Sosialurinarkiv
Sosialurin 1962-04-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 1962síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 19 SOSTALURIN Sjá. nú sumrar SUMRAR TAÐ EISINI PO LITISKT HER Á LANDI Veturin var kavamikil, beiskur og I kúgaðu fjøldina. Við hvort sær tað harður. Nú er hann í ferð við at missa megina. Nú grør í bø og haga. Flytafuglar eru komnir, aðrir leita nú henda vegin, og smálomb síggj- ast spæla víða hvar. Alt hetta frøir eygað, og fugla-* songurin frøir oyrað. Stutt sagt, Vit frøast í sål og sinni. Meðan eg nú ein dagin stóð og | hugdi meg um og gleddist, så eg | eisini smáar blómur, ið spretta og prýða mark og ong. sveimaði víða um. Eg så manna- ættina. sum mangastaðni enn líður undir kulda og myrkri, men av heilt oðrum kulda og øðrum myrkri enn vetursins. Tey líða undir harðskap- sins kulda og myrkri, verða trælkað | av mongum og ymiskum á ein hátt ella annan. Tað er ógjórligt at nevna her oll tey ymisku sløg av harðræði, sum tey ymisku menn- iskju líða undir. Summastaðni er harður bardagin millum veturin og summarid, millum kúgarin og hina kúgaðu fjøldina. Hvor verður at sigra? Vit vita tað ikki; men oll megu vit vóna, at hitt góða verður at sigra til endans. Men eitt er, sum oll megu gera sær kunnugt og greitt, og tað er soleiðis, sum kamp urin fer fram úti í náttúru, soleiðis fer hann eisini fram í mannaættini. Har hin svarti og kaldi veturin við harðskapi køvir og trælkar, har verð ur ongin bati uttan við hørðum bar- daga, og vita megu oll, at sjálvt um tað sær út, sum tað viðhvort sumr- ar, so má eingin sláa seg til tols og siga, at nú er veturin farin með alla. Nei. bardagin um várið stendur millum vetur og summar, og ofta mennir veturin seg aftur, og soleiðis er bardagin millum kúgarin og ta Hugur min ; út, sum at hin kúgaða fjøldin hevur vunnið sigur, men skeivt er at sláa seg til tols vid ti og trúgva, at nú er óneyðugt at berjast longur; tí best sum ein minst varir um, menn- ir veturin seg aftur við myrkri, kulda og grovum kavaælum — ja, enntá við stormi og kavaroki og drepur allar smáar urtir og mangt annað livandi.Á sama hátt gongur tað í politikki. Viðhvort vaknar hin arbeiðandi fjøldin og krevur sín rætt: men so mennir yvirklassin seg aftur stundum við harðskapi, sum vit hava hoyrt og lisið um aðra- staðni. har vápnamegi hevur verið nýt t — aðrastaðni okkurt annað sum t. d. har pávin lýsir arbeiðara fjøldina í bann og ella inter- dikt. um nakar vágar sær at velja sosialistar, og sumstaðni er fjøldin so évitandi og lítið at sær komin, at hon letur seg villleiða av páva og ella — ødrum tílíkum »ålvum í fåraskinni« — ella »ålvum í rodi«, sum vit nú siga á føroyskum. Ja, yvirklassin hevur mong våpn; peningur er eitt hitt besta yvirklassa vápnið. Við peningi fær yvirklass- in sær mangar at ganga síni ørindi. Ja, tíverri tað síggja vit dag og dag- liga eisini her hjá okkum. Harfyri ræður um at fara varliga fram og minnast til, at vandin er ella kann vera, tá ið vit minst vara um. Veðr- ið um várið kann læra okkum all- mikið, bara vit gáa eftir tí. Best sum sólin hevur skinið nakrar dag- ar, kemur > Jlambasprænin, sum gomlu menn nevndu illvedrid við grovum regni mitt í lembingini — ja. enntá kavarok kundi tá eisint koma og beina fyri smálombunum. Linnaði so aftur, gleddu gomul og ung seg; men ofta kundi ein tá ! 