leygardagur 25. oktober 1958síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 43
SOSIALURIN
- KLAKKSVIK i DAG
Javnadarlistin i Norðoyum
Valevni javnaðarflokksins i
um eru hesi:
1. Poul J. Olsen, útróðrarformaður.
Villi Sørensen, blaðstjóri,
Einar Waag, bryggjari,
4. Hans Arne Joensen,
(allir úr Klakksvík.)
Stillarar:
S. Richard Jacobsen, skipari, Eskild
Norðbúð, form. Norðoya Javnaðar-
felags, Karl Andreasen, arbeiðsmaður.
Hans A. Johannesen, bilstjóri, Hans
Juul Nystrøm, arbeiðsmaður (allir úr
Klakksvík). Hans Pauli Nybo. arbeiðs-
maður, Vidareidi, Óli Hansen, fiski-
Nordoy-
22 to
útróðrarform
maður, Norddepli, Jacob Jacobsen fiski-
maður, Svínoy, Julius Hansen. fiski-
maður, Kirkju, Jákup Andreasen, fiski-
maður, Húsum
bar mær til at
Norðoya javn-
uppstillingina til
Javnaðarveljarar! Ikki
vera heimastaddur nú
aðarfelag fór undir
komandi løgtingsval.
Eg havi tó havt høvi til at greitt frå
míni stóðu yvir fyri felagnum og loyvi
mær á henda hátt at gera tað yvir fyri
veljarunum.
Seinastu 4 árini havi eg verið ting-
maður javnaðarflokksins fyri Norðoyar:
men tá virki mítt ger, at eg stóran part
av tingsetunum eri burturstaddur, havi
eg heitt á felag okkara um ikki at seta
meg á javnadarlistan til komandi val,
men heldur taka menn, ið betri stundir
hava at rekja hetta starv.
Felagið hevur skilt stóðu mína og
játtað at gingið hesi áheitan á meti.
Nú tað aftur stundar móti vali, fari
eg at heita á allar flokksfelagar og øll
tey, ið samhug hava við sosialistisku
arbeidararørsluni um at standa dyggi-
liga saman um flokk okkara og leggja
alla orku í at vinna sigur fyri javnaðar-
hugsjónunum á komandi vali - vit
hava einki at tapa, men alt at vinna.
Øl arbeidandi menniskju eiga at
standa saman og flykkjast um javnað-
arflokkin, ið einsamallur hevur staðið
í stríðnum fyri at vinna arbeidarafjøld-
ini á sjógvi og landi betri arbeiðs-,
vinnu- og inntøkulikindi. Nakað er
vunnið, men almikid er eftir, tí ræður
meira enn nakrantíð um at fylkja allar
góðar kreftir til stríð og sigurs fyri
sosialismuni, ið er einasti politikkur at
líta á hjá handans og andans arbeið-
arum
Eg sigi tí einaferð enn: Flokksfelagar
og øll, ið samhug hava við stevnu
okkara, lat okkum standa dyggari saman
og taka eitt stórri ódnartak enn nakran-
tíð áður og vinna valið hin 8. nov.
Richard Jacobsen.
(Av misgávum kom hetta ikki við í
seinasta blað.)
70 ár. 16. oktober var Ole Hansen,
vanliga nevndur Ólavur í Todnesbug,
70 ár. Tey hálvfjerðsinstjúgu ber Ólavur
sera væl, ja so væl sum fáur, men tað
skal eisini vera lagt aftrat, at hann allar
dagar hevur verið av allra fermastu
monnum. Sum hjá flestu Føroyingum
hevur Ólavur havt sína úrkomu av sjO-
num, og hevur hann eisini røkt ymisk
størv umborð á skipi. Hann var fyrsti
maður. ið røkti starvið sum motor-
passari norðanfyri Múlan í Norðoyum.
Ólavur hevur verið trúgvur og
javnaðarmaður og í mong ár ein av
stillarum flokksins í Norðoyum. Tað
var honum ólíkt at verið aðrastaðni enn
í hini sosialistisku arbeidararørsluni her
á landi. Nú hann hevur rundað tey 70,
fara vit at bera hesum dugnamanni- hes-
um skilamanni, hesum hugnaliga og
fryntliga partamanni, fram okkara bestu
tøkk við øllum góðum ynskjum um mong
arbeiðsrík ár í framtidini.
góður
CET ANDS I
SAMVINNUFELØGINI
Miðvíst arbeiði eigur at verða gjørt
til frama fyri samvinnu- og brúksfelags-
rørsluni.
VELJIÐ JAVNADARFLOKKIN!
UNDIR OLØGUM
(Framhald.)
Tá ið afturhaldskreftirnar við Kristjani
Djurhuusi á odda forðaðu landsskipa-
smiðjuni, ið kundi bygt okkara trolarar
og onnur fiskifor.
Hvørjum skilamanni var eyðsæð, tá ið
kríggið hasaði av, at einki var meiri
átroðkandi enn at fáa skip og í samband
við hesi uppgåvu at fáa sett á stovn
eina nútímans skipasmiðju ella sleipu-
støð.
