Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. apríl 2002síða 20

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 75 - 20. apríl 2002 Nr. 75 - 20. apríl 2002 43 Summarhús til sølu í norðursælandi nær við Liseleje Húsini eru 63 m2 til støddar og eru sera væl innrætt- aði. Stór stova, stórur køkur, tvey kømur við dupult song, eitt gestakamar og baðirúm. Reiðskapsskúrur við øllum. Húsið verður selt fult møbelerað, t.d. vaskimaksina. Garðurin er sera snotisligur og heilar 1206 m2. Fíggingin er sera lagalig. Prísur: kr. 495.000,– Nærri fæst at vita á tlf. (+45) 20858627 Kaj / 2211828 Jens Trøð og sethús í Tórshavn til sølu Ognin – matr. nr. 1216a – við Marknagilsvegin verður seld, um hóskandi boð fæst. Ognin er 9.495 m2 til víddar við ástandandi sethús- um, sum eru umleið 130 m2 í grundvídd í 2 hædd- um. Ognin liggur sera væl fyri og hevur avbera gott út- sýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð. Áhugað kunnu ringja ella støkka inn á gólvið hjá Húsamekling, her kunnu vit greiða nærri frá um ognina. Húsamekling Sp/f Protek, Vaglið, Postsmoga 331, 110 Tórshavn, Tlf. 319321, Fax 319331, E-mail: protek@post.olivant.fo www.husamekling.fo Avgreiðsla kl. 9-12 og 13-16 Starvið: Í Fólkaskúladeildini er eitt áhugavert og fjøllbroytt starv sum fulltrúi leyst at søkja. Mentamálastýrið er skipað í 3 deildir: Fólkaskúla- deild, Vinnu- og Miðnámsskúladeild og Mentamála- deild. Í Fólkaskúladeildini starvast tveir undirvísingarleiðar- ar,og tann,sum settur verður,kemur at arbeiða í tøtt- um samstarvi við hesar báðar og við stápsfunktión- irnar í stýrinum. Vit søkja eftir einum fulltrúa, sum: • hevur hug at arbeiða í einum toymi í Fólkaskúladeildini • hevur áhuga fyri og kunnleika til skúlaøkið • hevur áhuga í at arbeiða við tølum, greiningum, hagtølum v.m. • hevur innlit í vanlig telduforrit, dugir at arbeiða við rokniarkum, databasum o.s.fr. Høvuðsuppgávurnar verða at: • gera fyrisitingarligar leiðreglur • gera búskaparligar myndlar • umsita sáttmálaviðurskifti • útvega hagtøl Harumframt skal viðkomandi eisini taka sær av at fyrisita: • Læraraeftirlønir • Húsarhaldsskúlan • Føroya Fólkaháskúla • Privatskúlar • Eftirskúlar • Frískúlar Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a., at umsøkjararnir hava • Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla, útbúgving á líknandi stigi ella læraraútbúgving við viðkomandi eftirútbúgving • Vilja og evni til at royna nýggjar leiðir • Áhuga fyri avbjóðingum Umsøkjarar við fyrisitingarligum royndum hava fyrimun. Vit bjóða: • eitt sjálvstøðugt starv í einum mennandi umhvørvi • eitt gott umhvørvi • eina deild við virknum starvsfólki. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi,og møgu- leikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Tann,ið settur verður,eigur at tola broytingar í starvs- uppgávunum. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar- málastýrið og viðkomandi yrkisfelag. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fatar um aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til: Mentamálastýrið Hoyvíksvegi 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. mai 2002. Starvið verður sett frá 1. juni 2002 ella eftir nærri avtalu. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Olaus Jespersen, deildarstjóra í Fólkaskúladeildini, tlf. 35 50 50. Fulltrúi í Mentamálastýrinum Mentamálastýrið Fólkaskúladeildin Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Øki hjá Vinnu- og Miðnámsskúladeildini umfatar studentaskúlarnar, HF-skeiðini, handilsskúlarnir, teknisku skúlarnir, Fiskivinnuskúlan, sjómansskúlarnir,Maskinmeistaraskúlan og lærlingaútbúgvingar. Sethús í Hvalba til sølu Við hesum verður matr. nr. 121 í Hvalba lýst til sølu. Talan er um grundøki,vídd 843 m2,við ástandandi eldri sethúsum og úthúsum. Húsini kunnu síggjast eftir nærri avtalu. Suðuroyar Sparikassi 900 Vágur tlf. 373064 Soffi Egholm Rúni Lisberg Bergur Dam Jákup á Fløti Jacobsen Leynar Sumba Í FELAGSSKAPI SUM JAVNSETT LOND Tórshavn Klaksvík reproz · 319540 Kunngerð Samb. kunngerð nr. 23, 18. mars 2002 fer løgtingsval fram týsdagin tann 30. apríl 2002 í samkomuhøll skúlans við Gøtugjógv. