Sosialurinarkiv
Sosialurin 1957-12-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. desember 1957síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

|: På Á H i 5 politikkinum er at skapa sosiala trygd, t.v.s. vernd av lívi, heilsu og arbeiðskraft og tryggjan móti sjúku, arbeiðs- og inntøkuloysi og ødrum óhappum, ið raka kunnu hin einstaka eins og eisini familj- una. Sosiala lóggávan verður á hædd við sosialu lóggávuna í hinum Norðanlondunum. Í fyrstu atlogu verða at taka uppaftur javnadarmannauppskotini um at javnføra ellis- og avlamis- rentuna, sjåkra- og vanlukkutrygg- ingina, einkju- og barnapeningin. Uppskotid hjå javnadarmonnum um FOLKATRYGGING, størsta framstig, ið henda kann núlivandi ættarliði, verður at seta í verk beinanvegin. Beinleiðis barnastudningur til barn- ríkar familjur verður at veita til hvort barn, hækkandi í mun til barnatalið, goldin í hond- ina. (Samanber Beveridge-ætlanina í Onglandi) Arbeiðsloysisstudningur verður at skipa til útihýsan av neyð hjá tí arbeiðsleysa eins og gjørt er í ødr- stigvíst um londum. Korini hjá andsveikum og sálarliga deyvum, brekaðum blindum, verða at beta, so teimum verður lagað ein menniskjanslig tilvera her á landi. Barna-, ellis- og hvíldarheim verða at fáa allra bestu arbeiðs- og virk- islíkindi. Allar tær og lenarveit- Norð- anlondum, verða vit eisini at veita sømdir ingar, ið barnakonur fáa í her. Hellsumåt: Ein tíðarhóskandi útbyggjan av sjúkrahúsum okkara við neyðugum nýbygningum og serdeildum, so fólk, ið eru sjúk ella brekað á annan hátt kunnu fáa hjálp og røkt her á landi so langt sum gjørligt. Bøtan av læknaviðurskiftunum å bygdunum vid regluligum lækna- vitjanum, her undir eisini tann- og eygnalæknavitjanum. Serlig skipan vidv. fyrstuhanda- hjálp og medisinstødum úti um bygdirnar. Øll sjúkrahjálp og alt verður ókeypis. Læknarnir verða fastlontir. Tiltok, ið neyðug eru frá heilsu- medisin málaligum og læknaligum sjónar- miði til verju av fólkaheilsuni, verða at fremja. Prís- og lanarviðurskifti: Hitt almenna verður at ansa eftir prísum og gera fyriskipanir við strangum hartingum móti okur- prísum. Serligt prís- og monopolráð fær myndugleika at kanna og áseta prísir. Arbeiðsmonnum, fiskimonnun og ollum starvandi fólki verður tryggj- að eina rættvísa lenarskipan, so lønir til eina og hverja tíð verða át svara til príslagið. Minstuløn og forskotsrindan fiski- manna verður sett á hædd við livi- kostnadin og dyrtidarvidgjørd við hverja prístalsútrokning. Forskots- rindanin verður at rokna frá degn- um, fiskimadurin fer frá heiminum til skipið — goldið forút. Allir útróðramenn uttan mun til slagið av bátum, teir rógva við, verða at fáa somu prisvidbøtur. Fríur sjálvrættur, óskerd atkoma at fáa agn, ís og alla útgerð verður at tryggja útróðramonnum. Arbeiðsviðurskifti: Fylking av arbeiðararorsluni í Feroyum við norðurlendsku arbeið- arafylkingini gjøgnum De samv. Fagforbund til kraftarsavning og ; sigurs. Rætturin til arbeiði verður javn- settur við onnur demokratisk rætt- indi. Samfelagið tryggjar íbúgvum sínum arbeiði og rættvisa úrtoku av arbeiðinum eins og lut í