leygardagur 23. august 1958síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
23 AUGUST 1658
SOSIALURIN |
Útgevari:
| FØROYA JAVSADARFLOKKUR
Blaðstj.:
Villi Sorensen.
Box 76.
Í — S—
Prentsmiðjan á Heygsbreyt
TELF 1820
Stoða Javnadar-
flokksins til politi-
skipanina
Aðrastaðni hava vit greitt frå
teirri nýggju politiskipanini, kost-
naði og tali av politistum.
Vit endurprenta her, hvat flokk-
urin bar fram, tá skipanin var fyri
á tingi:
— Hetta mál, sum er lagt inn á
ting av landsstýrinum,
tvinni endamál: 1) at gera politiið
í Foroyum til danskt ríkispoliti og
2) at okja munandi um talið á
politimonnum í Feroyum.
Orsokin til, at landsstýrið legg-
ur hetta mál fram, man vera fiski-
mannaverkfallið í 1954 og krav
fiskimanna til tingmenn og lands-
stýri at samankalla tingið til at
viðgera spurningin um hægri
minstulon til fiskimenn, og so eis-
ini læknastridid í Klakksvík.
Í ollum demokratiskum londum
er tað so, at felog og stættir, ið
ikki fáa tann rætt í samfelagnum,
sum teir hava uppiborið at fáa,
stundum, tá teir seta krov síni á
rætta stað, fyri at styðja ella fram-
seta hesi krov, fjølmentir meta til
kravgongu.
At krøv fiskimanna vóru rættvis
er eingin ivi um. Tingid hevur ti
ikki bert jåttad fiskimonnum ta
umbidnu minstuløn, men haraftrat
eina munandi prísviðbót. At lands-
stýrið og tingmeirlutin eisini mis-
tók seg í læknamálinum í Klakks-
vík, er nú ollum greitt.
Tað sokallaða læknastríðið í
Klakksvík var bert sprottið fram
av ynskinum um at behalda ein
ávísan lækna, men eisini av mis-
nogdini yvir tey út av lagi ringu
sjúkrahúsviðurskiftini, har vóru.
At Klakksvikingar høvdu rætt í
sínum krøvum, hevur nú landsstyr-
ið ásannað við tí uppskoti, sum
framlagt er á tingi um miljónjáttan
til at bota um sjúkrahúsviðurskift-
ini í Klakksvík. Um henda ásannan
var komin fram í rættari tíð,
hovdu ongar kravgongur verið úti
í Tinganesi og ætlandi einki lækna
stríð heldur.
Minnilutin heldur tí ikki, at
økjan av politinum er tað mest
átroðkandi mál í letuni, men at
peningur landsins verður betur
nýttur til onnur endamál og setur
ti einki uppskot fram.
Haldið
Sosialin!
hevur |
Í
SCSIALURIN
Froðbiar sóknar Javnaðarfelag
heldur límafurd á Hotel Tvørøyri kl. 8 leygarkvoldið 23. august við
kaffiberðhaldi.
Allir límir biðjast meta!
Takið Songbók Føroya Folks við.
Stjórnin.
Hoyr um ein annnan,
hygg um teg sjálvan
Mangt má oyra hoyra og eyg- | sum ikki hava byrjað á berum
Dagblaðið hættir
sær at nerta við húsagangsfyritok-
að, síggja, tá
ur, ella at leggja á annan bógv. Eg
ætli mær tó ikki at viðgera teirra
veiku stoðu í so hana
kennir hvort småbarn, Men at Dag
blaðið blívir við at trevsa í tað,
sum hendi arbeiðarafyritokuni á
Tvøroyri, er av berum politiskum
Dam — ti hann hevur
beiskasti
máta, tí
hatri móti
kenst teimum
bitin — politiskt.
Tað er rætt, at byrjað varð á ber
sum hin
um botni, men hon
eisini upp til eina av sterkastu fyri
arbeiddi seg
tokum landsins, og var tað eitt satt
bragd, sum neyvan verður gjort
aftaná. Og hvussu og hví henda
fyritoka fór á húsagang, er nakað,
sum er ollum kunnugt, og sum
Dagblaðið ikki nýtist at blíva við
til at froa seg yvir, tí eingin verður
ríkur av annans skaða. Men hon
fór ikki av tí, at byrjað varð á ber
um botni. Tá Dagblaðið kemur so-
leiðis, so veit tað eisini fullvæl, at
handilsvirki hava verið á Tvøroyri
I
botni, og sum hava verid tey
peningasterkastu i landinum; hvi
eru tey farin?
