leygardagur 15. desember 1956síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 50
SOSIALURIN
POUL P. M. PETERSEN tytt og lagt til rættis:
MELLEM BJERG OG BRÆNDING
FÆRØSKE DIGTE
Poul P. M. Petersen, skald, hevur
stóra tøkk uppiborna fyri, at hann
hevur fingið hesa bók fram. Bæði
sum skald og kennari av foroyskari
yrking hevur hann her víst, hvat
hann kann. Líkaleiðis eiga teir stovn-
ar, ið hava styðjað útgávuni, tokk.
Hervið er eitt íkast av tí skaldskapi,
vit eiga her heima, gjørt atkomu-
ligt fyri tann vanliga lesara um
norðurlond.
Bókin byrjar við grein Ole Jacob-
sens — Nyere færøsk lyrik. Væl
sagt og beinrakid, sum væntandi
var av hesum manninum. Men eitt
tykist mær kundi bíðað enn at verið
sagt — um tey yngstu skaldini, T.
N. Djurhuus og Jens Paula Heine-
sen. Hevdi verið nóg mikið, at tað
stóð, — som . giver lofter —
og so latið hitt um
enn. — Ílt at meta dagin, áðrenn
hádagurin er komin.
Veit ikki um eg misfati tað, sum
stendur um Rich, Long. Men haldi
ikki, at hann skuldi tókst serliga
heimligur fyri danskan lesara. Tak
Kolbein risa! Tað er saktans før-
oyskt, og kætið við — ið hvussu
er allar minst danskt, tá heldur
norskt.
Úrvalið — Ja, tað ber valla til
at finnast at. Tú lesur tað upp av
blaðnum, sum gevur aftursvar inn-
er bert orð. Tí er
alrakið um
an í tær, restin
tað ilt at siga nakað
úrval.
J. H. O. Djurhuus er tortýddur.
Víst er tað. Men nógvastaðni hevur
týðarin magnað at fáa dygdina og
málmklangin yvir um:
Máske om hundred ár
fælder en ungme tár
evnini bíðað |
over de tapre, som
aldrig fra kampen kom,
máske af markens pryd,
søljer og tusindfryd.
binder hun dem en krans
inden hun gár til dans.
H. A. Djurhuus. Umsetingarnar
fullgóðar, hava einki mist av síni
upprunaligu, einfaldu dygd:
Havet sang om Færø i tusind, tu-
sind år —
og ligfærdssang, i
lykke, sorg og sár.
Lyden drev om brune skær og fløj
mod tinder brat,
Havet sang om Færø i høstens
lange nat.
bryllupskvad
Mikkjal Dånjalsson å Ryggi, sum
fyrst og fremst er fråsøguskald, hev-
ur eisini heppnast at fáa um sundið:
Grát í grát og grumset vádt
skyller fælt om huset,
og som torden merkt og rát
buldrer fossebruset.
Elven arg af megen men,
rydder grund og ruller sten.
Richard Long verdur umsettur
vid klingandi kæti og list:
Se, Kolbein Rise
fra Varden steget,
Med eet steg står han
i myremosen,
Men hvor er månen,
min lyse fylgje
på nattens veje?
Jeg ser ham ikke,
Poul F. Joensen. Her er meira
Ojavnt, men væleydnað eitt nú Dóma-
dagur:
Han rykkede mánen af himlen
og slængte den hárdt í havet.
Grundbroddet stod over fjældet,
hvert skrig blev í belgen begravet.
Jordkloden revned, vulkaners
udbrud, der syded í skummet,
sprængte den sønder til støvkorn,
der spredtes som aske i rummet.
Listarlig er eisini Otto Gelsteds
týðing av Gravarferðini.
William Heinesens yrkingar eru
væl valdar — lýsa tað eyðsædda,
alheimskenda í hansara yrkingum,
samstundis deyðsvitandi og lívskosn-
ar:
Dog, her er jo trygt og godt at sove.
Altid sejred den, der svor til døden.
Rim har sat sig i dit hår som
trætte stjerner.
Snehvid er af død din klare pande,
hvid din barm som fjerne vinter-
bjærge.
Dine unge, sunkne arme — sådan
hviler
vinterskumringen bag fjerne bjerges
rande.
Dine lukkede øjne — sådan slumrer
aftensneen på de frusne vande.
Vi har fået ro til evig hvile,
Vi har sejret, thi vi svor til døden.
Nej! Fyg ind, du vilde storm fra
verden!
Sval os, rædsel, i dit væld af liv!
Vågne vil vi vandre på den mørke
kolde jord og under strenge stjerner.
Chr. Matras. Hann er avgjørt
tann tortyddasti, verri enn Janus.
Hansara náttúryrkingar eru so gløgt
skaptar burtur úr førryingsins inn-
astu kenslu av hverjum einsæru
fyribrigdi í landslag, veðurlag og
fólkalívi, at tað er ikki fyri tann
fremmanda, um hann er al so køn-
ur at týða. Men C. M. hevur eisini
ideyrkingar. Og her er Hitt blinda
Liðið, sum William hevur týtt so
væl:
Gennem merke vandrer
bange blinde,
søger med såre fødder
vej at finde,
Ingen skimter målet.
Den blinde skare
ved ej hvor den vandrer,
vandr:r bare.
Karsten Hoydal er fullgóður:
Máneguld drypper fra himlen
ned pá de mørke vand —
stød nu båden fra bredden,
så ror vi til kimingens rand.
