Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-11-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. november 1956síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Utgevari: FØROYA JAVNADARFLOKKUR Bladstj.: Villi Sørensen. Box 76. Prentsmiðjan á Heygsbreyt TELF 1820 Jólalesnaður er nú allur til prent- inga. »Min jólabók<. ið Føroya lær- arafelag gevur út, er kortini liðug prentað, og man fara at vera fyrsti foroyski jólalesnaðurin í ár. Hon fer helst at koma út teir fyrstu dagarnar í desember. Í ár hava lærararnir H. Bærentsen og J, Wenningstedt, Tórs- havn, lagt tilfarið til rættis; men komandi ár verður tað aftur J. Kjeld, lærari. ið tekur sær av arbeiðinum eins og árini frammanundan. Tær donsku jólabokurnar. ið Grønvald-Fynbo gevur út, eru nú útkomnar, og fyrst av teimum er at nevna »Ved Julelampens Skær«, 112 síður í stórum arkabroti. Hon kostar kr. 4,25, Millum teirra, ið skriva hesa bók. eru Kræn Bjergen, Karen Plov- gaard, Erik Bertelsen, Ingrid Feder- spiel og Frederik Nygaard, Henda bók er skrivað fyri vaksið fólk. Hinar jólabokur Grønvald-Fynbos, ið skrivaðar eru fyri born, eru: — Historiebogen, Børnenes Julebog, Den lille Historiebog og Børnenes Julebog. Hvi leika so i? Foroyatíðindi fyri 10. nov. hevur grein, ið tað nevnir »Den lille politik« og er neynda grein fylt á tremur við persónpolitiskum hatri frá byrjan til enda. Ein og hvor, ið hevur lisið nevndu grein, fær við fyrsta eygnabrá var- hugan av, at greinin er innihaldsliga ógviliga veik og illa undirbygd; men einans sett upp á prent fyri at válka tann flokk, ið yvirskriftin sipar til, og fyri at merkja seg sjálvan yvirfyri lesarunum. Tað, sum mest tykist at hava fingið Føroyatidindi so vitleyst av illskapi. at tað ikki veit sær nóg ilt at spræna út yvir javnaðarflokkin og tess leiðara. er einans av einum fjarriti, sum fólkatingsmaður P, M. Dam sendi Sosialinum viðvíkjandi tí tóku miljónini. ið danski staturin hev- ur játtað til fullfiggjan av vegnum Hov—Øravik. Dekans illa, & Føroyatidindi ikki hevdi so ståran myndugleika um hend- ur, at Dam fyrst var noyddur at søkt nevnda blad um loyvi til at senda eitt hvørt fjarrit. hann hevdi hug til. annaðhvort tað so var til blað sítt ella onkran annan, At Foroyatíðindi altíð hevur roynt t spælt stuttlig og harvið mangan gjør seg til narr yvirfyri sín- um lesarum, er ikki ókunnugt; at tað nakrantíð fyrr hevur gjørt seg men til storri lálur enn í neyndu grein. Den lille politik“. man valla vera. Forovat. hevur sjálvandi tann tanka. at tev bakvaskilsir. ið hennara bróður blød ikki koma útfyri. tað skal tað útinna slíkur marlýrur ætlar tað at spæla tað minni hvat veru- leiki. ið býr aftanfyri. Hvussu snobbut ið Foroyat. er, lýsir gjøgnum alla greinina sum hon er, tí tað, sum tað mest roynir at fjala yvir er tað, at Dam ikki skal kanna sær æruna fyri at hava fingið rsyndu miljón til vega, men ístaðin fyri roynir tað at bera í bøtuflaka fyri Håkun Djurhuus — so langt er nå Føroyatidindi smokkað. Nei, Foroyat. kundi ógviliga væl spart sær hasa blekksvertuna, tí meira populerur er javnaðarflokkurin og tess leiðari enn hann nakrar tíð hevur viljað kanna sær æruna fyri annað enn tað, hann hevur átt æruna fyri. Tá ið Foroyatíðindi er so fram- fort, at tað hætti sær at seta neyndu grein uppá prent, so skuldi tað fyrst tonkt seg um, um tað ikki fyrr hevdi hent seg. at ein av teimum monnum, ið standa Foroyt. ógviliga