Sosialurinarkiv
Sosialurin 1960-04-09, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 1960síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN BRØDRALAG FRÆLSI JAVNADUR Óðamannaverk teirra hvítu í Suður-Afríku »Hjåstødd síga at plássið frammanfyri politistóðina fleyt í blóði og bitum og limum av illa viðfarnum Afrikumonnum, Seinri gav politiið boð um, at Afrikumenn sjálvir skuldu savna mannaleivdirnar sand á blóðhyljarnar.x Soleiðis ljóðaðu fyrstu boðini frá Sharpeville, tá ófriðurin brast á. At teir svørtu eru illa við, er sjålv- sagt, tá ein fær kunnleika um tær rasulógirnar, ið teir hvítu hava sett í gildi. Her er úrdrag úr hesum lóg- um, og hvussu tær verða framdar: svartur, ið hevur búð í 14 ár á sama stað, kann verða burturvístur við 72 tíma ávarðing...... Ein svartur, ið hevur búð og arbeitt í sama býi í 20 ár; men síðan fær sær arbeiði uttanfyri býin, hevur ongan rætt at búgva har meira enn 72 tímar frá tí, hetta er hent Ein svartur hevur eingi rættindi til jørð. Ein svartur, ið hevur fingið loyvi at flyta til annan bý at arbeiða, má ikki taka konu og børn við uttan serloyvi... Rýmir ein svartur frá nærri av- markaðum oki, kann viðkomandi verða settur fastur uttan rættar- FONgd...... Stjórnin kann uttan á- varing taka allan studning frá skúl- ein samfull . saman og breiða um fyri teir svoørtu...... Einhvør leiðari av sjúkrahúsi, ið er bygt seinni enn 1937, kann revsast harð- liga, um hann tekur ímóti einum svørtum sjúklingi uttan loyvi frá ráðharranum...... Ein svartur, ið setur seg á ein bonk, ið ætlaður er hvítum, kann fáa 300 pund í bót, 3 ára fongsul ella líkamliga revs- ing, tó ikki meira enn 10 slóg á kroppin...... Ein svartur, ið tekur lut í verkfalli, kann fáa 500 pund í bót ella 3 års fongsul...... Kemur ein svartur inn í bíðistovu á jarn- breytastoð, har hvít eru til steðar, kann hann fáa bót ella fongsul...... Hørd revsing verður tí svarta fyri, ið roynir at hava ella hevur nakað samband við hvíta kvinnu ... o.s. f. Soleiðis bera boararnir seg at móti teimum svortu, ið einki annað | ynski hava enn júst at vinna hitt sama frælsið, sum boararnir so manniliga bardust fyri fyri 60 árum síðan. Javnaðarstjórn í 25 ar Byrjaði undir hini almiklu figgjarkreppuni i 1935 og tók við endurreising- ini av landinum aftaná Menn vóru stjórnina, ið sat við stjórnarvaldi- num fram til 20. mars 1935. Tíðirnar vóru av ti ringasta, og serstakliga bøndurnir vóru harðliga ímóti ti landbúnaðarpolitikki, ið stjórnin framdi ella rættari tí hon gjørdi ov lítið. Stjórnin fekk misålit í Stórtingi- num, har m. a. 69 tingmenn frá AR BEIÐARAFLOKKINUM atkvod- du ímóti henni. 20. mars boðaði kongur frá stjórn arskifti. Johan Nygdrdsvold skip- aði nýggju stjórnina. Arbeiðara- flokkurin var komin fram at fyri at verða sitandi. Limir av hesi fyrstu stjórnini vóru m. a. Halvdan Koth, uttanríkisráðharri og Trygve Lie, løgmålarådharri. Væl gekk hjá stjórnini. Hon vann á fíggjarkreppuni, og eitt stórt uppbyggingar- og endurreisingar ar- beiði fór fram á ollum økjum; men so kom heimsbardagin. Týskarnir gjørdu álop á Noreg 9. apríl 1940. Úrslitið var at kongur mátti rýma av landinum saman við stjórn síni. Frá London útinti Johan Nygårds- vold stjórnarvald sítt. 1945 kom stjórnin heimaftur