Sosialurinarkiv
Sosialurin 1959-12-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1959síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 52 SOSIALURIN 23. DESEMBER 1959 32, ÁRG. Jól í Føroyum — jól aðrastaðni Í Føroyum hava oll tak yvir høvdid og nóg mikið til matna og klædna, nú farið verður at halda jól. Verri er statt aðrastaðni. Helmingurin av øllum heimsir íbúgvum hevur ov lítið at lata í munnin, ov lítið at lata seg í og vánaligan ella ongan sannan bústað. Førovingar hava ongatíð havt so nógv an pening um hendur sum nú hesi sein- astu árini; nóg mikið skuldi verið til hvort mannsbarn og hvert heim i land. inum: men hitt ójavna inntøkubytid gev- ur okkum beinavegin varhugan av, at tað ikki er so rívan at taka av í hvørj- um heimi. Tó man ongastaðni vera minni enn so, at hjá flest øllum er nóg mikið at lata í munnin, nóg mikið til snøgg klæði og nóg mikið at skapa ein sámuligan jólahugna í einum hampa heimi. Við skynsemi og sparsemt kunnu dugna hendur skapa ótrúliga nógv burt- ur úr lítlum, ja, ofta meira av hugna og sonnum jólakæti enn har, peningur og annað rikidømi dagliga flødir inn um dyrnar. Hjá teimum allra flestu skuldi verið hildið eini av frægastu umstødum at hugnalig jól. Heimurin er tó ymiskur á at líta. Hundrað tals milliónir menniskju liva framvegis av sonnum á lívsins skugga- síðu. Teirra tilvera er neydarslig, fá- tækslig og alir ikki fram nakran jóla- hugna. Ikki minni enn helmingurin av øllum íbúgvum heimsins má annadhvørt fara svangur, kaldur, sjúkur ella illa hýrdur til hvíldar hvørt kveld — eisini um jóla- hátíðina. Miljónir.fáa ov lítið at eta, miljónir hava eingi ella ov lítið av klæðum uppá kroppin, miljónir pínast av svárum sjúk- dómum, men fáa onga hjálp, miljónir hava ikki tak yvir høvdid. Tey hava so lítið av øllum, liva undir vanlagnuni og kenna onga lívsgleði, eiga ongar hjálp- arkeldur at troyta av, einki, ið ger til- veruna ljósa og hugnaliga. Stór og góð tiltøk verða gjørd fyri at koma teirri hálvu illa støddu manna- ættini, ið rópar eftir bústaði, mati, klæð um, heilsubót, vitan, menning og ment- an, til hjálpar; men bæði hesi jólini og ivaleyst fleiri jól aftrat mugu fara aftur um bak, áður enn hin hjålpandi hondin røkkur at øllum teim- um, sum liva í neyð og vesældømi. miskunnsama, Jólinni eru í hondum, men ólíkar vera umstødurnar og ólíkt verður jólahaldið hjá teimum ymisku mannaættini. greinunum av Til gamans og álvara um jólahalguna JO, er upprunaliga navnið fyri heiðnum, nordiskum veitsluheldi, ið fór fram einaferð í januar—februar tá dagarnir aftur fóru at leingjast. »At drekka jol« var stór veitsla, har teir gomlu við nógvum »ceremoni- um« ynsktu sær eydnu og góða gróði í nýggja árinum. Við at drekka „skála ella við at leggja hondina á offurdjórið góvu teir hátíðarlig lyfti. Umleið ár 350 dagfestu teir Kristi føding at vera fødingardagin hjá sól- gudinum — 25. desember. JÓL vórðu so seinri til eina kristi- liga hátíð. Á týskum Weihnachten — tær heilagu næturnar, á fronskum: Notl — fødingardagurin og á ensk- um: Christmas — Kristusmessa. x JÓLASTOVA var stuttleikasamkoma, ið bæði bøndur og borgarar gjørdu nógv burtur úr áður í tíðini. Jólastova varð hildin líka frá jólaaftan og til kyndils- messu. Hópur av ungdómi kom saman kvold eftir kvold og fann sær mangt og hvat til teitis. Tey stuttleikaðu sær við at lata seg í sum djór ella pynta seg sum kongur. bispur, prestur og tílíkt. Væl dugdi tey at spæla, og