nær. líka undan seinasta vali var staddur í Keypmannahavn í tí sama viðfangi, tá ið tað bleiv í lagi við Flakavirkinum á Tvøroyri, og í somu lotu sendi fjar- rit heim til Tvoroyri uttan at hava havt ein fingur við í spælinum. — Hvat heyði sami maður í huga við so, al sínum fjarriti ? Hvi steintagdi tå sama blad? Um Føroyatidindi letist at vera stuttmint, so má tað ikki billa sær inn, at onnur eru tað. Nei, ikki ber til at kasta skarn í eyguni á fólki; ti fólkið er vaknað úr sínum áralanga sambands- svøvni, og tað sigur: burtur við aftur haldsridilinum og ollum teimum, ið hann verja. Hvat sømdir hava foroy- ingar vunnið hjá dønum við teimum fólkatingsmonnum. ið har hava sitid og bínt mann eftir mann — og hvat er ikki vunnið. síðan P, M. Dam kom á danating at sita? Tað er eyðvitað, at tað er tungt fyri slíkar verjulátur at noyðast at við- ganga tann rama veruleika — men tað má so vera, tí ikki ber til at av- dúka hann. Tað. sum Føroyt. í endanum á greinini nevnir fyri »Væmmelse«, man tað sipa til sín sjálvan, tí tað veit, at lesarar hennara lesa tað við størstu andstygd — og er tað so logið. Dj. *x Tað er einki at ivast i, at tað upp- skotið, sum borið varð fram her í blaðnum um, at eygnalæknin eisini skuldi = vitja smábygdirnir, hevur fingið hina alrabestu undirtøku um alt landið. Her í okkara bygd eru tað fleiri fólk, bæði eldri og slík, ið ikki eru so djørv at ferðast. ið høvdu trongt til at komið á tal við eygna- læknan av og á. Summi koma kanska ongatid at fáa hjálp, onnur fara ikki til læknans fyrr enn ov seint, og aftur onnur ganga við brillum, ið als ikki hóska til sjónina. Tað er tí vón mín, at vit mugu fáa í lag eina landsum- fatandi skipan í sambandi við eygna- røktina. Bygdmadur. x Vit mótmæla skrivingini hjá tidind- amanni Sosialsins í Hvalbø viðvíkj- andi áskoðarunum til sjónleikin >Ást- arbragd<.' Betri áskoðarar og sterri blíðskapi enn í Hvalba hava vit íkki mett, Við heilsan. Sjónleikararnir á Tvoroyri. Silvurbrúdleyp. 29. nov. kunnu hjúnini Petra og Hans Mellemgaard. Tórshavn, halda silvurbrúdleyp. Vallistar Vallistarnir fyri Tórshavnar komm- unu til løgtings og foikatings fyri árið 1957 eru til skjals á býráðs- skrivstovuni frá 1. til 12. desember í ár, báðir dagar íroknaðir. Mótmæli móti gildi vallistanna verður at senda býráðnum skrivliga innan 15. december í ár. Tórshavnar byråd, hin 19. no- ve nber 1956 Os —— veitst Fu ——— + at 30 psi. av øllum vindi i Føroyum er vesian- og útsynningsvindur, at í meðal eru 80 pst. av ollum ársins døgum regndagar i Havn og meðal- reenmongdin 1460 mm árliga. at tað i Havn verður roknad vid 614 toku- og 44 kavadøgum i meðal år- liga, at i meðal er 78 pst. av loftinum yvir Føroyum skyggjad at tað er sjáldan, at loftið er heilt klárt. Bert 6 dagar um árið, verður sagt, At hitt almenna stuðlar vinnulívið er sera náttúrligt, men hesin stuðul skuldi helst verið javnbjóðis fyri allar íbúgvar landsins og ikki soleiðis skip- aður, at tey minni mentu skulu gjalda í stórum til tey múgvandi, meðan tey múgvandi njóta gott av hesum stuðli, samstundis sum tey eru skattafri, Lánuviðurskifti okkara eru vorðin, at einans rættiliga múgvandi sleppa framat lánipeninginum. Siga vil, at maður keypur trolara fyri 4 milj, kr., fær hann 15 pst. í studningi frá løgtinginum, t. v. s. 600.000 kr., sum gåvu frá skattaborgarunum. — Afturat hesum hevur hann beinanveg- in loyvi at avskriva við 20 pst., t. v. 8. 