onnur lond fyri at vinna sær ta neyðturvuligu inntøkuna, ið krevst til livsuppihald. Hetta må sigast at vera bædi syndar- ligt og skammiligt fyri okkara land. Fin kann eisini spyrja hvi hetta er so, tå tað verður sagt, at okkara samfelag er eins væl skipað og onnur. Sum frásagt í seinasta blað, kom kolaskipið hjá Hvalbingum fyri tað óhapp at bróta millumaksilin, og hev- ur tað eisini verið ógviliga ringt við at fáa nakað annað skip í farmasigl- ing, meðan Skarvasteinur liggur. Tað eru ymiskir menn, sum hava fingið oyðiblað frá F. F., har á teir skulu velja sær sóknarformann fyri komandi ár. Sunnudagin var Sjónleikarfelagið á Tvøroyri í Hvalba og visti sjónleikin »Åstarbragd«. Tað er meira sjáldsamt at slíkt verður sýnt í Hvalba, og tað er tí altíð stúgvandi fult av fólki, og tá holið er trongligt, har sjónleikurin fer fram. átti tað at verið betur fyrireik- að, soleiðis at tað bleiv fyrst sýnt fyri børnum og síðani fyri vaksnum, og ikki á tann hátt, at hver trongdi annan fyri at sleppa inn. Annars er tað at siga, at tað frá iskod áskoðarunum átti at verið víst ein meira hóskandi og såmilig framferå, Tann innkomni peningurin verður latin sum ein hjálp til tey illastøddu í Ungarn, ið trongja til ta hjálp, tey kunnu fáa. Í Stóru Dímun sigast at vera 300 seyðir dripnir, harav 200 eru seldir til D. J. Thomsen í Hvalba, og um leið 60 til Richard Thomsens handil á Tveroyri. Tíðindamaður. > . erkingar Tað stóð ein ógvislig grein um drykkjuskap í Klakksvík í 14. sept. nú um dagarnar. Eftir greinini at dóma gongur allur ungdómurin og meginparturin av teim eldru við fullur í heilum — av sprit. Nógv av ti, hetta blað skrivar um Klakksvíkina, fellur okkum ødrum undarligt í eyguni. Ein stúrsar við og slær seg fyri bróstið við at lesa hesar margháttligu greinastubbar. At viðkomandi í hesum førinum ger dekani nógv av, man einki vera at ivast í, men eitt stendur fast: ov mikið verður drukkið bæði av einum og ødr- um, og ikki kemur alt løgligar vegir. Hetta gildir allar Føroar. Her má vera eitthvert ógvuliga álvarsamt brek, og man tað í fyrstu atløgu ikki vera sjálv rúsdrekkalóggávan, ið ting- menn okkara sum flongdir smádreing- ir royna at krúpa undan, hóast teir fullvæl vita, at hon er einki minni enn ein sjálvmorðsroynd, ein lóg, ið rekur unglingar og aðrar við út í lógloysi og fær teir at drekka ymisk slog av eitur- kendum legi. Ráðini eru einans: Vit mugu í bræði fáa eina forsvarliga og tíðar- hóskandi lóggávu, ið kann koma ti skaðiligi lovndar- og ovurdrykkju- skapinum til lívs. Lógarinnar jarn- leingjur mugu loysast; vit mugu fáa eina frælsari rúsdrekkaskipan. 1ad er ein royndur lutur, at einki gott hevur staðist av núgaldandi skipan. Havnarmaður. BAARNAARDINNNNININDLELDSESNDNINNINDIIINDODI MILLUM UNGFÓLK OSIIIIIIIIISI Tey vóru komin aftur av brúdleyps- ferðini seint kvøldid fyri, men hann fekk tó eyguni sundur eina lotu — tá konan fór av seingini um 9 tíðina. Gjøgnum tey hálvopnu eyguni froddi hann seg yvir sjónina, meðan hon skoðaði limir og liðir framman fyri speglinum, áðrenn hon læt seg í morgunkjólan. So rýmdi hon út í kekin. Væl hýrdur legði hann seg aftur, alt meðan hann hugsaði nm hetta vakra sprundið, ið hann hevði fingið til konu — og so ikki at gloyma peng- arnar, ið fylgdu við henni. Hann vaknaði við einum kossi á ennið, og leitaði at tebakkanum við tí frálíka morgunmatinum. So ótu tey, og tosaðu um minni frá brúdleypsferðini. Meðan "hann drakk hin triðja kaffikoppin og roykti eina sigarett og mutlaði vekur orð um heimsins vakrasta sprund og allra bestu húsmóður, segði hon mjúk- liga: „Var kaffi gott.“ „Ja, heilt einastandandi.