Trolarar vóru keyptir undir
krignum, sum høvdu stóran parta-
pening, teir fóru ein fyri og annar
eftir av knóranum — hví? Har
var eingin Dam leiðari.
Eingin ynskir tí nýggja trolar-
anum, sum koma skal á Tvøroyri,
annað enn góða eydnu — um hann
kemur. Men um tað er so nógv at
taka húgvuna av fyri tí partapen-
haldi eg
ingi, sum teknadur er,
kundi verið ósagt. Ti at triva hond
ina niður i lumman hjá Per og Pól
ja, tað er so......
Tá skuldi tað verið meira at lyft
húgvuna av fyri einum virki, sum
verður arbeitt upp úr ongum. Tað,
sum veruliga fjalir seg aftan fyri
grein Dagblaðsins, er valið, sum
stendur fyri, og tí roynir tað at
sleikja fyri sær á Tveroyri; men
teirra sleikjari kemur helst at blíva
rakligt. Væl gagnist!
D. J. Sorensen.
- KLAKKSVÍK Í DAG
Orknoyarferð Klakksvíkar
ítróttafelags
Samrøda við felagsformennin
john R. Bjartalíð
Aftaná heimkomuna hitta vit for-
mannin KÍ's John Reid Bjartal.d
og bíða hann í stuttum siga okkum
frá Oyrknoyarferð felagsins, har fót-
bóltsleikarar úr Klakksvík leiktu
2 dystir móti Oyrknoyingum.
John R. Bjartalíð sígur soleiðis
frá ferðini:
Vit fóru av Klakksvík mána-
morgunin 11. aug. við »Ørvi«. Við
á ferðini vóru teir 3 á »Ørvi«:
P. J. Olsen, Jens í Arnafirði og
Magnus Husgaard, 15 manns frá
KÍ: 13 spælarar og Robert Joen-
sen og John R. Bjartalíð sum ferða-
leiðarar.
Ferðin gekk væl, og komu vit
til Kirkwall kl, 9 tískvoldið, har
5-700 fólk tóku ímóti okkum. Eftir
ætlanini skuldu vit verið inni kl. 3
um dagin. Fjarsýnið var tá mett
upp, menn kundi ikki bíða eftir
okkum.
Vit búðu í einum upphaldshúsið
fyri kvinnuligar skúlanæmingar. Otu
á matstovu í býnum Búðu væl og
fingu gott at eta. Blíðskapurin var
ómetiligan óður. Tað, sum eyð-
kendi hetta mest, var, at allur bý-
urin livdi við í tí at hava fingið
gestir uttanífrá. At siga frá ollum,
íð vit fingu at síggja, verður ov
mikið. Lat meg nevna hina viðgitna
flotahavnina. Scapa Flow o.m.a.
Mikukveldið spældu vit fyrra
dystin. Tað var móti landsliðnum
har. Oyrknoyingar vunnu 7-5. Ein
orsøkin til tey mongu málini var
helst tann, at vellurin var nakað
hálur (grasvollur). Annars sera jav-
nur leikur, hvat fótbóltsstyrki viðv.
Aftaná dystin var felags borhald
á Royal hotel. Ein sera hugnalig
samkoma, har fleiri reður vórðu
hildnar. Seinni var so dansur.
Hósdagin vóru vit til receptión
hjá býráðnum. Har gav KÍ Oyrkn-
oyingum bókverkið »Føroyar« i 2
bindum. Klakksvíkar sóknarstýri gav
eisini Kirkwall gávu.
Fríggjadagin koyrdu vit runt og
sóu mangt og hvat. Um kveldið
spældu vit seinra dystin móti bý-
liðnum í Kirkwall, Urslitid var 3-1
til Kirkwall.
Um kveldið gekk dansurin av tí
besta, í tí prýðiligu dansiholl.
