leygardagur 28. november 1959síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
BRØDRALAG
FRÆLSI
JAVNADUR
Tad var ikki eiti á
Móti landsins myndugleikum«!
Í
Ikki er kortini nóg mikið við hes-
Ár eftir ár hava teir sitið hendur | um. Hetta valdramannalid, ið um-
í favn, myndugleikar og vinnufeløg
okkara. Tað er ikki komið teimum i
hug, at nakað skuldi fáast í lag til
bøtan av veiði- og vinnurættindi okk-
ara í Grønlandi.
Tá landsstýrinum í ár eydnaðist at
bróta hol á stongilin í Grønlandi,
kom slíkur skjálvti á teir, at stjórn-
irnar fyri ymisk vinnufeløg vórðu rík
nar saman til fundar fyri at gera eina
»samtykt«, sum má tykjast ollum,
sum vilja landinum nakran vinnulig-
an framburð, púra vitleyst. Hesir
menn hava sett navn sítt undir, at
tað víðkaða arbeidsøki í Grønlandi
einans skal hava gjørt vinnulikindi
okkara har uppi verri, enn tey vóru
áður. Skilji tað, hvor ið kann, sjálvir
skilja teir tað so ið hvussu er ikki.
Men tá ein hugsar um, at henda
»hugnaliga samkoma, ið millum adr
ar góðar menn bæði telur sakførarar
og nationaløkonomar, må ein gerast
stórbilsin. Ein hevði tá loyvi at vænta
av slíkum monnum, at teir í minsta
lagi fóru fram við skili.
boða skal føroysku vinnufeløgini,
valdi á sama fundi eina nevnd, hvors
uppgåva skal vera at«umboda feløg-
ini úteftir í áhugamálum hjá ollum
feløgum, fyrst og fremst til at um-
boða feløgini móti myndugleikum
landsins í áhugamálum hjá føroysk-
ari fiskivinnu og sjóvinnu.<
Tað var ikki eiti á:... «at umboða
feløgini MÓTI myndugleikum lands-
ins í áhugamálum hjá føroyskari fiski
vinnu og sjåvinnu.«
Hesi vóru orðini, og tað kann ong-
an undra, at Erlendur Patursson,
verður nevndur fyrstur teirra mill-
um, sum valdir vórðu. Jú, sanni-
liga kann tað sigast, at hetta valdra-
mannalið er skilafólk.
Men her kemur tað eisini týðuliga
fram: At mótarbeiða myndugleik-
unum! So liggur minni á, hvat mynd-
ugleikarnir gera teir eru ímóti tí
kortini!
Nú er tað sagt.
Tað er ikki eiti á!
[OPODO OG TIL: OSTGØND SPEDITION DENDE TKS
UM LØGMANSRØDUNA
Nú hava vit Føroyingar hoyrt Før-
oya Utvarp varpa út orðadráttin á
tingi um løgmansrøduha; men tað
munnu vera fleiri við mær, sum vilja
halda, at lítið varð tosað um sjálva
røduna hjá løgmanni, men har aftur
ímóti talaðu tingmenn um alt ann-
að serstakliga 'motstøduflokkar-
nir. Ja, teir høvdu lítið at siga um
sjálva løgmansrøduna, men tað er
ikki stórt at siga til tað vegna tess,
at løgmansrødan var so væl fram-
borin, at métstødumenn óivað stóðu
púra bilsnir yvir hesa skilagóðu frá-
greiðing. Her fekk ein at hoyra,
hvussu væl hesir tríggir flokkar, sum
nú hava dánað landsstýri, hava lagt
alt til rættis fyri at fáa alt á fótur
her á landi til gagns og gleði fyri
tað fólk, her býr. Og vit hava longu
sæð fruktir av landsstýrisins arbeiði.
Hóast teir bert hava sitið hesar fáu
månadarnar, hava teir avrikað eitt
undrunarvert arbeiði.