spølini, tey funnu uppá vóru ymisk: skemtileikur, fimleik- ur, kappingar o. a; Í 18; eld kom hin stranga kristniboðanin til Norðanlondini við pietismuni. Í Donsku lóg fimta Kris- tians verður alt »ésømuligt spæl« bannað og við halgidagsfyriskipanini frá 1730 verður endi gjørdur á Jólastovunum: men ikki bar til at forða ungdóminum at ko- ma saman. Jólastovuhaldið datt burtur; men ungdómurin kom nú saman til dans í staðin fyri. Í 1724 skrivaði Ludvig Hol- berg sjónleikin »JOlastovan«, har hann lýsir hesar samkomur. JÓLATRÆIÐ er ikki gamalt í Norð- anlondum. Fyrsta frásøgnin um jóla- træ við pynti, ljósum og gåvum kem. ur úr Strasbourg í árinum 1605. Ikki fyrr enn í 19. old fara fólk í Norð- jólatræ Hitt enlondum at: brúka pyntaða træið varð upprunaliga brúkt sum tekin uppá lív og gróður og var borið á odda í skrúðgongum undir várveitslunum. Ikki fyrr enn seinra- partin í 19. óld hoyra vit um, at fólk í Fóroyum eru farin at pynta jóla- trø — at byrja vid heimagjørd jola- trø. x JOLAGAS. Aðrastaðir og i vid er tad vordin sigur at hava gåsasteik Føroyum til matna um jólahalguna. »Gåsafest- in« er annars dagfest til Mortansmessu, 11. november. Henda messa var hildin til minnis um hin halga Martin av Tours, ið doyði ár 400. Síðan fyrst í 13. eld ha- va gásafestir verið hildnar til minnis um hann. Søgur siga frá, at Martin av Tours fór at krógva seg í einum gásarhúsi, tá hann frætti, at teir høvdu sett hann sum biskupp: men gæsnar gjørdu so nógv um seg. at hann skjótt var funnin. Ein onnur søga sigur, at honum dåmdi so væl gása- steik, at hann åt seg í hel. Ovist er. um hesar søgur siga rætt frå; men gæsnar verða ið hvussu er etnar til minnis um hann. X Um nakrar dagar er hetta árið farið um bak, og vit skriva 1960. Eftir okk- ara tíðarrokning eru 1960 ár farin, síð- an Kristi føding. Aðrir rokna annar- leiðis. Jødar, ið mettu heimin vera skap aðan ár 3761 f. Kr., gjórdu av í 13 old at nýta hetta árstal sum grundarlag und ir teirra tíðarrokning, meðan aðrir t. d. Grikkar roknaðu við olympiadum, Rómverjar frá tí Rom var grundaður, og muhammedanarar frå ti Muhammed flýddi frá Mekka til Medina. x JÓLAMATURIN er bæði nógvur og góð ur nú á døgum, og tað er ikki smávegis, ið hålsvølurin má halda til í jóladógunum Almikið er stríðið hjá kvinnunum at gera allan henda frálíka jólamatin til; men fáar mugu taka sær tað so nær, sum meistarakokkurin hjá Luvid XIV, Frak- landskongi, um ikki alt ber so væl í lag 17. nov. 1671 skuldi kongur hava veitslu fyri 300 gestum. Meistarakokkurin Vatel rakti vid, at hann hevði ov lítið av fiski til borðreiðingina og bar slíkan ótta fyri sínum gáloysni, at hann fór inn í kamar sitt, rendi eitt svørd í hjartað og doyði. Stutt eftir var fiskurin komin í køkin. Yrkisbróður hansara góvu honum navn- ið: »Vatel hin stóri. x Moralur er tann atburdur, ein hevur yvir fyri menniskjum, ein ikki held- ur av. x% Vanlukkur henda mangar å hvørjum åri; og fleiri vildu hent um ikki onnur vóru komin teimum neystøddu til hjålp- ar. Oll kenna navnið Carnegiugrunnin — henda stovnin, sum á hvørjum ári veitir teim- SOGA um, ið hava bjargað neyð- støddum úr vanda, eina virdisløn ella heiðurstekin. Tað var skotin Andrew Carnegie, ið stovnaði henda grunnin. Hann var fødd- ur 25. nov 1835. Sum ungur flutti hann til Ameriku, har hansara framúr arbeiðs- megi og hansara óblíða framferð skjótt gjørdi hann til ein av ríkastu monnum i Ameriku. Við 500 dollars, ið hann