25. apríl 1962 dyn na | KLAKKSVIK I DAG Framsýning vevskúlans Fyri stuttum var stórfingin fram- sýning av vovnum lutum i tekniska skúlanum, gjørdir á vevskeiðinum úti í Grøv í vetur. Har var nógv vakurt at síggja við fjøllbroyttum mynstrum og lítum. Tað, ein fyrst legði til merkis, hoyra onkran siga: »Gledi tykkum ikki ov tíðliga: tí ternusnerturin man fara at koma í ár. eins og hann er vanur at koma á nærum hvørjum ári,“ og tey gomlu vistu, hvat tey søgdu, tí tey høvdu uppývað so mangt og eisini lurtað eftir, hvat teirra forfedrar høvdu sagt. og góð- ur er gamal í ráðum. Undirritaði og aðrir, ið nú eru komnir nakað langt upp í árini vilja minna yngri javnadarfålk á at vera varin og aldri trúgva, at nú er frið- ur og ongin vandi. Nei, trúgvi endi- liga onki tílíkt: men tvorturímóti skulu vit minna okkum á, at kamp- urin harðnar í hvørjum. Nú ræður um at vakja og brynja seg út til stríð. Nakað er vunnið, men nógv er eftir at vinna. Latum ongan billa tykkum inn, at alt kemur at laga seg av sær sjálvum. Slíkt royna yvirklassa ørindasveinar at fáa fjøld ina at trúgva: tí teir vita, at ein sov- andi fjøld er lætt at basa og kúga og fáa aftur undir hin kapitalistiska jarnhælin. Kampurin er harður og verður ikki vunnin uttan við miklum stríði. Upp brødur til dagsverk og dyst. Frælsi, javnaður og bróðurskapur merkir sól og ljós fyri fjøldina. J. H. Danbjørg. vóru teir mongu golvloypararmer — allir úr føroyskum togvi, og teir flestu vovnir í áklæði: ein av teim: um var um sjey metrar langur, og allur vovin í áklæði. Har var hópur av borðloyparum og koddum. Flestu koddarnir vóru úr føroyskum tógvi, tó eisini úr út- lendskum, allir ymiskt vovnir, Í áklæði, krabba. rósingang. og eisini sá ein koddar í smyrna. Har vóru fleiri vovin føroysk skjúrt. sum var stórt arbeiði at fara undir. og væl má vera úr hondum greitt. Fyriklæðini til foroyskan búna trutu ikki, tey myrku vóru serliga vøkur og vovin í ógvuliga fínum lit- um. Av øðrum kann nevnast: gardin- ur úr tvisti, dúkar úr hør og silki, nógv ymisk smá fyriklædi, stóla- setur, eitt stórt teppi (plaid). ljósa- morreytt, myrkamorreytt og hvítt. Í hesum sambandi er at siga, at slíkt teppi í øllum lutum ber av teimum útlendsku. Tað er ikki smávegis, ið kann ger ast burtur úr foroyskum tilfari, og einki at ivast í kundi verið selt fyri stórpening av hesum vøkru og virð- ismiklu lutum. Áhugin fyri hesi lærugrein er sera stórur. og mangar eru tær kvinnur- nar, ið longu nú hava ognað sæt henda kunnleika, ið er hentur at duga, eins og hann kann vera inn- tokuskapandi hjá teimum. ið atstød ur hava at gera meira burtur úr kunnleika sínum. Næmingarnir á vevskålanum hava í vetur verið 18 í tali. Fyristødukvinna = vevskúlans er Liva Sørensen. nr Heðin Brú: [ff [AA A[ A[ [AA [[[AÅA[ [AA [AA [ [ [Å[ [ [ [AA [f[ [[Å [ [ [ff ff Æ[É[[|[[|[||—————&— LEIKUM FAGURT … 5 Nú gongur seymimaskinan lættari enn íáðni. Eyguni eru kimi- ligari. Tey fara sum brandar millum tann sovandi mannin og seymiplaggið, hon totast við. Tað er eyðsýnt, at hon hevur ikki bert snollad seg upp inni í kamarinum, men hon