Tað var tí í samljóð við eitt av lívs-
krøvum fólksins, tá ið arbeidarafjøldin
á Tvøroyri fór undir at fáa í lag eina
tilika skipasmiðju og sleipustød.
Komið varð i samråding við Bur-
meister á Wain. statsmyndugleikarnar og
ta politisku stjórnarsamgonguna, sum tá
råddi í Føroyum.
Tvøroyrar kommuna og fólkið har
tóku heithjartaðað undir við tankanum.
Få vóru tíðirnar góðar í kommununi.
Hon kundi tí tekna seg fyri 700.000 kr.
at gjalda gjøgnum nøkur ár. Fólkið
so gott sum hvort hús í sóknini tekn-
aði fyri tilsamans um kr. 300.000,
A. T., sum tå var sterkt, setti seg fyri
kr. 80.000 kr.
Uttan fyri
væl undir.
Allir tingmenninir innanfyri javnaðar-
flokkin. gamla sjálvstýrisflokkin, sam-
bandsflokkin uttan Krisjan Djurhuus,
núveradi løgmaður og oddamaður í
fólkaflokksku og sambandsku samgong-
uni, lovaðu skriftliga, at teir vildu greiða
atkvødu á tingi fyri. at løgtingid setti
seg
Tvøroyri var eisini tikid
kr. 400.000 við 100.000 kr. um árið í 4
år í hesa landsfyritøku.
Aftrat hesum var tilsøgn frá stats-
ministara Buhl um, at hann vildi til-
mæla statsmyndugleikunum at ganga vid
til at seta I million i partapeningi i hesa
fyritøku, um menn å plåssinum kundu
semjast og allir sum ein taka undir við
henni.
B. & W.s stjóri A. Hou-Møller tók við
fullum huga undir við tankanum og fekk
fekk felag sítt ókeypis at gera eitt full-
fíggjað projekt. Givið varð eisini tilsøgn
um felagsins teknisku hjálp ikki bara til
at fáa virkið í lag. men eisini viðvíkj-
andi rakstrinum. Og skuldi tað komið
at staðið á við maskinum og ødrum,
kundi verða roknað við uppískoyti frá
felaginum.
Á. Hou-Maller gjørdi ikki bara hesa
vimargerð. Hann var eisini hin størsti
stuðulin at fáa felagið F. L. Smith at
rætta eina hjálpandi hond við at lova
at seta 250.000 í sum partapening
fyri fyrst. og um tað skuldi komið at
trotid, var møeuleiki fyri meiri!
A. Hou-Møller var her uppi ein
heilan mánaða fyri at kanna líkindini
fyri at seta eitt tiliikt stórverk á stovn
her uppi. Hann var á ollum plåssum, ið
talan kundi vera um. Hitt besta, hann
fann, var Hellá við Drelnes á Tvøroyri.
Óbygt uppland, ideelt við strondina til
sleipistød, og so aftrat var botnurin út
ímóti Drelnesi sum skaptur til flótidokk.
A. Hou-Møller fekk felag sítt at lova
at taka 15 føroyskar næmingar árliga í
læru. Hvat hevði ikki hetta havt at týða
í hesum døgum, tá ið tað er so torført
at fáa góð lærupláss.
Men treytin fyri, at staturin skuldi
vera við teirri fyrstu milliónini, var
sum sagt, at semja og samgonga var á
plåssinum fyrst og fremst við teirri lítlu
sleipustødina, id var har frammanundan.
Hóast A. Hou-Møller stjóri og aðrar
góðar kreftir royndu alt. ið tær kundu
fyri at fáa hesa semju í lag, eydnaðist
tað ikki.
Stýrið fyri teirri lítlu sleipistødini við
ti stóra navninum Færøernes Opha-
lingsbedding var hvorki til at hegga
ella stinga i. Tað ikki bara segði nei
Gl at vera við í samgonguni, men tað
mótmælti teirri stóru ætlanini uppá tað
harðasta og latst sum um tað meiri enn
so sjálvt kundi loysa skipabyggingar-
og sleipistødaruppgåvuna.
Tað er tungt og harmiligt at noyðast
at vidganga, at høvudskreftirnar aftan-
fyri hesa mótstøðu vóru Kristjan Djur-
huus løgmaður og hansara handgingnu
menn.
Eisini uttanfyri afturhaldið á Tver-
oyri løgdu menn ímóti hesi stórfingnu
roynd. Maður sum Kjartan Mohr skriv-
aði í Dagblaðnum, sum tað var ein sonn
landsólukka, um tað hendi. at Bur-
meister & Wain var við í ráðum og
dáðum til frama fyri landsskipasmiðju
og sleipustødarmålinum.
Hevur maður gjørt verri
Føroyar enn her varð gjørd?
Høvdu Kristjan Djurhuus og hansara
klika ikki fingið forðað hesum tiltaki,
vildu vit í dag bygt okkara egnu skip,
sjålvt tey størstu jarnskipini. So høvdu
vit ikki verið noyddir at farið til Portu-
gáls at lagt okkara milliónur niður fyri
at fáa teir stóru trolararnar!
gerð fyri
25. OKTOBER
1958
FÆRØSK MARGARINE
Vita
No I
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT
Skipafelagið Føroyar
TELEFON 1225
Tórshavn
F
Oll, ið vilja keypa skerv ella grót, eiga at venda sær til
kommunukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða
heimtað.
Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella
skery uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðs-
manni fyri kommununa.
FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA
TRYGGINGARSAMBANDIÐ
FØROYAR
telf. 1086
telf. 1089
Føroya Kríggstrygging.
Føroya Brunatrygging..
Vit
Føroya Sjóvátrygging ... telf. 1086
Foroya Vanlukkutrygging telf. 1721
tryggja:
Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs
bilar o. a.
Føroyingar eiga at tryggja
på
i landsins egnu trygging
Heldur heildar- enn persón-politikk
Nú verður skjótt farið til valbordid,
og tað er so nógv sum leikar á at vinna,
og ti må alt småligt til viks og allar
góðar kreftir samlast saman i ein heild-
arpolitikk, sum sjålvandi vil koma at
geva besta úrslitið
Fad er ofta so, at fólk hava meira hug
at dyrka ein persónpolitikk enn ein
sunnan heildarpolitikk. Fólk hava tað
tíverri so, at tey hava so lætt við at
finna persónlig brek hjá tí einstaka og
hefta seg við tey, tá so er, heldur enn
at tonkja uppá politikkin sum heild.
Slík fólk er politisk óbúgvin. Hver er
tann persónur, sum ikki kann hava ein
feil, á henda ella handan hátt Vit eru
ikki annað enn menniskju. Hetta sjónska
menniskjanliga brek er tað, sum drepur
allan sunnan politikk og má til viks,
um nakað gott skal spyrjast burturúr.
Tann, sum er reinur, hann kasti tann
fyrsta steinin. Til hetta val leikar nógv
á at vinna og einki at tapa.
Við at ganga ta ådurnevndu leið førir
bert til spjaðing, og harvið drepur alt
tað góða, ið kann verða samfelagnum at
gagni. Aftur onkur hugsar mest um at
Velja soleiðis, at bygdin fær tingmann,
og kastar politikkin fyri borð. Hetta er
sjálvsagt ikki rætt. At ein bygd fær
tingmann, er sjálvandi gott; men meira
: umrådandi er at velja tann rætta poli-
tikkin politikkin, sum umboðar bygd-
ina eins væl og tann einstaka í øllum
lívsátroðkandi førum. Tann veljari, ið
hugsar so, Hann er búgvin at fara til
valborðið. Tað er tí at vóna, at eingin
veljari er so myrkalagdur, at hann er
tað minsta í iva um, hvønn politikk
krossurin skal setast við.
Hvørjir hava sterkastu stóðu í sjó-
marksmálinum?
Hverjir eru heitastir talsmenn á tingi
fyri at skapa fiskimanninum og arbeiðs-
manninum so trygg kor sum gjørligt?
Javnaðarmenn! Hverjir eru beitastir fyri
at tryggja tey gomlu, sjúku, einkjur og
kvinnur við forsorgarskyldu? Javnaðar-
| menn!
Hvørjir eru heitastir fyri at tey minni
múgvandi kunnu fáa atgongd javnbjóðis
tey ríku til at drekka við bikari av
kunnleikans keldu? Javnaðarmenn!
Nógv onnur eru málini, sum eru
åvist í pjesum, og eiga ikki bert at
verða lisin, men at benda hvønn einasta
Føroying inná ta sosialistisku leiðina —-
ið er einasta farandi leiðin fyri fjøldina.
Og so hetta aftrat: Í Hvalba leikar nógv
á, men hvussu verður tað nú skjótast og
best loyst? Við at seta kross við javnað-
arlistan 8. november. Hetta eru ikki bert
orð men ein royndur lutur! Hverjir vóru
heitastir talsmenn fyri kolanáminum á
sinni, tá ið á stóð í 1954? Javnaðar-
menn!
Hvørjir vóru teir. sum løgdu skøtil á
havnabyggingina í Hvalba? Javnaðar-
menn! Hetta varð gjørt, meðan Dam var
figgjarnevndarformadur. Hvørjir komu
við uppskotinum um lån til tunnel?
Javnadarmenn! Eingin kann hugsa sær
eina bygd betur umboðaða enn vid at
seta javnaðarmenn inn á ting. Eingin
veljari kann fáa seg til at vera javnadar-
monnum so ótakksamur fyri ta ótroyttu
liga baks og ágang á hinar tlokkarnar
fyri at fáa teir at glíða so mikið, at tað
er blivin tann bati, sum er á teimum
sosialu, arbeidsligu og mentunnarligu
máium — at hann uttan at blunka setur
kross við javnaðarflokkin.
D. J. Sørensen.
Norrøna Felagid
Leygarkvøldid 25. oktober kl. 20
verður fyrilestur á Hotel Foroyum.
FYRILESTRAREVNI:
Knút Wang: Frágreiðing frá
norrønum blaðmannafundi.
Limir verða bidnir at koma fjøl-
mentir.
Nevndin.