fekk til vega við at seta húsini hjá sær í veð, byrjaði hann at keypa partabrøv, byggja sovivognar og tílíkt, ið enn var ókent har yviri. Hann fann oljukeldur og bygdi stálverk. Tá hann fór at eldast, seldi hann alt saman fyri 447 milj. dollars og fór nú at skriva bøkur, har hann greiddi frá, hvussu gott tað var at vera fátækur. Ein hóp av peningi gav hann til békasøvn, universitetir og stovnadi Carnegiugrunnin Tað er hetta seinasta, ið gjørdi navn hans ara ódeyðiligt. Nú á dógum hugsar ein drongur seg tvær ferðir um, áðrenn hann lovar gentuni mánan. *x Í hvørjari av hesum reglunum er dult eitt fuglanavn. Hvørji eru tey? Hann mól undir vafninum. Hann dró Kurt við sær. Feir fingu bara smásild. x JÓLAKRÁS. Lítil gáta at hugsa um. Tvær kvinnur komu at keypa mjólk 4 litur hvor. Onnur hevði eina 8 lit. urs spann og hin eina 5 liturs spann. Sjálvur hevði keypmaðurin bara eina 3 liturs spann at mála við. Hvussu bar hann seg at? Og hvussu ofta mátii hann stoyta úr fyri at fáa 4 og í aftur og fram litrar í hvørja spann? x 5 spurningar. 1. Nær er Bartalsmessa? 2. Hvor søka er 2. juli? 3. Hver hevur skriyað Moder Syvstjerne? 4. Nær byrjaði Útvarp Føroya? 5. Hvussu nógvar kirkjur eru á Streym- oy? (Svar aðrastaðni) på So var tað unglingurin, ið bjóðaði gentuni heim til whisky og sofa. x Ein bóndi sum kom koyrandi møtti tveimum unglingum, id beint tå høvdu fingið fatur á einari fløsku av brennivíni. — Hatta er ein frålik fløska, helt bónd in. Kunnu tit ikki selja mær hana? — Nei. — Fyri 100 kr? — Nei. - Fyri hestin? — Nei. — Fyri hestin og vognin? — Nei. — Fyri hestin, vognin og 100 kr.? Nei. — Ja, ja, so gerst ikki við helt bóndin | og koyrdi vidari. Tå letur i ødrum ungl- ingunum: — Hasin var góður við brennivín. x Svar uppå 5 spurn.: 1) 24 aug 2) Syftu- søka 3) William Heinesen. 4) 6: febr: 1957: 5) 10. x JÓLAKRÁS. Jógvan kepyti sær eina krambúð og væl bar til við søluni. Hann roknadi út, at hann hvert ár hevði vunn. ið líka nógv sum ári frammanundan plus helytina aftrat. Longu fyrsta árið vann hann hálvaðru ferð so nógv, sum hann lat fyri krambúðina. Triðja árið vann hann 27.000 kr Hvussu nógv lat hann fyri krambúðina? Lívið — tað er tað, ið hendir við okkum, meðan vit hugsa um og taka stóðu til at gera nakað heilt annað. AGØ—-Ø—Ø Hin 4 ára gamli drong- urin stóð og lurtaði eftir ársgamla beiggja sínum, sum lá í vøgguni og tvætlaði. Tá | nelt hann við mammuna: Bara eg hevði verið eitt sindur yng- ri, so hevði eg skilt, hvat hann segði. Hví eg drekki so nógv? Jú — tað skal eg siga tær, mín gamli vinur ... eg drekki. fyri at gloyma at eg drekki. sk VÍS ORÐ: Tað er ósatt, at konan al- tíð fær sagt seinasta orðið, tá hon brýggjar seg við mannin. Hon hevur | altíð eina miljóu í reserva * Påpi, kann ez ikki sleppa at læra Vit síggjast sunnudagin. Men um tað nú verður regn. | meg at koyra bil. Eg eri nóg gamal nú? Ja, so dagin fyri meðni. | —Ja, tú, men ikki bilurin. ——— —/————i}x<—wW— Nógvir ymiskir skógvar til menn. Tuflur og inniskógvar til menn. 56 og 78 kr. Damuskógvar, inniskógvar og tuflur. (Lambakinnstyvlar, prísur: | Damuskógvar við ortop. innleggi, sera góðir til ringar føtur. | Ógvuliga nógvir skógvar til børn og sera fjøllbroytt úrval til tey smáu. Barnaskógvar við innleggi. Víðakend merki, so sum »Kato« og »Prins Jørgen«. Ymiskir inniskógvar til børn. Yvirtrekksstyvlar til børn og vaksin. AVBYGDAORDRAR VERDA AVGREIDDIR , ANDREAS KYRHEYG tlf. 5312 KLAKKSVIK | FA