Sosialurinarkiv
Sosialurin 1960-03-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 1960síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Nr. 10 5 Orðaskifti á tingi: MARS 1960 33, ÁRG SDR ABE TILLPOS:550 8 Belgisku skipini - og endur- nyggjanin av skipaflotanum Kr. Djurhuus: Vónaði sakliga við gerð av málinum. Umframt tað nú fyriliggjandi uppskot hevur Fiskarí- bankin latið 85 % í studningi, men tær skipanir, ið verið hava, sýnast ikki at vera heilt til vildar, og nú pressið er hart eftir at fáa nýggj skip er tað gleðiligt at hetta upp- skotið frá Belgiu liggur fyri uppá 20 milj. kr., sum er 70 % av byggi- peninginum um 28 milj. kr. 30 % eru so eftir at fáa til vega. Lands- kassin letur tey 20 og eginpening- urin verður 10 %. Erlendur Patursson: Tjóðveldis- flokkurin er fegin um fyriliggjandi uppskot, men ikki dámdi teimum, at Smiril er við í uppskotinum. Kjartan Mohr: Nú hjálpir ikki at møsna meira, realititer mega nú fyriliggja. Vónaði ikki tað fór at verða skandala fyri okkum, sum við portugalstrolarunum. Nú er Ognar- felagið ein verunleiki, men enn er langur vegur til kanossa. Helt tað nú ráddi meira um at vera umhugs- in og at byggja, har sum vit kunnu hava vónir um at selja, so er ikki í Belgiu. Hann heit tað vera nógv fy- ri, at nú mátti nógv sild kastast aft- ur í havið, tí hon ikki varð seld. Nú havi eg brotið meg inn gjøgnum jarntjaldið og havi fingið í lag byggi sáttmála, móti at vit sleppa av við Sid. Marius Johannesen: Hann við mælti at uppskotið verður framt og so skjótt sum tað er gjørligt at fara undir bygging er at fara til verka. Varð glaður yvir hetta tiltak, tað er neyðugt hjá okkum at fáa skipini. Poul J. Olsen: Hetta er eitt eina- standandi tilboð. Helt ikki at orsøk var at vera skeptiskur. Summir eru so bangnir fyri at Belgiarar eru ringir byggjarar, men her var ikki rætt at siga so, teir eru kendir menn fyri góða bygging. Kj. Mohr talar um onnur tilboð. Víst er hetta ikki einasta byggitilboðið, men hetta sum landsstýrið nú hevur fingið er tað besta, ið enn er komið. Allir aðrir krevja statsgaranti, helt ikki at Kj. Mohr åtti at verid keddur av, at Belgiarar ikki krevja statsgaranti, og sum sjålvstyrismadur måtti hann verid fegin um tad at ikki var kravt. Her krevjast allar tær bestu rådgev- andi kreftir, figgjarnevndin kann fåa fatur å og sum hon sjålvandi fer at seta seg í samband við. Hetta mál má fremjast sum skjót- ast. Løgmaður: Hann var fegin um at menn hava tikið so væl undir við málinum. At alt verður væl gran- ska frammanundan nøkur endalig avgerð verður tikin er ein sjålvfyl- gja. Vit fáa skipini, soleiðis sum vit sjálvir ynskja tey skulu vera, nev- niliga eftir okkara ásettu krøvum, Belgiarar hava eins væl fakmenn og aðrir. Her kunnu sjálvandi ikki leik menn taka avgerðir, men her megu fakmenn til at ráðgeva. Skilti ikki at menn siga, at uppskotið er ófull- komið. Í framløguskrivinum stend- skal eftir føroyskum ur, at byggjast tekningum. Ynski fiskimanna er at fáa skiip, og tey mega koma skjótt | trolararnir VOru kontraheraðir. H. Djurhuus var glaður yvir, at hetta mål var komið fram. 1 % í rentu er ævintýrliga bíligt. Hann vildi flokksins vegna taka undir við at fáa skip til landið og vildi við- gera málið sakliga í nevndini. Jens Chr. Olsen var fegin um tann framburð, ið verið hevur seinastu tíðina, og sum moderniseringin hev- ur framt á skipum okkara. Reið- arar og fiskimenn trúgva nú, at tað fer at loysa seg at fáa