leygardagur 2. apríl 1960síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SCSÍALURIN
Nr 14 SÚ
Tað verður betri at
liva í Føroyum
Sosiallóggávan — størsta sosiala
framstig í segu Feroya
Fyrst fingu vit FOLKA- og AVLAMISPENSJÓNINA, ið tryggja skal goml
invalidum betri livilikindi. Nú eru framstig gjørd viðv. hinum
sosiallóggávuni. Vit hava nú fingið einkjupensjón, og lóggávu
um og
partinum av
at veita hjálp til einsamallar kvinnur, treingjandi børn, sinnissjúk, ands
veik, lamin, deyv, blind, tuberklasjuk, barnalamin, stuðul til læknahjålp,
jardamødurhjålp, medisin o. s. fr.
Javnaðarlandsstýrið hevur framt størstu sosialu framstig, ið
henda kunnu núlivandi ættarliðið. Treingjandi og óarbeiðs-
førum verður nú veittur allur tann stuðul, ið er samfelagsliga
gjørligur í løtuni'
Sjålvt um hetta eru stór stig á leiðini at veita gomlum, sjúkum, einkjum,
illa stillaðum børnum og ødrum treingjandi tryggari kor og betri livilík-
indi, eru vit ikki komin á mál; men grundarlagið fyri einari stóðugari og
miðvísari útbyggjan er lagt og nú verður hildið áfram, hagar til vit hava
beint burtur vesældóm, trot og sakn, og hagar til oll kunnu kenna seg trygg
í FÓLKAHEIMINUM FOROYAR.
Hin samfelagsligi stuðulin er munandi størri enn frammanundan:
men ov lítil í mun til livikostnaðin. Sosiallóggávan er framvegis ikki á
hædd við mál javnaðarmanna; men so leingi flokkurin ikki hevur meir
luta, verður ógjørligt at vnna heilt á mál.
Aðrir hava rátt fyri borgum; men gjørdu einki fyri at bóta um korini hjá
teimum, ið sosialt vóru illa stillað.
Fólkaflokkurin og ftjóðveldisflokkurin søgdu bart ut, at teir einans vildu
<BOTA UM TEY VERSTU BREKINI í SOSIALLÓGGÁVUNI.K um teir
komu upp í landsstýrið.
Mótstoðuflokkarnir rópa lyftisbrótarar eftir javnaðarmonnum: men
sosiallóggávan er eitt talandi prógv fyri, hvussu vallyfti javnadarmanna
verða hildin og framd, og hvussu illgitingarsamir og ósannir mOtstød-
| Ålop andstoðu-
flokkanna
Tá fíggjarlógin hevur verið til við
gerðar á tingi, hava fólkaflokks-
menn og tjóðveldismenn rópt upp
um, hvussu stór fíggjarlógin er bliv-
n. Ein skuldi tí trúð, at hesir menn
summir limir av figgjarnevndini
kundu víst á, hvussu útreiðslur-
nar skuld skerast niður.
Fíggjarlógin hevur verið til aðru
viðgerð, hon er ikki minkað, men
heldur enn ikki vaksin. Teir menn,
sum skróla upp um, at hon er so
høg — hesir somu menn eru ikki
førir fyri at vísa á, hvar ið niður-
skurður skal verða — tvørtur ímóti
ava teir aftur og aftur talað um
alt, ið eigur at verða gjørt, og sum
ein fólkaflokksmaður segði, at neyð
ugt var at hækka hana munandi.
Harnæst hava teir bæði í blød-
um og á tingi glett seg yvir, at hon
skal vaksa enn meir.
Um so verður eila kki kunna vit
í dag ikki siga fyri vist.
Andstøduflokkarnir hava ikki vist
nakað sparsemi — t. d, kunna vit
nevna oddagrein í Dagblaðnum í he-
si viku við yvirskriftini »Sosial fram
stig — national afturstig.«
I stadin fyri at gleda seg yvir
»
2. april 1960
tað stóra sosiala framstig gera
teir ålop á landsstýrið og stjórnar-
flokkarnar fyri tað, at umsitingin av
sosialu lógunum er løgd í hendur-
nar á umboðsmanni danska ríkisins
Tað stendur Føroyingum frítt at
yvirtaka umsitingina, hvønn dag tað
skal vera. Men so fáa vit eina nýg-
gja skrivstovu og tað menskar
ikki um fíggjarlógina — men tvørt-
ur ímóti, vildi tað hækka hana mun
andi.
Mong onnur dømir kundi verið
søgd um hvussu teir krevja bæði
eitt og annað, sum kostar almikið,
av peningi, men á inntøku vísa teir
ongantíð.
Lat tað her verða skoytt uppi, at
við fremjan (ajourføran) av ti sosi-
alu lógunum, er størsta sosiala
framstig framt, sum nakað núlivan-
di menniskja ongantíð hevur droymt
um.
Tann sosiala lóggáva sum nú er
samtykt á Føroya Løgtingi, fevnir
so víða, at einki mansbarn sum av
einari ella aðrari orsøk er so fyri-
komið, at tað ikki kann vinna sær
dagligt breyð, nú nýtist at liva av
olmussubitum.