til Noregs. Nygárdsvold legði frá sær. Einar Gerhardsen gjørdist nú for sætisráðharri. Ovurstórar uppgåvur vóru at loysa; men so væl hevur verið arbeitt, og so nógv álit hevur ARBEIÐARAFLOKKURIN vun- nið í fólkinum, at teir í dag hava misnøgdir við Vinstru | heimsbardagan. reinan meiraluta í Stórtinginum. Kærur vórðu reistar móti Ny- gárdsvold tá hann og stjórn hansara komu heimaftur; men í staðin fyri rættargongd læt kongur Nygárds- vold fáa stóra pensjón, og kongur hevði alt fólkið aftanfyri seg, tá hann segði: »Johan Nygardsvold hevur skriv- að navn sítt við gullstavum í sø- gu Nordurlanda.« Nygårdsvold doydi 13. mars 1952 72 åra gamal. Í november 1951 legði Einar Ger hardsen frá sær. Hann segði seg treingja til hvíld og vildi einans ta- ka sær av arbeiðinum sum formað- ur fyri Arbeiðaraflokkin. Aftaná hann kom Ocar Torp, ið sat sum forsætisráðharri til 1955, tá Einar Gerhardsen tók við aftur. Oscar Torp doyði 1. mai 1958. Gjøgnum hardastu kreppuår hev- ur norski sosialistaflokkurin víst evni og vilja at leiða fólk og land framá og til betri kor. Føroyski javnaðarflokkurin ynsk- norska brødraflokkinum hjarta- liga til lukku við teimum 25 árum sum stjórnarflokkur. KUSTASKAFT Óli Andnegl og Fraser hava til um- hugsan at fáa í lag eina samkomu fyri »mindrcårige«, pálmasunnudagslagnum í fjór til áminningar. Óli hevur skrivað eina skets: Tro, håb og kosteskaft«. — Arbeidsloysi Tað må åsannast, at tað er stórt spell, at so skal vera stýrt í okkara samfelag, at so skjótt sum tær fremmandu tjóðirnar ikki hava brúk fyri okkara fiskimonnum — ella tað av einari ella aðrari orsøk ikki ber til at fara í vinnu hjá teimum — ja, so koma fiskimenn okkara at ganga í vinnuloysi. Vituligt er, at einki er dýrari fyri eitt samfelag, enn at hava nógv vinnuleyst fólk. Hetta er beinleiðis harmiligt! — Hugsar ein um tey vøkru stóru orð, ið á sinni blivu søgd av einum av okkara politkkarum: >Skútan var við at sokka, og ti valdu tríggir teir frægastu menninir at fara til róð- urs.« og tað eydnaðist at fáa hana aftur á rættkjøl. Men hvussu beina teir hava fing- ið Føroya skútu at flóta, prógvar best tað stóra vinnuloysið, ið nú herjar. Verður hugsað rætt, so sýnir tann rætta myndin nú tað, at tann sami stórorðaði politikkarin, at hann aftaná 8 ár hevur verið neyðland- aður í 1958. Síðani kunnu teir siga, hvat teir vilja, tað er sjón fyri søgn. Eingin kann siga tað vera væl stýrt, tá ein stór fjøld av arbeiðsfólki gongur vinnuleyst, tí fremmandar tjóðir ikki kunnu bjóða teim eins góð vinnukor sum árini frammanundan. Tað varð nógv reypað av, hvussu væl stóð til. og at so og so stór framstig høvdu verið, tí so nógvur peningur stóð í sparikassanum og bankunum. At so var, kundi ikki sigast nøkr- um til rås, uttan islendingum, sum høvdu okkara sjófarandi fólk í vinnu — tað var haðani pening- urin fleyt inn. Tá var tí lætt at sita við ábyrgd- ini, tá aðrar tjóðir breyðføddu um 2000 av okkara fiskimonnum; og helst hava somu harrar hildið. at so fór altíð at verða — ið hvussu er eina tíð frameftir. Teir hava sketta ov lítið um orðatakið »leys er kúgv á annans båsi«. Tað skal tí einaferð | enn verða sligid fast, at tað er stýr- inum frá 1950—58 fyri at takka, at arbeiðsloysið er so stórt bæði á landi og sjógvi. Tað