Sosialurinarkiv
Sosialurin 1958-08-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. august 1958síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

} z i H 16. AUGUST 1958 SOSIALØRIN Petur Mohr Dam 60 år Tysdagin 11. august var Petur Mohr Dam 60 ár. Ikki bar i lag at fåa hesa heilsu fram å sjålvum 60 åra fødingar- deginum; men sjålvt um hon er i seinra lagi, fara vit ikki at lata henda merkisdag floksformanns okkara hvørva í gloymskunnar havi, hóast hugi P. M. Dams altíð er vendur framyvir — til stríð og sigurs fyri teirri sosialistisku ar- beiðararersluni, haðani hann er sprottin, og hvors mæti, djarvi og ágrýtni stríðsmaður hann oll síni bestu mandómsár hevur verið. Tað er siður at minnast menn á slíkum degi; sjålvt um 60 ár ikki er høgur aldur nú á døgum. Líta vit út um heimin, síggja vit, at tað júst í hesum áramálum er, at mætastu politikkarar rokka longst og gera storstu politisku manndémsbrøgd sini. — At fara at rekja upp tað ævi- skeið, id P. M. Dam nú hevur runn- ið og við tí lívsverk hansara, er ógjorligt við teirri blaðrúmd, vit hava at ráða yvir. Men vit stoðga tó á. — P. M. Dam valdi sær lærara- starvið sum lívsyrki sítt og mesti- partur av hansara læraratíð er fall- in á Tvoroyri, har hann skjótt kom at verða ein av idnastu talsmonn- um arbeiðaranna í eini tíð, tá brota sjógvar floymdu inn yvir bygdina, so størstu handilsvirki fóru um koll, og arbeidarafjøldin stóð eftir á berum, virkis- og breyðleys. Men henda stættarvísa arbeið- arafjøldin fall tó ikki í fått, og vit vita, at vit eru í samljóð við hitt arbeiðandi fólkið á Tvøroyri, tá vit siga, at tað ikki var minst P. M. Dam, id við miklum eldhugi legði til brots fyri teimum stóru og ríku, sosialistisku hugsjónunum at takka, at arbeidarafjøldin, id ong- an annan uttan seg sjålva hevði at líta á, tók lógvatak saman og fór til verka. Tað er eingin Foroyingur, sum í dag ikki ásannar, at >Isvirkið“ og ætlaninar við tí, var eitt framúr- skarandi slóðbrótaraverk. Tað mis- eydnaðist; men eitt bragd var tað. A. T. var ikki minni avreksverk- ið av eini fátækari arbeidarafjøld. Undir formannsskapi P. M. Dams vaks hetta virki til landsins næst storstu handils- og útgerðarfyri- toku. Mótstoðan var hørd, hvøss og kynisk. Oløgini komu, og hóast miklu Dams hansara ágrýtni og óeginnyttuga verksemi í tænastu arbeiðaraklass- ans — so fall A. Í. — Men P. M. Dam og við honum arbeidarafjøldin á Tvøroyri gevst ikki å hondum. Nyggj avreksverk bjargingarroyndir P. M. fyrimyndarlig dømi um eru i umbúna — og tað er eitt sam- felt ynski frá ollum landsins javn- aðarmonnum, at teimum verður úr- slit og sigur burtur úr. — Umframt hesi her nevndu og onnur álitisstorv hevur P. M. Dam sitid í sóknarstýrinum á Tvøroyri í mong ár, mestu tíðina sum for- maður. — Best er P. M. Dam kendur sum landspolitikkari. Síðani javnaðarflokkurin í 1928 varð umboðaður á tingi, hevur P. M. Dam verið løgtingsmadur, og vit tora órædduliga at siga, at eing- in meira avrekshugaður maður nakrantíð hevur sitid á Føroya logtingi. Undir hansara leiðslu hevur flokkurin stríðst við mátt og megi, og hóast fámentur móti dokk um og talsterkum afturhaldi, hevur tað eydnast flokkinum ofta við ára- langum stríði og harðastu mót- stoðu — at vunnið teirri arbeiðandi fjøldini í Føroyum, fiskimonnum, arbeidsmonnum, starvsfólki, goml- um, sjúkum, treingjandi o. ø., stór- ar og munagóðar ábetur, betri og tryggari livilíkindi. Fyrst í bardagaárunum var P. M. Dam tingsins. figgjarnevndarformadur Tad var i hesum tidar- skeiði, at verunligt figgjarligt grundarlag var lagt undir útbyggj- an samfelagsins. Hann