Men fyri at koma aftur til hesa
»umrødu« av løgmansrøduni, hvat
kostaði hon ikki okkum skattaborga-
rum? Tað mundi ikki vera smápen-
ingur, ið har fór fyri einki; eg vil
halda, at tað mundi ikki fara langt
niður um 5000 kr. ið henda ,umrøda”
kostaði Føroya fólki. Hesar 5000 kr.
kundi verið góðar at brúkt til okkurt
annað, sum løgtingid má koma undir
at gjalda, t. d. Portugalstrolararnar,
sum eru komnir at niva tungt niður
á landskassan. Tað undraði meg, at
háttvirdi løgtingsmadur Hákun Djur-
huus íkki skuldi svara partamanni
mínum, Haldor Hansen. tá ið hann
bar upp á mál teir trolarar, Hákun
Djurhuus júst hevði arbeitt við. Tað
vildi verið okkum lurtarum áhuga-
vert, um H. Djurhuus hevði komið
fram og sagt okkum, hvussu landið
lá her og hví tað var komið so fyri,
at trolararnir skuldu blíva so nógv
dýrari, enn tað ljóðaði pá, tá kon-
traktini varð gjørd. Hetta hevur und-
rað mangan mann, og eg vil ti loyva
mær at spyrja tað háttvirda lands-
stýrið: Hvussu nógv kosta nú trola-
rarnir úr Portugal meira nú, enn
tá kontraktin varð gjørd og hvat
kemur landið at niðurskriva teir við í
fyrsta umfari? Hetta vil siga: Hvussu
nógv kemur Føroya fólk at gjalda í
meirkostnaði fyri Portugalstrolarar-
nar hjá Hákun Djurhuus?
Ég vil halda, at Føroya fólk eigur
at fáa hetta at vita, og ti vil eg biðja
tykkum, ið hava við hetta at gera, at
leggja kortini á borðið fyri Føroya
fólki.
So var tað ein tjóðveldismaður, ið
tosaði um tað føroyska í skúlum
| okkara. Hann førdi fram, at tað vóru
fleiri tímar í donskum enn í føroysk-
um í skúlum okkara. Her vil eg loyva
mær at siga, at er tað so, sum hann
sigur, so er ikki feilurin hjá dansk-
inum, men eina hjá okkum sjálvum,
tí her kann eg siga, at eg havi sitið
sum skúlanevndarformaður nú í 10
ár havi sostatt havt nakað við
skúlaplán at gera, og skal eg siga, at
vit hava aldri frá nakrari síðu fingið
átalu fyri, at vit í okkara skúla hava
havt fleiri tímar í føroyskum, enn vit
hava í donskum. Tað tjóðveldismað-
urin førdi fram, hevur einki við veru-
leikan at gera. S.
og
Hækkaður tiskaprísur
Í seinastu viku vóru ráfiskaupp-
keyparar saman til fundar, har teir
komu á samt um at hækka prísin á
hýsu yvir 16 tummar frá 55 til 65
| oyru pr. kg.
Toskaprisurin verður óbroyttur, 55
oyru fyri kilo.
Henda prísásetan er fyri allar, ið
keypa ráfisk.
Krútkongurin í
Mjørkadali
Nakað herfyri segði 14. Sept. frá,
at Havnar býur, ja, oll Suðurstreym-
oy hevði ligið uttan ljós i 3% tíma
ti »teir« í Mjørkadali høvdu skotið
ravmagnslinjuna av. Hetta var ein
merkiliga stillfør og sidilig fråsøgn,
sum tó endaði vid hesum orðum:
»Er eingin at ansa eftir hasum krút-
monnunum í Mjørkadali?«
Ja, sig tað.
Hin mikla tjóðveldishetjan Aage
Vesturskarð, ið valevni tjóðveldis-
floksins var til síðsta løgtingsval, er
»spreingimeistari« í Mjørkadali; men
um hetta starv hansara eisini
terar« undir Erlendi Paturssyni, tað
vita vit ikki. Sostatt kunnu vit ikki
við vissu siga, hvor teirra, ið er hin
veruligi krútkongurin í Mjørkadali.
