leygardagur 15. august 1959síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NI. 34
SOSTALURIN
Løgmannsrødan á Olavsøkuni 1959
(Framhald)
Nu kanska lysir eitt sindur i fyri
at kunna selja mesta partin av okk-
ara saltfiskaveidi sum klippfisk til I-
taliu, Spaniu, Grikkaland og Brasiliu
Men viðurskiftini á okkara næst-
stórsta klippfiskamarknaða Brasilíu
eru minni enn so enn ålitandi. Vón-
andi verður batna i hvørjum har.
Men ein kann verða fyri einum bak-
bresti, áðrenn ein veit av. Menn spáa
salt- og klippfiska framleiðsluni
minni og minni marknaða. Men so
leingi sum vit veiðiliga liggja sum
vit liggja, eiga vit at royna at verja
henda marknað. Fryst fiskafløk
vinna marknað fyri sær kring allan
knøttin. Tað er ti eyðvitað, at vit
megu hava henda veruleika í huga,
nú ið vit eru farnir undir risatøk fyri
í mesta skundi at fáa okkum so
nógv nútímans skip. at fiskimenn
okkara ikki longri verða farleysir og
noyddir av landinum aðrastaðni at
fáa sær arbeiði. Spurningurin um
bygging av risastórum frystvirki í
hvørjari sókn hevur verið til um-
mælis hjá teimum, sum hava fram-
leiðsluna í hondum. Hesir leggja
stóran dent á framleiðsluna av flaki,
men halda, at spurningurin um
bygging av hesum risaverkum má
bíða, til tess vit hava tikið hitt fyrsta
stóra takið at fáa nútímans veidifør.
Teir halda, vit hava nóg stóra frysti-
megi til ta veidinøgd, ið talan er um
i dag við okkara heimaróðri.
Landsstýrið hevur tikið hesa stóðu
vinnulivsmanna til eftirtektar fyri í
ár. Men tað er eyðvitað, at vit eiga
at standa fyrireikaðir til í bráðskundi
at byggja frysti- og flakavirkini, ið
eru neyðug fyri at fremja heima-
fiskiskapin og fáa mesta vinningin
av okkara fiskiskapi, eisini hvat ið
viðvíkur at skapa arbeiði á landi.
Landsstýrið er tí vakið á hesum oki
og vil gera sítt besta fyri at loysa
flakaframleiðsluspurningin.
Flaka- og ferskfiskaspurningurin
í síni heild leikar almíkið á. Í sam-
band við henda spurning standa
solu; og landingarlíkindi í Bret-
landi. Tað er ilt hjá feskfiskavinn-
uni at bera 10 % tollin, ið bretar
hava lagt å fremmandan fisk fyri
at verja sina egnu fiskaframleidslu.
At føroyingar kunnu vera og við-
hvort hava verið fyri skerdum land-
ingarrætti rímar illa við gott vinar-
lag. Landsstýrið hevur bæði yvir
fyri danska ríkisstýrinum og bein-
leiðis yvir fyri bretum sjálvum bor-
ið fram vælgrundað ynski um at
sleppa undan 10 % verjutollinum
og at fáa ikki minni sæmdir enn
íslendingar og aðrir viðvíkjandi
landingarætti. = Hildið má verða á
við hesum ynskjum og krøvum, til
tess vit hava vunnið sømdir.
Teir 6 og teir 7.
Tað er ikki gott hjá smålondun-
um, nú ið tey skulu verða noydd at
velja, annaðhvort at vera við 6-
landa samgonguni elle 7-landa sam
gonguni viðvíkjandi marknaðunum.
Her ræður av sønnum orðfellið: tek
ur tú meg her, skert tú meg har.
Áðrenn = marknaðarspurningurin
kom fyri á ríkisdegi, heyði lands-
stýrið sjálvandi haft hann til um-
hugsingar, og áðrenn Johan Poul-
sen fólkatingsmaður fór niður á
ting at viðgera henda týdningar-
mikla spurning, var hann á fundi í
landsstýrinum. Hansara stóða í fólk
atinginum um fyri fyrst at lata for-
ovingar verða uttan fyri báðar sam-
gongurnar er samsvarandi við lands
stýrisins fyribils støðu. Og í hesum
|
føri kann bara takast fyribilsstøda
til tess endaliga er kastað.
Marknaðarspurningurin hjá okk-
um føroyingum er sum heild tíkin
avgerandi fyri lív og lagnu okkara.