var formaður í Vinnuláns- grunninum, ið var stovnaður eftir uppskoti frá javnaðarmonnum og sum kom at verða teimum mongu fiskimonnum og fiskimannasam- tøkum hin hollasti studul, tå menn aftanå heimsbardagan royndu at fåa sær skip. Sum løgtingsmadur hevur hann havt ein hóp av ødrum álitisstorvum: nevndarlimur í Tryggingarsam- Skipafelagnum, sendinevndum bandinum, skúla- stjórnini, mongum 0. s. fr. — I 8 ár var P. M. Dam fólkatings- stórmál maður og vóru framd hetta tíðarskeiðið. - mong Eisini innanfyri lærarastættin tevur hann havt ålitisstørv, soleið- is var hann eitt tíðarskeið formað- lærarafelags. ur Feroya Eisini etta var ein virkisrík tíð. Við miklum ágrýtni arbeiddi hann fyri at vinna foroyska málinum fullan rætt í skúlum okkara, eins og hann legði til brots fyri at útvega for- oyskar skulabøkur og annað undir vísingartilfar. Tað skal máttur og megi, vit og skil til at kunna standa soleiðis í broddinum, sum P. M. Dam hevur gjørt. Væl hevur hann verið brek- aður maður; men hansara stríðs- hugur, hansara ásannan av og sterki yvirbevisningur um sannleik an og rættvísið í sosialistisku hug- sjónunum, hansara lívsfríska og káta sinnarlag, hansara miklu ar- beiðsevni, hansara livandi virksemi í almennum lívi og hansara víði sjonarringur, hava alt saman gjørt, at hann altid hevur verið fusur til dagsins verk. Hollur og trúfastur vinur, góður í ráðum og altíð til reiðar við eini hjålpandi hond, soleiðis er ummæli hins einstaka og soleiðis er um- mæli frá okkum partamonnum; ti ein betri og hollari vin, ein dyggari og ágrýtnari stríðsmann eigur hin | NR. 33 Kapping um útvarpssegu Utvarpsnevndin hevur gjørt av at útskriva kapping um utvarpssøgu við hesum treytum: Søgan skal vera umleið 10 kapitlar, hver 20-25 minuttir at lesa. Handritið skal vera nevndini í hendi innan 1. januar 1959. Sett verður I virdisløn kr. 1.000,-, og harumframt kann nevndin lata kr. 400.- fyri hvort handrit, ið góðtikið verður at lesa. Tó tilskilar nevndinsær rætt til onga virdisløn at lata. Útvarpsnevndin. Føroya Bjór ØL- og MINIRALVATNSVIRKI Føroya Pilsnar Ekta Maltøl. Citron sodavatn Appelsin iimonada Hindber limonada Jørdber limonada Vanillie limonada Appolinaris EINAR WAAG, Klakksvik — MÅLTRÅDUR 4 BÁTUR TIL SØLU Ein 30-tons bátur í góðum standi fæst bíliga og við lagaligum treytum. Prentsmiðjan vísir á. GRÓT OG SKERVUR Oll, ið vilja keypa kommunukantórið. skerv ella grót, eiga at venda sær til Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða åmintir, at teir ikki kunnu heimta gråt ella skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðs- manni fyri kommununa. FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØROYAR Foroya Kriggstrygging . telf. 1086 Føroya Brunatrygging.. telf. 1089 Foroya Sjóvátrygging ...telf. 1086 Føroya Vanlukkutrygging telf. 1721 Vit tryggja: Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs bilar o. a. Foroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging foroyska sosialistiska arbeiðara- rørslan ikki. — Vinur og stríðsfelagi! Til lukku og bestu kvødur okk- ara javnaðarmanna á 60 ára føding ardegi tínum! OYRNAFJALL Hovdu Hákun Djurhuus, Hans Iversen, Poul Petersen og P. H. Weyhe ikki forkomið, at A. P. Møller fekk raksturin av »Oyrna- fjalli« fyri eina tid soleidis, at hann skuldi taka 2-3 ungar føroyingar i shipinglæru og vit skip og menn aftur, tå ið teir vóru útlærdir, vildu vit í dag kanska verið frammalaga i farmasigling ! Fremtidens oliekamin med den geniale BREESE BRÆNDER giver Dem - mere varme - bedre varme - behageligere varme Se don hos: VALDEMAR LUTZEN Telf. 1020 Thorshavn. | |