fleiri nýggj skip. Her skal verða bygt til kon- kuransanýtiligan prís, so her er eitt valatilboð. Vit hava fyrr verið tik- nir við nøsina, t. d. tá portugals- kom uppskot fram á ting um at byggja til 3,8 mill. kr. pr. stk., tað bleiv til 6,2 mill. kr. Víðari hann fyri, at tað vildi ongatíð verið | betur, um so mikið nú kundi verða lånt, at realkreditstovnurin kundi átaka sær húsabyggingarspurningin. Vit megu fáa skip til okkara fiski- | menn. Í so máta liggur ongatíð so væl fyri sum nú. Hetta er eitt gott tilboð. Vónandi fer tað at bera at tí borði, at eisini verður hugsað í stóran mun um at fáa arbeiði til fólk á landi. Kr. Djurhuus: Viðvíkjandi silda- søluni, sum Kj. Mohr hevði heft helt ; í Frakland, har tilboð vóru givin; har | ! |} | | | | Idealistur Var aftur åhoyrari, nå tå figgjar- log Føroya 1960/61 var til við- gerdar å tingi, og har Kjartan Mohr nytti høvi til at svara uppå grein | mina »lIdealistur« í seinasta Sosiali. Tad hann segdi um arbeidarin og um »mjølsekkin« kom ikki um hansara munn á tingi, og tað kunnu bæði tingmenn og aðrir áhoyrarar bevidna. Maðurin var heilt uppøstur um, at arbeiðarin, ið skal røkja allmenn nevndarstørv, skuldi krevja løn fyri tey. — Hvi læs hann ikki upp tad sidsta hann segdi i rødu sini, har hann bað nevndina, ið fekk málið til viðgerðar, um at avvísa tað. — Løgtinsformadurin hevði nokk eis- ini givið honum loyvi at lísið tað seg so mikið við, helt varaløgmad- ur fyri, at tað var nakað galið, tá Sildasølan ikki sleppur av við salt- sildina, og vit samstundis flyta inn agnsild. Hvat skal tað siga? Her er nakað galið atborið? Sild fyri skip, tað loysir íkki spurningin til fulnar — men tað kann í onkrum føri lata seg gera. Logmaður: Hetta er einasta far- andi leiðin. Kj. Mohr nevndi eisini kun bert verða lånt móti stats- | garanti og tryggingarfelagsábyrgd og til 5 % rentu. Nú er talan um Í % rentu, einki garanti og lán í 10 ár. Her er einki at ivast i í so máta, figgjarljga hava vit ikki nakrantíð fingið betri tilboð og fáa tað neyvan. Tá orðaskiftið var endað, varð málið beint í fíggjarnevndina. har tað nú verður vidgjørt, áðrenn tað aftur verður lagt fyri tingið. Eiga vit at halda uppá núverandi brennivínsskipan fyri Feroyar? Í Dimmalætting mikudagin skriv ar >Fráhaldsmaðure grein, hann kallar >Farboð móti víni, og kemur til tað úrslit, at av- haldsfólk eiga at boykotta uppskot mitt um, at félkaatkvøda eigur at fara fram, um vit skulu hava nú- verandi brennivínsskipan eila totalt forboð fyri bæði gerð, sólu og inn- flytan av brennivíni. At tað er ein avhaldsmaður, ið hevur hesa áskoðan, fellur mær fyri bróstið, ti eg trúði, at nærum øll fólk og tá serliga øll avhaldsfálk vóru á einum máli um, at brennivín ger einki gagn, og best var heilt at útihýsa ti úr landi okkara. Men »av- haldsmadur« heldur, at frægari er tó at hava ein dropa viðhvort at taka til, um ringt skuldi verið, enn at tað als ikki finst í landinum. Tá forboð í síni tíð var sett fyri sølu av brennivíni her á landi, var tað gjørt við eini fólkaatkvoðu. Men eg hugsi, at teir, sum tá stílaðu fyri hesi atkvaðu, roknaðu við, at var fyrst handilin við brennivíni forboð- in, vóru Føroyar nærum turrlagdar, ti tå var tað ókent hjá øðrum enn keypmonnum at bestilla frá útland- Brennivínsbrúkið fór tá eisini næstan einki. Men sum tíðin leið, lærdu menn kynstrið at bestilla. og í dag senda brenni- inum. niður í | brennivínshandlarnir postkort í nær sum í um hvort heim í