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Brævatkvøður Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið greiða brævatkvøðu við at venda sær til fólkayvirlitið/kommunuskrivstov- una. Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi innan valið byrjar kl. 10.00 tann 30. apríl 2002. Heimaval Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í sein- asta lagi dagin fyri valið við at boða frá til kommunu- skrivstovuna – helst innan kl.16.00 mánadagin tann 29. apríl 2002. Valkort Vart verður gjørt við,at valkort skulu nýtast til valav- greiðsluna. Hesi verða send út við postinum til allar løgtingsveljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast. Minnist vinarligast til at hava valkortið við á val 18. apríl 2002 Valstýrið í Gøtu Måns Persson, formaður Kunngerð Atkvøðugreiðslan í Vágs kommunu á løgtingsvali- num onsdagin 30. apríl 2002 verður í samkomuhøll skúlans. Atkvøtt verður frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Veljarar, ið samært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskriv- stovuni til og við mánadagin 29. apríl 2002. Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið,kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men má verða boðað frá til býráðsskriv- stovuna til. 373024 ella tlf. 373315 í seinasta lagið mánadagin 29. apríl 2002 kl. 15.00. Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til býráðsskrivstovuna sum skjótast. 17. apríl 2002 Valstýrið í Vági Starvið: Eitt starv sum fulltrúi á Almannadeildini verður leyst til setan í Almanna- og heilsumálastýrinum sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Høvuðsuppgávur hjá fulltrúanum eru at: • ráðgeva aðalstjóra og deildarstjórum, • gera uppskot til lógir og kunngerðir • málsviðgerð Førleiki: Vit hugsa okkum at tú hevur, ella fær í næstum, út- búgving frá hægri lærustovni, eitt nú cand.jur., cand.polit., cand.scient.pol., cand.scient.adm. ella líknandi, og hevur góðan kunnleika til mál og til edv. Umsøkjarar uttan hægri útbúgving, men við hollum royndum innan almenna umsiting,hava eisini møgu- leika at søkja. Ynskiligt er at tú hevur vitan/royndir innan almanna- politikk. Harumframt at tú hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Vit bjóða: • Starv, sum til tíðir er strævið, men samstundis sera áhugavert og mennandi við skiftandi uppgávum. • Flex tíð • Sjálvstøðugt starv • Skeiðmøguleikar Lønar- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag. Viðmerkjast skal at setanin umfatar Almanna- og heilsumálastýrið og stovnar undir tí, umframt Løg- mansskrivstovuna og onnur aðalstýri. Umsókn: Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Almanna- og heilsumálastýrið Lønar- og starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreist: 6. mai 2002 kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Aibritt á Plógv, aðalstjóra tlf. 304050. Almanna- og Heilsumálastýrið Lønar- og starvsfólkadeildin Fulltrúi til Almanna- og heilsumálastýrið Almanna- og heilsumálastýrið hevur um hendi málsøkini: Almannamál, heilsumál, apoteksmál, íbúðarmál og ávís arbeiðsmarknaðarmál,harundir m.a.javnstøðumál. Í Almanna- og heilsumálastýrinum starvast í løtuni 9 fulltrúar. Aðalstýrið er skipað í 4 eindir: aðalskrivstovu, almannadeild, heilsudeild og lønar- og starvsfólkadeild. Bókavørður Á Fuglafjarðar Bókasavni er eitt starv sum bóka- vørður leyst at søkja til 1. august 2002. Tann, ið sett/ur verður, skal arbeiða við øllum van- ligum bókavarðaarbeiði í tøttum samstarvi við Kunningarstovuna í Fuglafirði,sum heldur til í somu húsum, sum bókasavnið. Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður. Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvs- mannafelagið. Umsóknir saman við próvskjølum verða at senda Fuglafjarðar býrráð, Postsmoga 30, 530 Fuglafjørð- ur í seinasta lagi 14. juni 2002 kl. 15.00. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka. Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Sigurð S. Simonsen, borgarstjóra ella Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á tlf. 444006. Fuglafjørður, tann 15. apríl 2002. Fuglafjarðar býráð Internet Sosialur www.sosialurin.fo in C M Y K 43 42