hevur eisini tikið eina umráðandi avgerð — maðurin skuldi ikki av aftur húsinum. umenn nøkur vón var at halda honum aftur — og hon helt. tað var vón. Hon var ung enn. Hon var ásýnlig og *ús til verka. Hitt kvøldid, tå ið móðurin var deyð, kemur so livandi fram fyri. Hon var um fermingaraldur og ein mammu- stystir fór leiðandi hana heim til sín at verða. Tær lótu hurðina aftur. læstu. Tað er. sum hon hoyrir enn fyri sær klikkið, tá ið slåin fór fyri, og mammusystrina siga: »Jesus komi til mín, sum lagnan kann snúgva sær. Fyri fýra árum síðan gingu sjey menniskju út og inn her. Í kvold steingja vit fyri tómum húsi. Nú má tað verða tu, Elsba, neyðardýrið, ið fær tað aftur at liva her. Hon var tíggju ára gomul, tá ið prestur eitt kvoldið kom inn á gólvið. Skipið, ið pápi hennara og tríggir bróður vóru við, var farið. Få sló klokkan eitt. og Elsba setti kaffíkannuna útá. Tann, sum nú hevði vitað. hvussu leingi ein avdottin maður hevur fyri neydini at sova. Hon matgjørdi, reiddi eitt lítið borð og setti frammanfyri rekkjuni, boygdi seg niður yvir mannin. Tað var so vælsignad, at lata hann anda sær á kjálkan. Nú var runan tornað summastaðni. Hon narraði og bustaði burtur av so hvort. Bustaði eisini skógvarnar. Men maðurin ressaðist ikki við. Eina løtu seymadi hon aftur. Men so setti hon sær fyri at vekja hann. Tað bar ikki til at hava hann sovandi her til í morgin, tí so fekk hon ongan blund sjálv. Og var fólk fyrst komið at ganga, fingu tey heldur onga lotu tveyeini. Henni longdist eisini at síggja eyguni og hoyra málið í honum. Hon skeinkir kaffi og talar á hann: 6 »Tygum høvdu kanska viljað havt ein kaffimunn?< Hann svarar ikki, rytur við sama lag. So rópar hon: >Ég havi skonkt kaffi, komið og fái tygum!« Hon tekur undir herðarnar og reisir hann upp at sita. Tá rívur hann eyguni sundur og glóir dølskur fram fyri seg. hvøkkur við, koyrir beinini niður av rekkjuni og verður klår- vakin: »Mestur havi eg gjørt mær fyri skommum, trodkad meg inn á ákunnugt fólk? »Ånei, ånei,« smålær Elsba, hon smílist beint uppí eyguni á honum. »tad er ikki oftari enn so, nakar kemur inn til min,« biður hann drekka kaffið, meðan tað er heitt, setur seg hinu- megin borðið. Hann er høvurtungur og noydist at lyfta brúnnar fyri at fáa eyguni sundur, men tekur til at drekka og roynir at halda seg uppreistan. yTað regnar so il'a uti,« heldur hon fyri. »Ja, hann situr og hyggur niður fyri seg, kveitir upp á hana viðhvor“ kólar eitt sindur runt í stovuni, men sigur einki. drekkur bert ramliga og etur. „Hvor eru tygum?< spyr hon og hyggur uppá hann. »Eg eri sunnaneftir...... Havi ivaleyst gjørt mær fyri skomm- um í nátt. Eri ikki vanur at drekka stórvegis, so eg......« Hon lær og bydur at roykja: »Verid ikki byttur at hugsa um tað. Tygum hava ongan håva gjørt. Eg havi boðið tygum at sova her í nátt. eftir sum tygum komu inn á gólvið. Tað er ein stuttleiki at hava eitt menniskja hjá sær. Eg eri glad fyri. at tygum vitjaðu inn. Hann fer o smátt at kvaklast við, av ti hann drekkur heitt kaffi og etur. Hon fær at vita, at hann eitur Tórmaður og er læraraskúlanæmingur í Havn. Tað kemur lív í tey brúnu eyguni. og tey fáa meira og meira dirvi til at hyggja eitt sindur altrá ) ( (