“ „Og eggið, var tað nóg væl kókað ?“ „Ja, akkurát sum eg vil hava tað.“ „Legði tú merki tíl, hvussu breyðið var bakað?“ „Ja, sjálvandi, — eg át íkki minni enn fimm stykkir.“ Hon reisti seg, peikaði at klæðunum, ið lógu so snogt samanløgd, opnaði klædnaskápið og vísti honum, hvussu vakúrt klædningurin hekk. Síðan tók hon skógvarnir, ið beinanvegin skygdu av reinleika. Hon leitaði uttar í køkin. Hann legði seg aftur eina lotu. Hvat var hetta ikki frálíkt. So kom hon innaftur, kýndi hon- um, so hann vaknaði, og tá hann aftur hevði fest sær í eina sigarett, spurdi hon: »Tær dámdi kaffi?« Hann nikkadi. »Og eggið?< »Virkuliga herligt.« >Og breydid?« Hann nikkadi aftur, >Og tú sást, hvussu klæðini hingu, hvussu skógvarnir s6u út?< >Ja, elskaða, tú ert mær ein Guds gáva.< Hon tók ein stóran royk: „Í morgin byrjar gerandisdagurin,“ „Ja, tíverri,“ segði hann. „So vóni eg, at tú hevur gjørt teg væl kunnugan við alt, tí í morgin hevur tú sjálvur at halda skil á øllum tí, ið hoyrir tær til, leggja klæðini saman, hanga klædningin upp og busta skógvarnar. Morgunmatin vil eg hava upp á seingina, áðrenn tú fert til arbeiðis, akkurat sum eg havi gjørt alt í dag. Tey høvdu ikki verið gift rættuliga leingi, tá kurlar komu á hjúnarbandi. Tað var sum vanligt mest hon, ið knarr- aði. Hann sat bara og sá syrgin út — hann hevði aldri áður sæð hetta elskaða andlitíð so rukkut av vreiði. So mikið glaðari gjørdist hann, tá hann sá rukkunar fara burtur, og andlitið aftur vera sum vanligt. — Á — stamaði hann, og skuldi kyssa hana — nú sært tú ikki so ill út longur, tú hevur fyrigivið mær? — Fyrigivið tær? Nei. Eg bara hvíli andlitið. UNGARN Hóast uppreisnin í Ungarn varð kovd í blóði, og russar settu nýggja stjórn har við Kadar á odda, so vilja menn ikki geva seg undir. Blóðigir bardagar eru víst ikki nú, men stór- streikur eru um mestsum alt landið, og í Buda-Pest munnu ikki arbeiða meir enn eini 20 pst. av fólkinum. Krøvini, arbeidararnir seta fram, eru: At Kadar fer frå og Nagy aftur verdur forseti landsins, at fri val verða útskrivað, og allir flokkar fáa loyvi at stilla upp, og fáa loyvi at virka frítt, at landið verður frítt og óheft av russum, og at russiskir her- menn fara av landinum. Sum kunnugt vóru øll 3 liðini hjá KÍ Føroyameistarar í år, Beinan veg- in varð einki gjørt burtur úr hesum mikla sigri, men í kveld heldur KÍ stóra sigursveitslu. Har verður borð- reitt við alskyns góðgæti, ymiskt verð ur til teitis og dansur omaná. — Seinasta sunnudag varð nýggi leik- vøllurin í Fuglafirði vígdur. Hópur av fólki var til staðar og í veitsluni um kvoldið luttóku umleið 250 fólk. Ein sannur merkisdagur fyri ítróttaung- dómin í Fuglafirði. So góð var undirtøkan við manns- fimleikinum í Klakksvík. at tað nú eru vorðin 2 lið við Óla Dahl og Ova Frederiksen sum leiðarum. Tað er veruleiki: at javnaðarmenn legdu fram uppskot- ið um forskotsrindan til fiskimenn longu áðrenn seinasti heimsbardagi byrjaði. at javnaðarmenn longu undir seinasta heimsbardaga høvdu frammi full- figgjå uppkkot um, at øll her å landi skuldu koma undir almenna fólkatrygging — fáa pensión. at tað var J. H. Danbjørg, ið reisti málið um lenjavningargrunnin. at tað vóru fólkaflokks- og sambands- menn, ið løgdu 50 pst. toll á allar el-lutir, so skjótt sum SEV var ein veruleiki. at tað hevði verið betri at havt 10 fólkaflokksspurvar á takinum enn 1 í landsstýrinum, Hin næsareyða tíðin byrjaði við „bar- daganum millum hin fátæka mannin og snapsin“. Tað var í tí tíðini, hvors sanna andlit var hin ræduligasti vesæidómur í túsundtals heimum, í tíðini, tá fólk nýttu brennivín at