Føroyum, so hann, sum vil hava brennivín, hevur bert at seta navn síti á kortið og potta talið, ið ein vil hava, so kemur tað í fyrsta posti, so tað er næstan ómakaleysari enn at fara til handils eftir tí. Henda brennivínsskipan, vit hava nú, er tí mest at líkna við ta tíðina, tå brennivinshandil var í Føroyum. Tå nu brennivinsmålid aftur var tikið til viðgerðar á tingi, helt eg, at tað var rætt og rímiligt, um alt fólkið fekk høvi til at siga sína hugs an um hetta mál, tí lógin frá 1906 um forboð fyri sólu av brennivíni virkar ikki eftir síni ætlan í dag, viðurskiftini eru heilt annarleiðis í dag enn tey vóru tá. Fyri hann, ið ongan hug hevur til brennivín, kann tað ikki koma illa við, at tað ikki kemur til landið, og honum, ið dám ar tað væl, og av tí orsøk mangan oyðir pengar og heilsu, er tað at gagni, um tað við lóg verður gjørt so torført sum møguligt at fáa fatur á ti. »Avhaldsmadur« átti tí ikki bert sjálvur at tíkið undir við mær um folkaatkvødu, men eisini fingið allar felagar sínar at gjørt tað við. J. Fr. Øregaard. | | | | hann veit, at hvort einasta orð, ið stóð í greinini, um tað hann hevði sagt, var sannleiki. Kjartan Mohr heldur so hánt um tað, at eg skrivaði undir dulnevni, men tað er ikki altíð, at ein arbeið- ari er soleiðis fyrikomin, at hann kann siga við arbeiðsgevara sín, hvat verunliga hugsan hansara er. Eg arbeiði ikki hjá Kjartan Mohr; men nær hevur ein hoyrt, at ein ravnur pikkar eyguni út úr hinum. Fin arbeidari må vera varin vid- hvat hann sigur, ger ella skrivar; ti er tað nakað, ið arbeidsgevari hansara kann taka til sin, so verdur arbeidarin, um ikki beinan vegjin, so eftir stuttari tid, koyrdur úr ar- beiðinum. — Her á landi eru tess verri nógv dómi um slíkt, og tí var eg noyddur at brúka dulnevni. Áhoyrari. Tað kann kanska vera forvitnis- ligt júst í hesum sambandi at siga frá, at Havnar kommuna einaferð fyri kríggið samtykti at gjalda tveim um av limum sínum. sum vóru kommunalir arbeiðarar fult viður- gjald fyri inntøku, teir mistu vegna starv teirra sum býráðslimir. Tað er ti einki óhoyrt, nú Føroya arbeiðarafelag heitir á tingið um at veita løn til menn, ið sita í sóknar- stýrum. Bladstj. Broytan av bylgju- longdum Marinedistrikt sent blaðnum solióðandi: í. Fra Det Svkort- Arkiv har marinedistriktet modtar get følgende meddelelse med anmod Færvernes hevur Kongelige | ning om at bringe den til færøske fiskeriselskaber og fiskeskibes kend- skab: »Det kgl. danske Søkort-Arkiv vil fra og med den kommende sommer foretage søopmåling i Grønland ved hjælp af elektronisk udstyr, der er meget følsomt over for forstyrrelser fra radiotelefoni og telegrafi mellem skibe i søen. Søkort-Arkivet vil derfor være meget taknemmelig, om de færøske fiskeskibe, der fisker på Grønland, venligt ville lade deres sendefrekven- ser ændre, således at de bliver godt fri af de nedennævnte frekvenser. 4061,900 ke/s 2030,750 ke/s 1708,000 ke/s 1766,000 kcj/s Fiskeskibene vil ved således at ændre frekvenser i meget høj grad kunne hjælpe Søkort-Arkivet til at gennemføre den søopmåling i grøn- landske farvande, der er af største interesse for alle de søfarende og ikke mindst for fiskerne.« 2. Søkort-Arkivet tilføjer, at det lægger så stor betydning i denne sag, at en enslydende anmodning om frekvensændring er sendt til de hydrografiske institutter i samfliga lande, hvis fiskere fisker på Grøn- land, med anmodning om bekendt- gørelse. Setið lýsing tygara i SOSIALIN