800.000 kr.. men í hansara stað skal onkur gjalda so mikið meira í skatt av hesi peningahæddini. og hvørji hesi vera, er ikki ilt at gita. soleiðis itróttin Aftaná at eitt av olympisku fót- boltsliðum Onglands hevdi tapt 1—5 móti Danmark, vóru tað tey flestu, ið søgdu: — Vit hava ikki ein kans, sleppið tykkum burtur úr, áðrenn ov seint verður, Hartil er tað almanna- kunnugt, at tað kostar 300.000 kr. at senda eitt slíkt lið til Melbourne; men leiðarin ók tað sum ein sannur bretsk- ur ítróttamaður og segði: Tað avger- andi er ikki at vinna, men at vera við. Hesi orð, stavnhald Olymiadurnar, eru grundarstoðið, har allar kapping- ar eiga at byggja á. Blikur hitt nýggja farmaskipið hjá Skipa- felagnum kom týskveldið á Havnina við farmi úr Aalborg og Keyp- mannahavn. Tá hann er liðugur at skipa upp, fer hann til Íslands eftir sildafarmi at flyta til Ruslands. Hin rætta leiðin Sjónarmið javnaðarflokksins í sjó- marksmiålinum vóru tey, at vit skuldu fylgja Íslendingum og krevja, at vil til eina hvorja tíð fingu somu rættindi sum teir. men hetta uppskot varð vrakað av hinum flokkunum. Lands- stýrisflokkarnir vóru samdir um at taka við núverandi sjómarki; 'tjóð- veldismenn vildu bert upp sátt- målan og høvdu veruliga einki at seta aftur í staðin, Nú Íslendingar hava vunnið fyrsta s19d tått á teirra sjómarkssríði. ásannar løgmaður tað rælta í uppskoti javn- aðarmanna og lekur beinleiðis undir við tí. Hann er beinanvegin til reiðar at taka upp nýggjar samráðingar á ti erundarlagi, at vit skulu vinna somu somdir sum Íslendingr. Hetta er snór- TØKK Øllum tykkum, sum visti okkum samkenslu tå ið kæri maður min, sonur og beiggi okkara MOURITS N. MOHR kennari doydi, og sum syndu honum heidur vid jarðarferðina,takka vit hjartaliga. Tórshavn, 22. november 1956. Svanhild Mohr, foreldur og systkin. Lønjavningar- grunnur Skipsfiskimanna víðbót fyri 1956. Umsóknarbleð til lenjavningar verða flýggjað út hjá sýslumonn- unum (í Mykinesi og Skúvoy hjá kommunustýrinum) og á skrivstov- uni í Tórshavn (telf. 2143). Tað verður minnt á, at umsókn- irnar eiga at vera innkomnar áðr- enn Í. mars 1957 og avrokning- arnar fyri 1956 eiga at fylgja við. Halda menn seg eiga viðbót og hava ikki fingið avrokningar, eiga teir kortini at senda umsóknina inn áðrenn 1. mars og senda av- rokningarnar tá teir fáa tær og ikki seinni enn Í. januar 1958, tí annars fella umsóknirnar burtur eftir 3. $ í reglugerðini. Umsóknir ið koma aftaná 1. mars 1957 verða ikki vidgjørdar. NEYNDIN Fremtidens oliekamin med den geniale BREESE BRÆNDER giver Dem - mere varme - bedre varme - behageligere varme Se den hos: VALDEMAR LUTZEN Telf. 1020 Thorshavn. Bekendtgørelse I henhold til $ 5 i kgl. anordning af 13. august 1886 er det påbudt, at skorstenene í Tórshavn renses mindst fire gange aarligt: i marts, juni, september og december maa- neder. Ansvaret for at rensningen er foretaget paa behørig maade paahviler husejeren, med mindre der er truffet aftale med skorstens- fejeren, paa hvem ansvaret i saa fald hviler. Brandsynet paaser bestemmelser- nes overholdelse. POLITIMFSTEREN PAA FÆR- ØERNE, den 19. november 1956. J. Feilberg Jørgensen. beint, hvat javnaðarmenn kravdu. Undirtøkan kemur bara ov seint, tí landsstýrisflokkarnir hava jú undirrit- | að ein sáttmála, ið skal galda í 10 ár. At teir so skjótt skuldu koma at ásanna, at javnaðarleiðin var hin einasta beina, mundi fáur eiga grun um.