ágóð- anum. Sum eitt lið í tryggjanini av ar- beiðsfriði verða arbeiðarar, físki- menn, tænastufólk í ellum lutum at fáa størri ávirkan á fíggjarlív landsins. Álitismannaskipanin seta í verk á arbeiðsplássum og á verður at hvørjum storri eki einsæris sam- skipað í eitt felags álitismanna- starv. Til tryggjan av, at arbeiðs- og starvsfólk fáa løn sína rættstund- is, verða so skipaðar longjalds- stovur. Samfelagið hevur eftirlit við øll- | um arbeiðsplássum, at tey verða at samsvara heilsuligu og arbeids- ligu krovum, ið hini arbeiðandi eiga rætt til. Flokkurin mótmælir fostum gerð- arrætti. Lærlingakorini verða at beta åjavnt við tey bestu í ødrum lond- um. Bankar og trygging: Banka- og tryggingarlagið, har- undir øll lívtrygging, verða sam- felagsins. Skatta- og tollvidurskifti: Nýggj skattalóg verður gjørd, so skatturin verður at bera av teimum, ið evnini hava og ikki sum nú, tá stórmaðurin í flestu forum hevur fingið skattafrælsi. Galdandi ódemokratisku avskriv- ingarreglur verða avtiknar. Kelduskattur verður framdur. Skattamyndugleikarnir verða at fáa atgongd til allar inntøkukeldur, og serligur líkningaserfroðingur verð- ur settur. Serligur roknskaparhåttur fyri at lætta um skattaálíkningina verður skrásettur. Tollur á neydsynjarvørum verður avtikin. Bústaðarpolitikkur: Hvor føroysk kvinna og maður eigur rætt lil ein hóskandi bústað. Bæði sambyggjufelog og einstakl- ingar verða stuðlaðir við sakken- ari vegleiðing og við figgjarligari hjálp. Ein húsabyggingargrunnur verður stovnaður. Fyri at tryggja ollum lagalig og bilig lán verður hesin stovnur eis- ini eitt millumlið millum verandi peningastovnar og lántakarar. Lán- takarar verða at fáa vanligan kre- ditt til lága rentu, bygt á veðhald og rímilig lán út yvir veðhaldið. Serstakur húsaleiðustuðul til barn- ríkar familjur og fólk við heilt smáum inntøkum verður eisini at veita. Somuleiðis verður skipaður ser- ligur búsetingargrunnur, ið letur minni lán til ungfólk, ið seta seg í búgv. Samferðslan: Innanoyggjasamferðslan fer at verða nútíðargjord bæði á sjógv og landi. Samfelagið verður at reka alla innanoyggjasigling við tíðarhósk- andi ferðafólka- og fluttningsfør- um. Dagligt samband sett í verk bygdanna millum allastaðni, har hetta er gjørligt. Flogsamband vid innanoyggja, har hetta er neydugt útheimin og og gjørligt, verdur framt. Havnir, lendingar og vegir: Havnabyggingarnar verða full- fíggjaðar skjótast gjørligt eftir eini samlaðari landsætlan. Fullfíggjað sambinding av øllum | hetta er gjørligt, verður framt sum skjót- bygdum og oyggjum, har ast. Har, ið ikki gjørliyt er at byggja havnir, verða brýr og lendingar út- bygdar so langt sum gjørligt, og utgjørd við nú- lætt- fort at rokja sjógvin eins og sam- hesi pláss verða tímans tólum, so tað verður | bandið við aðrar bygdir. Rættarvidurskiiti: Øllum tryggjað at kunna nýta rættin sær til verju, og til fremjan almennir og verjumenn. Rættargongan verður ókeypis hjá ómúgvandi fólki. íbúgvum landsins verður av hesum verða settir ákærumenn Skúli og uppaling: Tryggjað verður uppvaksandi ætt- arliðnum fullgóð rættindi og lik- indi