Regin Dahl, T. N. Djurhuus og
Jens Pauli Heinesen eru so lítið um-
boðaðir, at tað er einki úrval. Teir
eiga allir meir at velja úr í dag,
men kanska ikki, tá ið bókin varð
løgd til rættis,
-
Regin:
Sejle langs med landet
i solrøg og lugt af vår —
og barnet, du gav mig
af dine dejlige lænder,
sidder ved lønningen og synger.
Tummas:
Du ved jo ikke, du kære,
de forvågede øjne tit
i mørket omkring mig skimter
dit elskede ansigt — dit.
Jens Pauli:
Blæsten, som farer og kommer,
hjemløs alle steder,
suser i døde græsstrå
som barn, der moderløs græder.
Hesin síðsti yrkjarin er so væl
tyddur, at yrkingin hevur vunnið
vid tad.
Teknarin, Sven Havsteen-Mikkel-
sen, hevur vid myndum sinum lagt
ein so alføroyskan stemning yvir
bókina, at betri rammu kunnu hes-
ar yrkingar ikki fáa. Nógvar av
15. DESEMBER i956
SOSIALURIN
Utgevari:
FØROYA JAVNADARFLOKKUR
Blaðstj.:
Villi Sorensen.
Box 76.
Prentsmiðjan á Heygsbreyt
TELF 1820
hesum smámyndum, ið eru settar
innan ímillum yrkingarnar eru í
sær sjálvum smáar yrkingar, sum
taka um hjarta. — Væl verið hond-
ini, ið so væl hevur fingið strikurnar
at liva.
Her er roynt at geva eitt erindi
frá hvorjum yrkjara, ið við er, og
heldur spara tað, ein sjálvur kundi
ynskt at sagt — fyri at lesarin skal
fáa eina hóming av, hvussu bókin
er — og hon er góð og verd at
eiga. Heðin Brú.
- KLAKKSVÍK Í DAG
Andlát
Mikukveldið andaðist Jóan Símun
Nystrøm knappliga í heimi sínum.
Joan Símun, ið var arbeiðsmaður,
hevur seinnu árini verið brekaður,
men líka til tað seinasta sást hann
spåka í gøtunum. Hann var ætt-
aður av Húsum og borin í heim
3. apríl 1881. Víð Jóan Símuni er
ein hollur javnaðarmaður farin.
Friður verði yvir minni hansara.
Nú lýsir frá SEV
Hóskveldið fekk Klakksvík streym
frá SEV á fyrsta sinni. Kommunu-
stýrið, umboðsmenn fyri SEV og
aðrir vóru til staðar á verkinum á
Strond, tá snarað varð frá. Seinni
um kveldið var samkoma á Ho-
tel Klakksvík.
Trolararnir
Skálaberg fór úr Bremerhafen
mikukveldið. Væntast higar seint
s nnukvøldid ella mánadagin.
Fyri viku síðani hevði Jóannes
Patursson 215 tons. Kemur heim
til jóla. Um sama mundið var
Sjúrðarberg inni og bumbaði, heyði
150 tons.
Skúlastjórastarvið
Til skúlastjórastarvið, ið var lýst
leyst eftir at J. P. Joensen var
settur sum skúlaráðgevari, kom
veruliga bert ein umsókn. Umsekj-
arin er Leivur Nolsøe, lærari. Hann
er ættaður úr Vági og umleið 30
ára gamalur. Ein ungur dani søkti
hálvvegis við tað, at hann ger fyri-
spurning um, hverji líkindi, hann
hevur at verða settur í starvið. —
Tað er útlit til, at starvið verður
lýst leyst av nýggjum, tá tað veru-
er bert hini eini umsekjarin.
Útróðurin
Tað viðrar alsamt rættuliga illa,
so lítið av fiski er higartil komið
er
upp á land. Mikudagin var ódnar-
veður. Bátarnir vóru staddir sunnan-
fyri, tá ódnin brast á. Einstakir
máttu ganga frá og mistu sostatt
nakað av línureiðskapi.
Viðoy
kom aftur úr Keypmannahavn miku-
dagin. 100 fjórðingar áður enn teir
komu til Hetlands, fingu teir
maskinskaða. Teir fingu tó skaðan,
ið tarnaði teimum 12 tímar, aftur-
bøttan.
Sjónleikarfelagið
helt frálíka 50 ára minningarveitsla
seinasta leygarkvøld, Borðreitt var
við kjøti og súpan. Óli Dahl, frm.
felagsins greiddi frá virkinum hesi
50 árini, ið menn hevdu roynt at
framfert sjónleik. John Reid Bjarta-
líð og H. D. Petersen, lærari, og
Sofus Larsen, bakari, bóru fram
fagnadarkvødur til felagið. Í sam-
band við undirhaldið vórðu fram-
ferd brot úr Charles tantu.
Dansifelagið
hevur nú 2 reglulig dansikvøld um
vikuna. Luttøkan er góð, og millum
luttakararnar eru nógv ungfólk.
+
Tað verður hervið gjørt kunnugt,
at kæri maður, faðir verfadir
og abbi okkara
Jóan Símun Nystrem
Klakksvík
doyði miðvikukveldið.
Jarðarferðin verður frá Betesta
sunnudagin 16. í hesin kl, 2.
Klakksvík 13./12. 1956.
Johanna Nystrem
og børnini,