Landsstýrið er tí á einum máli
um, at orkan má leggjast á at røkja
henda tåttin í okkara lívi, røkja
hann til líta.
Havna- og vegabyggingin.
Áðrenn valid samtykti tingið hina
veldugu havhabyggingarætlanina.
Landsstýrið gjørdi sær greitt, at
henda ætlan skuldi verða framd í
komandi 10 árunum.
Men hon kostar ovur nógv í mun
til orku okkara, og um innløgurnar
komu at snara sær tvøran og berast
frá, kundi lætt komið at staðið á
gjaldingarevnunum, tá ið byggiar-
beiðini skulu verða framd. Lands-
stýrið hevur tí í samráðingum sín-
um við ríkisstýrið um ta stóru upp-
byggingariløguna tikið henda møgu
leika við og byrgt fyri, at hann skal
henda. Semja er um, at landsstýrið
vid statsins ábyrgd kann um tørvur
er til tess taka neyðugu lán til at
greiða havnarbyggingariløguna.
Samsvarandi hesum er bædi å tingi
og á rikisdegi samtykt lóg hesum
íleggingarlánum viðvíkjandi. Somu
løgiings- og ríkislógir snúgva sær
um 4 milliónir um árið í 4 ár
heimila løgtingið at taka og ríkis-
kassan at veðhalda fyri uppískoytis-
láni at rinda løgtingsins studnings-
lån til endurnýggjan av skipaflot-
anum. Við hesum hjálparlógum
aftrat tí peningi. avsettur er á fígg
arlógina, og sum tingið annars hev-
ur tøkan til sama endamál, er tryggj
að, at tingið kann verða ment at
lúka sín part í vega-, havna- og
skipabyggingarætlanunum.
Bergh« Ísbyggir vin.
Viðvíkjandi bergholsspurninginum
er at siga, at felagið Højgaard &
Schultz er við at gera bergholspro-
jektið Hvalba—Tvoroyri Tad við
verða lagt fyri tingið, og vónandi
verður tað so vorðið, at tað verður
møguligt at fara undir tað beinan-
vegin soleiðis sum ætlanin var í fjør
Framhald av ravmagnanini av
Foroyum.
Í teirri stóru uppbyggingarætlan-
ini, ið landsstýrið og ríkisstýrið
vórðu samd um. vóru um 20 milli-
ónir til víðari útbygging av SEV og
JS
6 milliónir til víðari ravmagnan av
Suðuroynni. 7
Henda tilætlada víðari ravmaen-
an fer fram bæði í Suðuroy og í
Millum fyrimunirnar við í Suður-
oy at nýta foroyskt kol og fáa óav-
markaða kraft og nýta vatn við eini
avmarkan til umleið 3 milliónir
kwh. meta kønir menn, kommunur-
nar í Suðuroy hava tikið stóðu fyri
vatninum. Men fleiri og fleiri har
suðuri eru í døpurhuga vegna ta
lítlu vatnorkna, tí vit liva í eini tíð.
tå ið elkraftakravið er so ómetaligt
og vaksandi í hvørjum.
Hvalaveiðin hevur verið roynd
við miklum tapi seinastu árini. Lík-
indini at halda fram, hildu menn,
ið hava haft raksturin í hondum,
ikki vera til steðis. Tað hevur verið
sum hvalurin hevur verið horvin
elia tíkið heilt aðra gongd langt av
okkara leiðum. Hetta er mikið spell
og eitt vónbrot.
Sjúkra- og sinnissjúkahúsbyrg-
inein
Í framhaldi av
mongum samráð-
ingum við ymisk ríkisstýri var sem-
ja um. at innan fyri 5 ár skuldu ætl
aninar viðvíkjandi bygging av sjúk-
rahúsum í Klakksvík, og lands-
sjúkahúsi — og sinnissjúkahúsi í
Havn verða framdar. At loysa hesa
risauppgåvu krevjast 23 milliónur.
Tær 17 milliónurnar til sinnissjúka-
húsið verður staturin at bera einsa-
mallur, = meðan útreiðslurnar til
bygging av landssjúkahúsinum og
sjúkahúsinum í Klakksvík verða
goldnar helvt av stati og løgtingi.
Landsstýrið vil vera vakið í
strembanini at fáa framt henda mik
la tátt í heildarætlanini.
