leygardagur 12. september 1959síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NI. 37
SOSTALURIN
Landasvik Håkunnar
6 treytaleysar havnir i Vestur-
grønlandi, leysar av øllum avreiding
artreytum til kgl. G. H.
— landasvik siga Håkun og Knit.
Vid undantak av strekkinum frå
Dannebrogsoynni til Eirik reydas
oyggj at kalla alt Eysturgrønland
vorðið okkara veidiøki vid stødu-
rætti å landi, tad var læst, tå sendi-
nevndin fór av stað.
— landasvik, siga Håkun og Knit.
Skrásetan av, at tað bert skal vera
hin fíggjarligi fyrimunurin, ið skal
vera avgerandi fyri fiskimannin,
hvar ið hann avreiðir sín fisk.
— landasvik, siga Hákun og Knút.
Grønlendingar ganga við til at
játta tað, sum felags málsetan, at
grønlendska fiskiríkidómið skal vera
fyri grønlendingar og føroyingar
eins og aðrar danskar statsborgarar.
— landasvik, siga Hákun og Knút.
LÆRAN AV HESUM:
Hákun. Knútur og alt Dagblaðs-
liðið halda ta stevnu, at eingi rætt-
indi skulu vera fyri føroyingum i
Gronlandi, tí so verður lættari leyst!
Í átta ár sótu Hákun og fólka-
flokksmenn við róðrið.
Trúgvir sínum grønlandsstevnu,
at føroyingar ikki skulu vinna meiri
rættindi í Grønlandi, men helst
missa tey, ið vit áttu, rørdu fólka-
flokksmenninir í landsstýrinum íkki
ein fingur fyri at vinna fleiri havnir
og meiri fiskirættindi í Grønlandi,
soleiðis sum fiskimenn okkara
ynsktu.
Í ljósi av hesi stóðu er tað lætt-
ari at skilja. at Dagblaðið nú tíggjar
sær sum deyðasærdur hvalur í
grønlandsmålinum — og alt Føroya
Utvarpid
f blødunum siggja vit, at tad ofta
verður høgt í útvarpið, men við
hvort verður rósað og sagt, at fyri-
lestrarnir hava verið góðir, og so
verða nøkur fá nøvn nevnd, meðan
teir ónevndu kanska halda seg vera
dølgar. Tað er so lætt at lesa sær
upp úr eini landalæru ella eini søgu-
bók ella eini békmentasøgu um
menn, sum kanska hava verið deyð-
ir í mong ár. og síðan tala um hetta
í útvarpinum.
Men tá onkur útvarpsmaður
støkkur inn á gólvið hjá onkrum, so
noyðist hesin at taka alt upp úr
sínum egna barmi, og hetta er ikki
altíð so lætt, men tað skal ikki dylj-
ast burtur, at onkur av teimum hev-
ur verið nevndur við rósi í blød-
unum.
So er tað eisini tónleikur spældur
á grammofon, sum altíð og samt
verður kliktur, men tað er so sanni-
ligt sum tað er sagt, at eitt lag spælt
á grammofon kann vera bæði yndis-
ligt, grípandi, livandi og bleytt. með
an eitt lag beinleiðis spælt úr yms-
um stóðum í radio kann vera bæði
lívleyst og deytt. Lurta bara, um tú
vilt!
Latið nú bart útvarpið fáa frið at
arbeiða, sum tað vil sjálvt. Menn-
inir á Bryggjubakka hava sítt stríð,
sum fáur veit um, og teir hava
kanska heldur ikki so mikið at velja
og vraka ímillum, og ein maður, ið
er illa hýrdur av mótsøgn, honum
fýsir ikki altíð at gera tað besta.
og Knúts
fólk skilir, hví >Dagblaðið ella Hák-
un og Knútur rása sum ørvitisfiskur,
og vita eftir, tað vil einki hava við
teir at gera.
14. sept. hevur ligið deyður leingi
Kom hann nú útaftur og stendur
ikki aftari Hákun og Knút í villum
skuldsetingum grónlandsmálinum
viðvíkjandi.
få 1
Klakksvikar
kirkja
Á einum fundi, sum Klakksvikar
kirkjuráð helt týsdagin 8. septem-
ber, er avgjørt at fara undir at
byggja ta nýggju kirkjuna.
Kirkjuráðið hevur givið Peter
Koch, arkitekti, m.a.a., sum var við
á fundinum, upp í hendi at byggja
kirkjuna. Arkitekturin er beina veg-
in farin undir arbeiði sítt.
Eins og tey flestu minnast, segði
kongur, táið hann vitjaði Klakksvík
í juni í ár, frå, at »Fonden til Fæ-
drelandets vele hevði játtað eina
peninganøgd til uppá eina million
krónur til kirkjuna. Haraftrat koma
týdningarmiklar gávur frá Emil Las
sen. kapteini, og frú og eisini frå
ødrum, soleiðis at saman við ti, sum
frammanundan er savnað inn í
Klakksvík, eru skapaðir møguleikar
fyri at byggja eina stóra og vakra
kirkju.