pussa vindeygur, ovnar og eina 3 pelar at kova tannilskuna við, í tíðini, tá arbeiðarar slítu meira enn teir vóru mentir enn einar 12-14 tímar dag- liga og so tá vikan var at enda vórðu ríknir í krambúðina — av arbeiðsgevar- anum — at keypa brennivín. Hvonn friggjadag lat hon lønina, men hvønn månamorgtin hevdi hann hvørt oyra aftur í kassanum, meðan teir neyðars devlar slitu og stræðaðu við kloddunum hang- andi í lepum um hitt boygda likamið. „veitst tær, at USA hevur eitt árligt framleiðslutap upp á 3,5 milliardir kr. orsakað av drykkjuskapi. at Íslendingar drekka meira mjólk enn nakað annað fólk í heiminum — "4 I. um dagin upp á fólkið. at amerikanskir vísindamenn nú hava funnið høvudsgrundarlagid fyri fram leiðslu av gulsótt-vaksinu. at tað í fyrra helmingi av 1956 fór fram ein brotsgerð hvort 12,2 sekund í USA. åt 70 pst, av heimsins børnum ikki hava regluliga skúlagongd. at Ferguson traktor-verksmiðjurnar selja verur sínar í 115 londum og at árs- sølan er 3 milliardir kr. at prædikumadurin, Billy Graham hevur stovnad egid filmsfelag, hvørs enda, mål er at gera ,gagnligar undirhalds- filmir“. at í 1873 fingu vit heitini krónur og oyru í staðin fyri ríkisdálar, mark og skilling. at tann størsti gullklumpurin, ið nakran- tíð er funnin, vá 12-1300 kg. og varð seldur fyri 5 millj. kr. at Gøtaverken í Gøteborg ætlar at byggja sleipistoð til 60- og 80.000 tonsara. Kring um heimin í 80 dagar er bók, id kend er víðan um heim. Nú hevur kvikmyndarframleiðari í Hollywood gjørt kvikmynd burtur úr hesi bók. Jules Verne, id ger hesa ferð kring um heim- in, ferðast víða um lond og yvir tey stóru verdinshøvini. Tokið, id nýtt varð il upptøkuna, var eitt lítið »hobby«-tok, og „verðinshavið“ ein 100 m. langur brunnur, skipið 3-4 m. langt, aldurnar 10 cm høgar o.s.fr.; men eingin heldur annad, enn at kvikmyndirnar eru full komuliga nåttårligar, upptiknar f ymsum londum og å ti villa Atlantshavinum. Crepenylonsokkarnir — teir elasmåu sokkarnir, id sita eftir. beinunum — få- ast nú í 20 denier. Heimsins tynstu — 10 denier sokkarnir — eru so tunnir, at teir halda einans til eitt kvøld. Crepe- nylonsokkarnir eru ógvuliga ha ldbarir tí maskarnir kunnu ikki fara. K a Torført hevur gingið hjá kvinnunum at vinna javnbjóðis rætt við mannin. Nú hava kvinnurnar valrætt í flestu londum, og í Nordanlondnm hava tey javnbjóðis arbeiðsrætt í pappírinum, men rættuliga nógvir tvørleikar gera seg galdandi, so reint praktiskt eru framvegis nógv brek ;. almikið, ið forðar kvinnuni at hevja stoðu sína í man til mannin Í Danmark fáa kvinnurnar ikki somu len sum mennir- nir. Tó at tær í vissum forum eru á hædd við mannin í ln, verður nidurstødan tann, at kvinnurnar einans fáa 70 pst. í løn í myn til mannin. Í Feroyum er verri vorðið. Her er grundlenin hjá mann- inum í flestu forum sett til 100 oyru, men kvinnurnar fáa einans 40 oyru. So- statt restar nógv her, og stórtok mugu takast, áður enn kvinnan eigur sama menniskjurætt sum maðurin. Kortini eiga kvinnurnar íkki at kenna seg sum ein undirlutaskapning, tí intel- ligensroyndirnar vísa, at intelligensin hjá kvinnunum er fult so høg sum manns- ins. Psykotekniskar royndir vísa, at dreingir viðvíkjandi tekniskari vitan standa fremri enn genturnar, men hetta hevur ivaleyst samband við uppalingina. Gentu- børnini fáa stødugt dukkur at spæla við, meðan dreingirnir fáa mekaniskt leikutoy, Málsliga standa genturnar fremri enn dreingirnir, og hvat evnunum í samband við prévtøkur vidvikir, hava genturnar einki at bera ótta fyri, og tað er ein royndur lutur, at í arbeiðslívinum standa kvinnurnar einki aftan fyri mannin.