Umframt at hava fingið framt
fólka- og avlamispensjónina, er nú
eisini fylgjandi lógir samtyktar:
a. Lóg um barnapening til einsa-
mallar forsyrgjarar v. m.
b. Lóg um barnaforsorg Føroya og
c. Lóg um almenna forsorg Føroya
Eitt megnartak å ti sosiala øki-
num! J.
*x
Summarferðir
Nú summarfrítíðin skal fyrireikast, vilja vit siga frá, at felagið legg-
umenninir eru í talu og skrift.
FÓLKAFLOKKURIN HEILSAR
SOSIALLÓGGÁVUNI
Annað enn armóð og vesældømi
hevur aldri verið i kjalarvørri fólka
flokksins. Vit minnast bædi fjaldu
og ófjáldu illgitingarnar, tå fólka-
og avlamispensjónin varð vidgjørd
og framd. Ókvæmisorð og ósannindi
rapladu úr teimum fólkaflokksku
pennunum móti teimum, ið strídd-
ust fyri og vildu veita teimum gomlu
og avlomnu tryggari og betri livi-
líkindi.
So kom hin parturin av sosial-
lóggávuni. Nú bar heilt av. Vit
Skulu her tríva í nøkur dømi um.
hvussu »væl« teir unna teimm
treingjandi hesa hjálp.
Í samband vid umrøduna av sosi-
allóggávuni skrivar Dagblaðið (Hå-
kun Djurhuus) um »vællevnad«, ið
»kom i staðin fyri arbeiðshug og
framburðshug. Tá vóru hesar tjóðir
deydadømdar.«
Tá veittur verður sjúkum, blind-
um, lamnum, deyvum, einkjum. for
eldraieystin børnum o. 9. stuðul.
so tey kunnu liva, skrivar blaðið:
>So er bara eftir at vit eisini viður-
kenna tann vandan hetta kann koma
at hava fyri tjóðskaparliga lív okk-
ara. .«
og so Óttast teir fyri, a thenda hjálp
og hesin stuðul kann skapa »falskan
tryggleika, og gera, at »vit eru fok-
nir sum tjóð.“
Óttin, nú tey treingjandi fáa meira
peningaliga trygd, betri tilveru,
verður til deyðaangist, tí sum teir
siga:
>— men far henda peningaliga
trygd okkum til at leggja tjóðskap-
arligu garðarnar niður, so er deyðin
í durunum.«
FØROYINGAR! So kemur heils-
anin til tykkara, ið hava valt og valt
soleiðis, at tað eydnaðist monnum |
at vinna eina sosiallóggávu, ið veitir |
teimum treingjandi, ið einki kunnu
vinna sjálvi til lívsins uppihald.
einki til mat og klæði, eina tryggari,
ljósari og eydnusælari tilveru.
Henda heilsan fólkaflokksins ljóð
ar soleiðis:
»Føroyingar hava veruliga longu
valt at taka við hesum, men: —
Føroyingur vara teg fyri títt liv, nú
er at sína at ryggur var nóg sterkur
at bera teir góðu dagarnr. —«
Soleiðis ljóðar »deydsepistul« fólka
flokksins, nú líkindini eru vorðin so
leiðis, at eisini gomul og treingjandi
kunnu liva her á landi.
Soleiðis ljóða orð tjóðskaparhetj-
unnar, sum í knæbuksum og knappa
troyggju sita niðri á Kristiansborg
og drekka skál fyri Danakongi.
Tað er vandi,
unum« fyri okkaara tjóðskaparliga
lív, um teimum ringast stillaðu
verður lagað at nóg mikið til
matna og klædna, til serhjålp og tak
ja »deydin er í dur-
fáa
yvir hovdið.
Ein vakur tjóðarsongur!
STEINCKE: Fyrst skapaði Gud
kvinnuna. So skapaði hann mannin.
Men so gavst hann tí hann kundi
ikki finna uppá nakað betri.
ur til rættis ferðir til oll lond. Vit hava samband við tær fremstu ferð-
amannastovur og hava yvirlit yvir ailar ferðaleiðir — eitt nú til Týska-
lands, Schweiz, Eysturriki, Meðal-havslondini og har ikki at gloyma
o:ympiaduhaldið í Rom í august—september.
Í ár verða á fyrsta sinni fyrireikaðar turistflogferðir til Grønlands
og tekur ferðin 16 dagar.
Teimum, sum ikki hava umstødur at fara av landinum, kunnu vit
bjóða upphald í fleiri nåttåruvøkrum bygdum, og kunnu hús fáast til
leigu fyri styttri ella iongri tíðarskeið.
Bíðið um nærri frágreiðingar.
FØROYA FERDAMANNAFELAG — telf. 2277.
[————m———————————»———h|p!—…————8—8—.
Framsýning
| Vevskeið, og matgerðarskeið kvoldskúlans, hava
| framsýning í Barnagarðinum sunnudagin 3. apr.
| frá kl. 3—7.
|
Tórshavnar Kveoldskúli.
GROT OG SKERVUR
Øl, vilja keypa skerv ella gråt eiga at venda sær til
komminukamtøn.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða
heimtað.
at teir ikki kunnu heimta grót ella
av vegnevndini ella einum umboðs-
Bilstjórar verða ámintir,
skerv uttan við einum lími
manni fyri kommununa.
FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA
[Er