er ávokstin frá 8-åra styrinum, ið nú spøkir í mong um heimi í Førovum, og sum er atvoldin til, at fiskimenn noyðast til Ísland fyri lítið og lætt. Sig so, at tað ikki vóru teir fræg- astu, sum tóku um endan, fyri at nýta Hákuns egnu orð. J. Logmannsveitsla Løgmadur hevði døgverda fyri løg- tingsmonnum og frúum teirra hoskvøld ið. Boðið varð ræst kjøt og súpan og aftaná kaffi við pannukøkum. Veitslan var sera hugnalig og nógvar og skemtuligar vóru talurnar. Poul Petersen bar fram takkarkveðu til løgmanns, ti at hann ikki hevdi sterk ari drykk enn reyðvín og heit fyri, at tað eftir hansara tykki als ikki hevði skert veitsludámin. at vera sakkønur tekniskur ráðgevari hevur Fraser rolluna eisini henda pálmasunnudag. Umframt primadonna- NR. 15. LEYGARDAGIN 9, APRÍL 1960 33. ÁRG. Tingið saman aft- ur eftir páskir Tað var ætlan at tingið skuldi fara heim í gjár, men mál- ini hava verið so nógv og drúgy, at tað nú er avgjørt at slíta tingsetuna mána- dagin og koma saman aftur eftir páskir. Nógv stórmál hava verið frammi og eru tey flestu avgreidd. Enn er ikki endalig belgiska skipabyggitilboðið, henda avgerð skjótt fara at verða tikin. Tað er mikil peningur, sum nú verð- ur settur í uppbygging landsins og åbøt ur á tey sosialu viðurskiftini. At vinnan fer at vignast væl, er tí umráðandi nú meir enn nakrantíð áður. Tann part- urin av árinum, sum farin er, hyldn- aðist bara væl, hvat sølu í Bretlandi við víkur. tingformannsins, tikin til man stóða men Fritid vid løn Javnadartingmadurin Haldor Hansen hevur fyri Arbeidarafelag lagt mål á ting, har skotið verður upp, at fritidarløn arbeiðsmanna verður roknað av teirra fullu løn. Sum nú verður fritidarløn ikki roknað úrtíðarviðbót og week-end viðbótini. Væntuliga verður hetta mál samtykt, fritidarlønin og Føroya er, av ið verður hvussu soleiðis, at roknað er eisini av úrtíðar- week-endviðbótini. LEIVUR ØSSURSSON hevdi sølu i Bretlandi Teir seldu fyri 12000 stp. Lastin mundi liggja um 3000 kitt. N góða hesaferð. Í hernað móti kioskum Landsstýrið legði fram á ting uppskot um at lata avlomin í serstøkum føri fáa kioskloyvi. Málið varð ikki samtykt, men nevndin. ið vidgjørdi málið, held- ur fyri. at kioskhandil, so sum hann nógvastaðni fer fram, er til størri skaða ti, at vørum, sum har verda seldar allur enn teimum gagn av nógvar av sum nú Øl, hin til mera inn- litid enn barberspritt, hárvatn og flutti gagn kulørti litteratururin, er ungdómin, sum Nevndin fyri onnur sekir hesi stød. heldur tað vera átroðkandi neyðugt at fáa eina bevertaralóg, sum kann koma hesum 6- levnaði til lívs og hevur sett fram upp- skot um, at landsstýrið til komandi ting setu setur fram uppskot um bevertara- lóg fyri Føroyar. Nevndaruppskotið er samtykt. Málið um at banna sølu av sigarettum til børn fekk drúgva viðger, fleiri tingmenn tóku undir við uppskotinuny Nógvir hildu tað vera skaðiligfg at sigarettir verða seldar í leysum. Tað kann verða nógv misbrúkt av børnum. SUÐURSTREYMOYAR JAVNADAR- FELAG hevði aðalfund leygardag. Í stjórnina vórðu afturvald: J. P. Henrik- formaður, Jona Henriksen, kassa- meistari, Edv. Lindenskov, næstformað- Magnus Tórsheim og Robert Mohr Nývaldir: Tumas Poulsen og Martin Joensen (ættaður av Hvítanesi). seinasta sen, ur, Poulsen.