Sosialurinarkiv
Sosialurin 1958-08-29, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 1958síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN BRØDRALAG FRÆLSI Í SJÓMARKSMÁLINUM triggjar vóru stødurnar: Fólkaflokkurin og sambandið | hildu uppá og framdu 1955-67 sáttmálan við | bretar um 3-mílasjómarkið Tjóðveldið berjist fyri uppsogn og loysing við teirri fylgju, at útróðra- og onnur serrættindi í Gronlandi gleppa okkum av hondum! Javnaðarflokkurin ; Ongan såttmåla vid bretar, um teir ikki fyrst skrivliga bundu seg til at veita føroyingum somu sømdir sum íslendingum Í 1901 vóru føroyingar byttir eftir donskum politiskum linjum, í vinstru- og høgrumenn. Jóannes bóndi var vinstrumaður og varð valdur sum umboðsmaður foroyinga á danatingi. Hann var soleiðis uppá ein máta oddamaður fyri bæði sjálvstýrisflokkin og sam bandsflokkin. A. Samuelsen og hann stóðu í einari fylking. Men tað var ikki bara henda vinstra- fylking á løgtingi, men alt tingid, ið tók ta stoðu, at tað var umráð- andi fyri foroyingar at fáa sjóverju og trímilamarkið, sí Jóannes Pa- turssonar takkartalu á danatingi fyri lógaruppskotinum um trimila- markið. Í hesi takkartalu síni ber hann fram, at uppskotið var sam- tykt á Foroya legtingi eins og í íslendska altinginum, og at bæði íslendingar — og serliga teir — og foroyingar troðkaðu á at fáa upp- skotið framt til lóg sum allraskjót- ast. Henda stoða Jóannesar tá fyri alt Foroya fólk er ein seguligur veruleiki, sum eingin Erlendur ella nakar annar kann reingja, tí hon ér uppritad í ríkisdagstíðindunum av >Lovf. ang. 1901, blaðsíðu 4866: ordningen af fiskeripolitiet ved Færgeerne“., Og tá ein veit, at hetta er sann- leikin, og ein veit, at Erlendur og tjóðveldismenn vita tað við, má tað falla einum legið at lesa Erlends berserkargongd ímóti døn- um við skuldsetingum, at teir hava lumpað 1901 sáttmálan á okkum og Íslendingar. Hví í Harrans navni bera seg so at, hví royna at dylja, at bæði íslendingar og føroyingar við Jóannesi Paturssyni á odda vóru líka so nógv um ikki meiri fyri hesum sáttmála sum danir. — Hví dylja tað, at tað var kravið frá Feroyum og Íslandi um verju móti bretum, sum lógu og trolaðu inni í „Men tá JAVNAÐUR taraskógnum, ið orsakaði, at dana- ting samtykti og gjørdi henda van- lukku sáttmála fyri føroyingar og íslendingar? Og nú 1954-55! Aftur vóru tað føroyingar, aftur vóru tað sambandsmenn og fólka- flokksmenn, sum kravdu og fingu samtykt fiskimálasáttmálan av 1955. Í statsministeriinum bardist Hákun Djurhuus stjórnarflokk- anna vegna sum úlvur á skóg fyri hesum sáttmála. »Vi holder på havenes frihed“ var slagorð hans- ara. Hedtoft sáli statsministari opinberaði á hesum fundi, at tað var landsstýrið (landsstýrisflokk- arnir), sum trodkadu á og vildu hava sjómarksspurningin greiddan við einum sáttmála. Og landsstýrið hevði eisini havt sínar menn í Bretlandi til samráðingar. Lands- stýrið stóð soleiðis aftanfyri trí- mílasáttmálan. Hedtoft hevði allan »oppositionen«, sympatiin fyri javnaðarflokkinum í Føroyum. — ið javnaðarmenn einki høvdu fingið samtykt, kundi teirra støda ikki vinna semdir. Ríkis- stýrið mátti halda seg til tingsam- tyktirnar. Har lá so Dam. Men har stóð ikki á Hedtoft og dønum. Tað vóru sambandið og allar stjórnarflokkarnir í fólka- sakir Føroyum, flokkurin, sum fyri vildu fremja henda sáttmála — tað skal standa skorðafast. Sambandið og fólkaflokkurin megu so statt taka ábyrgdina bæði fyri vanlukkusáttmálanum av 1901 og av vanlukkusáttmálanum av 1955. Tjóðveldismenn leika nú í, sum teir hava funnið hin »visa steinin« í sjómarksmálinum. (Framhald á 4. síðu) | ungum. BLAÐIÐ Blaðið kemur hesa ferð út fríggja- | dag í staðin fyri leygardag. Hetta er orsakað av, at ein maskina skal verða sett upp á dag og nakrar av teim fylgjandi blaðið vanliga tíð í prentsmiðjuni í dogunum. Vit vænta, at kemur út aftur til næstu viku. Hvalba, 24. aug. Nú líður móti mánað síðan byrj- að varð at hoyggja, men enn stend ur í sama stað. So út av lagi vána- ligt hevur ikki hoyveðrið verið í nógv hesi seinastu árini, at eingin byrðan er komin undir tak allan august mánað. Tá hetta veðrið byrjaði, lá væl av grasi út um, sum ikki er eydn- ast at fáa upp at standa. Nógv av tí, sum fólk fekk upp undan hesum rotiveðrinum, var meira vánaligt, so tað verður tíverri nógv hoyggj, sum verður vánaligt fóður. Men tað var jú hildið vera ólítið gras yvirhovur, uttan har sum væl var taðað. Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Nú skuldi gras- ið verið vaksið væl meir. Farið er um hundadagarnar, so eftir goml- um tekin skuldi farið at batna; men sum enn er, er einki útlit fyri tí. Men menn hava tó ikki latið tíð- ina farið heilt fyri einki, tá teir hava verið í bakkanum eftir nát- Eisini hava teir siglt eftir teimum, tó tað er í fyrra lagi at Í NR. 35. FRÍGGJADAGIN | 29. AUGUST 1958 31. ÁRG. At kæri maður mín, faðir og verfaðir okkara, Andreas Karbech Mouritsen doyði í gjár, verður kunngjert skyldfólki og vinum. Gravarferðin verður frá kirkjuni kl. 2 s.p. sunnudagin. Tórshavn, 28. august 1958 Alvilda og børnini hava teir verid å fjøllum og fingid sær feskt undir tonnina. Komandi sunnudag verður á Tvøroyri hildin ein ítróttastevna, har fótboltur og róður verður á skránni. »Trimarks- mennninir« Jú, tað er stuttligt at lesa Dag- blaðið í hesum døgum. Týsdagin stendur har fremst á fyrstu síðu, at fólkaflokkurin og gl. sjálvstýri halda fast uppá tingsins samtykt um at flyta fiskimarkid út á 12 fjórð- ungar 1. sept. Hetta eru júst somu menn, so ernir og boysnir gjørdu såttmålan vid Bretland um 3-mílamarkið. Teir eiga í dag tingmeirilutan og 2 av trimum monnum í landsstýrinum. Tað skuldi tí verið líkindi til at sæð, um henda nýggja støda »tri- marksmanna« er álvara ella val- bluff. Annars er tað at siga, at hetta eru hugdjarvir menn, at teir tora sigla so tíðliga sum 23. Somuleiðis | at tala um sjómark í heila tikid. Á ANNAN BÓGV »Dagbladid« 15. aug. hevur grein við yvirskriftini: »Å annan bógv-. Rættari hevði staðið: "Á kapitalist- iskan bógv“; tí greinin fortelur, at teir portugisisku trolararnir skulu stjórnast á privatkapitalistiskum grundarlagi? — Ja, hví ikki tað? Teir eru keyptir á privatkapitalist- iskan hátt, 3. ella 4. ferðir so dýrir sum teir kundu fingist, tá ið javn- aðarmenn vildu lata byggja nýggj- ar trolarar. Tá mæltu vit til at leggja á annan bógv: - landið skuldi taka sær um reiggj — lata byggja fyri landsins rokning ikki einans skip, men eisini goymslur á landi — og landsinnflytan av út- gerðarverum og yvirtaka alla fiska solu landsins. Øll okkara uppskot fullu á tingi. Íslendingar har aftur ímóti gingu ta leið, sum javnaðar- menn vildu ganga, teir vóru fram- skygdir og lótu landið byggja skip og goymslur og selja og keypa. Her skuldi alt ganga ta gomlu privatkapitalistisku leið, og tí er EOS ——øøø— Føroyar ein øskudungi i dag — her kann eingin liva uttan teir, sum leita sær vinnu hjá oðrum tjóðum og nakrir fáir aðrir. Nú koma 3 trolarar til landið — tilsamans kosta teir millum 17 og 18 milliónir kr. Tað sigst, at ein skal til Tvoroyri, ein til Vágs og ein til Fuglafirðar. Jú, tað er mikið rætt; tí tær tríggjar bygdirnar líða harðast undir arbeiðsloysi. Tá ið "Dagblaðið: biður okkum taka húgvuna av fyri íbúgvarum á Tvør oyri, ið hava teknað umleið eina hálva miljón í partapeningi, so má | eg fyri eina ferð skuld verða í parti við tí; tí tað er alla æru vert. Men tað er ikki nokk at taka húgv- una av og rósa teimum. Vit megu eisini hugsa um, at hesir tríggir trolarar ikki fáa somu lagnu sum so mong skip, ið komin eru til land ið. Fiskimenn og onnur arbeiðsfólk hava verið á odda og hava sett hóp in av peningi í skip, eisini vita vit Framhald á 3. síðu