Leygardagin kl. 1 hevdu teir
skipað fyri avstaðfaringini. Hópur
av fólki var komið á kajuna at siga
farvæl. Tá vit fóru kom eitt lið av
Oyrknoyingum í »kili« og blástu
sekkjapípu.
Skilnaðarletan var minnilig eins
NR. 34
og ferðin sum heild. Ein sera væl-
eydnað og søgulig hending og ferð,
har teir høvdu víst slíkan blíðskap,
so tað var sjaldsamt. Vit fingu alt
ókeypis á ferðini, bilar bussar, kost
og upphald, ja, sjålvt føtboltsstyvlar
og klæði vaskað og sett í stand fyri
einki.
Heimferðin gekk væl, og vóru vit
aftur á Klakksvík stutt eftir kl. 9
sunnukvoldið.
Vit siga Ewald Kjelbro tøkk fyri
holla hjálp og stórsinni, og somu-
leiðis mikla tøkk til manningina á
Orvi.
Oyrknoyingar ætla at gera storri
ferð til Føroyar komandi summar,
ikki bert fótbóltsspælarar við kon-
um, menn eisini mong onnur. Teir
ætla at fara heimanífrá 10, juli.
Skúlin byrjaður. Mikudagin byrj-
aði skúlin aftur, men bert millum-
og realskúlin og so 5 klassarnir.
Tað verður nakað enn til hini bern-
ini kunnu fara aftur í skúla, tå
nýggja skúlabyggingin enn er komin
stutt ávegis. — Tveir av lærarunum,
Alex Sólstein og Ovi Frederiksen
fara nú á læraraháskúla í Danmark
har teir verða eitt ár. Sterv teirra
verða ímeðan røkt av Jóhan Niel-
san, prosti, og Pauli Joensen lærara
úr Sumba.
Hákun afturkomin. Tá skúlin
byrjaði aftur mikudagin motti Hák-
un Djurhuus upp. Sum kunnugt er
hann lærari í Klakksvík, men nú
er so langt síðan hann var innan
skúlagátt, at sjålvt tey elstu børn-
ini vóru í iva um, hver hasin
fremmandi maðurin var. Sum lands-
stýrismaður kundi Hákun ikki rekja
lærarastarvið, men sum fólkatings-
maður er hann bundin at starvinum,
um hann ikki sigur tað frå sær, og
tað er íkki ætlan hansara. Hákun
hevur nú sett vikar fyri seg og
kemur valla aftur í skúla so leingi
hann hevur folkatingssessin.
Skilabyggingin. Seinri gongur
við skúlabyggingini enn ætlað. Vin-
deyguni, ið koma skuldi um Í. aug.
eru íkki komin. A sama hátt er við
takinum. Múraraarbeiði er byrja. Í
tí gamla skúlanum eru teir í ferð
vid at seta upp radiatorarnar til
miðstoðuhitan. Skúlagarðurin verð-
ur nú munandi lækkaður. Enn er
ikki farið undir aulaina og leingj-
anina av fimleikarhøllini arbeidi,
ið kemur at kosta 800.000 kr.
Framvegis verður arbeitt við ætl-
anini um svimjuhollini.
Skipatiøindi. Miðskeiðis í vikuni
hevði Skálaberg 300, Sjúrðarberg
300 og J. Patursson 140 tons. Teir
verða at royna handa mánan út
og møguliga fyrstu vikuna av sep-
tember. Um somu tíð hevði Við-
oy 700 skp. Polarstjørnan siglur
heim, hevur um 1000 skp. í alt.
Atlantsfarið hevur landað umleið
950 skp.
Grunningur hevur gjørt 2 agn-
sildartúrar, åvikavist 13 og 14 tons.
Eystnes fekk fyrra túrin 19 tons |
setu og hevur nú verið inni aftur
við 12-14 tonsum.
Bátarnir royna nú mest eftir
kalva. Hava fingið eitt sindur, men
streymurin hevur verið harður.
Karin K. er á veg til Bilbao við
klippfiskafarmi. Tað hevur ikki
gingið reiðuliga væl at fingið farm
nú í seinastuni.
Ítróttur. Seinastag sunnuda var
semifinaludystur millum 1. lið hjá
Stjørnuni og VÍF. Stjørnan vann
11-0. Finaludysturin verður í Havn
millum Stjørnuna og Kyndil.