til menning av handalagi eins og uppaling til dug- andi og ábyrgdarkennandi borg- arar í okkara demokratiska sam- evnum og felagi. Oll eiga javnbjóðis rætt til lær- dóms uttan mun til fígggjarviður- skifti og uttan mun til, hvar í land- inum tey búgva. Sambært hetta verður sett í verk tíðarhóskandi skúlaskipanir eftir tí besta norðurlendska sniði fyri allar skúlar, men grundaðar á foroysk- um stødi, Allur skúlaskapur verður ókeypis við ókeypis undirvísingaramboðum og ókeypis skúlamáltíðum. Skúlalæknahjálp, tannarekt og heilsurekt verður við allar føroysk- ar skúlar. Yrkisskúlaskapur verður framdur og ókeypis fyri oll, og undirvísing- in hjá lærlingum fer fram í arbeiðs- tíðini. Mentunnargrunnurin verður skip- aður soleiðis, at hann átekur sær útgávuna av foroyskum skúlabók- um. Mentunnar- og menningarmál: Bygdarhús í ellum bygdum til ell samkomuendamál — harundir ítróttaíðkan á plássum, har ongar ítróttarhellir eru. Munandi stuðul verður veittur til skúla-, bygdar- og landsbóka- savn. Botan av arbeiðslíkindunum og storri stuðul til øll listafólk á øll- um listaøkjum. Ítróttin. Allur ítróttur vardur og styðjaður. Ungdómurin verður at fáa tey sunnur verður neyðugu ítróttapláss og nútímans venjingaramboð. Serligt ítrótta ráðgevara starv verður skipað. Landsfundur .. (Framhald frá 1. síðu) ikki so fullfíggjað, sum hon átti at verið. Tá hon verður steðið undir politiska stríði flokksins til kom- andi val, verður hon sjálvandi tik- in til eftirkanningar av nýggjum, og broytingar og viðmerkingar gjørdar sambært tíðarinnar krøv. Arbeiðsstevnan var til viðgerðar á ollum teim 3 fundunum, ið hildnir vórðu. Fundurin leygarkvøldid endaði eftir midnátt, varð uppafturtikin sunnudagin kl. 3 í KÍ-húsinum, tá KFUM og K um hetta mundi var brúkt til aðra samkomu. KI. 9 á kveldi varð seinasti fundur hildin i KFUM og K, og stevnan varð endaliga liduggjørd og samtykt av fundinum. Eftir liggur nú ein megnarstevna — sjálvt grundarlagið fyri hinum sosialistiska vælferðarsamfelagnum. Henda samkoman endaði við fel- ags kaffiborði, og vóru tað mangir, ið høvdu orðið, boru fram kvødur frá og til partamenn aðrastaðni á landi og manaðu til betri fylking um javnaðarflokkin til størri strid fyri at beina burtur vesældømi, ótryggleika og órætt- vísi — fyri frígering fólksins frá ómegd — fyri sosialistiska FÓLKAHEIMINUM FØROYAR FLOKKSLEIÐSLAN Á hesum seinasta fundinum fór fram val av flokksleiðsluni. Í henni eru tingmenn flokksins og 6 valdir av landsfundinum. Hesi val vóru øll einmælt. Í flokksleiðsluni sita nú: P, M. Dam, logtingsm., form., Tvør- oyri. Einar Waag, bryggjari, næstform., Klakksvík. Rich. Jacobsen, løgtm., Klakksvík. J. Fr. Øregaard, legtingsm., Gøtu, J. P. Davidsen, løgtingsm., Sandi. J. H. Danbjørg, legtingsm., Porkeri. Reynhold Sýlá, felagsfrm., Tvoroyri. J.P. Henriksen, býráðsfm. Tórshavn. H. J. Jacobsen, landbúnaðarráðg., Tórshavn. Hans Dalsgaard, starvsm. Tórshavn. Villi Sorensen, blaðstj., Klakksvík. Klokkan var komin í triðja tíma månamorgunin, tå id landsfundurin — ein hin størsti og avreksimesti — varð slitin, Setið lýsing tygara í SOSÍALIN