Fólkapesjónar- og avlamispen-
sjónarspurningurin
ið var ein táttur í stjórnarflokkanna
samgongu var loystur í seinastu se-
tu. Semja var eisini millum stjórnar
flokkarnar og ríkisstýrið, at tey øk-
ir í teirri sosialu forsorgini sum ikki
vóru á hædd við viðurskiftini á land
inum niðri, eisini verða at gerast
javngóð við viðurskiftini niðri. Við
tí endamáli situr nevnd og ger upp-
skot til neyðuga lógarábotingar.
Hesar åbøtur vil landsstýrið leggja
sær nær at fáa framdar skjótast
møguligt.
Tá ið tað er gjørt, kann av sonn-
um verða sagt, at vit eru komin væl
áleiðis í teirri sosialu forsorgini her
á landi.
Húsabyggingarlánsspurningurin
var ein tátturin í samgongusemjuni
millum stjórnarflokkarnar.
Landsstýrið vil í hesi setu leggja
fram lógaruppskot til ávegis loysn
av hesum spurningi.
Flogsambandið við útheimin
og innanoyggja hevur landsstýrið
verið í samráðingum um við ríkis-
stýrið.
(Framhald).
Portugisiska fiskifari0 Santa Ma-
ria Magdalena, ið hevur roynt í
Grønlandi fór á land á Svartaskeri.
ið liggur uttanvert Føroyingahavn-
ina. Tað er vorðið vrak.
Tjaldrið hevði 160 ferðafólk við
til Føroya. Tað var á Havnini kl. 6
hóskvoldið og fór avstaðaftur í gjár
kvoldið, fult av ferðafólki.
Súsanna Malena Nielsen úr Sand-
vík, búsitandi í Hoyvík andaðist í
gjár 77 ára gomul á landssjúkrahús-
inum.
Nordafarbátarnir = í Foroyinga-
havnini fingu mánadagin 20 tons av
fiski, veðrið hevur ikki verið til
vildar alla vikuna týsdagin var
illveður.
keyp? <kerv
GRO
Ól, ið ve
komimunukantórið.
Grót og
heimtað.
15. august 1559
HONDBOLTURIN
Íslendska hondbóltsliðið VAL-
UR hevur verið í fleiri stóðum og
leika móti lidum her í Foroyum.
Eisini hevur íslendska hondbóltliðið
hjá goodtemplaralosjuni Sóley í
Reykjavík ícikað fleiri dystir í Før-
oyum í vikuni. Lidini fara avstað-
aftur komandi viku.
r
Útbjóðing
Umlegging av hitaverkinum í
kommunulæknahúsinum á Tvøroyri
verður her alment bjóða út.
Teir, ið vilja bjóða, kunnu fáa
skrivligu = treytirnar og frágreiðing
um arbeiðið frå Børge Rubek-Niel-
sen. verkfrødingi, Tórshavn, sum
hevur eftirlitið við arbeiðinum.
Tilboð, merkt: Hitaverk í lækna-
húsini á Tvoroyri, skulu vera send
undirritaða innan fríggjadagin 28.
august kl. 12,00, tå boðini verða
opnaði og tilbodsgevarar kunnu
verða hjástaddir.
Tórshavn, 11. august 1959.
SJUK AHUSSTJORIN.
Fremtidens
oliekamin
med den geniale
BREESE
BRÆNDER
giver Dem
VALDEMAR LUTZEN
Telf. 1020 Thorshavn
. 4 .
Licitatión
Fluttningur av 205 tonsum av as-
best-sementrørum frá goymsluplássi
á eystaru bryggju i Havn og til rør-
veit i Havnardali verður við hesum
boðin út alment.
Lisitatiónstilfarið verður útflýggj-
að hjá byarverkfrødinginum, Niels
Finsensgøta 1, frá hósdegnum t. 13.
í hesum, kl. 12.00.
Skrivligt tilboð í afturlatnum
brævbjálva. merktur: >Boð uppá
rørfluttning«, verður at senda byar-
verksfrødingaskrivstovuni i seinasta
lagi månadagin t. 24. august 1959,
kl. 12.30, tå ið tey innkomnu boð-
ini verða opnað.
Tórshavn, tann 10. august 1959.
TEKNISKA NEVND TORS-
HAVNAR BÝRAÐS.
OG SKFRVUR
Ma gråt iga at
venda sær til
skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða
Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum
manni fyri kommununa.
limi av vegnevndini ella einum umboðs-
FRODBIAR SÓKNAR KOMMUNA