»Fonden til Fædrelandets vele er
stovnadur av peninganøgdum, sum
innsavnadar eru i Danmark i 1945
og hevur til høvudsendamål at seta
teimum ein minnisvarða, sum lívið
lótu undir Danmarkar frælsisbar-
daga, og eisini at vera ein minnis-
varði yvir Kristian kong og Alexan-
drinu drottning, sum tann savnandi
miðdepulin í teirri tíð.
Kirkjan í Klakksvík verður bygd
til minnis um teir Føroyingar, sum
lótu lívið undir bardaganum 1939
—45.
Ymisk tíðindi
Ein bilur á veg úr Rom tl Dan-
markar brendi fyrradagin, tá hann
kom til Týskalands.
Hann hevði 40 tons av kviksilvuri
- men tað eydnaðist sløkkilidinum
at bjarga hesum. Skaðin á bilin
verður tó mettur til 135.000 kr.
Seinasta mánadag kom eldur í
statshotellið í svenska býnum Luleá.
70 gestir voru í vande, tá megin-
parturin av hotellinum brendi niður
í grund. Orsøkin til eldsbrunan er
nú komin fram. Tríggir 8 ára gam-
lir dreingir høvdu sama kvoldið
spælt við einum stearinljósi í eini
íbúð beint uppi yvir veitsluhøllini á
hotellinum. Teir høvdu spælt við
seingjartoy og so tendrað eitt ljós
fyri at festa sær í sigarett. Ljósið er
so dottið niður í seingina; teir
høvdu sløkt og vóru farnir avstað.
Men teir hava so ikki verið nóg
ansnir; eldurin er uppaftur kyknað-
ur. Skaðin er mettur til 3 milliónir
krónur.
Haldið Sosialin
|
|
|
12. september 1359
Laos bidjur Tryggdarráðið
um hjálp móti kommunistum
Í kongaríkinum Laos hevur verið
ófriður í seinastuni. Kommunist-
iskar herdeildir eru komnar inn i
landið frá grannalandinum Norður-
Vietnam. Tað er komið til so álvar-
samar atgerðir, at stjórnin í Laos
hevur boðsent Trygdarráðnum um
at koma landinum til hjálpar. Sjálvt
er landið ikki limur í ST og hevur
ikki fingið annað land at borið kær-
una fram. Teir hava tó fingið svar,
og hevur ST fundurin samtykt at
senda kanningarnevnd til landið fyri
fyrst at kanna eftir, um tað er or-
søk til hjá ST at {leggja uppí. Í
nevndina komu umboðsmenn fyri
Japan, Italiu og Argentinu.
Umframt ófriðin, ið kemur uttan
ifrå, er ikki sørt, at uppreistrarmenn
í landinum gera um seg. Umboðs-
menn fyri uppreistrarrørsluni hava
latið stjórnina fingið boð um, at teir
vilja samráðast við hana, men ein
treyt fyri, at so kann verða, er at
stjórnin setur uppreistrarmenn leys-
ar, ið nú sita í fongsli.
Tað verður eisini at gera tað tor-
HAFNIA.
ført hjá granskingarnevndini frá
trygdarráðnum at arbeiða, um nú
uppreistrarmenn fara at gera um seg
— tf teir hava latið frætt frá sær,
at um ikki stjórnin vil samráðast við
teir, ætla teir fyri álvara at gera upp
reistur í landinum, og so fer at ger-
ast torført at greiða fløkjuna, nú her
deildir frá Norður-Vietnam eru
komnar inn í landið.
Uttanríkismálaráðharrin í Laos er
sjálvur farin til Ameriku, har hann
gevur frágreiðing um støðuna í land
inum.
KONFIRMATIÓN
Johan Nielsen, prestur, hevur
gudstænastu í Klakksvíkar kirkju
sunnudagin 13. sept. kl. 11.
Konfirmatión fyri Norðoya vest-
ara prestadømi verður í Klakksvíkar
kirkju sunnudagin 4. okt. Tað er
Jóhan Nielsen prestur, ið hevur kon
firmatiónina, og konfirmantarnir
eiga at byrja at ganga til í nýggja
skúlanum mánadagin 21. september
kl. 3.
den sikre havn
Bíðið um tilboð uppá lívstrygging hjá stadarumbods-
monnum okkara fyri hovuðsumboði í Foroyum
TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØROYAR
Kongabrúgvin, Havn, tlf. 1090
inspektør JOHN SIVERTSEN
i Havnardali, tlf. 1721
ella hjá
PRENTSMIÐJAN Á HEYGSBREYT
TÓRSHAYN
AVRIKAR ALT PRENTINGARA ?BEIDI
TELF.
1820
FÆRØSK MARGARINE
Vita No I
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT
FINT PRODUKT