>SOr-
Harra Erlend Jóanes-
arson Patursson
Vita tygum ikki, at tað er Føroya
fólk, ið hevur sett landsstýrið, við
sínum valrætti?
Vita tygum ikki at tá tygum háa
landsstýrið, so háa tygum allar tyg-
ara landsmenn, ið fylkt hava
aftanfyri tað?
Eru tygum heilt vísur í at tygum
høvdu nytta til løgmann?
Halda tygum at Jóannes Paturs-
son sáli heyði vilja havt ein, ið nevn-
ir seg »Korea«, í sínari fylking og un
dir sínum merki, so sum eg síggi at
tygum nú hava!
Tygum vita væl, at Grani Gunnars
son var við at brenna Njál inni?
Ársaki at eg eri so spurin.
J. D.
seg
Bjargingakravið
220.000 kr:
Sjórættur var týsdagin settur í
Havn í samband við »Nordlending«,
ið fór á land á Trongisvagsfirði í
seinastu viku.
Manningin á »Minnie«, ið sum
kunnugt tók trolarin av aftur, hevur
kravt kr. 220.000 í bankatrygd í sam
band við bjargingarløn.
Stoða til bjargingarkravið verður
tikin einaferð í desember mánað.
Manningin á »Nordlendingi« skal
geva sjófrágreiðing og verður tað í
dag í Havn.
Fyrrverandi danski embætismaður-
in hjá ST Poul Bang Jensen varð í
gjár funnin deyður í New York.
Hann hevði sjálvur forkomið sær.
Bang Jensen varð nógy umtalaður
aftaná Ungarnstríðið, har hann sum
skrivari í nevnd. ið sett varð til at
kanna viðurskifti hjá Ungverjum, ið
flýddir vóru úr landinum, varð hart
átalaður fyri ikki at vilja navngeva
nakran av flóttarfólkinum, og voldi
hetta, at hann varð frákoyrdur sum
skrivari í ST aftaná. Bang Jensen
var 50 ára gamal.
Tá Bang Jensen var horvin, setti
løgreglan í New York so stóra leitan
í verk, sum ikki áður er sæð, og teir
funnu hann eisini deyðan.
NR. 48.
LEYGARDAGIN
28. NOVEMBER 1959
32. ÁRG.
Úr Klakksvík
Samkoman >Ung hjån« bjóðaði til fund-
Hoy-
dal helt sera forvitnisligan fyrilestur um
Næsta
asta týskveld í
ar seinasta tyskvøld, har Karsten
Equador samkoma verður sein.
har annaðhvert
ríkisumboðsmaðurin
januar,
landslæknin ella
heldur fyrilestur
halda
Ætlanin er at
Bokakvøldid, ið
í kveld, verður av
ætlanin var at
ongum
halda tað eina ferð í komandi viku.
Í dag giftast í Klakksvík Jóhanna Han-
sen, sjúkrasystur úr Klakksvík, og Ólavur
Olsen, timburmeistari, ættaður úr Svínoy.
Í dag kunnu Inga og Martine Rasmus-
sen, á Kirkju, halda gullbrúdleyp
Ítróttin. K, Í. helt frålika årsveitslu
seinasta leygarkvøld. Undir veitsluhald-
inum gav Sofus Larsen, bakarameistari,
steyp til KÍ, HB og B 36 at kappast um
komandi summar. Felggini skulu leika 2
dystir hvert móti øðrum, og tað, id fær
flestu stigini, fær steypið til ognar
Sjúrðarberg fór nýggjan ísfiskatúr ígjár.
HITT KENDA JOLAØLID FRÁ
Føroya Bjór
AFTUR AT F
ER NU ÅA
SPYRJIÐ EFTIR Ti HJÁ KEYP-
MANNI TYGARA
Hesir skógvarnir eru nógv ov
smalir og spískir, segði konan, ið skuldi
keypa sær nýggjar skógvar
Ja,
krambúðarkvinnan
men hatta er mótin í ár, segði
Tað kann vera. men eg havi sømu
fótur